12 sosialurin fríggjadagur 21. juni 2013 · nr. 70 súkkla fyri … · 2013. 6. 24. · 12...

2
Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eydna Skaale Úr Danmark til París. Tað er teinurin, sum 35 føroyingar fara at súkkla komandi summar, fyri at savna pening til Krabbameinsfelagið. Øll kunnu melda seg til súkk- lingina, og liðið verður so valt seinast í august. Ætlan- in er, at vanligir føroyingar skulu súkkla teinin, og inn- komni peningurin fer í ein grunn, sum er markaður til krabbasjúk børn og familj- ur teirra. Í Danmark hevur átakið, nevnt »Team Rynke- by«, fleiri ár á baki, og eisini úr Finnlandi og Noregi eru súkklarar undanfarnu árini farnir til París fyri at savna krabbasjúkum børnum pening. Øll kunnu melda seg til - Tað manglar, at man í Før- oyum ger meiri, sum er vent beinleiðis móti krabbasjúku børnunum og familjum teirra. Viðgerðin tekur jú langa tíð, og tað er ein stór kreppa, sum rakar alla familjuna. Tað sigur Aksel Haraldsen, sum er ein av stigtakarunum til føroyska »Team Rynkeby« liðið. - Í Krabbameinsfelagnum er ein grunnur, sum er mark- aður til sjúk børn, og nú vilja vit royna at gera mun og fáa pengar í hendan kassan, sig- ur Aksel. Í juli fer hann sjálvur at luttaka á »Team Rynkeby« við einum donskum súkkluliði, soleiðis, at hann betri verður førur fyri at leggja lag á hjá føroysku súkklarunum kom- andi ár. - Allir føroyingar, sum hava hug at gera nakað gott bæði fyri seg sjálvi og onn- ur, kunnu melda seg til at súkkla úr Danmark til Paris í juli 2014, fyri at savna pengar til krabbasjúk føroysk børn. Aksel greiðir frá, at tað verður súkklað í sjey dagar út í eitt - og tað verður súkklað allan dagin. Teinurin er ikki serliga krevjandi og harður, men tað eru langir teinar hvønn dag. Tí krevur tað, at luttakararnir nýta komandi árið til at koma í form. - Vit leita ikki eftir ítróttarfólki - næstan tvørturímóti. Hetta snýr seg um, at vanligir føroyingar melda seg til, gera nakað gott fyri seg sjálvar og hjálpa øðrum samstundis. Aldurs- markið er 18 ár, men uppeftir er einki aldursmark, greiðir Aksel frá. Hann sigur, at liðið so vítt gjørligt skal umboða føroyska samfelagið. Tað skal helst vera javnt býti av konufólki og mannfólki, fólki úr øllum landinum, fólki úr øllum samfelagsstættum og fólki í øllum aldri. - Tá fólk melda til, seta tey seg á ein bíðilista. Tá freistin er farin, hyggja vit at tilmeldingunum, og so seta vit eitt lið saman, sum um- boðar føroyska samfelag- ið. »Team Rynkeby« hevur neyvar reglur um úttøkuna, og teimum fara vit at fylgja, greiðir Aksel Haraldsen frá. Allir stuðulin til børnini At fara eina ferð úr Føroyum til París kostar pengar - eisi- ni hóast tú súkklar megin- partin av teininum sjálvur. Men einki verður tó tikið av stuðulspengunum, sum koma inn. - Tey sum melda seg til, rinda millum 15.000 og 17.000 kr sjálvi. Fyri teir pengarnar fáa tey eina súkklu, súkklu- klæðir, mat, gisting og ferðing aftur og fram úr Føroyum. Pengarnir, sum stuðlarnir lata fara sostatt óskerdir til sjúku børnini og familjur teirra, vísir Aksel á. Aksel veit at siga, at tað longu nú eru yvir 30 føroy- ingar, sum hava meldað til, men, sum hann sigur, jú fleiri meldað til, jú betri er møgu- leikin at seta eitt lið saman, sum avspeglar føroyska sam- felagið. Luttakararnir sum fara avstað, verða eisini eitt slag av ambassadørum fyri krabbasjúk børn, og um- framt at tey binda seg til felagsvenjingar, skulu tey eisini vera við til at kasta ljós á krabbasjúk børn í Føroyum, til dømis við innsavningum av ymsum slagi. - Hóast hetta er ein álvar- som søk, so leggja vit stóran dent á, at hetta skal vera eitt stuttligt og hugnaligt pro- jekt. Freistin at melda seg til luttøku er 20. august, og tað verður gjørt á heimasíðuni www.team-rynkeby.dk, undir "Venteliste 2014". Aksel legg- ur dent á, at tað er týdning- armikið at skriva rætt post- nummar, soleiðis, at tað ber til at fáa luttakarar úr øllum Føroyum við. Liðið verður kunngjørt seinast í august, og fyritøkur fara síðani at verða bidnar um at stuðla. [email protected] Súkkla fyri krabbasjúkum børnum - Tá føroysk børn gerast sjúk av krabbameini, verður familjan skrædd upp við rót, meðan barnið fær viðgerð uttanlands - ofta í fleiri ár. Børnini eru langt burturi frá familju og vinum, og umframt sjúkuna verður lívið grundleggjandi øðrvísi. Tað kemur til dømis eingin í føðingardag hjá teimum tá, sigur Aksel Haraldsen, sum sjálvurfimti er farin undir eitt súkkluátak, sum skal savna pening til krabbasjúk, føroysk børn Eydna Skaale - Vit halda tað vera gott, at ljós verður varpað á krabbamein. Og í hesum førum gevur innsavningin okkum møguleika at styrkja um og hjálpa teimum familjum, sum fáa krabbasjúk børn. Tey fara at kunna søkja um hjálp til ávís endamál - ella bara um fíggjarligan styrk sum heild, greiðir Jákup N. Olsen frá. - Vit hava longu upprættað eina konto til endamálið, og ein nevnd er skipað saman við teimum, sum standa handan føroyska Rynkeby liðið. Í felag gera vit so leiðreglur um, hvussu pengarnir skulu latast. Krabbameinsfelagið fer at býta pengarnar út eftir teimum leiðreglunum, sum verða gjørdar. Men tað er givið, at hetta fer alt beinleiðis til føroysk krabbasjúk børn og familjur teirra. Tað er ein av treytunum fyri at vera við í »Team-Rynkeby« slær Jákup N. Olsen fast. Vit takka! - Tað er altíð ein fíggjarligur og sosialur smeitur fyri alla familjuna, tá eitt barn fær krabbamein. Hóast vit hava góðar skipanir, so merkir familjan altíð ein fíggjarligan smeit, so hetta fer at koma væl við, slær Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, fast

Upload: others

Post on 28-Jan-2021

3 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 7012 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

    Eydna Skaale

    Úr Danmark til París. Tað er teinurin, sum 35 føroyingar fara at súkkla komandi summar, fyri at savna pening til Krabbameinsfelagið. Øll kunnu melda seg til súkkling ina, og liðið verð ur so valt seinast í august. Ætlanin er, at vanligir før oy ingar skulu súkkla teinin, og innkomni peningurin fer í ein grunn, sum er markaður til krabbasjúk børn og familjur teirra. Í Danmark hev ur átakið, nevnt »Team Rynkeby«, fleiri ár á baki, og eisini úr Finnlandi og Noregi eru súkklarar undanfarnu árini farnir til París fyri at savna krabba sjúkum børnum pening.

    Øll kunnu melda seg til Tað manglar, at man í Før

    oyum ger meiri, sum er vent bein leiðis móti krabbasjúku børn unum og familjum teirra. Viðgerðin tekur jú langa tíð, og tað er ein stór kreppa, sum rakar alla familju na.

    Tað sigur Aksel Haraldsen, sum er ein av stigtakarunum til føroyska »Team Rynkeby« lið ið.

    Í Krabbameinsfelagnum er ein grunnur, sum er markað ur til sjúk børn, og nú vilja vit royna at gera mun og fáa pengar í hendan kassan, sigur Aksel.

    Í juli fer hann sjálvur at luttaka á »Team Rynkeby« við ein um donskum súkkluliði, so leiðis, at hann betri verður før ur fyri at leggja lag á hjá føroysku súkklarunum komandi ár.

    Allir føroyingar, sum hava hug at gera nakað gott

    bæði fyri seg sjálvi og onnur, kunnu melda seg til at súkkla úr Danmark til Paris í juli 2014, fyri at savna pengar til krabbasjúk føroysk børn.

    Aksel greiðir frá, at tað verð ur súkklað í sjey dagar út í eitt og tað verður súkklað allan dagin. Teinurin er ikki ser liga krevjandi og harður, men tað eru langir teinar hvønn dag. Tí krevur tað, at lut taka rarnir nýta komandi árið til at koma í form.

    Vit leita ikki eftir ítrótt ar fólki næstan tvørturímóti. Hetta snýr seg um, at vanligir før oyingar mel da seg til, gera nakað gott fyri seg sjálvar og hjálpa øðr um samstundis. Aldursmark ið er 18 ár, men upp eftir er einki aldursmark, greiðir Aksel frá.

    Hann sigur, at liðið so vítt gjørligt skal umboða

    før oyska samfelagið. Tað skal helst vera javnt býti av konu fólki og mannfólki, fólki úr øllum landinum, fólki úr øll um samfelagsstættum og fólki í øllum aldri.

    Tá fólk melda til, seta tey seg á ein bíðilista. Tá freist in er farin, hyggja vit at tilmeldingunum, og so seta vit eitt lið saman, sum umboð ar føroyska sam felagið. »Team Rynkeby« hevur neyvar reglur um úttøkuna, og teimum fara vit at fylgja, greið ir Aksel Haraldsen frá.

    Allir stuðulin til børniniAt fara eina ferð úr Føroyum til París kostar pengar eisini hóast tú súkklar meginpartin av teininum sjálv ur. Men einki verður tó tikið av stuðulspengunum, sum koma inn.

    Tey sum melda seg til, rinda millum 15.000 og 17.000 kr sjálvi. Fyri teir pengarnar fáa tey eina súkklu, súkkluklæð ir, mat, gisting og ferð ing aftur og fram úr Før oy um. Pengarnir, sum stuðl ar nir lata fara sostatt óskerd ir til sjúku børnini og familj ur teirra, vísir Aksel á.

    Aksel veit at siga, at tað longu nú eru yvir 30 før oyingar, sum hava meldað til, men, sum hann sigur, jú fleiri meldað til, jú betri er møguleikin at seta eitt lið sam an, sum avspeglar før oyska samfelagið.

    Luttakararnir sum fara av stað, verða eisini eitt slag av ambassadørum fyri krabbasjúk børn, og umframt at tey binda seg til felags venj ing ar, skulu tey eisini vera við til at kasta ljós á krabba sjúk børn í Føroyum,

    til dømis við innsavningum av yms um slagi.

    Hóast hetta er ein álvarsom søk, so leggja vit stóran dent á, at hetta skal vera eitt stuttligt og hugnaligt projekt.

    Freistin at melda seg til lut tøku er 20. august, og tað verð ur gjørt á heimasíðuni www.teamrynkeby.dk, und ir "Venteliste 2014". Aksel leggur dent á, at tað er týdn ingar mikið at skriva rætt postnummar, soleiðis, at tað ber til at fáa luttakarar úr øllum Før oyum við.

    Liðið verður kunngjørt seinast í august, og fyritøkur fara síðani at verða bidnar um at stuðla.

    [email protected]

    Súkkla fyri krabbasjúkum

    børnum- Tá føroysk børn gerast sjúk av krabbameini, verður familjan skrædd upp við rót, meðan barnið fær viðgerð uttanlands - ofta í fleiri ár. Børnini eru langt burturi frá familju og vinum, og umframt sjúkuna verður lívið

    grundleggjandi øðrvísi. Tað kemur til dømis eingin í føðingardag hjá teimum tá, sigur Aksel Haraldsen, sum sjálvurfimti er farin undir eitt súkkluátak, sum skal savna pening til krabbasjúk, føroysk børn

    Eydna Skaale

    Vit halda tað vera gott, at ljós verður varpað á krabbamein. Og í hesum førum gevur innsavningin

    okkum møguleika at styrkja um og hjálpa teimum familjum, sum fáa krabbasjúk børn. Tey fara at kunna søkja um hjálp til ávís endamál ella bara um

    fíggjarligan styrk sum heild, greiðir Jákup N. Olsen frá.

    Vit hava longu upprættað eina konto til endamálið, og ein nevnd er skipað saman við teimum,

    sum standa handan føroyska Rynkeby liðið. Í felag gera vit so leiðreglur um, hvussu pengarnir skulu latast. Krabbameinsfelagið fer at býta pengarnar út

    eftir teimum leiðreglunum, sum verða gjørdar. Men tað er givið, at hetta fer alt beinleiðis til føroysk krabbasjúk børn og

    familjur teirra. Tað er ein av treytunum fyri at vera við í »TeamRynkeby« slær Jákup N. Olsen fast.

    Vit takka!- Tað er altíð ein fíggjarligur og sosialur smeitur fyri alla familjuna, tá eitt barn fær krabbamein. Hóast vit hava góðar skipanir, so merkir familjan altíð ein fíggjarligan smeit, so hetta fer at koma væl við, slær Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, fast

  • 13Fríggjadagur 21. juni 2013 · Nr. 70 SosialurinHugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

    ÚttøkureglurFyri at koma á Team Rynkeby liðið skalt tú fyrst og fremst skriva teg á bíðilistan á heimasíðuni, Tað eru liðskiparin og lokali stýribólkurin, sum síðani samanseta liðið út frá fylgjandi fortreytum:

    1: Luttakararnir skulu vera sinnaðir at gera ein stóran innsats fyri at savna pening til krabbasjúk børn.

    2: Luttakararnir skulu í høvuðsheitum búgva í Føroyum

    3: Luttakararnir skulu seta tíð av til at venja minst tvær ferðir um vikuna í várhálvuni. Tað skulu súkklast umleið 2500 km áðrenn túrin til París

    4: Liðini skulu hava eitt javnt býti millum menn og kvinnur - so vítt tað letur seg gera.

    5: Liðini kunnu hava bæði nýbyrjarar og royndar súkklarar

    6: Minst helvtin av liðnum skal skiftast út árliga.

    7: Luttakararnir skulu vera í øllum aldri - tó minst 18 ár.

    8: Luttakararnir skulu umboða ymisk

    útbúgvingarstig og størv. Tó skulu ein lækni og ein súkklusmiður verða við.

    9: Dentur verður lagdur á, at luttakararnir skulu hava møguleika at skaffa stuðlar.

    10: Hvørt lið hevur møguleika at leggja eitt ella fleiri pláss av til kend fólk, sum kunnu skapa uppmerksemi um átakið. Hesi plássini verða ofta mannað seinni enn hini.

    Aksel Haraldsen er ein av oddamonnunum fyri

    føroyska »Team-Rynkeby« liðið, sum komandi summar skal súkkla úr Danmark til

    París fyri at savna pening til krabbasjúk, føroysk børn og familjur teirra. Øll kunnu

    melda seg til, og 35 vanligir føroyingar verða síðani

    valdir út at súkkla teininMynd: Álvur Haraldsen