amnesty international, 1961

Post on 23-Feb-2016

80 Views

Category:

Documents

0 Downloads

Preview:

Click to see full reader

DESCRIPTION

Barnarættindasáttmálin - og tær tríggjar fráboðanarskyldurnar Á SSP kveikingardagi tann 9 . november 2012. Amnesty International, 1961. Virðisgrundarlag: Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi frá 1948 Føroya deild, 1965: - PowerPoint PPT Presentation

TRANSCRIPT

Barnarættindasáttmálin - og tær tríggjar fráboðanarskyldurnar

Á SSP kveikingardagi tann 9. november 2012

Amnesty International, 1961

Virðisgrundarlag:Heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi frá 1948

Føroya deild, 1965:1. Upplýsa um mannarættindi – “Øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi”2. Upplýsa um mannarættindastøðuna úti í heimi og ávirka hana3. Upplýsa um mannarættindastøðuna her heima og ávirka hana

Yvirlýsing, sáttmáli og lóg

Barnarættindanevndin hjá ST

Heimsyvirlýsing Sáttmáli Lóg

• Grundlóg barnsins, 1989• “Øll børn eru heil og sjálvstøðug menniskju

við serrættindum”• Mest viðurkendi altjóða sáttmálin

• 54 greinar:– Grundleggjandi lívskrøv (matur og heilsa)– Mennast (skúlagongd og frítíð)– Verju (kríggj, harðskapur og misnýtsla)– Samavgerð (ávirkan, luttøku og

hugsanarfrælsi)

• Ógvuliga umfantandi sáttmáli

Barnarættindasáttmálin

Barnarættindasáttmálin• Føroyar staðfestu sáttmálan 1992

• Føroyskt lógarverk skal sum minsta krav liva upp til ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum

• Politiskur vilji og grundleggjandi hugburður, men enn er lagt á mál

• Vit hava skyldu at lata frágreiðing inn til Barnarættindanevndina í ST

• Átalur frá ST verða tiknar í álvara av føroysku myndugleikunum

Tær tríggjar fráboðanarskyldurnar

1. Fráboðanarskyldan til barnarættindanevndina hjá ST

2. Fráboðanarskyldan, at upplýsa børnum okkara um teirra rættindi

3. Fráboðanarskyldan, tá rættindini hjá einum barni eru skerd

1. Fráboðanarskylda (ST)• Vit hava skyldu at lata almenna frágreiðing inn til Barnarættindanevndina í ST • Óheftir felagsskapir hava ábyrgd at lata skuggafrágreiðingar

– Barnabati, Amnesty International, Javni, MBF, Ættleiðingarfelagið osfr.

• Fyrsta eftirmeting fór fram í 2008– Føroysk almenn frágreiðing – Skuggafrágreiðing frá Barnabati

• Barnabati vísti m.a. á, at vit ikki liva upp til fráboðanarskylduna, og at tað eru stórir trupulleikar viðvíkjandi kynsligari misnýslu og væntandi endurbúgvandi røkt.

• Slíkar fráboðanir eru avgerandi!

1. Fráboðanarskylda (ST)

Niðurstøður frá ST í 2011

Føroya dumpaðu á hesum økjum:– Heildarætlan fyri íverkansetan av

barnarættindum í føroyska lóggávu– Fráboðanarskylda í verki– Serlig tiltøk í sambandi við harðskap– Barnaumboð – Fylgisáttmála um sølu av børnum,

barnaprostitión og barnaporno

– Hagtøl– Hagtøl um barnafátækradømi og um

kynsliga misnýtslu av børnum– Frálæru í Barnarættindasáttmálanum – Fígging til útbúgving og góða sálarliga

heilsu.

1. Fráboðanarskylda (ST)Amnesty meinar, at:• Fleiri skulu taka virkan lut í hesi fráboðanarskyldu• Politiski myndugleikin skal viðgera átalurnar og alment staðfesta hvørji tilmæli Landstýrið

tekur til sín, og hvussu ætlanin er at betra um viðurskiftini• Føroyar skulu raðfesta og samskipa arbeiðið tvørturum aðalráð og kommunur

2. Fráboðanarskylda (Útbúgving)• Vit hava ábyrgd av, at øll børn í Føroyum kenna síni rættindi

• Svørríkið, Noreg og Finnland hava tikið mannarættindi við í lógina um fólkaskúlan og inn í viðkomandi lesiætlanir

• Amnesty meinar, at– Barnarættindasáttmálin eigur at vera partur av undirvísingarætlanini í øllum skúlum– Endamálsorðingin í fólkaskúlalógini skal dagførast – Mannarættindi skal vera tvungin partur av viðkomandi lesiætlanum í fólkaskúlanum, á

miðnámi og á læraraskúlanum

3. Fráboðanarskyldan

• Herda fráboðanarskyldan er eitt framstig

• Fráboðanarskyldan, sum tit fara at umrøða í dag, er hjartaslátturin í barnarættindasáttmálanum

• Og evsta ábyrgdin er okkara

Takk fyri

• Tit eru gerandishetjurnar og tit vita best, og tá tað snýr seg um at fráboða ST vil Amnesty fegin vera tykkara rødd.

• Framhaldandi góðan dag!

top related