nordlysid nr 20 2013

24
9 772245 065007 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 CHRISTIAN Í GRÓTINUM FARIN TIL FISKISKAP EG KLEMMAÐI TALU, OG FAST VARÐ Vilt tú hava eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni, so VITJAÐ NIELS Í HORNI SPÆLDU ALTÍÐ TIL DANS Í ATLANTIS BIO Síða 2-4 Síða 24 Síða 8-9 Síða 18-22 Síða 5-7 Síða 14-16 Tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsini sum tey eru eru eitt listaverk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum..... Norðoyastevnu & Truckerfestival skrá í blaðnum síða 10 - 13

Upload: nordlysid

Post on 04-Mar-2016

269 views

Category:

Documents


5 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 20 Hósdagin 30. mai 2013

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 20 2013

9772245065007

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

CHRISTIAN Í GRÓTINUM FARIN TIL FISKISKAP

EG KLEMMAÐI TALU,OG FAST VARÐ

Vilt tú hava eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni, so

VITJAÐ NIELS Í HORNI

SPÆLDU ALTÍÐ TIL DANS Í ATLANTIS BIO

S í ð a2 - 4

S í ð a2 4

S í ð a8 - 9

S í ð a

1 8 -2 2

S í ð a5 -7

S í ð a

1 4 -1 6

Tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsini sum tey eru eru eitt listaverk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum.....

Norðoyastevnu & Truckerfestival skráí blaðnum síða 10 - 13

Page 2: Nordlysid nr 20 2013

2 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Page 3: Nordlysid nr 20 2013

3NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Tá menninir frá Klaksvíkar Sleipistøð vórðu við at rigga tað seinasta av, var Norðlý-sið umborð og her fingu vit eina lítla frágreiðing frá arbeiðisformanninum Gert Norðoy frá KSS.

Hetta hevur verið ein stór uppgáva hjá okkum, sigur Gert Norðoy, tað hevur ve-rið sera spennandi og ein

stór avbjóðing hjá okkum at luttaka í hesum arbeiði-num. Vit hava verið í sam-starvi við KJ Hydraulik í Fuglafirði um hetta arbeiði, eisini saman við øðrum undirleverandørum.

Broytingin sum gjørd er við skipið er, at manningin nú kann pumpa fiskin inn á hekkuni, ístaðin fyri, sum

gjørt var tá skipið var a norskum hondum, tá fisku-rin var tikin inn á síðuni.

Fyri at kunna gera hetta, hevur verið neyðugt við ei-num 18 tumma røri av for-dekkinum og aftur á hek-kuna. Ein stór avbjóðing hjá okkum hevur verið at festa eitt spæl á afturdek-ki, ið hivar 50 tons og he-

vur eina bremsumegi uppá 100 tons. Hetta hevur kravt ógvusligar styrkingar av dekkinum, og okkara fólk hevur her arbeitt við óg-vusligum dimensiónum at stáli.

Eisini er ein stórur kráni festur uppi á golganum aft-an og eisini ein ógvusligur blokkur.

Eg haldi eg kann siga, at arbeiðið hevur gingið væl. Sjálvandi teir, sum eiga ski-pið halda altíð at tað kundi gingið skjótari, men nógvar broytingar hava verið gjør-dar ímeðan arbeiðið hevur gingið framá, so vit eru stak væl nøgdir við gong-dina, sigur Gert Norðoy frá Klaksvíkar Sleipistøð.

Eyðun Rasmussen, segði mikumorgunin, at Christi-an í Grótinum og Norðborg skuldu fara til fiskiskap mikukvøldið.

Skiparin á Christian í Grótinum hevur sett tíðina til kl. 20 í kvøld, imeðan Norðborg ætlar sær avstað kl. 22.

Skipini fara at partro-

CHRISTIAN Í GRÓTINUM FARIN TIL FISKISK AP

Síðani nýggi Chris t ian í Grótinum varð keyptur, hevur hann l igið á K lak svík , her ymiskar broy tingar eru gjørdar umborð á sk ipinum.

Page 4: Nordlysid nr 20 2013

4 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

la. Umbyggingin sum vit hava gjørt á dekkinum á Christian í Grótinum, gera at vit kunnu pumpa fiskin inn aftan. Fyrimunurin er, at vit sleppa frá at taka posan frá, sum man ger tá tikið verður inn á síðuni, so mannagongdirnar vera einfaldari og vit spara eitt sindur av fólki.

Umframt broytingarnar á dekkinum, hava vit eisini gjørt ymiskt annarleiðis á fabrikkini eisini.

Skipini fáa nú makrel, sigur Eyðun Rasmussen víðari. Sum eg havi skilt, so hava skipini verið her norður eystur úr Fugloynni og sum skilst, so hava tey fingið væl av makreli seinastu tíðina.

Page 5: Nordlysid nr 20 2013

5NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Jólamorgun, tá arbeiðs-gentan hjá Niels Petersen, bónda í Múla, Súsanna Ol-sen fór út fyri dyr at kastað øsku í ánna, beit hon merki í, at okkurt løgið lá í ánni, og tá fólk komu til, vísti tað seg at vera Jákup Olsen, 28 ár, og sonur Óla og Jóhonnu Har Frammi í Múla. Hann var deyður.

Hetta var ein skelkan-di hending, og fleiri søgur fóru at ganga, um hvat mundi verða fyrifarist, og í onkrum leysasøgum var rættuligur dramatikkur í, sum um okkurt illgruna-samt ella ófrættakent var farið fram.

Bløðini skrivaðu soleiðis um tilburðin:

“.....Tá fólk fór út í tún fyrsta jólamorgun, funnu tey líkið av dronginum. Hann lá undir lækjuni. Klæðini vóru skrødd, fleiri knappar vóru slitnaðir úr troyggjuni, annar vøtturin lá á trappusteininum nakað burturfrá, og í lummanum funnu tey bert eitt ur, hóast hann hevði havt tvey við sær, tá hann fór avstað”

Viderø hevur hesa sø-guna; “Jógvan hevði eisini ta sorg at missa bróðurin Jákup, sum var á háskúla

í Føgrulíð, og skuldi heim til jóla, men fórst í ka-varoksódn. Hann vann heim í bygdina, men var so útmøddur, at hann slapp ikki um ánna. Tey sótu í lestri í bóndahúsinum – kv-øldbøn-. Hundurin óróg-vaðist og rann út ímóti hurðini, goyggjandi,-men ikki varð farið út at vita, hví hundurin goyði. Helst tí, at tey hildu hann síggja okkurt, sum eingin maður mátti síggja, ella tí at tey vildu ikki fara frá lestri-num, eins og siður var. Men morgunin eftir varð Jákup funnin deyður har við ánna--

Tann 25 des. 1902 kemur Jóhannes Fredriksen úr Múla inn til sýslumannin, Klæmint Olsen í Klaksvík, og boðaði frá einum deyðs-falli í Múla. Tað var Jákup Olsen, ið var funnin deyður í ánni um níggjutíðina hen-dan sama morgun. Annað visti Jóhannes Fredriksen ikki at greiða frá, tí hann var beinanvegin farin til Klaksvíkar við boðunum, og meira bleiv ikki gjørt burturúr fyrrenn sunnu-dagin 28 des. 1902. Tey avhoyrdu vitnini vóru, Niclas Hans Niclasen, 25 ár av Skálatoftum. Jógvan Olsen, 32 ár, Múla. Al-bert Justesen, 66 ár Múla.

Niels Petersen 60 ár Múla og Súsanna Olsen, 30 ár. Múla.

Niklas Hans Niclasen greiðir frá, at Jákup Olsen kom inn til teirra, inn í Kongsstovuna á Skálatoft-um til foreldrini hjá sær kl. 14.30 tann 24 des. Hann spurdi meg, um eg helt, at hann fór at hava dagsljó-sið við sær til Múla, og eg svaraði, at í góðum líkin-dum hevði einki verið at ivast í, at hann kundi náa Múla meðan lýsi var, men eg greiddi honum frá, at eg metti veðurlíkindini at vera alt ov vánalig at fara um Múlan. Til hetta svaraði

Jákup, at eftir hansara tykki var tað gott gonguveður, og í tí sama gjørdi hann seg til at fara. Niklas fylgdi Jákupi út fyri dyr. Hann beit merki í at Jákup hevði ein pjøka á rygginum, stav í hondini, men onga hettu. Jákup fór til gongu eftir gøtuni, og hann gekk skjótt. (..ved rask gang fulgte den rigtige vej fra Skaaletofte...) Tá sýslu-maðurin spyr um Jákup var edrúur, svarar Niklas, at eftir hansara tykki var hann blankaedrúur, og inni hjá teimum neyt hann ein-ki. Meira visti hann ikki at siga frá.

Tann 25 des., jóladagsmor-gun umleið kl. 9, fer Súsan-na Olsen, arbeiðsgentan hjá Niels Petersen, út í ánna við øsku, og sær eitt fólk liggja við løkin. Hon ren-nur beinanvegin innaftur til húsbóndan, og sigur frá, men hann helt tað kanska kundi vera onkur stórur bøkkur, ið var losnaður av áarførinum, hann fór tó ikki upp, tí hann var sjúkur. Súsanna fer so útaftur, og inn til Albert Justesen, sum var í ferð við at lata seg í, og sigur at okkurt liggur í ánni, og biður dóttur hans-

ara koma við sær út. Albert og verðsonurin Hans Peter Andreasen fara sjálvir beint aftaná, og síggja við tað sama, at eitt fólk liggur í ánni, og Albert kennir bei-nanvegin hin deyða. Tað er Jákup. Albert skundar sær inn til beiggja Jákup, Jóg-van, og sigur honum hvat er áfatt, og teir fara so beina leið í ánna at taka hin deyða Jákup upp.

Hann liggur í ánni við høv-dinum ímóti streyminum. Høvdið og ein partur av kroppinum er heilt undir í vatni, og hendurnar eru saman undir bróstinum, ella ovarlaga á búkinum. Áin er ikki serliga stór, og hann liggur soleiðis at krop-purin hevur skapað ein hyl rundan um hann. Teir bera hann inn til Jógvan. Inn-komnir skóru teir í stundini klæðini av honum og løgdu tað í eina song. Jógvan kan-naði beinanvegin um nakað lívstekin var, men likamið var stívt, og tað var eisini kalt allastaðni.

Albert, sum ikki var heilt frískur, kemur stutt eftir inn til Jógvan. Hann er líkskoðari í bygdini, og saman við hinum kannað

TÁ JÁKUP OLSEN DRUKNAÐIí ánni í Múla, tann 25 des. 1902

Andras Sólstein skrivar

Múla, model eftir S. Fredriksen 1970. Norðoya Fornminnasavn

Múla um 1870. Kort gjørt eftir S. Fredriksen. Andras Sólstein.

Page 6: Nordlysid nr 20 2013

6 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

teir likamið. Teir eru allir samdir um, at deyðin langt síðani er íkomin.

Deyðsteknini vóru stirð-ningur, eyðuni vóru brostin og likamið ísakalt. Tað ei-nasta, ið annars sást á líki-num, var ein stoytur á hø-gra knæ, men hann var so lítil, at hol var ikki komið á húðina. Kanska var eitt sin-dur av blóðið ímillum skins og hold, men tað var einki tekin til nakað beinbrot. Í aðra mátar sást einki annað

á líkinum, einki sár ella nakar annar løstur, ið kundi týtt á nakran harðskap ella tílíkt. (ikke nogen tegn på vold). Tað var heilt týðuligt at Jákup langt síðani var deyður. Teir kannaðu fleiri ferðir líkið, og seinastu fer saman við Jákup Olsen úr Norðdepli, sum eisini var líkskoðari. Hetta var beint aðrenn jarðarferðina tann 31 des., men teir komu til sama úrslit.

Nær hann mundi vera

deyður, vistu fólkini í Múla ikki. Niels Petersen sigur, at deyðstekini vóru púra-sta vanlig, tó eitt sindur seinkað, kundi ein roknað við, tí tað var so kalt úti. Men hann leggur afturat, at Jákup kann vera deyður um eitt tíðina um náttina, tí tá var rættuligur fjáltur á hun-dinum hjá honum, og hann goyði hart, men tey tóku sær ikki tikni av tíð, tí tey hildu at kanska tað var okkurt av hinum bygdafólkunum, ið var úti, og tað var hetta,

ið órógvaði hundin. Men Niels heldur so, at tað he-vur verið Jákup, ið er farin framvið húsinum hjá sær, er farin í ánna, hevur verið áhalsin, og er druknaður á veg tvørtur um.

Men Súsanna er ikki heilt samd við Nielsi, tá hann si-gur, at hann heldur at Jákup doyði um eitt tíðina, tí hun-durin goyði. Súsanna forte-lur, at hon var í ánni eftir vatni stutt aftaná at hundu-rin hevði goyð, og beint har

líkið bleiv funnið, men tá var eingin Jákup í ánni, og hon trýr einki uppá at hann var komin at liggja har, ut-tan at hon hevði sæð hann, ella lagt merkið til okkurt.

Meira vistu fólkini í Múla ikki at siga frá um hendingina.

Jákup Olsen var sonur Óla og Jóhonnu. Óli Joensen úr Múla giftist við Jóhonnu Mikkelsen av Skálatoftum í 1863, og í 1866 bygdu tey sær nýggj hús sunnan fyri

Mataránna. Hetta var ei-nasta hús sunnanfyri ánna, og bleiv tað kallað Har Frammi. Óli og Jóhanna fingu trý børn. (1) Elisabeth Fr. Olsen, f. 1865. Hon var krypil og búði í Innistovu í Sundi. (2) Jógvan Fr. Olsen f. 1870. Hann giftist í 1912 við Elsu Fredrikku úr húsi-num Har Uppi í Múla. Tey fingu ein drong. Hann æt Jákup Ovi Guttorinus, men hann doyr, tá ið hann var tilkomin, og so (3) Jákup Olsen f. 1874.

Fólkateljing 1901 Múla

Har InniNiels Petersen f. 1842. Husfader. KongsbondeSunneva (f. Joensen) f. 1849. HusmoderElse Kathrine Guttormsdatter f. 1815. SlægtningSusanna Olsen f. 1872. TjenestepigeSunneva Fredrikka Justesen f. 1888. Slægtning

Har NorðiHans Pauli Andreasen f. 1852. Husfader. Opsidder, fiskerElse Fredrikke (f. Justesen) f. 1859.Husmoder.Albert Michael Justesen f. 1836.Johanne Elisabeth Andreasen f. 1889. BarnDaniel Joh. E. Andreasen f. 1890. BarnAlbert Andreas Andreasen f. 1893. BarnEliesar Sofus Andreasen f. 1898. BarnOlaf F. Andreasen f. 1900. Barn

Har UppiJohannes F. Fredriksen f. 1869. Husfader. Husmand.Anne Marie (f. Gregersen) f. 1867. Husmoder.Else Kathrine A. Fredriksen. f. 1871. Simon Fredriksen f. 1831. Fhr. Husmand.Sofie Katrine Fredriksen f. 1875. Har FrammiJoen Fr. Olsen f. 1870. Husfader, odelsejer, fisker.Anne Marie Mikkelsen f. 1845.HusbestyrerindeElisabeth Fr. Olsen f. 1865. KrøblingJohanne Petersen (f. Joensdatter) f. 1819. Fattighjælp.

Skálatoftir Kongsstovan 1901

Simon Fr. Niclasen f. Kongsfæster f. 1842 HusfaderAnna Niclasen f. 1844 HusmoderLea Henrikssen f. 1890 PleiebarnMargrethe Henrikssen f. 1892 PleiebarnNiclas Hans Niclasen f. 1875 Søn Fisker. (Er staddur í Árnafirði)Johannes Niclasen f. 1881 Søn Fisker. (Er staddur í Árnafirði)

Múla mai. 2013. Andras Sólstein.

Jógvan Har Frammi, beiggi Jákup Olsen og konan Elsa. Norðoya Fornminnasavn

Page 7: Nordlysid nr 20 2013

7NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Elsa og Jógvan búðu Har Frammi til umleið 1957. Í 1961 vórðu húsini niðurti-kin, flutt til Danmarkar og bygd upp aftur á Frilands-museet í Lyngby, og standa tey har í dag.

Fleiri upplýsingar um til-burðin havi eg ikki funnið. Ein spurningur, ið kanska er áhugaverdur er, hvar Jákup hevur uppihildið seg, ella hvar hann hevur verið, frá tí hann fór av Skálatoft-um um 14.30 tíðina, til hann er druknaður einaferð eftir midnátt í ánni í Múla. Vanlig gongd eftir bygdar-gøtuni av Skálatoftum og

runt Múlan til Múla, varð fyrr roknað til 1 tíma og 45 minuttir. Teinurin ble-iv mettur til 4 fjórðingar, sum er tað sama sum 7,5 km. So eftir hesum skul-di hann verið komin til Múla einaferð um 5 tíðina seinrapartin, men Niklas Hans á Skálatoftum metti líkindini alt ov vánalig at fara um Múlan. so Jákup er møguliga komin sær í óføri, ella hevur hann bíðað eftir betri líkindum onku-staðni úti í haganum. Men hettar eru bert gitingar, og fáa vit neyvan nakrantíð nakað svar, annað enn, at tað gongur long tíð frá tí

hann ferð av Skálatoftum, til hann verður funnin í Mataránni í Múla.

Keldur:Føroya Landsskjalasavn. Po-litiprotokol fyri NorðoyggjarHansen J. Símun. Tey byggja land 3.History.fo Fólka-teljingar 1901Hansen J. Símun. Tey byggja land 6.Ísakson Finnbogi, Tilburðir í okkara øld 1901 – 1905.Joensen Robert. Minnis-myndir og Søgubrot 1. Norðoya FornminnasavnViderø Kristian O. Saga Norðuroya. www.history.fo Fól-kateljingar 1901

Har Frammi, Frilandsmuseet. Norðoya Fornminnasavn

Fýr-staðurin Har Frammi. Norðoya Forn-minna-savn

Kongsstovan á Skálatoftum uml. 1898. Símun Fr. Niclasen, bóndi, kona hansara Anna f. Eriksen og ommudótturin Margretha úr Árnafirði standa uttan-fyri.

Page 8: Nordlysid nr 20 2013

8 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Tað man vera fáur norðoy-ingur, ið ikki kemist við Mourentius ella Ressa, sum vit vanliga kalla hann.

Skriva bara Ressi, si-gur hann ímeðan vit báðir sita á bonkinum og práta, tað er so nógv snøggari og lættari at siga, flennir Res-si. Hann er nummar trý av 7 systkjum, føddur í 1926, ættaður av Hattarvík, har hann eisini vaks upp.

Og eitt afturat, skoytir Ressi uppí. Eg fekk mær ef-tirnavnið Rensistein, tí tað vóru so nógvir Gullaksen. Tað var ein genta av Viða-reiði, eg haldi hon av Mil-lanum, hon gleið á einum steini har við einhvørjari byrðu, og steinurin bleiv kallaður Rensistein eftir henni, hon var kallað Ren-sa. Eg helt navnið vera so

fitt, so eg fekk mær tað til eftirnavn, hetta er langt fyri mína tíð, at hendingin fór fram. Sagt varð á Viðare-iði, at beiggi hennara flutti til Trøllanesar, tí hann fekk ikki frið fyri huldufólki.

Heldur tú, at huldufólk hava verið til, spyr Ressi meg. Ja, so avgjørt, sigið eg. Heldur tú tað, sigur hann, eg haldi at tað var einki skil á teim gomlu, teir drukku so illa, at teir sóu bæði líkt og ólíkt, flennir Ressi.

NorðoyastevnanVit hildu nógv um Norðo-yastevnuna, tá vit vóru ungir. Eg haldi at vit viðh-vørt fóru allir beiggjarnir á Norðoyastevnu við hvørt. Eg minnist at eg plagdi at búgva hjá Fridu Malenu og Leivuri Zachariassen, á

Norðoyastevnu.Tað var ikki altíð so lætt

at koma úr Hattarvík og hi-gar. Við hvørt fóru vit við Immanuel, sum sigldi tá, eisini kom tað fyri, at vit sigldu við egnum báti. Tað mundi taka ein tíma har á leið, tá væl var sjóva, inn í Sund. Hagani gingu vit on-kutíð uppum fjall til Klaks-víkar, tað tók umleið 2 ½ tíma. Vit plagdu tá at vera í ferðalag við Andras, beig-gja Bella Jóhann, tí hann var so kendur við leiðina.

Vit hugnaðu okkum or-duliga á Norðoyastevnu. Fyri tað mesta var eg uppi í føroyskum dansi. Eg dug-di ikki væl at dansa enskan dans. Eisini vóru tíðirnar øðrvísi tá. Tað var ikki bara sum at siga tað, at nerta við eitt konufólk, nei, tað var

tað ikki, so hóast eg hevði lært eitt sindur at dansa ves-turi í Vágunum, so dámdi mær betur føroyska dansin. Haldi at meira tign var um kvinnurnar tá. Hóast ok-kum dámdi væl ein lítlan á Norðoyastevnu, og kanska til onnur høvi við, so sást tú ikki full konufólk, tað kom næstan ikki fyri. Ídag sært tú smágentur ganga og dingla við øl í hondini – nei, ikki riggar tað.

HattarvíkSum eg segði tær, so vaks eg upp í Hattarvík, og tað var eitt paradís at búgva í. Oyggin føddi næstan seg sjálva, tað kom lítið av vøru út til Hattarvík fyrstu tíði-na eg minnist, tí vit høvdu alt.

Góð fiskimið vóru al-

lastaðni kring oynna, fugl høvdu vit í rúgvuvís um summarið, bæði lunda og lomviga og harafturat kjøt av seyði og neytum. Eplir, rabarbur, hvannir og annað. Til dagliga tørvin vóru vit mest sum sjálvforsýnandi. Ja, teir høvdu eisini akur undir krígnum.

Teir gjørdu sítt egna mjøl, eg haldi tað var úr byggkor-ni. Tað prøvaði eg, drýl av føroyskum mjøli, nei, tað var onki at reypa av. Eg hal-di, at fólk ídag høvdu ikki tikið tað í munnin.

Undir krígnum flýddu nógv út á Fugloynna at búgva, undan bumbuhót-tanum. Vit merktu onki til kriggið har úti. Har var nógv fólk í hvørjum húsi. Fólk fluttu úr Klaksvik og nógva aðrastaðni við út á

Fugloynna, ja, úr Vágunum komu eisini fólk til Fuglo-yar at búgva í meðan kríg-gið leikaði.

Tað var ein góð tí har úti.

RekstøðHóast víkin ikki er so góð rekstøð, so kom tó nógvur reki inn á Víkina. Hat-tarvíkin er so djúp og har er klettur fyri nógvastað-ni, tí rak lítið og onki upp á land, so vit bjargaðu frá landi av, tað vit kundi. Ei-sini flotaðu vit bát. Jú, jú, sigur Ressi og smílist, tað var mangan stuttligt at flota bát eftir reka.

Einaferð minnist eg at Símun bróður hevði fingið eygað á eitt stórt blikk, sum fleyt djúpt í sjónum á Víki-ni. Vit flotaðu bát eftir tí,

E G K L E M M A Ð I TA L U , O G F A S T VA R ÐTað sigur Ressi, Mourentius S. Rensustein, ímeðan vit báðir sita á bonkinum í Víkunum og práta, bara um leyst og fast, nú upp undir Norðoyastevnu.

Page 9: Nordlysid nr 20 2013

9NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

E G K L E M M A Ð I TA L U , O G F A S T VA R Ðtað mundi vera um hálvan metur breitt og um ein me-tur høgt. Tá vit høvdu fingið tað á land, vísti tað seg at vera kaffi í blikkinum. Tað var so nógv, at vit høvdu kaffi í langa tíð.

Hattvíkingar fingu nóg-van rekavið á hendan hátt. Minnist eisini, at Leon bróðir hevði funnið eitt so ógvuliga stórt træ inni á Vík (Skarðsvík). Vit fóru allir inn at fáa tað niðan-frá. Træið var so stórt, at eg haldi at flestu bátarnir í Hattarvík fingu nýggjar stokkar av tí.

Rekaviðurin bleiv brúk-tur til mangt og hvat. Ikki sørt, at hattvíkingar seldu burturav til Klaksvíkar, tí vit høvdu so nógv og har-til fekst næstan ikki viður til keyps í Føroyum undir

krígnum.Rágummiballurnar vóru

eisini nakað fyri seg, tær skaptu ein lítlan handver-ksídnað í bygdini. Eg min-nist, at eg gjørdi nógvar skógvar burturúr rágummi. Vit gjørdu okkum formar at skera leistin eftir, og so bleiv rágummi smurt við bensin fyri at líma sollan og yvirleðrið saman.

Rágummiballurnar vóru stórar, tær vigaðu kanska út ímóti 100 pundum, so nógv fekst burturúr eini slíkari ballu.

Tá eg spyrjið Ressa um rekarom, sigur hann, at tað fingu teir einki av úti í Fugloy. Tað var meira í Svínoy at romammurnar komu upp á land. Eg haldi, at orsøkin var, at tunnurnar fóru í smildur ímóti kletti-

num úti í Fugloy.

KokkurEg havi verið kokkur næ-stan alt mítt lív á sjónum. Í veruleikanum bleiv eg kok-kur av tilvild. Tað bar so á, at eg skuldi við Carlton.

Tað var Edvard uppi á lagi, sum var skipari. Hann sigur við meg: Tú skalt vera kokkur hendan túrin. Eg si-gið við hann, at tað kundi eg ikki, tí eg dugdi nóg illa at kóka vatn.

Men skipararnir tá í tíði-ni, teir høvdu stóran myn-dugleika. Edvard sigur tá: Tá eg sigið at tú skalt vera kokkur, so skalt tú vera kokkur.

Soleiðis bleiv tað, beiggi Edvard, Hendrikur hevði verið kokkur frammanun-dan. Hann sigur tá, verð tú

bara kokkur, eg skal hjálpa tær. Hann hevur helst verið góður lærumeistari og kan-ska havi eg havt góð evni til at kokkast, tí eg havi verið kokkur alt síðani.

Giftist í 1962Ressi var í veruleikanum ”gamal drongur” tá hann giftist við Vithalu Jacobinu Anthoniussen av Morkra-nesi.

Ímeðan vit báðir Ressi sita har á beinkinum við Kommunubrekkuna, fer Ressi í skellilátur knappliga og sigur – Eg skal fortelja tær, hvussu eg fekk sam-band við Talu.

Tað bar so á, at eg sigldi við Esther og sum vant var eg kokkur. Áðrenn vit fóru avstað, kom ein maður til mín við toskarhøvdum, sum

eg skuldi hava til proviant. Vit lógu tá úti á Norðborg.

Tala arbeiddi í saltfiski-num har, og eg fór niðan á Norðborg at biða mær salt til høvdini. Ímeðan eg gangi niðan eftir brúnni kemur róp í har uppi. ”Tala nú kemur hann!”. Hetta var sjálvandi í spølni, men eg helt at eg skuldi spæla við, og tá eg var komin niðan tók eg um hana, gav henni eitt orduligt klemm og ein muss – og fast var. Vit hildu saman eini tvey ár áðrenn vit giftust.

Tala var ikki hvør sum helst, sigur Ressi nú hug-sunarsamur, hon var ein vitug kvinna, og hon hevði ómetaligan týdning fyri lívið hjá mær og var mær ein dyggur stuðul gjøgnum tjúkt og tunnt.

Tala var 10 ár eldri enn eg men tað merkti eg onki til, vit vóru sum javngomul, sigur Ressi at enda í hesum hissinipráti okkara millum.

Oliver

Tað sigur Ressi, Mourentius S. Rensustein, ímeðan vit báðir sita á bonkinum í Víkunum og práta, bara um leyst og fast, nú upp undir Norðoyastevnu.

Page 10: Nordlysid nr 20 2013

10 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 201340 NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Frígg jadagur 31. mai

Mikudagur 29. mai

Hósdagur 30. mai

Page 11: Nordlysid nr 20 2013

11NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 201340 NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Frígg jadagur 31. mai

Mikudagur 29. mai

Hósdagur 30. mai

41NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Norðoyastevnuaftan 1. juni

Page 12: Nordlysid nr 20 2013

12 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 201342 NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Norðoyastevnudag 2. juni

43NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Page 13: Nordlysid nr 20 2013

13NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 201342 NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Norðoyastevnudag 2. juni

43NR. 19 MIKUDAGIN 29. MAI 2013

Page 14: Nordlysid nr 20 2013

14 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Niels er friðarligur og lítil-látin máður. Hann setir ikki stór krøv til tilveruna, men kemur tú á gátt hjá honum, so trýnir tú inn í eina aðra verð.

Norðlýsið hitti Niels í Lávíkabrekkuni har hann býr. Altíð blíður, biður hann meg koma inn at vitja. Eg veit væl, at hann hevur gjørt nógv við mál-ningalistina í mong ár. Og flestu, sum hava vitjað í Klaksvík hava helst lagt til merkis listaverk hansara á Roykstovuni á sinni.

Eg spyrji, um hann ætlar at hava opið hús á Norðoya-stevnu. Ja, tað veit eg ikki rættuliga, sigur hann, men øll, ið hava áhuga fyri tí eg havi gjørt, og fyri savni mí-num eru vælkomin innar at vitja.

Vit fara inn í Horni, hú-sini, sum eru bygd í 1883 hava verið í hondunum hjá familjuni líka síðani, og ídag býr Niels einsamallur har.

Tá eg segði í byrjanini, at tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsi-

ni sum tey eru eru eitt lista-verk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum, sum Niels í Horni hevur havt áhuga fyri.

Eitt tað fyrsta hann vísir mær, er ein enskur solda-tarhjálmur, ið liggur uppi á eini hyll í gongini. Saman vit jarnhjálminum liggur eisini eitt annað høvuðprýi, nevniliga ein kaskettur við búmerkinum hjá J.F.Kjøl-bro á og einum laurberja-kransi kring merkið.

Niels greiður frá, at hesin kasketturin er heilt sersta-

kur, við tað, at pápi hans-ara, Ferguniels, sum vit kallaðu hann, var skipari á minsta skipinum hjá Kjøl-bro, nevniliga ferguni Fi-sken og seinni á Selinum, og hann var einasti skiparin hjá Kjølbro, ið fekk ein ka-skett við búmerkinum hjá reiðarínum á.

Vit báðir arbeiddu á Dávavirkinum á ungum dø-gum, og vit høvdu nógv at minnast afturá. Tað var eitt framúr arbeiðispláss, hel-dur Niels og sigur, eg sakni í veruleikanum nógv pápa

tín, tí eg helt altíð at hann var so góður við okkum ungu sum arbeiddu har.

Uppi undir loftinum, í eini av stovunum hongur ein narhvalatonn, ella spjót, um tú vilt, saman við einum skutuli, ið Niels sigur er ko-min við ættarfaðir hansara úr Kollafirði.

Ein málningur við hurði-na úr køkinu og inn í stovu-na steðgað vit báðir við. Sært tú ikki her, sigur Niels og blívur eitt sindur álvars-ligur. – Tvey háhús, ið eru á veg at detta saman, og tríg-

gjar krákur, ið symbolise-rað teir tríggjar flúgvarar-nar. – Ein turistur, sum var inni her, og sum sat leingi við køksborðið og eygleid-di hendan málningin gjørdi meg varðugan við at hetta líktist nevnt tvillingatornu-num á Ground sero í USA og tí, sum fór fram har tá. Hendan málningin havi eg málað í 1993 – eg havi tá málað eina hending, ið fór fram nógv ár seinni.

Hetta er so líkt, at um Niels hevði málað hetta eftir hendingina í USA, so

Vilt tú hava eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni, so

VITJAÐ NIELS Í HORNI

Ein kendur klaksvíkingur, ið nærkast teim sjeyti, hevur alt sítt lív verið arbeiðismaður og hevur fingist við tað í frítíðini, sum musisku evni hansara hava leitt hann til.

Page 15: Nordlysid nr 20 2013

15NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Page 16: Nordlysid nr 20 2013

16 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

mundu flestu okkara dugað at sæð, at tað var hendan hendingin, ið var inspera-tiónin.

Lonin við Lávíkabrek-kuna, sum Niels býr í, er í veruleikanum tvey hús. Abbi hansara bygdi tað fyr-ru og bróður abban bygdi uppí. Men ídag eigur Niels bæði húsini og hvørt húsið

er forvitnisligari enn hitt. Eisini uttanfyri hevur Niels í Horni við sínum góðu ev-num prýtt nærum hvønn stein. Sera snotuligt og væl røkt er bæði uttan og innan.

Tá vit skiltust, sigi eg við Niels, eg skrivið ein stub-ba og sigið at tú hevur opið hús á Norðoyastevnu.

Um tað verður opið altíð veit eg ikki, men øll, ið vilja síggja tað eg havi her, eru vælkomin inn á gólvið á Norðoyastevnu, sigur Niels Johannesen, ella Niels í Horni sum hann vanliga verður nevndur.

Oliver

Page 17: Nordlysid nr 20 2013

17NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

BrúdleypLeygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju

Sissal Gothard Danielsen, Strendur, ogOlgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli.

Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum áStrondum kl 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin

saman við okkum, kunnu tekna seg hjáSissal ([email protected], tlf. +45 29 92 21 70),

hjá Olgar Jan ([email protected]) ella hjáEyðbjørg Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.

Um tað fyrstu Norðoyastevnuna, sum varð fy-riskipað í 1936, skrivar Norðlýsið millum annað soleiðis:

”Á hávetri hildu teir gimlu gildi, glaðir yvir, at hin myrka tíðin var liðug, og at sólin, ljósið á síni suðurferð var steðgað og aftur var farið at ferðast norður eftir, berandi við sær summar og gróður, berandi við sær sjálvt lívið.

Tá summarið kom, livdu teir eisini. Alt tað, ið myr-krið hevði stongt inni tey longu ohugnaligu ve-trarkvøldini, spíraði fram, og unglingar og eldri menn hitust á tingstøðum og á stevnuvøllum til kappingar, skemtingar og stuttleika, til gaman og álvara….”

77 ár eru liðin síðani hesi orðini vórðu skrivaði. Okkara samfelag hevur verið fyri stórum broy-tingum hesi mongu árini síðani, og hóast vit væl kunnu fylgja skrivingini hjá táverandi blaðstjóra-num Hákuni Djúrhuus, so mugu vit sanna, at fortreytirnar hjá okkum, sum ídag liva eru nógv annarleiðis enn hjá teimum í 1936.

Og tó, tey munnu helst vera mong, sum í ávísan mun kunnu geva høvundanum rætt í, at vetu-rin við myrku tíðini mangan er tungur at koma ígjøgnum og at sólin ger bæði okkum og okkara umhvørvi væl, tá hon aftur kemur hendavegin um várið.

Undir krígnum varð ikki skipað fyri Norðoyastev-nu, men so skjótt kríggið var av, varð byrjað af-tur. Í ritinum, sum Norðoyastevnunevndin gav út í 1986, tá Norðoyastevnan var 50 ár, skrivar John Reid Bjargalíð soleiðis um árið 1955 tá læk-nastríið er upp á tað harðasta:

”Vegna vánaligu umstøðurnar, sum vóru í bygdi-ni, vegna eitt óvanligt stríð, ið hevði vart í tvey ár, og beint uppundir stevnuna var eitt ringt rend, var stevnan í ár bert ein dag- sunnudag.”

Síðani tá hevur Norðoyastevnan helst strekt seg á hvørjum ári yvir tveir dagar, nevniliga leygar- og sunnudag, og meira enn so onkrar dagar af-turat.

Í so máta er Norðoyastevnan í 2013 onki un-dantak. NFÍ leggur í dag eina sera fjøltáttaða og rúgvusmikla skrá fyri okkum øll, her skráin byrjar longu í kvøld, mikukvøld kl. 18 við fótboltsdysti ímillum KÍ og EB/Streym.

So koyrir Norðoystevnan við fullumseglum, hós-morgunin verður byrjað longu kl. 10 á morgni.Fríggjadagin kl. 18 setur borgarstjórin Jógvan Skorheim stevnuna. Nevnast kann eisini her, at Truckerfestivalur eisini er á Norðoyastevnu í ár.

Ikki er sørt, at tjakast hevur verið seinnu árini, um summarstevnurnar fara at yvirlivað nú un-dirhaldsútboðið er so ómetaligt, samanborið við tíðina fyri bert fáum árum síðani.

Men hygg bert at skránni fyri Norðoyastevnuna. Hon boðar í hvussu so er frá, at NFÍ ongar ætlar-nir hevur um at repa seglini í so máta.

Vælkomin á Norðoyastevnu!!!

Vælkomin á Norðoyastevnu

L E I Ð A R I N A l t h e v u r t í ð s í n a BE TESDA KÓRIÐ Í VÁGSTÚNI

Jógvan sigur, at útimøti við Gamla Kirkjugarð hevur verið ein nokk so fastur tát-tursunnukvøld næstan frá tí at samkoman í Betesda byrjaði í Klaksvík.

Seinast í 1950unum, helst í 1958/59, hetta var meðan Heini Hansen var sangstjóri, at byrjað var við einum evangeliskum sang-møti í Vágstúni á Norðo-yastevu.Hendan sangløtan lá um 17 tíðina, 16.45 ella 17.15.

Hon var hesa tíðina í

nøkur ár, men av teirri ors-øk, at so nógv var á skránni við spennandi fótbóltsdy-stum o.ø., og lítið fólk kom, samstundis, at sangurin næstan ikki hoyrdist fyri gangi, og fyri at siga sum er, var ein spennandi dys-tur, var ofta ringt at samla allar ungu mansstemmur-nar, varð tíðliga tosað um at flyta løtuna. – Spur-ningurin var bara til nær. Norðoyastevnuskráin var jú trong, og møti í Betesda var aftur kl. 18. Tá ið tíðini

var tað ikki nakað ein bara flutti.

Seinni varð tað møtið flutt frá kl. 18 til kl. 19 og gjørdist eitt sangmøti, sum hevði við sær, at heilt nógv fólk hevur á hvørjum ári verið til hetta møtið.

So var semja um at gera eina roynd at flyta úti-sang-løtuna til kl. 10 Norðoya-stevnumorgun.

Hóast hetta bara skuldi vera ein roynd, bleiv tað en-durtikið øll árini.

Tað hevur altíð komið

nakað av fólki at lurta og ikki færrienn, tá løtan var seinnapartin.

Tað er so, at kirkjuklok-kan ringir aftur kl. 10. Tað kann sigast, eg veit ikki, um man kann siga tað til stuttleika, men sum nakað eitt sindur serstakt, at tað er helst einastu ferð at “ringt” verður til okkara sangløtu.

Men tað stutta av tí lan-ga er, at hendan løtan hevur verið í øllum førum hvørt ár nú í eini 55 ár. - Soleiðis hevur alt tíð sína.

Norðlýsið hevur forvitnast hjá Jógvan við Keldu, sum var sangstjóri í 46 ár, nær og hvussu sangløtaná Norðoyastevnu við Betesdakórinum byrjaði.

Page 18: Nordlysid nr 20 2013

18 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

»Dr. L iv ings tone, hugsi eg?«

David Livingstone (1813-1873). Skotskur lækni, trúboðari og rannsóknarmaður. Hann stríddist fyri, at afrikanar skuldu fáa rími-lig lívskor og royndi av øllum alvi at basa trælahaldinum í Afrika. Hann doyði í Chitambo sunnan fyri Tanganyikavatn. Líkið varð flutt til Westminster Abbey í London, har so mangir av mætu synum Stóra-bretlands eru jarðaðir

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Page 19: Nordlysid nr 20 2013

19NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Fyri einans hundrað og fimmti árum síðan vistu europear at kalla einki um innara Afrika. Fyri tei-mum var Afrika tað myrka meginlandið. Tá stranda-leiðirnar eru undantiknar, vóru ongar kanningarferðir gjørdar. Trupult var at sigla eftir stórum áum sum Nilá, Kongoánni og Zambezi. Tí var trupult at røkka innaru landaøkjunum við skipi ella báti. So seint sum í 1840 høvdu europear einans kan-nað øki í nánd av strondu-num.

Í gomlum døgum var Afrika roknað sum jarða-rinnar syðsta meginland og at Nilá var einasta sig-lingarleið inn í hetta land. Eingin visti, hvussu langt suður, Afrika røkk. Sagt verður, at rómverski keis-arin Cæsar sigldi drúgvan tein niðan eftir ánni saman við egyptisku drotningi-ni Kleopatru. Og tað var nøkur ár fyri okkara tíðar-rokning.

Eftir deyða Cæsars liðu

meira enn 1500 ár, áðrenn fyrsti europearin sá syðsta landoddan á Afrika. Tað var portugisiski sjófarin Bartolemeo Dias, ið kom so langt í 1488.

Søgan sigur, at egypta-kongur (farao) sendi nakrar fønikarar á ferð kring Afri-ka, og at teir tvey ár sein-ni stevndu inn í Reyðahav. Hesir fønikisku sjómenn søgdu, at teir á ferðini tvær ferðir høvdu sett upp at sáa korn.

Útvið fýra hundrað ár eftir Dias doyði skotski rannsóknarmaðurin Da-vid Livingstone – í 1873 – meðan hann leitaði eftir keldum Niláar í Miðafrika.

Tá Livingstone byr-jaði rannsóknarferð sína í 1840-árunum, ráddu ara-bar yvir Norðurafrika og stórum økjum við afri-kansku eysturstrondina.

Umleið 1840 fóru euro-pear í hópatali til Afrika sum lærarar, kristniboðarar og læknar. Livingstone var ein teirra.

Europear býta Afrika sínámillumAfrika er stórur heimspar-tur við meira enn fimmti sjálvstøðum ríkjum og up-paftur fleiri fólkasløgum og mentanum. Fáastaðni er náttúran so fjølbroytt sum í Afrika. Fjøll, dalar, fløtur og mýrilendi eru her stør-ri enn nakra aðrastaðni á Jørðini.

Ikki fyrr enn eftir 1500 hava europear nomið sær kunnleika um søgu Afrika sunnan fyri Sahara. Fyri hesa tíð vóru handilsfylgi-ni einasta samband millum suður og norður. Umleið 1200 f. Kr. varð egyptiska fornaldarríkið grundað í Nildalinum. Í Norðurafrika vóru bæði egyptar og føni-kar mentað fólk. Ríki teirra hvurvu, men eftir eru stórs-lignir bygningar og onnur spor.

Í miðøld vóru fleiri stór mentanarríki sunnan fyri Sahara. Søgan hjá hesum fólki er goymd í sangi og

sagnum í nógv ættalið. Europear vóru ikki kunni-gir við søguna hjá hesum parti av Afrika fyrr enn teir fóru at kanna vestur-strondina. Fyrst løgdu teir mest eftir gulli og fílabei-ni, men skjótt fóru teir at føra túsundtals afrikanar sum trælir til Amerika; ein handil, sum beindi fyri mongum gomlum ríkjum.

Ikki fyrr enn í nítjandu øld fóru europear inn í in-nara Afrika, og eftir tjúgu árum høvdu teir býtt tað mesta av heimspartinum millum sín. Einans tvey sjálvstøðug ríki vóru eftir – gamla keisaradømið Eti-opia har eysturi og Liberia har vesturi. Annars var næ-stan alt Afrika undir euro-peiskum yvirvaldi fram til 1950-árini, tá hjálondini so við og við fingu sjálvstýri.

Framvegis eru tó fleiri fræls lond í Afrika tengd at gomlu valdsharrunum, bæði búkaparliga og stjórn-málsliga.

Spunadrongurinúr BlantyreTvey hundrað ár eru júst liðin síðan David Livings-tone varð borin í heim. Hann var føddur í eini ar-beiðarakroysu í Blantyre í Skotlandi 19. mars 1813. Her skuldu foreldur og fimm børn búleika í einum einasta rúmi 4×3 m stórt. Her skuldu tey halda til, matgera, eta og sova. Slík heim fingu arbeiðarar á bummulsspunavirkinum í Blantyre fyrst í 1800-áru-num, og her búði ungi Da-vid til hann var 23 ár.

Men David var ikki nógv heima. Tríggir av fýra ar-beiðarum á spunavirkinum vóru børn, sum máttu ar-beiða seks dagar um viku-na, og her arbeiddi David frá tí hann var tíggju ár. Arbeiðsdagurin hjá honum var frá kl. 8 á morgni til kl. 6 á kvøldi. Saman við hinum børnunum klintraði hann millum maskinurnar og skuldi ansa eftir, at tær fingu javnan og heilan tráð

kastaðan uppá.Spunavirkið átti ein

skúla, har børnini kundu fáa undirvísing, men tey vóru ikki mong, ið tað or-kaðu eftir ein strævnan ar-beiðsdag. David var ein av teim fáu. Hann las hvørt kvøld millum kl. 8 og 10, og lærari hansara var bil-sin yvir kunnskapartrá og næmi hansara.

Lækni og trúboðariÍ 1840 fer David Livingsto-ne til Suðurafrika. Í Afrika hevði hann sett sær fyri at fara til Bechuanaland (Botswana) sum lækni og sum trúboðari. Læk-naútbúgving hevði hann frammanundan. Ferðin úr Onglandi til Cape Town tók tríggjar mánaðir, og her steig hann á land í mars 1841. Haðani fór han til Ku-ruman.

Ferðin landvegis til Ku-ruman tók tveir mánaðir, men komin hagar, gjørdist Livingstone stórliga vón-brotin. Trúboðanarstøðina

Tað vælgerðararbeiði, ið skotski rannsóknarmaðurin David Livingstone setti sjøtul á í Afrikamiðja nítjandu øld, er frægasta úrslitið, ið spurdist burtur úr europeisku hjálandatíðindi í hesum heimsparti. Á síðstu rannsóknarferðini hvarv Livingstone í Miðafrika. Bretski blað-maðurin H. M. Stanley fann hann í frumskóginum sunnan fyri Tanganyikavatn. Liðin eru 200 ár síðan Livingstone var borin í heim

Pól á Kletti skrivar

Nilá. Í gomlum døgum var Afrika roknað sum jarðarinnar syðsta meginland og at Nilá var einasta siglingarleið inn í hetta land. Eingin visti, hvussu langt suður, Afrika røkk. Sagt verður, at róm-verski keisarin Cæsar sigldi drúgvan tein niðan eftir ánni saman við egyptisku drotningini Kleopatru Mynd: Getty Images

Page 20: Nordlysid nr 20 2013

20 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

her hevði skotski trúboða-rin Robert Moffat stovnað, hann sum segði frá royki úr »túsund bygdum«, har trúboðarar enn ikki høvdu verið. Livingstone hevði tí roknað við, at støðin hevði úr at gera við at kristma afrikanar. Men nú sá hann, at Kuruman var ikki annað enn ein stór bygd. Og eftir 20 árum vóru einans umle-ið 30 afrikanar kristnaðir, og ongar aðrar bygdir vóru í nánd.

Livingstone gjørdi tríg-gjar ferðir úr Kuruman. Ta fyrstu helt hann í land-nyrðing tíðarskeiðið sep-tember-desember 1841. Longu í juni 1843 hevði hann ferðast einar 850 km

longri inn í Afrika. Ætlan hansara var at stovna eina nýggja trúboðanarstøð, og hon skuldi grundast í Ma-botsa.

Roger Edwards var fy-ristøðumaður á støðini í Kuruman, tá Moffat var í Onglandi. Saman við Ed-wards fór Livingstone lon-gri inn í Afrika í august 1843, har teir skuldu fara undir nýtt kristniboðara-virki, men tríggjar mánaðir seinni fóru teir aftur til Ku-ruman at hitta Moffat.

Moffat var komin aftur til Afrika við konu og døt-runum Ann og Mary. Li-vingstone var hjá teimum á jólum 1843. Hann hevði fingið tokka til Mary og

biðlaði til hennara. Hann kendi seg einsamallan í trúboðanararbeiðinum á heimsins útryðju.

Mundi endað sum ljónsføðiKomin aftur til Mabotsa í 1844, mundi Livingstone doyð. Eitt ljón hevði lagt á eitt lamb í bygdini og Li-vingstone fór við byrsuni eftir ljóninum og skeyt eftir tí. Hann rakti ljónið, men særdi tað einans og tað leyp á Livingstone, áðrenn hann fekk stundir at løða av nýg-gjum. Hann datt um koll og ljónið setti tenninar í vin-stra yvirarm.

Men ein kristin afrikani – Meblawe at navni – kom

Livingstone til hjálpar og bjargaði lívi hansara. Hann var komin við Livingstone úr Kuruman at undirvísa heimafólkinum. Meblawe og ein annar afrikanari ar-gaðu og østu ljónið, so tað ístaðin legði eftir teimum, men tá eydnaðist Livings-tone at skjóta djórið til deyðis.

Livingstone mátti sjálvur viðgera bitsárini og røkta lamna yvirarmin. Hann leið av nógvari pínu, áðrenn ar-murin varð lektur. Hann fór til Kuruman at koma fyri seg aftur.

Í 1844 varð Livingstone trúlovaður Mary Moffat og tey giftust 9. januar 1845 í Kuruman. David vildi, at

Mary skuldi fylgja við á ferðunum, so tey fluttu ofta stað úr stað.

Á hvørjum ókunnustaði, tey komu, skuldi hon stov-na skúla fyri afrikansku børnini samstundis sum hon føddi fimm børn eftir einans seks árum.

RannsóknarferðirnarLivingstone og áðurnevndi Roger Edwards sótu ikki altíð væl um sátt; mangan var ósemja teirra millum á ferðunum. Livingstone av-gjørdi tí at slíta samstarvið við hann og heldur ferðast sjálvur. Hetta varð byrjanin til mongu ferðirnar í Mið-og Eysturafrika.

Fyrsta ferðin var til

Chonwane í 1846. Bygdin var 65 km norðan fyri Ma-botsa. Tá Livingstone hevði verið í Chonwane í átjan mánaðir við húski sínum, vóru allar áir tornaðar upp. Høvdingurin har, Sechele, flutti fólk sítt til eitt nýtt øki við Kolobeng í Be-chuanalandi 65 km longri norðuri, og Livingstone fylgdi við.

Livingstone doypti í ok-tober 1848 Sechele høv-ding, men henda umven-ding stóð við bert hálvt ár. Sechele vildi ikki sleppa siðinum at hava fleiri konur.

Livingstone gjørdi nú tvær rannsóknarferðir norður eftir Kalahario-yðimørkini – í 1849 og -50.

Hetta minnismerkið lýsir hendingina, tá Livingstone mundi verið etin av einum ljóni. Tveir afrikanskir hjálparmenn bjargaðu honum í evstu løtu. Tað lukkaðist Livingstone at skjóta dýrið til deyðis, men drúgva tíð tók tað at lekja bitsárini í vinstra armi. – Bronsustandmynd í heimbygdini Blantyre í Skotlandi Mynd: Getty Images

Victoriafossarnir eru á marknaleiðini millum Zambia og Zimbabwe og eru hægstu, breiðastu og stríðastu fossar í verðini. Heimafólkið nevnir fossarnar »Mosi-oa-Tunya«, t.e. »dundrandi roykur«; eitt navn, sum lýsir fossamegina rættiliga væl. Livingstone fann sum fyrsti rannsóknarmaður fossarnar í 1855 og nevndi teir eftir bretsku drotningi-ni Victoriu. Staðið hevur síðan verið nógv vitjað av ferðafólki og telist millum best umtóktu ferðafólkamál í syðra Afrika Mynd: Getty Images

Page 21: Nordlysid nr 20 2013

21NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Ætlanin var at koma fram at gátuføra Ngamivat-ninum. Afrikanar søgdu, at tað var norðan fyri Kalaha-ri. Fyrsta teinin var ferðin frá juni til oktober 1849. Á næstu ferðini var alt húskið við, og tað var ikki van-daleyst fyri Mary, sum nú skuldi hava fjórða barnið. Tey komu til Ngamivatnið og fóru síðan aftur til Ko-lobeng, har Mary átti eina gentu, men hon doyði ei-nans seks vikur gomul.

Hóast lítla gentan var deyð fór Livingstone við hú-ski sínum á aðru ferðina ef-tir Kalahari (apríl-septem-ber 1851). Við afrikanskum leiðvísarum ferðaðust trey mangar hundrað km uttan vatn. Mál teirra var ‘landið við teim mongu áunum’, sum skuldi vera norðan fyri Zougaánna.

Saman við fylgisney-ta – Oswell at navni – reið Livingstone norðureftir at leita eftir eini stórari á, sum Sebetwane hevði sagt frá.

Teir riðu ikki beina kóas, men skákvegis til tess at kanna størri partar av øki-num. 4. august 1851 vóru teir komnir fram at Zam-beziánni. Livingstone gav henni navnið Shesheke, ið annars var navnið á einari Makololo-bygd har í nánd. Mary var eftir í leguni við áarbakkan.

Føddur í »guddómligum fátækradømi«David Livingstone skaraði framúr. Var rættlatin og vendi verðsliga lívinum ba-kið til tess at bjarga sál sína-ri og hava ró í samvitsku sínari. Trúboðarin, læknin og rannsóknarmaðurin Li-vingstone var hetja í samtíð sínari. Hann var gudrøkin, og tað var hansara ósvitali-ga og ektaða trúgv, sum bar á mál í lívsgerninginum at tæna øðrum menniskjum.

Summi hildu hann vera tvøran og ringan at hava við at gera. Ein, ið aldrin dul-di fyri meiningum sínum, hevði ilt við at laga seg ef-tir øðrum og kundi gerast vreiður, tá onnur dittaðu sær at koma við góðum ráðum. Flestu av ferðum sínum í Afrika gjørdi hann uttan hvítar fylgisneytar. Valdi heldur afrikanskar hjálparmenn og kendi seg eydnusælan teirra millum. Tað kundi vera fleiri ár, at hann ikki hitti nakran euro-peara.

Livingstone segði seg vera føddan í »guddómli-gum fátækradømi«. Løni-na, hann tjenti á spunavir-kinum í Blantyre spardi hann, so hann seinni kun-di fara undir hægri lestur. Hann las til lækna fyrst í Glasgow, síðan í Lon-don. Eftir próvtøkuna set-ti hann seg í samband við

Trúboðanarfelagið í Lon-don og beyð sær at fara til Suðurafrika sum trúboðari. Hann varð góðtikin og víg-dur til tænastu í 1840.

Í Bechuanalandi var Li-vingstone trúboðari í átta ár, prædikaði, umvendi og doypti fólk og dugnaði te-imum við læknakunnleika sínum. Væl dugdi hann at fara við heimafólkinum, vinsælur og hjálpsamur, men sanniliga eisini avgjør-dur. Lærdi seg heimamálið hjá fólkinum og segði fegin frá ymsum upplivingum saman við afrikanum.

Einaferð spurdi hann: »Hvat merkir orðið ‘heila-gur’?« Ein littur svaraði: »Í nátt hevur regnað uttan íslit. Merkur, trø og fenaður eru tvigin rein. Sólin rísur. Á hvørjum grasstrái glitrar ein døggdropi. Luftin er rein og frísk. Hetta er tað, ið orðið ‘heilagur’ merkir.«

Trælahaldið skuldi basastFerðin, Livingstone gjørdi norðureftir í 1849, var byr-janin til veruliga stórver-kið sum rannsóknarmaður. »Vit hava ein heilan heim fyri okkum,« segði hann. Og henda heimin vildi hann hertaka í gudsríkisins tænastu, men eisini – sum góður victorianari – fyri bretsku handilsvinnuna og tí, sum hann helt vera sið-

mentan.Hann upplivdi hvørt av

sínum, gleði og vónbrot. Skakaður var hann av tí umfatandi trælahaldi, ið arabiskir keypmenn høvdu sett í verk í Miðafrika.

Hann setti sær fyri at basa hesum óskili, og tað skuldi gerast við kristni-boðan og landtøku. Men fyrst var neyðugt at rannsa-ka Miðafrika og kortleggja tað. Á tann hátt gjørdist Li-vingstone fyrst rannsóknar-maður, síðan kristniboðari.

Eitt søguligt bragdStóra og váðaliga rannsóknarferðin inn í meginlandið byrjaði í 1852. Konu og børn sen-di Livingstone heim til Onglands og helt leiðina vestureftir. Og hetta var eingin frægdarferð. Tro-pusjúka hótti, og tøkur heilivágur var eingin. Í áunum vóru krokodillur, í frumskógunum eiturormar og allastaðni lúrdu fíggin-daliga sinnaðir ættarbólkar.

Men hetta var ein søgulig ferð, tí Livingstone var fyr-sti hvíti maður, ið ferðaðist tvørtur um Afrika, av strond á strond. Komin at atlantsstrondini fyri vestan, vendi hann við og setti kós móti eysturafrikastrondini.

Henda stórmerkiliga ferðin var gjøgnum lond, sum vit í dag nevna Angola,

Zambia og Mozambique. Hesi árini var Livingsto-ne einsamallur saman við afrikansku burðarmonnum sínum. Teinurin var út við 6.500 km.

Og so dag var hann stad-dur við fossar á markinum millum Zambia og Zim-babwe, og sum fólkið har á leiðini nevndi »Dundrandi roykur«, men sum Livings-tone nevndi eftir bretsku drotningini – Victoriafos-sarnir.

Síðan fylgdi hann Zam-besiánni og náddi í 1856 eysturstrondini.

Henda ferðin tvørtur um afrikanska meginlandið verður roknað sum størsta bragd í landafrøðiligu up-pdagingarsøguni. Og av henni gjørdist Livingstone víðagitin.

Heiðraður sum tjóðarhetjaTá Livingstone kom til London í 1856, varð hann heiðraður sum tjóðarhetja, men slíkan háva legði hann ikki lag í. Tvey ár seinni fór hann aftur til Afri-ka við 5000 £ til nýggja rannsóknarferð og tilnev-ning sum bretskur konsul í Eysturafrika.

Henda rannsóknarferðin var drúgv og endaði ikki fyrr enn í 1864, og undir vitjan í London árið eftir, leit Kgl. bretska Land-

afrøðifelagið honum í hen-di at kanna leiðirnar kring vøtnini Nyasa og Tanganyi-ka, men fyrst av øllum skul-di hann leita eftir uppruna-keldunum til Nilánna.

Í august 1865 fór Li-vingstone úr London og í mars árið eftir sigldi hann úr Zanzibar til meginlandið at fara undir triðju stóru rannsóknarferðina, ið eisini gjørdist hansara síðsta.

Livingstone kom til Ny-asavatn, fór haðani suður um Tanganyika og longri inn í meginlandið. Og her hvarv hann.

Stanley leitar eftir LivingstoneÍ fleiri ár vóru eingi lív-stekin frá Livingstone. Leysatíðindi vildu vera við, at hann var deyður. Onkur helt seg vita, at hann var komin í hendurnar á man-naátarum.

Tað var hetta, sum fekk ein amerikanskan blaðkong – hann, sum átti New York Herald – at senda leitingar-lið at finna Livingstone. Hann boðsendi unga blað-manninum Henry Morton Stanley og bað hann í stun-dini taka út túsund ster-lingpund, og tá hann hevði brúkt henda pening upp, skuldi hann taka út onnur túsund pund, og soleiðis skuldi hann halda fram. »Ger hvat tú vilt, men finn

Bretin H. M. Stanley var blaðmaður á New York Herald. Hann varð sendur til Afrika at finna David Livingstone, sum var farin at vita, hvaðan Nilá vellir fram. Tá hann fann hann, segði Stanley kendu orðini »Dr. Livingstone, I presume?« (Dr. Livingstone, hugsi eg?) - Træskurðarmynd í bók H. M. Stanleys: »How I found Livingstone«

Page 22: Nordlysid nr 20 2013

22 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Dr. Livingstone! Farvæl!« vóru avgjørdu boðini.

New York Herald var tá heimsins størsta tíðindablað, men hevði ikki gott orð á sær; varð roknað sum fyrilitarleyst, frekt, óvandaligt og ótt ef-tir gølusøgum. Men ungi blaðmaðurin Stanley var kendur sum dugnaligur og ágrýtin í sínum arbeiði. Honum dámdi best at vera har ið harðast leikaði á enn at ferðast í stásiligum stór-býarsalum.

Stanley hevði eitt marg-broytt lív aftan fyri seg; føddur í Wales í 1841 uttan fyri hjúnalag, uppaldur á barnaheimi, men kom sær væl fram í lívinum – sum sjómaður, hermaður og blaðmaður, og var nú bú-sitandi í Amerika. Uppa-lingin á barnaheiminum í Wales minti ikki sørt um ta hjá Oliver Twist; ein penan dag stakk Stanley av eftir at hava bukað óreina og harðrenda fyristøðumannin á barnaheiminum bæði gu-lan og grønan.

Stanley fekk hýru við ei-num skipi og kom til New Orleans í USA. Her fór hann upp í borgarakríggið, fyrst sum hermaður í parti við suðurríkjunum, seinni í parti við norðurríkjunum. Síðan byrjaði hann at skri-va fyri ymisk dagbløð og arbeiddi nú fyri New York Herald.

Tá hann í 1869 varð biðin um at leita eftir Livingsto-ne, hevði hann longu verið í mongum vási. Bjargað lívinum sum skipbrotin, verið í indiánakríggi og eitt skifti verið í Etiopia sum krígsfrásøgumaður fyri blað sítt. Fegin vildi hann, at fólk skuldu geva ho-num ans sum ein »harðan háls«, men í roynd var hann av lyndi góðvarin og óstøðugur; eyðmýkingin á barnaheiminum hevði sett síni merki. Men sum her-maður hevði hann – sigur Stanley í sjálvsævisøgu

sínari – lært at hata, lúgva, stjala og myrða.

Við ársbyrjan 1871 kom Stanley til Zanzibar, har hann skuldi tilbúgva eitt leitingarlið. Hildið var, at Livingstone kanska var staddur í bygdini Ujiji við suðurendan á Tanganyika-vatni, og Stanley setti kós tann vegin. Ferðin gjøgnum tættvaksna frumskógin var hættislig, men Stanley gavst ikki og var vísur í, at hann hevði hepnið við sær.

»Í sál mínari sigur eitt-hvørt, at tað fer at eydnast at finna Livingstone,« skri-var hann í dagbók sína á ferðini. »Hetta má skrivast við stórum stavum: FINN HANN, FINN HANN!«

Fá, men kend orðOg Stanley fann Livings-tone. Ein dag fyrst í no-vember 1871 sá hann eina glitrandi vatnfløtu breiða seg framman fyri sær. Tan-ganyikavatn! Við vatnsbak-kan sá hann nakrar kroysur. Bygdin Ujiji!

Og loksins fekk hann eyga á ein mann, sum ef-tir øllum at døma var tann, hann leitaði eftir. Fet fyri fet gekk Stanley ímóti ho-num, tók sólskuggahjálmin av høvdinum, rætti hondi-na fram við hesum kendu orðum: »Dr. Livingstone, I presume?« (Dr. Livingsto-ne, hugsi eg?).

Seinni varð Stanley spurdur, um hann veruliga hevði málborið seg sole-iðis. »Jú, so er. Hesa løtu fattaðust orð. Eg fekk ikki sagt annað,« svaraði hann.

Tá Stanley hevði sagt, hvør hann var og hvør hevði sent seg, svaraði Livingsto-ne: »Ja, hvør kennir ikki hatta ófantaliga blaðið.« Men so beyð hann Stan-ley hjartaliga vælkomnum. Hann var ógvuliga takk-samur og læt Stanley vita, at hann hevði bjargað lívi sínum.

»Hann var bleikur, skeg-gið grátt og á høvdinum

bar hann húgvu við litfar-num gullbandi. Annars var hann ílatin vaðmalsbrøkur og víðan jakka við reyðum ermum,« sigur Stanley í bók sínari um leitingina eftir Livingstone og heldur fram: »Eg stardi at honum, at hvørjum hárlokki, hvør-jari rukku í sóttherjaða andlitinum, meðan mær í oyra ljóðaði: Ger hvat tú vilt, men finn Livingstone!«

Livingstone var 58 ára gamal og sambært tí, Stan-ley seinni skrivaði, niðu-rundirkomin av tropu- og trotasjúku, tannleysur og rak. Vistirnar, Stanley hevði á ferðini, komu tí væl við. Teir báðir gjørdust vi-nir, hóast lyndismunurin var stórur. Leingi talaðu teir saman. Livingstone greiddi frá sínum uppli-vingum og Stanley frá tí, sum hent var í stóru verð, meðan Livingstone hevði verið burtur og einki sam-band havt við umheimin.

Livingstone frætti nú á fyrsta sinni um fran-ska-týska kríggið og um nýggja týska keisararíkið, ið grundað var. Dúgliga varð eisini prátað um poli-tisku viðurskiftini heima í Onglandi; Livingstone var í parti við Disraëli, Stanley við Gladstone.

Stanley undraðist stórliga á henda gamla, gløgga og roynda rannsóknarmannin, ið hann hámetti sum hal-gimenni í fótafari Krists, spakførur, hjálpsamur og tolin. Eitt hitt mest reinlyn-da menniskja, hann hevði hitt.

Kenslusom skilnaðarstundStanley vildi hava Livings-tone við sær til London at fáa nøktandi heilsurøkt, men hann bar seg undan. Hann hevði enn ikki gjørt setning sín og vildi vera har, hann var.

Í mars 1872 skiltust teir báðir og ótu eina skil-naðarmáltíð saman. Hetta

var ein kenslusom skil-naðarstund. »Eg var tungur í huga og hevði ongan ma-tarlyst, og tað hevði borð-felagi mín heldur ikki,« si-gur Stanley í bók sínari um leitingina eftir Livingstone. Báðir vóru teir ógvuliga sinnisrørdir. Stanley var seinasti hvíti maður, ið sá Livingstone á lívi.

Mæti rannsóknar-maðurin helt fram við kan-ningararbeiði sínum, men kreftirnar gingu undan, og 1. mai 1873 doyði hann langt inni í døkka Afrika, í lítlu bygdini Chitambo langt sunnan fyri Ujiji við suðurendan á Tanganyika-vatni.

Tá afrikansku tænararnir um morgunin komu í skem-mu Livingstones, lá hann á knæ framman fyri songini. Teir hildu hann hava bønar-stund, men tá teir nurtu við hann, var hann stirðnaður og lívleysur. Hann var 60 ára gamal.

Afrikansku tænararnir tóku hjartað úr deyða lika-minum og gróvu tað undir einum træi. Líkið varð flutt til Westminster Abbey í London, har so mangir av mætu synum Stórabret-lands eru jarðaðir.

Vónbrot og heiðurEftir at hava biðið Livings-tone farvæl, fór Stanley í skundi oman til strandar at senda fjarrit heim og siga frá, at hann hevði funnið horvna rannsóknarmannin. Stórtíðindi, ið øll heimsins bløð bóru.

Tá Stanley í 1872 kom til Paris, varð hann stórli-ga fagnaður. Hinvegin var móttøkan í London kaldlig. Kgl. landafrøðifelagið helt Stanley einki bragd hava gjørt. Øvund og hugmóð sýndu sítt grima andlit. Stanley var eingin land-afrøðingur, men bert ein gabbutur blaðmaður, ið ei-nans var úti eftir at skapa stórtíðindi, sum einki hald var í. Neyvan hevði hann

funnið Livingstone, og um so var, so hevði Livingsto-ne bjargað Stanley og ikki øvugt.

Henda viðferð var Stan-ley eitt satt vónbrot, men so læt Victoria drotning náði sína lýsa. Hon beyð Stan-ley á vitjan og gav honum eina snúsdós úr gulli, prýd-da við gimsteinum. Seinni ásannaði landafrøðifelagið mistak sítt og kom við eini umbering.

Stutt eftir skrivaði Stan-ley bók um leitingina eftir Livingstone, »How I found Livingstone« (»Hvussu eg fann Livingstone«), sum er umsett til mong mál og he-vur verið nógv lisin.

Stanley andaðist í 1904

sum ein eins víðagitin maður og Livingstone. Hann helt fram, har Li-vingstone slepti og kannaði leiðirnar kring Kongoánna og grundaði frístatin Kon-go, ið hann sjálvur stjór-naði.

Við afrikanskum leiðvísarum á odda ferðaðist Livingstone mangar fjórðingar bæði eftir fruk-

tagóðum fløtum og skróvturrum oyðimarkarlendiMynd: Getty Images

FAKTADavid Livingstone

Tað var misjavnt, hvussu europear bóru seg at, tá ið teir løgdu lond í Afrika undir seg. Sum-staðni slóðaðu rannsóknarlið, trúboðarar og ævintýramenn fyri fíggjarligum og politiskum hugsjónum. Trúboðarar boðaðu kristindómin, settu skúlar á stovn, bøttu heilsuviðurskiftini og royndu at basa trælahaldinum.Ein slíkur maður var David Livingstone, sum var føddur í Blantyre í Skotlandi 19. mars 1813 og vaks upp í fátækum korum. Frá tí hann var 10 ára gamal til hann var 23 ár arbeiddi hann á einum bummulsvirki í heimbýnum og vann sær samstundis útbúgving á kvøldskúla og tók seinni læknaprógv. Merktur av gudrøkna barn-dómsheiminum um at tæna og gera øðrum menniskjum væl fór hann í 1840 sum trúboða-ri til afrikanska Bechuanaland (Botswana). Her sannaði hann alt fyri eitt, at trúboðanararbeiði kravdi umfatandi kunnleika um land og fólk. Hann fór tí á rannsóknarferðir, ið sum fráleið komu at umfata meginpartin av Mið- og Eys-turafrika.Livingstone var fyrsti hvíti maður, ið ferðaðist tvørtur um Afrika av strond á strond. Hann fann Nyasavatn í Mozambique og Victoriafos-sarnar á marknaleiðini millum Zambia og Zim-babwe.Hóast nógv baks og tropusjúka fóru illa við heilsuni, helt Livingstone á við arbeiði sínum. Hann leitaði eftir upprunakeldum Niláar, tá hann andaðist í Chitambo sunnan fyri Tan-ganyikavatn 1. mai 1873.

Page 23: Nordlysid nr 20 2013

23 NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

96

4 1385

29

9 4

8 5 7

87296 1

7

1 2 8

3 695

4 13

6 271

56 7

4

569

1

8 5 43

7 6

2 3 7

4 5321 7

1

5 482 4

83

Page 24: Nordlysid nr 20 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Hann hevði sitið á bein-kinum við Víkabrekkuna, men tá eg kom har og æt-laði at tosað við hann, var hann horvin. So eg niðan í Lávíkabrekkuna at vita um eg sá hann har, jú, hann gekk og mól oman og niðan og við hvørt tvørtur um brekkuna.

Tá sigur hann mær, at hann júst hevði eitt ringt herðindi av nýrasteini og at tað píndi hann illa. Men áhugaður sum hann er í harmonikuni, bjóðaði hann sær beinanvegin at fara inn eftir harmonikuni, tá eg bar upp á mál við hann at siga mær eitt sindur um dansin á Norðoyastevnu í gomlum

døgum.Eg havi spælt harmoniku

líka síðani er var 12 ára ga-malur, sigur Øggi ímeðan hann spælir ein kendan vals ímeðan vit práta. Eg minnist so vælt á eg fyrstu ferð spældi fyri áhoyrarum, tað var til eitt brúdleyp í Fuglafirði, tað situr enn fast í minninum á mær.

Fyrr var tónleikurin til dansin vanliga harmoni-kan. Eg minnist at eg , Mar-tin og Hans Poulsen spældi nógv saman, seinni kom so Eiler Rasmussen og Erland í Búðinum uppí eisini.

Eiler Rasmussen var nakað heilt fyri seg, hann var ein veruligur viritu-

osur, og tá hann so kom við koronettini, tá gekk alt upp í eina hægri eind. Og alt bleiv Eiler hjá øllum, eg minnist genturnar, hvussu forgapaðar tær vóru í ho-num. Hann var eitt unikum. Ikki minst í kirkjuni við koronettini. Fyri okkum, sum hava tónleikaoyra, kemur ongin upp á síðuna á honum. Hansara tónar eru tagnaðir með alla og eg trúgvi ikki at vit fara at hoyra slíkar aftur na-krantíð.

Eiler var mín besti vi-nur, og eg hevði altíð stóra virðing fyri hansara framúr musikalsku evnum.

Størsta upplivingin eg

havi havt í lívinum var tá sviin Ebbe Jularbo vitjaði í Klaksvík. Eiler, Erland, Hans og eg fingu hann at koma til Klaksvíkar í 1989 og aftur í 1990. Tað var ein uppliving, ið eg haldi eg kann siga er tann allar stør-sta í mínum tónleikalívi.

Vit hava verið nógvir, sum hava spælt harmoniku íKlaksvík, men tá Erland og Eiler eisini vóru byrjaðir at spæla, tá ferðaðust vit eisini eitt sindur kring um í landinum. Eg minnist at vit vóru í Famjin, á Sandi og onkra aðrastaðni við, jú, tað var ein stuttlig tíð.

Tá eg spyrji Øgga, um tey eisini dansaðu føroyskan

dans, tá enskur dansur var lýstur, sigur hann, at tað minnist hann onki til. Tað var vanliga so, at enskur dansur, sum vit kallaðu tað, varð dansaður í Atlantis Bio hjá Bernhardi ”Jov” sum vit róptu hann. Hann arbeiddi har saman við sy-stir síni Elisabeth. Føroys-ki dansurin hinveginl, var aloftast fyriskipaður í gom-lu dansistovuni.

Tá so Ítróttarhøllin var bygd og tikin í nýtslu, var aloftst skipað fyri enskum dansi har, og tá kundi sera nógv fólk vera í dansi eitt gott Norðoyastevnukvøld.

Tá eg spyrji Øgga um hann

venur enn, ivast hann ikki. Ja, eg venji hvønn tann ei-nasta dag. Ikki altíð so le-ingi longur, men tó hvønn dag, harmonikan er mítt lív. Eg má siga, at tað he-vur verið alfa og omega hjá mær, at spæla á harmo-niku, so einfalt er tað. Tað var ein smeitur fyri meg, tá Eiler fór, men soleiðis fer alt her í lívinum, og tað má man taka við, sigur Øgge at enda, og trívur í ein vals á harmonikuni. Tað er ikki sørt at nakkahárini á mær-reisast, tá tónarnir frá ”Ni-delven” tóna í Lávíkabrek-kuni hesa sólskynsløtuna.

Oliver

VIT SPÆLDU ALTÍÐ TIL DANS Í ATL ANTIS BIO

Tað minnist 77 ára gamli Jørgen Johannesen, ella Øggi, sum verður nevndur millum manna. Tað var ein góð tí, fyrst eg, Martin Heldarskarð og Hans Poulsen, seinni saman við Eiler og Erland. Tað minnir meg um góðar gamlar dagar, sigur Øggi, tá eg hitti hann uttanfyri hús hansara í Lávíkabrekkuni.