oyggjar Í norÐurlondum - nordisk litteratur · 2018. 1. 10. · fuglar, og upplesturin letur seg...

10
#nordbib17 facebook.com/bibliotek.org «Tendra eitt livandi ljós og les saman við øllum Norðurlondum.» 13/11–19/11 2017 www.bibliotek.org HUGSKOTSSKRÁ OYGGJAR Í NORÐURLONDUM

Upload: others

Post on 17-Feb-2021

1 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • #nordbib17

    facebook.com/bibliotek.org

    «Tendra eitt livandi ljós og les saman við øllum Norðurlondum.»

    13/11–19/11 2017www.bibliotek.org

    HUGSKOTSSKRÁ

    OYGGJAR Í NORÐURLONDUM

    http://facebook.com/bibliotek.orghttp://www.bibliotek.orghttp://www.bibliotek.org

  • 2 BIBLIOTEK.ORG

    VÆLKOMIN TIL NORÐURLENDSKA BÓKASAVNSVIKU 2017

    Í 2017 bjóðar «Foreningene Norden» aftur børnum, ungum og vaksnum til «Norðurlendska bókasavnsvi-ku» við nýggjum felags bókmentaupplivingum. Dagarnar 13.-19. november verður lisið upp úr somu bókum í øllum Norður- og Baltalondum, úr Grønlandi fyri vestan til baltisku londini fyri eystan. Løtan við upplestri fyri børn og ung, Sólarris, verður um níggjutíðina um morgunin. Fyri tey vaksnu halda vit Skýmingarløtu kl. 19 um um kvøldið. Tíðirnar kunn sjálvandi eisini leggjast, har tað liggur best fyri.

    Nógv er at taka sær fyri undir Norðurlendsku bóka-savnsvikuni. Í hesi skrá ynskja vit at geva barna-gørðum, skúlum, bókasøvnum og øðrum mentanar-stovnum nøkur hugskot til, hvussu teir kunnu leggja eina spennandi og fjølbroytta skrá fyri Norður-lendsku bókasavnsvikuna 2017 til rættis. Hugskotini eru bólkað eftir áhoyrarabólkunum - børn, ung og vaksin. Kortini er vert at hava í huga, at aldur í hesum høpi bert er eitt tal, og at hugskotini kunnu geva íblástur til tiltøk tvørtur um aldursmark.

    Við evninum fyri í ár Oyggjar í Norðurlondum bjóðar Norðurlendska bókasavnsvikan bæði lutta-karum og fyriskiparum á fjakkaferð í norðurlendsku bókmentunum. Umgyrdar av sjógvi og við serstakari náttúru, hava oyggjar í allar dagar verið útgangsstøði fyri nógvar norðurlendskar rithøvundar. Ársins evni sæst aftur í teimum bókum, ið vit hava valt til upple-sturin, tá tær á hvønn sín hátt bjóða áhoyrarunum út á eina bókmentaliga oyggj.

    Skattaoyggin, ið er endursøgn av kendu sjórænara-søguni hjá Robert Louis Stevenson, og sum finski Mauri Kunns hevur skrivað, er vald at lesa upp fyri teimum yngstu áhoyrarunum. Bókin er um Lítla Jim, ið finnur eitt gátuført skattakort millum ognirnar hjá einum gomlum sjómanni, og sum síðani fer at leita eftir skattinum á eini loyniligari oyggj. Við skattakor-tinum umborð eru Lítli Jim og manningin vísir í, at teir fara at finna gull og diamantar. Men um umborð á skipinum lúra grammir sjórænarar, ið ikki ætla sær at geva øðrum burturav stóra skattinum.

    Maresi, ið finnlandssvenska Maria Turtschaninoff hevur skrivað, er ein fantasiskaldsøga fyri tey ungu. Søgan fer fram langt burturi í ókendari tíð langt burturi á oynni Menos. Oyggin er heim og skjól fyri kvinnur, har eingin maður fær loyvi at koma í land. Kvinnurnar á oynni fáa kortini ikki frið, og avbyr-gingin fær ein bráðan enda tann dagin, ið Jais stígur á land. Jais flýggjar nevniliga undan harðrenda faðiri sínum, sum ikki gevst, fyrr enn hann hevur fingið klórnar í dóttur sína.

    Is, ið finnlandssvenska Ulla-Lena Lundberg úr Álandi hevur skrivað, fer fram í álendska oyggjasam-felagnum Örarna, har skiftandi veður, harðabalna náttúran og fólkið í oynni eru bakgrundsteppið í bókini. Søgan er um ein ungan prest, ið saman við konu og dóttur síni flytur av finska meginlandinum út í álendska skergarðin eftir seinra heimsbardaga.

    Á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni www.bibliotek.org finnur tú gjøllari kunning um bøkurnar, ið vit hava valt at lesa upp í ár. Har finnur tú eisini annað tilfar, ið kann brúkast saman við upplestrarløtuni.

    Vit ynskja øllum fyriskiparum og luttakarum nógvar góðar bókmentaupplivingar undir Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2017.

    Góðan lesihug!

    Verkætlanarleiðari: Anne Malmström Tekstur: Gerd Helena Hals Listakvinna: Regina Lukk-Toompere Sníðgeving og layout: Jacob Mellåker

    Eina serstaka tøkk eiga: Annica Andersson, Heidi Lønne Grønseth, Merete Riber, Eydís Inga Valsdóttir, Marjun Patursson, Mette Laustsen, Susanna Puisto, Liv Inger Lindi, Brigita Urmanaite, Eha Vain, Ieva Hermansone, Ulla-Lena Lundberg, Maria Turtschaninoff, Mauri Kunnas, Heyday

    http://www.bibliotek.org

  • VINN EINA BÓK!

    3BIBLIOTEK.ORG

    MYNDAKAPPING Á INSTAGRAM OG FACEBOOK

    Send tínar bestu myndir inn til myndakapping okkara og lat onnur fáa lut í tínum upplivingum frá Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2017. Myndirnar skulu á ein ella annan hátt endurspegla ársins evni Oyggjar í Norðurlondum. Ver við, legg myndirnar út á Instagram ella á facebook-síðu okkara nordisk_biblioteksuge og merk tær við #Nordbib17. Allar myndir eru við í lutakasti um eina bók eftir egnum ynski, sum ein av ársins úrvaldu høvundum hevur skrivað. Lat hugflogið lætta sær á og tak myndir í rúgvuvís!

    FYLG OKKUM Á INSTAGRAM OG FACEBOOK!

    Fylg Norðurlendsku bókasavnsvikuni á Insta-gram-vanganum, nordisk_biblioteksuge og dáma Nordisk biblioteksuge á Facebook og síggj, hvussu onnur skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Har sært tú eisini fleiri myndir, dagføringar og spennandi nýtt!

    https://www.instagram.com/nordisk_biblioteksuge/https://www.facebook.com/bibliotek.orghttps://www.facebook.com/bibliotek.orghttp://instagram.com/nordisk_biblioteksugehttp://www.facebook.com/bibliotek.orghttps://www.instagram.com/nordisk_biblioteksuge/https://www.facebook.com/bibliotek.org

  • 4 BIBLIOTEK.ORG

    LAT EIN SJÓRÆNARA LESA UPP

    Ein sjórænari, sum lesur upp úr bók, er ein rár sjón bæði í skúlastovuni og í bókasavninum, men undir Norðurlendsku bókasavnvikuni kann alt henda. Í bókini Skattaoyggin hitta vit gamlar sjómenn, ein andbráðan skipara og ræðandi sjórænarar. Lat upplesaran í sum ein av persónunum úr bókini Skattaoyggin, skapa rúmið um til eitt sjórænaraskip fyri at seta ser-stakan dám á løtuna.

    Tað er um morgunin, at lisið verður fyri børnum og ungum. Skattaoyggin, ið finski Mauri Kunnass hevur skrivað, er søga við nógvum myndum, og sum er vald til at lesa upp fyri børnum. Síðani er tað tann spennandi fantasiskaldsøgan Maresi eftir finnlandssven-sku Mariu Turtschaninoff. Hetta er bókin, ið er ætlað at verða lisin fyri teimum ungu áhoyrarunum.

    Tann stóra upplivingin av upplestrinum byrjar longu, áðrenn vit blaða upp á fyrstu síðu. Drag gardinurnar fyri, minka ljósið, tendra kertuljós og skapa eitt tølandi huglag til løtuna við upplestri. Eigur tú eina uppvørpu, kanst tú ríka um upplivingina við eini mynd av permuni, ársins plakat ella myndum úr bókunum.

    Brot úr Skattaoyggin og Maresi verða tøk á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni undan tiltøkunum.

    SÓLARRISUPPLESTUR FYRI BØRN OG UNG

    HUGSKOT TIL BØRN: UPPLESTRARLØTAN

    FAR ÚTUM OG LES UPP

    Í kalda novembermyrkrinum sita bæði børn og vaksin nógv innandura. Eitt stuttligt hugskot kundi tí verið at havt upplesturin uttanfyri í morguntímunum. Latið tykkum væl í, finnið okkurt at sita á. Kanska kundu tit farið oman í fjøruna og lisið upp har.

    SAMSTARVA VIÐ SKÚLAN ELLA BÓKASAVNIÐ

    Norðurlendsk bókasavnsvika er eitt gott høvi til at styrkja samstarvið millum skúlar og bóka-søvn. Bjóða einum skúlaflokki til upplestrarløtu í bókasavninum ella bjóða bókasavninum til upplestur í flokkshølinum.

  • 5BIBLIOTEK.ORG

    SKIPA FYRI SKATTAVEIÐU

    Neyvan finst nakað meiri spennandi millum børn enn at fara á skattaveiðu. Tekna eitt skattakort til børnini, ið lurta eftir søguni, so at tey kunnu fara at leita eftir skattinium í bókasavninum ella í skúlanum, júst soleiðis sum lítli Jim ger í bókini Skattaoyggin. Prei um hvussu tú kanst leggja eina skattaveiðu til rættis, finnur tú á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni.

    HUGSKOT TIL BØRN: YMISKT AT GERA

    SAMANTVINNA UPPLESTRAR-LØTUNA VIÐ EINA TEKNING

    Tá ið upplesturin er liðugur, kunnu børnini tekna sína egnu fantasioyggj og eitt skattakort, har tey vísa hvar á oynni, ið tey hava krógvað eina skatt. Sýnið tekningarnar fram, prátið saman um tær í felag og heingið tær upp til eina Norðurlenska bókasavnsviku-framsýning í bókasavninum ella í floksstovuni.

    KLIPPIÐ OG LÍMIÐ: GERIÐ TYKKARA EGNU SJÓRÆNARAMANNING

    Millum áhoyrararnar eru heilt víst nakrir smáir sjórænarar. Latið børnini falda sjórænararhattar úr avíspappíri og gerið klaffar til eyga úr filti ella øðrum klæði. Lættar uppskriftir til avíshattar og klaffar finna tit á www.bibliotek.org. Teir smáu sjórænararnir kunnu eisini gera rolluspøl, har teir spæla senur úr upplestrinum.

    SYNGIÐ EIN SJÓRÆNARASANG

    Norðurlendskir sjórænarar eru rættiligir song-fuglar, og upplesturin letur seg væl samantvin-na við sangi. Í Føroyum syngja Terji og kett-lingarnir kenda sjórænarasangin «Sjórænarar í Føroyum». Og Pippi Langsokkur úr Svøríki er kend fyri at duga nógvar sjórænaravísur akkurát sum sangurin «Sjörövarfabbe».

    LEITIÐ EFTIR SKATTUM Í MYNDU-NUM Í UPPLESTRARBÓKINI

    Mauri Kunnas er kendur fyri sínar fantasifullu myndir. Prenta myndirnar av brotinum, ið skal lesast upp, latið børnini leita eftir stuttligum djórum og smálutum í myndunum og prátið saman um myndirnar.

    FORÐARENNING FYRI SMÁAR SJÓRÆNARAR

    Bókmentir og rørsla hóska betri saman, enn mong geva sær far um. Ger eina forðarenning fyri smáar sjórænarar við stuttligum avbjóðin-gum og uppgávum. Tú finnur nógv stuttlig uppskot til forðarenningar á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni.

    VIÐGER TEKSTIN

    Arbeiðið við tekstinum og prátið í flokkinum ella á bókasavninum um, hvat teksturin snýr seg um. Hvat er ein sjórænari í roynd og veru? Og hví liggur skatturin krógvaður á eini oyggj? Tú kanst eisini taka fram trupul ella stuttlig orð í tekstinum. Skriva orðini á seðlar og hong teir upp á talvuna.

    http://www.bibliotek.orghttp://www.bibliotek.org

  • 6 BIBLIOTEK.ORG

    SKRIVA EITT ÆVINTÝR UM EINA OYGGJ

    Eftir upplesturin kunnu børnini skriva teirra egnu sjórænarasøgu. Tey kunnu til dømis taka støði í tekstinum, ið verður lisin upp ella í ársins listaverki á plakatini hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni (sí siðstu síðu í Hug-skotsskránni). Ella hví ikki lata børnini skriva framhald av spennandi søguni um Knotuoyn-na og lítla Jim úr bókini Skattaoyggin. Kanska leggur lítli Jim leiðina út aftur á heimshøvini á nýggja ævintýraferð?

    FINNLAND HEVUR FØÐINGARDAG!

    Tá vit halda Norðurlendsku bókasavnsvikuna í november 2017, seta vit 100-ára dag Finnlands á breddan. Millum annað eru rithøvundarnir, ið hava skrivað tær tríggjar upplestrabøkurnar at lesa upp, allir úr Finnlandi. Brúkið Norður-lendsku bókasavnsvikuna til at varpa ljós á merkisdagin á bókasavninum ella skúlanum og latið børnini tekna finska flaggið. Hvar finnur tú Finnland á kortinum, og hvørji mál tosa tey í Finnlandi?

    HUGSKOT TIL UNG: AKTIVITETIR

    FJAKKA Í OYGGJUM

    Viðhvørt er ikki neyðugt at fara longri enn til bókahillina fyri at loypa oyggj av oyggj. Á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvi-kuni hava vit lagt ein lista við norðurlendskum bókum, har oyggjar hava ein týðandi leiklut í søguni. Vel nakrar bøkur úr, skriva stuttan tekst um oyggjarnar, sum eru lýstar í bókini, og prátið í flokkinum um bókmentaligu oyggjar-nar. Hvussu síggja tær út? Hvør býr har? Og hvussu slepst til oyggjarnar?

    SETIÐ EIN LEIK UPP

    Tak støðið í tekstinum úr Maresi og spælið leikin í flokkinum ella á bókasavninum. Lat søgugongdina fara fram á oynni Menos, ella lat tey skriva sín egna leik við eini fantasioyggj sum bakteppi í søguni.

    LESIÐ UPP FYRI HVØRJUM ØÐRUM

    Brúkið Norðurlendsku bókasavnsvikuna sum høvi at varpa ljós á upplestur. Lat tey ungu fara saman tvey og tvey at royna seg í at lesa upp, og lat tey lesa brotið úr Maresi upp fyri hvørjum øðrum.

    KUNNIÐ TYKKUM UM TEY NORÐURLENDSKU MÁLINI

    Brot úr Maresi, ið er týtt til øll tey norður-lendsku málini, liggur á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Samantvinnið upplesturin við málundirvísing og lesið teksta-brotið á einum øðrum norðurlendskum máli. Roynið tykkum í at týða brot úr tekstinum til annað norðurlendskt mál fyri síðani at bera saman við týdda tekstin. Ella vel eitt brot bur-turúr og samanber bókstavir, orð og setningar í teimum ymsu norðurlendsku málunum.

    ARBEIÐIÐ VIÐ TEKSTINUM

    Viðgerð tekstin í flokkinum. Lat ungu áhoyra-rarnar skriva ein samandrátt úr brotinum, ið var lisið upp, og prátið um málslig eyðkenni og annað, ið tey geva sær far um. Í øðrum lagi kunnu næmingarnir sjálvir lesa upplestr-artekstin og velja ein setning burturúr, ið á onkran hátt hevur nomið teir. Být næmingarnar upp í bólkar fyri at práta um, hvørjar hugsanir setningurin setur í gongd hjá teimum. Hví er setninguin áhugaverdur? Hvat sigur hann tí einstaka næminginum?

  • 7BIBLIOTEK.ORG

    LESILIÐ

    Savna nakrar «upplestrarspírar», tak bókina til upplesturin undir armin og far eina rund-ferð í skúlanum ella á bókasavninum. Breiðið bókmentirnar út og lat tey ungu lesa upp fyri nøkrum av teimum yngru børnunum. Hava tey dirvi, lat tey tá lesa upp fyri einum fullum flokki.

    SKRIVIVERKSTAÐUR

    Onkur av teimum ungu áhoyrarunum hevur kanska ætlanir um at gerast rithøvundr? Skrivið um, hvussu tað er at búgva á oyggj. Bjóða einum rithøvundi til tykkara og skipa fyri einum skriviverkstaði saman við teimum komandi ungu rithøvundum. Hvussu við at enda Norðurlendsku bókasavnsvikna 2017 við at lesa upp søgunar um tær bókmentaligu oyg-gjarnar, ið tey ungu hava skrivað?

    PRÁTIÐ UM HVUSSU KYNINI VERÐA LÝST Í BÓKUNUM

    Bókin Maresi hevur sterkar kvinnulýsingar, og teksturin gevur góðar møguleikar fyri at kjakast um evnini kynsleiklutir og javnstøða, bæði í bókmentum og samfelagnum. Hvørjir kyns-leiklutir eru at finna í bókini Maresi? Hvørjir kynsleiklutir eru at finna í øðrum bókum, ið tit hava lisið? Kunnu bókmentirnar siga nakað um hvønn leiklut, ið vit hava í gerandislívinum og í samfelagnum?

    KVINNULIGUR FELAGSSKAPUR Í BÓKMENTUM

    Kvinnurnar úr kleystrinum á oynni Menos vísa seg at hava ein sterkan kvinnuligan felagsskap. Prátið um hvussu tann kvinnuligi felagsska-purin kemur til sjóndar í bókini? Eru aðrar bøkur, ið hava líknandi lýsingar av samanhaldi í einum bólki?

    BRÚKIÐ UNDIRVÍSINGARPORTALIN NORDEN I SKOLEN

    Norden i Skolen er ókeypis undirvísingarpor-talur fyri lærarar og næmingar, ið ætla at abeiða við evnum sum mál og mentan ella veðurlagi og náttúru. Stovna teg sum brúkara á www.nordeniskolen.org, so fært tú atgongd til nógv fjølbroytt tilfar, sum tú kanst brúka til bóka-savnsvikuna. Sum dømi finnur tú meiri enn 50 stutt- og heimildarfilmar fyri børn og ung á síðuni..

    NORÐURLENDSK EVNI

    Brúka Norðurlendsku bókasavnsvikuna sum møguleika at sýna fram og at læra um hini norðurlendsku og baltisku londini. Hvussu síggja fløggini út, hvussu eita høvuðsstaðirnir, og hvar liggur heimsins størsta oyggj? Ein liðug Norðurlanda-kviss liggur klár á heimasíðuni hjá Norðulendsku bókasavnsvikuni.

    FINNLAND 100 ÁR

    Verið við til at hátíðarhalda 100 ár dag Finn-lands í undirvísingini. Finnland hevur tvey tjóðarmál - finskt og svenskt. Maria Turtscha-ninoff, ið hevur skrivað Maresi, er finnlandss-venskur rithøvundur. Lat næmingarnar kunna seg meiri um aktuella málkjakið í Finnlandi. Hvat skilur tjóðarmál frá minnilutamálum? Hvussu kunnu tit teingja málkjakið til málkja-kið hjá tykkum sjálvum ella kjakið í hinum norðurlondunum - støðan hjá málinum og politikkur?

    http://www.nordeniskolen.orghttp://www.nordeniskolen.org

  • 8 BIBLIOTEK.ORG

    Skýmingarløtan er upplestrarløtan fyri tey vaksnu og fer fram, eftir at tað er vorðið myrkt um kvøldarnar í november. Teksturin, ið vit hava valt at lesa upp, er úr skaldsøguni Is, ið finnlandssvenski rithøvundurin Ulla-Lena Lundberg úr Álandi hevur skrivað.

    Heildarupplivingin av upplestrinum byrjar longu, áðrenn vit blaða upp á fyrstu síðu. Drag gardinurnar fyri, minka ljósið, tendra kertuljós og skapa eitt tølandi huglag til løtuna við upplestri. Eigur tú eina uppvørpu, kanst tú ríka um upplivingina við eini mynd av permuni, ársins plakat ella myndum úr bókunum.

    Brot úr skaldsøguni Is fer at liggja tøkt á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni innan tiltakið í november.

    SKÝMINGARLØTANUPPLESTUR FYRI VAKSIN

    HUGSKOT TIL TEY VAKSNU

    EIN BÓK – HVÍ IKKI FLEIRI?

    Upplesturin av ársins bók Is kann samant-vinnast við upplestur av øðrum norður-lendskum bókmentum um oyggjar. Brúkið møguleikan at lesa upp úr fleiri øðrum norður-lendskum bókmentum (sí uppskot til líknandi bókmentir á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni).

    POPP-UPP LESING

    Ver við at breiða tann góða boðskapin um at lesa søgur, tá vit halda Norðurlendsku bóka-savnsvikuna. Bjóða nøkrum upplestrarspírum úr sjónleikarafelag, fólkaháskúla ella líknandi og ger eina popp-upp lesing úti á alfaravegi. Tak bókina undir armin, far runt í bygdini ella býnum og tak fólk á bóli, tá tú fer at lesa.

    BJÓÐA EINUM RITHØVUNDI ELLA FYRILESTRAHALDARA

    Samantvinna upplesturin við eina rit-høvundavitjan á bókasavninum. Kanska kunnu tit fáa vitjan av einum rithøvundi, ið er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlan-daráðsins, ella Barna- og ungdómsvirðirløn Norðurlandaráðsins? Ella hví ikki av onkrum øðrum rithøvundi, ið hevur skrivað um oyg-gjar? Tit kunnu eisini bjóða fyrilestrahaldara ella granskara, ið hava lagt seg eftir vitan um oyggjar fyri síðani at binda upplesturin av Is saman við gransking um oyggjafelagsskap.

    NORÐURLENDSKUR KRÓKUR

    Ger ein krók á bókasavninum ella flokshøli-num við bókum, ið snúgva seg um oyggjar. Hong plakatina fyri 2017 upp, set bøkurnar frá bókasavnsvikuni fram saman við øðrum norðurlendskum bókmentum. Lat tey vitjandi tekna evnið Oyggjar í Norðurlondum og ger tekningarnar til part av framsýningini.

  • 9BIBLIOTEK.ORG

    SAMANTVINNIÐ UPPLESTURIN VIÐ ONNUR TILTØK Í BÓKASAVNINUM

    Er tað so, at tit skipa fyri málkafé fyri til-flytarum, ævintýrløtum fyri børnum, bindikafé ella lesiringum í bókasavninum? Les upp úr úrvaldu bókum fyri í ár, ella øðrum norður-lendskum bókmentum til tiltøkini og lat verandi tiltøk gerast táttur av Norðurlendsku bókasavnsvikuni í viku 46!

    NORÐURLENDSKIR TÓNAR

    Norðurlendskur tónleikur er gott høvi at víðka um upplestrartiltakið. Skipa fyri lítlari kon-sert saman við norðurlendskum tónleikarum ella skipa fyri einum «syngið við» tiltaki við kendum vísum úr øllum norðurlondum.

    NORÐURLENDSK GESTABOÐ

    Bjóða til eitt hugnaligt borðhald, har tit eru saman um at gera eyðkendan norðurlendskan mat. Hvussu við at royna norskan «rømme-grøt», danskt «smørrebrød» ella karelskar pirogar úr Finnlandi?

    FINNLAND 100 ÁR

    Í ár setur Norðurlendska bókasavnsvikan 100 ára hátíðarhald Finnlands á breddan við at velja bókmentir til upplesturin, sum rithøvun-dar úr Finnlandi hava skrivað. Brúkið høvið til at kunna um Finnland. Hetta gera tit við at vísa fram finskar bókmentir, syngja finskar sangir, bjóða einum tónlistafólki úr Finnlandi, borðreiða við finskum mati ella bjóða onkrum finskmæltum til at lesa eitt lítið brot av teksti-num á finskum.

    ÁRSINS LISTAVERK OYGGJAR Í NORÐURLONDUM

    Listakvinnan, ið hevur gjørt ársins plakat til Norðurlendsku bókasavnsvikuna 2017, er estiski teknarin Regina Lukk-Toompere. Brúkið plakatina til at kunna um tiltøkini Sólarris og/ella Skýmingarløtuna. Hong hana upp á uppslagstalvur, prýðið innbjóðingar á netinum, tíðindabrøv, teldupostar, sosialar miðlar ella vanlig brøv við henni. Prýðið eisini gongina og hølini við vøkru myndini og við øðrum lutum, ið hóska til.

    Tað stóra gamla skipið á myndini sigur eina estiska søgu um heimkomuna hjá sjómanni-num. Eftir eina langa ferð hevur skipið fest rót, og masturin vorðin til eitt blómandi træ. Træið ímyndar lív, og báturin hevur funnið heim. Skriva eina søgu um, hvat ið skipið við síni søgu hevur upplivað á ferðini, og hvussu ið lívið er nú, ið skipið hevur fest røtur í havnini.Skrivið ella prátið um livið á útoyggj. Hvat gera

    tey úti á smáu oyggjunum, og hvussu klára tey seg, tá veturin kemur, og brimið stendur í bakkan?

    Hvør søga fjalir seg í plakatini? Prenta plakatina ella vís hana við uppvørpu á veggin. Lat børnini hyggja at plakatini og brúka hana sum íblástur til at siga frá. Søgan kann bæði vera munnliga ella skrivliga.

  • 10 BIBLIOTEK.ORG