rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (ferðastuðul) 1.4....

17
INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Postboks 159 · 110 Tórshavn · Tlf 306800 · faks 306885 · [email protected] · www.imr.fo Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum Um broytingar í løgtingslógum Ein spurningur, ið ofta tekur seg upp, tá ein løgtingslóg skal broytast, er, um broytingin skal gerast sum ein lógarbroyting, ella um ein nýggj løgtingslóg skal gerast. Snýr tað seg um avgerandi broytingar í lóggávuni, t.v.s. sum at broyta rættarstøðuna á fleiri ella á týdningarmiklum økjum, er høvuðsreglan, at hetta verður gjørt við nýggjari løgtingslóg. Broytingar í fleiri ymiskum løgtingslógum eiga vanliga ikki at verða gjørdar í sama løgtingslógaruppskoti. Tó kann tað lata seg gera, um talan er um ein lógarpakka, har ein broyting skal gerast í einum. Harafturat kunnu fleiri løgtingslógir verða broyttar í einum, um talan er um fleiri fylgibroytingar, ið tað er neyðugt verða broyttar í senn. Broytingar í broytingarlógum eiga ikki at verða gjørdar. Í staðin verður gjørd ein broytingarlóg til upprunalógina, ið vísir til hinar broytingarnar, ið gjørdar eru í lógini. Broytingarnar fáa nummar eftir, nær tær koma fyri í upprunalógini. T.d. um heitið skal broytast, verður tað sett sum broyting nr. 1. Tá broytingarlógin verður sett inn í upprunalógina, er tað av sera stórum týdningi, at nýggi teksturin, ið skal setast inn í lógina, verður settur upp í “gásareygu”. Tá lógirnar verða samanskrivaðar, er tað bara tann teksturin, ið stendur innan fyri gásareyguni, ið verður settur inn í upprunalógina.

Upload: others

Post on 13-Mar-2021

2 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Postboks 159 · 110 Tórshavn · Tlf 306800 · faks 306885 · [email protected] · www.imr.fo

Rundskriv

um

uppsetan av broytingum í løgtingslógum

Um broytingar í løgtingslógum

Ein spurningur, ið ofta tekur seg upp, tá ein løgtingslóg skal broytast, er, um broytingin skal

gerast sum ein lógarbroyting, ella um ein nýggj løgtingslóg skal gerast.

Snýr tað seg um avgerandi broytingar í lóggávuni, t.v.s. sum at broyta rættarstøðuna á fleiri ella

á týdningarmiklum økjum, er høvuðsreglan, at hetta verður gjørt við nýggjari løgtingslóg.

Broytingar í fleiri ymiskum løgtingslógum eiga vanliga ikki at verða gjørdar í sama

løgtingslógaruppskoti. Tó kann tað lata seg gera, um talan er um ein lógarpakka, har ein

broyting skal gerast í einum. Harafturat kunnu fleiri løgtingslógir verða broyttar í einum, um

talan er um fleiri fylgibroytingar, ið tað er neyðugt verða broyttar í senn.

Broytingar í broytingarlógum eiga ikki at verða gjørdar. Í staðin verður gjørd ein broytingarlóg

til upprunalógina, ið vísir til hinar broytingarnar, ið gjørdar eru í lógini.

Broytingarnar fáa nummar eftir, nær tær koma fyri í upprunalógini. T.d. um heitið skal

broytast, verður tað sett sum broyting nr. 1.

Tá broytingarlógin verður sett inn í upprunalógina, er tað av sera stórum týdningi, at nýggi

teksturin, ið skal setast inn í lógina, verður settur upp í “gásareygu”. Tá lógirnar verða

samanskrivaðar, er tað bara tann teksturin, ið stendur innan fyri gásareyguni, ið verður settur

inn í upprunalógina.

Page 2: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

2

1. Heitið á løgtingslógaruppskotinum

1.1. Heitið á løgtingslógaruppskoti verður orðað soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um......

Orðingin verður brúkt uttan mun til, um skotin verður upp ein ella fleiri broytingar í lógini.

1.2. Nummar og dagfesting á løgtingslógini, ið broytast skal, verða ikki nevnd í heitinum. Í

staðin verður fulla løgtingslógarheitið nevnt. Er løgtingslógin kend við einum ávísum styttum

heiti, t.d. løgtingslóg um lands- og kommunuskatt, ið er kend sum skattalógin, kann stytta

heitið verða brúkt soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Skattalógin)

1.3. Tað er skilagott at geva uppskotinum eitt frágreiðandi heiti, sum stutt og greitt lýsir, hvat

broytingin snýr seg um, t.d. (Ferðastuðul).

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Ferðastuðul)

1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur eitt

frágreiðandi heiti, eigur heitið at verða sett upp soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Skattalógin)

(Ferðastuðul)

Page 3: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

3

1.5. Skal løgtingslógin setast úr gildi, kann tað verða gjørt soleiðis:

1) Tá løgtingslóg við ongum skiftisreglum skal setast úr gildi, verður tað gjørt soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um .......

Løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.l., verður sett úr gildi tann

1. januar 2012.

2) Er tað ivasamt nær uppskotið verður samtykt, ber til at lata vera við at hava dagfesting :

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um .......

Løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.l. verður sett úr gildi.

(Tá ongin dagfesting er við, kemur uppskotið í gildi vikudagin eftir, at tað er lýst í

kunngerðablaðnum).

3) Tá løgtingslóg við skiftisreglum skal setast úr gildi, verður tað gjørt soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá

langfarasjómonnum........

§ 1

Løgtingslóg nr. 96 frá 6. juni 1997 um stuðul

til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

verður sett úr gildi 1. november 2005.

§ 2

Umsóknir um vunnan telefonstuðul fyri 1.

november 2005 skulu vera Fiskimálaráðnum

í hendi í seinasta lagi 31. mars 2006.

Umsóknir, sum koma inn eftir 31. mars 2006,

verða ikki viðgjørdar.

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir,

at hon er kunngjørd.

Page 4: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

4

2. Løgtingslógaruppskotið (Bygnaður)

Uppskotið verður sett upp á hendan hátt:

Í broytingaruppskotinum verða paragraftekn og nummar miðsett oman fyri tekstin í greinini, og

ikki sum í løgtingslógaruppskotum annars vinstrumegin á fyrstu linju í tekstinum.

Broytingarnar verða settar í nummarrøð.

Fyri at teksturin skal verða eins í kunngerðablaðnum, skal nummarrøð funktiónin í Word verða

nýtt til at áseta numrini.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, sum

broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:

1) .......

2) .......

§ 2

Ásetingar um gildiskomu og møguligar skiftisreglur verða settar í § 2. Skiftisreglurnar verða

settar í sjálvstøðug stykki í § 2 ella í § 3, § 4 o.s.fr.

§ 3

Skiftisreglurnar verða settar í sjálvstøðug stykki í § 2, § 3, ella § 4 o.s.fr.

Snýr tað seg um eina skiftisreglu, verður hon oftast sett inn í gildiskomuásetingina sum stk. 1

ella sum eitt sjálvstøðugt stk. 2. Vanliga er gildiskomuásetingin í § 2 í broytingaruppskotinum.

Snýr tað seg um fleiri skiftisreglur, verða skiftisreglurnar oftast settar inn í sjálvstøðuga grein,

aftan á gildiskomuásetingina.

Page 5: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

5

3. Løgtingslógaruppskotið (Inngangur)

3.1. Í § 1 verður tilskilað heitið, nummar og dagfesting á løgtingslógini, ið skal broytast:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 95 frá 17. desember 1996

um ........., sum broytt við løgtingslóg nr. 26

frá 3. mai 1999 og við løgtingslóg nr. 51 frá

17. august 2011, verða gjørdar hesar

broytingar:

1) § 5 verður strikað.

2) Í § 7, stk. 2 verður “kr. 1.000” broytt til:

“kr. 5000”.

3) § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:

“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann

áseta....”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars

2011.

§ 3

Tey, ið byrja útbúgvingina áðrenn 1. august

2011, eru umfatað av.............

Um gildiskomuásetingin ella skiftisregluásetingin hevur fleiri stykki, verður “stk. 1” eisini

tilskilað í greinini:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um .........

§ 1

Í løgtingslóg nr. .. frá ... um...., sum broytt

við ....., verða gjørdar hesar broytingar:

1) ..........

2) ..........

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi......

Stk. 2. Tey, ið byrja útbúgvingina áðrenn 1.

august 2011, eru fevnd av.......

3.2. Snýr tað seg um at gera eina einstaka broyting, er ikki neyðugt at talmerkja broytingina,

men í staðin kann uppskotið verða orðað soleiðis:

Page 6: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

6

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð

§ 1

Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. februar 2011 um Trivnaðar- og heilsuráð verður í § 5 “2010” broytt til:

“2012”.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

3.3. Snýr tað seg um at broyta heitið á løgtingslógum, yvirskrift á kapitlum ella greinum, skal

tað verða gjørt soleiðis:

Uppskot

til

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um .........

Í løgtingslóg nr. ... frá ..... um ..... verða gjørdar hesar broytingar:

1) Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:

“Løgtingslóg um Trivnaðar og heilsuráð”

2) Yvirskriftin yvir kapittul 2 verður orðað soleiðis:

“Kommunuskattur”

3) Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:

“Gildiskomuásetingar”

3.4. Høvuðsreglan er, at allar broytingarnar, ið áður eru gjørdar í løgtingslógini, skulu

nevnast í innganginum.

3.5. Er løgtingslógin broytt eina ferð áður: Í løgtingslóg nr. .... frá .... um ...., sum broytt við

løgtingslóg nr. .... frá ....., verða gjørdar hesar broytingar:

Page 7: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

7

3.6. Sum undantak kann inngangurin til løgtingslógina, tá hon er broytt fleiri ferðir áður,

orðast soleiðis: Í løgtingslóg nr. .... frá ..... um ...., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. ..... frá

.... um ...., verða gjørdar hesar broytingar: (Hetta kann t.d. verða nýtt, um lógin er broytt

somikið ofta, at gjøgnumskygnið dettur burtur, verða allar broytingarnar settar inn í

inngangin).

3.7. Um broytingin viðvíkur eini broyting, ið áður er gjørd, verður víst til tey føri, har tað

evnið varð broytt: Í løgtingslóg nr. ..... frá .... um ...., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. ...... frá

......., og seinast broytt við løgtingslóg nr. .... frá ......, verða gjørdar hesar broytingar:

3.8. Orðingin “við seinni broytingum” eigur ikki at verða brúkt. Orsøkin til tað er, at um tað

bara stendur “við seinni broytingum” er tað ógjørligt hjá einum borgara at vita, hvørjar

broytingar eru gjørdar í lógini.

4. Løgtingslógarkunngerðir

4.1. Gjøgnumskygni í løgtingslógini gerst ofta verri, tá løgtingslógin verður broytt fleiri ferðir.

Fyri at gera lógina lættari at gjøgnumskoða, kann ráðið, ið hevur ábyrgd av lógini, gera eina

løgtingslógarkunngerð. Dømi um løgtingslógarkunngerð er: Løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá

2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009.

Ein løgtingslógarkunngerð kann gerast uttan heimild.

Løgtingslógarkunngerðin verður gjørd við at seta allar lógarbroytingarnar, ið eru gjørdar í

upprunalógini, inn í lógina, soleiðis at alt lógarverkið er at finna í somu løgtingslóg.

Løgtingslógarkunngerðin er einans eitt praktiskt amboð. Um tað orsakað av einum feili ikki er

samsvar millum løgtingslógarkunngerðina og upprunalógirnar, eru tað altíð upprunalógirnar, ið

eru galdandi.

Mælt verður til, at tá ein løgtingslóg er broytt 10 ferðir, skal ein løgtingslógarkunngerð gerast.

1) Ein løgtingslógarkunngerð verður sett upp soleiðis:

Løgtingslógarkunngerð av løgtingslóg nr. .... um Ferðslu

Løgtingslóg nr. ... frá .. um ..., við teimum broytingum, ið eru gjørdar við løgtingslóg nr. .. frá

... um og løgtingslóg nr. .... frá ... um ....., verður við hesum kunngjørd.

2) Um ein løgtingslógarkunngerð áður er gjørd, skal inngangurin í teimum næstu

løgtingslógarkunngerðunum verða settur upp soleiðis:

Page 8: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

8

Løgtingslógarkunngerð av løgtingslóg nr. .... um Ferðslu

Løgtingslóg um ...., sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. ... frá ..., við teimum broytingum, sum eru

gjørdar við løgtingslóg nr.. frá....., verður við hesum kunngjørd.

Greinir, ið eru settar úr gildi, skulu standa sum strikaðar.

§ 3. (Strikað).

Ásetingar um gildiskomu frá upprunalógini skulu takast við.

5. Orðingin av teimum einstøku broytingunum

5.1. Um stórar broytingar skulu gerast í einari ella fleiri greinum, ella í einum kapitli, er

skilabest at orða broytingarnar sum eina einstaka broyting, t.v.s. sum eina nýggja orðing av

greinini ella kapitlinum.

5.2. Snýr tað seg um at broyta einstøk orð ella stuttar setningar, er ikki neyðugt at orða allan

setningin av nýggjum. Sí nr. 18 í fylgiskjalinum.

5.3. Broytingarnar verða settar í somu raðfylgju, sum tær greinir, ið skulu broytast, sí tó pkt.

5.7.

5.4. Skulu fleiri broytingar gerast í einari grein, verða broytingarnar settar sum sjálvstøðugar

broytingar, uttan so at tær viðvíkja tí sama ella eru framhald av teirri fyrru broytingini:

1) Í § 5 verður í stk. 1 strikað ”(sitat av tí, ið verður strikað) ”, og stk. 2 verður strikað.

2) Í § 8 verður stk. 2 strikað, og stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.

5.5. Skulu fleiri greinir setast úr gildi, og tær greinir, sum eru í millum, ikki skulu broytast,

verða broytingarnar savnaðar undir einum nummari:

1) §§ 7, 9 og 13 verða strikaðar.

5.6. Skulu fleiri greinir setast úr gildi, og tær greinir, sum eru í millum, skulu broytast, ber ikki

til at savna allar broytingarnar undir einum nummari:

Page 9: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

9

1) § 7 verður strikað.

2) Í § 8 verður “kr. 10.000” broytt til: “kr. 5000”.

3) § 9 og § 13 verða strikaðar.

5.7. Um eitt einstakt orð ella hugtak verður broytt á sama hátt í fleiri greinum, verða

broytingarnar savnaðar undir einum nummari við ta greinina, har orðið kemur fyri fyrstu ferð:

1) Í § 60, stk. 1, 1. pkt. og tvær staðni í § 62, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til:

“landsstýrismaðurin”.

5.8. Til ber ikki at skriva:

1) “Landsstýrið” í øllum bendingum og vendingum, skal broytast til “Landsstýrismaður”.

2) Allastaðni og í øllum bendingum, skal “landsstýrið” broytast til “landsstýrismaður”.

Orsøkin til, at hesar orðingarnar ikki kunnu brúkast, er, at orðið verður ikki bent á sama hátt

allastaðni. Eisini kemur tað fyri, at orðið onkustaðni skal byrja við stórum bókstavi, og

aðrastaðni skal byrja við lítlum stavi.

5.9. Ásetingin, ið broytingin viðvíkur, eigur at verða útgreinað mest møguligt. Styttingin “pkt.”

verður bara brúkt fyri orðið “punktum”. Er tann broytta ásetingin býtt upp við tølum, verður

styttingin “nr.” nýtt. Er hon býtt upp við bókstavum, verður styttingin “litra” nýtt.

5.10. Verða nýggjar greinir, stykki, nummur, litra ella setningar sett inn, eigur í tekstinum greitt

at ganga fram, um nýggju ásetingarnar koma í staðin fyri ella koma afturat galdandi teksti.

Tað er t.d. tvískilt at skriva: “Í § 2 verður sum nýtt stk. 3 sett: ......” um tað frammanundan er

eitt stk. 3, sum framvegis skal vera í gildi. Um § 2 hevur fleiri stykki og nýggja stykkið verður

sett inn í millum verandi stykki, verður hendan orðingin nýtt:

1) Í § 2 verður aftaná stk. 2, sum nýtt stk. sett:

“Stk. 3......”.

Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.

2) .......

Page 10: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

10

Um bara tvey stykki eru í § 2, verður hendan orðingin nýtt:

1) Í § 2 verður sum stk. 3 sett:

“Stk. 3..”.

2) .....

Verða fleiri samanhangandi nýggj stykki sett inn í eina grein, er best at gera hetta sum eina

broyting:

1) Í § 31 verða sum stk. 7, 8 og 9 sett:

“Stk. 7. Landingarmiðstøðin.....

Stk. 8. Er talan um .......

Stk. 9. Í heilt serligum førum ........”

2) ......

5.11.

Um stykki verða broytt, tí at nýggj stykki verða sett inn ella stykki verða sett úr gildi, verður

lagt upp fyri hesum aftast í nummarinum á hendan hátt: “Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og

4”. Sama ger seg galdandi fyri nummar og litra.

Týdningarmikið er at taka støðu til, hvørt eitt stykki, nummar ella litra skal flyta pláss, tá eitt

stykki, nummar ella litra antin verður skoytt uppí ella verður strikað. Vanliga verða nummar

ella litra ikki strikað.

Um tað í somu broyting (sama broytingsnummari) skulu gerast broytingar í stykkinum ella í

stykkjum, sum koma aftaná, kann hetta gerast í tekstinum:

1) Í § 10 verður stk. 2 strikað, og í stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðið “øki” strikað.

5.12. Um eitt punktum verður strikað, verða hini punktumini flutt sjálvvirkandi, uttan at tað

verður nevnt. Í hesum førum er ikki neyðugt at nevna, at punktumini flyta á sama hátt sum

stykki, nummar ella litra. Hetta av tí, at punktumini ikki hava nummar. Dømi um hetta er:

1) § 37, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.

Page 11: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

11

5.13. Um nýtt punktum skal setast inn í eitt stykki, ið hevur fleiri punktum, skal nágreiniliga

verða ásett, hvar punktumið skal setast. Sum nevnt undir 5.12 er ikki neyðugt at nevna, at

punktumini flyta á sama hátt sum stykki, nummar ella litra. Dømi um hetta er:

Um stykki hevur fleiri pkt., og nýtt pkt. verður sett inn ímillum verandi pkt., verður hendan

orðingin nýtt:

1) Í § 45, stk. 1, verður sum 2. pkt. sett: “Undantøk viðvíkjandi próvtøku- og

siglingarkrøvum kunnu bert verða gjørd, um viðkomandi á annan hátt prógvar at hava fingið

neyðuga ástøðiliga og verkliga útbúgving.”

Um eitt pkt. kemur í staðin fyri eitt annað pkt., verður hendan orðingin nýtt:

1) Í § 45, stk. 1, verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Undantøk viðvíkjandi próvtøku- og

siglingarkrøvum kunnu bert verða gjørd, um viðkomandi á annan hátt prógvar at hava fingið

neyðuga ástøðiliga og verkliga útbúgving.”

5.14.

Snýr tað seg um at umorða eina grein, stykki, nummar ella litra, eigur øll tann nýggja orðingin

at ganga fram av nýggja tekstinum. Um § 5, stk. 2, nr. 3 skal umorðast, verður hetta gjørt

soleiðis:

1) § 5, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis:

“3) Teir næmingar, ið ..........”

5.15.

Um broyting bara verður gjørd í stk. 1 í § 15, sum hevur fleiri stykki, verður § 15 ikki skrivað í

broytingartekstin, tí hetta kann skiljast sum nýggj orðing av allari § 15. Í staðin verður

broytingin gjørd soleiðis:

1) § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Løgtingsmenn verða valdir fyri 4 ár í senn”.

5.16.

Verða ein ella fleiri greinir strikaðar, verður talmerkingin á teimum seinnu greinunum sum

høvuðsregla ikki broytt.

5.17.

Verður ein grein sett inn í eina samanhangandi røð av greinum í einari løgtingslóg t.d. aftaná §

29 í lógini, verður greinin nevnd § 29 a, § 29 b o.s.fr.

Page 12: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

12

1) Aftaná § 29 verður sett:

“§ 29 a. Embætisfólk skulu .........”

Um § 29 er seinasta grein í einum kapitli, verður tilskilað, um nýggja greinin verður sett í

nevnda ella næsta kapittul:

1) Aftaná § 29 verður í kapittul 5 sett:

“§ 29 a. Embætisfólk skulu ......”

Skal ein nýggjur kapittul setast inn í lógaruppskotið, verður tilskilað, hvar nýggi kapittulin skal

setast inn. Niðanfyri er eitt dømi, har nýggjur kapittul verður settur inn aftaná § 30, sum er

síðsta grein í kapittul 5.

1) Aftaná § 30 verður sett:

“Kapittul 5 a

Elektronisk tollavgreiðsla

§ 30 a. Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um........”

5.18.

Eru í løgtingslógini, sum skal broytast, tilvísingar til aðrar lógir, sum síðani eru broyttar, eiga

tilvísingarnar í løgtingslógini at verða broyttar samsvarandi.

Tá víst verður til aðrar lógir, verður bara víst til vanliga heitið á lógini (ikki løgtingslóg nr. og

dagfesting).

§ 7. Næmingar hava sbrt. løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging, rætt til .....

Stk. 2. Hóast .........

5.19.

Sum fylgiskjal til løgtingslógaruppskotið eigur at verða hjálagt eitt yvirlit, sum vísir til

galdandi orðingar av teimum greinum, ið ætlanin er at gera broytingar í og broytingarnar.

(Javntekstur)

5.20.

Tá broytingar skulu gerast í galdandi danskan tekst, skulu ikki setast einstøk føroysk orð inn í

danska tekstin, men heldur eigur alt stykkið ella øll greinin, ið skal broytast, at verða orðað av

nýggjum.

Page 13: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

13

5.21. Í teimum førum, har løgtingslógin hevur javntekst lýstan í kunngerðablaðnum á donskum,

verður mælt til, at ráðini seta úr gildi tann danska tekstin. Hetta kann gerast samstundis sum

onnur lógarbroyting verður gjørd. Tá danskur tekstur skal strikast, verður tað orðað soleiðis:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar, sum broytt við løgtingslóg nr. 27 frá

20. apríl 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 4, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:

“3) eru myndugir og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir

samverjumáli eftir verjumálslógini § 7, ”

2) Allur hin danski teksturin í lógini verður strikaður.

6. Broytingar í fleiri ymiskum løgtingslógum

Tá broytt verður í fleiri ymiskum lógum, verður tað gjørt soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um

sjúkrahúsverkið og løgtingslóg um dagpening

§ 1

Í løgtingslóg nr. ... frá .... um

almannapensjónir o.a., sum broytt við ....,

verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 3, stk. 5 verður orðað soleiðis:

“Stk. 5. Pensjónistar .......”

2) .....

§ 2

Í løgtingslóg nr. ... frá .... um

sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við .....,

verða gjørdar hesar broytingar:

1) .......

§ 3

Í løgtingslóg nr. .. frá .... um dagpening, sum

broytt við ...., verður í § 55 “kr. 10.000”

broytt til: “kr. 5.000”

§ 4

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir,

at hon er kunngjørd.

Page 14: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

14

Samsvarandi § 43, stk. 2 í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av

málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, hevur landsstýrismaðurin á

landsstýrisfundi tann 30. mars 2012 fingið undirtøku fyri at seta rundskrivið í gildi.

Innlendismálaráðið, 17. apríl 2012

Kári P. Højgaard

landsstýrismaður

/ aðalstjóri

Page 15: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

15

Fylgiskjal til rundskriv um uppsetan av broytingum í

løgtingslógum

Heiti á løgtingslógum verður orðað soleiðis:

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um......

(Stytt heiti)

(Frágreiðandi heiti)

§ 1

Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ...., (sum broytt við ....), verða gjørdar hesar broytingar:

1) Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:

“Løgtingslóg um Trivnaðar og heilsuráð”

2) Yvirskriftin til kapittul 2 verður orðað soleiðis:

“Kapittul 2

Kommunuskattur”

3) Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:

“Gildiskomuásetingar”

4) § 1 (sum bara hevur eitt stykki) verður orðað soleiðis:

“§ 1. Av tí kommunuskatti..... ”.

5) § 4, stk. 1 (sum hevur fleiri stykki) verður orðað soleiðis:

“Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn.”

Page 16: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

16

6) § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis:

“Stk. 2. Verður uppgerð ikki latin inn.........”.

7) Í § 8 verður “kr. 10.000” broytt til: “kr. 5.000”.

8) Í § 10 verður stk. 2 strikað, og í stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðið “øki” strikað.

9) § 13 verður strikað.

10) § 20, stk. 2 og 3 verða strikað, og í staðin verður sett:

“Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 eru tó bert......”.

11) § 23, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.

12) § 25, stk. 1 verður strikað, og í staðin verður sett:

“Millum .......

Stk. 2.......”.

Stk. 2-6 verða eftir hetta stk. 3-7.

13) Aftaná § 29 verður sett:

Ҥ 29 a. ........

Um § 29 er seinasta grein í einum kapitli, verður tilskilað um nýggja greinin verður sett í

nevnda ella fylgjandi kapittul:

1) Aftaná § 29 verður í kapittul 5 sett:

14) Aftaná § 30 (sum er síðsta grein í kapittul 5) verður sett: (nýggjur kapittul)

“Kapittul 5 a

Elektronisk tollavgreiðsla

§ 30 a. Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um........”

15) Í § 30 (sum bara hevur eitt stykki) verður sum stk. 2 sett:

“Stk. 2. Skattskylduga inntøkan.....”.

16) Í § 31 (sum hevur fleiri stykki) verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: (hetta er bara tá eitt

stykki kemur inn í sama stað, sum eitt annað stykki stóð áðrenn).

“Stk. 2. Um bygging og innrætting......”.

Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.

17) Í § 31 verða sum stk. 7, 8 og 9 sett:

“Stk. 7. Landingarmiðstøðin ......

Stk. 8. Er talan um .......

Stk. 9. Í heilt serligum førum ........”.

Page 17: Rundskriv um uppsetan av broytingum í løgtingslógum · 2015. 11. 3. · (Ferðastuðul) 1.4. Snýr tað seg um eina løgtingslóg, har heitið er stytt, og løgtingslógin hevur

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

17

18) Í § 35, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “kr. 1000” broytt til: “kr. 5000”.

19) Í § 36, stk. 1 verður sum nr. 7 sett:

“7).........”

20) § 37, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.

21) Í § 40, stk. 1 (bert eitt punktum) verður sum 2. og 3. punktum sett “..................”

22) Í § 45, stk. 1 (fleiri punktum) verður aftaná 1. pkt. sett: “ .... eitt ella fleiri punktum ...”

23) Í § 55, stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “fólkapensjónistar” sett: “ og fyritíðarpensjónistar”.

24) Í § 60, stk. 1, 1. pkt. og tvær staðni í § 62, stk. 3, verður “landsstýri” broytt til:

“landsstýrismaðurin”.

Gildiskomuásetingar:

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2012.

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012

Stk. 2. Tó kemur § 1, stk. 2 í gildi 1. september 2012.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli

2012. (dømi um afturvirkandi gildi).

§ 3

Tey, ið eru byrjað útbúgvingina áðrenn 1. august 2012......... (skiftisreglur).

Undirskrift hjá landsstýrisfólki og aðalstjóra:

Innlendismálaráðið, .......

landsstýrismaður/kvinna

/ aðalstjóri

(navn og eftirnavn –

heitið skal ikki tilskilast).