demografiska menningin í føroyum síðstu 300 á · pdf...

43
DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA F ØROYA 1 Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 árini Í nøkrum greinum verður gjørd ein lýsing av demografisku menningini í Føroyum, frá fyrstu óvissu metingum, upp gjøgnum 16- og 17-hundraðtalið, har líðandi verður hagtalsliga fastari undir fótum, og heilt fram til okkara dagar. Umframt at lýsa demografisku menningina út frá teim samfelagsligu fyritreytunum, verður eisini víst á serstøku gongdina í Føroyum, har hon skilir seg frá demografisku gongdini í grannalondunum. Greinarnar eru: 1. Demografiska menningin í Føroyum, úr miðaldar stillstøðu til 200 ára fólkavøkstur ein samandráttur. 2. Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð. 3. Demografiska umbroytingin ella transitiónin í Føroyum, frá síðst í 18. øld inn í 21. øld. 4. Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum. 5. Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum. Viðmerkingar ella spurningar kunnu setast til Hans Paula Strøm, [email protected]

Upload: lekien

Post on 03-Feb-2018

304 views

Category:

Documents


12 download

TRANSCRIPT

Page 1: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

1

Demografiska menningin í Føroyum

síðstu 300 árini

Í nøkrum greinum verður gjørd ein lýsing av demografisku menningini í Føroyum,

frá fyrstu óvissu metingum, upp gjøgnum 16- og 17-hundraðtalið, har líðandi verður

hagtalsliga fastari undir fótum, og heilt fram til okkara dagar.

Umframt at lýsa demografisku menningina út frá teim samfelagsligu

fyritreytunum, verður eisini víst á serstøku gongdina í Føroyum, har hon skilir

seg frá demografisku gongdini í grannalondunum.

Greinarnar eru:

1. Demografiska menningin í Føroyum,

úr miðaldar stillstøðu til 200 ára fólkavøkstur – ein samandráttur.

2. Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð.

3. Demografiska umbroytingin ella transitiónin í Føroyum,

frá síðst í 18. øld inn í 21. øld.

4. Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð

– livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum.

5. Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini

– av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum.

Viðmerkingar ella spurningar kunnu setast til Hans Paula Strøm, [email protected]

Page 2: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

2

Samandráttur um demografisku menningina í Føroyum,

úr miðaldar stillstøðu til 200 ára fólkavøkstur

Hetta er ein samandráttur av fýra greinum um demografisku ella íbúgvafrøðisligu

menningina í Føroyum, afturi frá fyrstu metingum, har keldurnar eru fáar og óvissan stór,

upp gjøgnum 17-hundrað talið, har vit fáa fastari undir fótum, og heilt fram til okkara

dagar. Umframt at lýsa demografisku menningina út frá teim samfelagsligu fyritreytunum,

sum hava verið galdandi, verður eisini víst á serstøku gongdina í Føroyum, har hon skilir

seg frá vanligu demografisku gongdini í grannalondunum.

1. Søguliga gongdin í fólkatalinum

Fyrsta greinin er “Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð”.

Um ár 1330 búgva eini 3-4.000 fólk í Føroyum, verður mett.

Um ár 1600 er fólkatalið mett til 3.200, tvs. hálvtriðja øld er gingin uttan

fólkavøkstur.

Heldur tykist at ganga øvugtan veg í 1600-talinum, tí mitt í øldini er hóttafall, tá

fólkatalið er komið niður á 2.500 fólk.

Tað rættar seg aftur, men ikki fyrr enn fyrst í 1700-talinum kemur fólkatalið upp

um støðið 400 ár frammanundan.

Fyrst í 1800-talinum kemur rættilig ferð á fólkavøksturin, og fólkatalið verður

trýfaldað, úr 5.255 í 1801 til 15.230 í 1901.

Stóra umbroytingin frá feudala bóndasamfelagnum til nýggja kapitalistiska

fiskivinnusamfelagið er farin fram, har fólkavøksturin er tann størsti nakrantíð, ein

tvífalding eftir hálvari øld, til knappliga 32.000 fólk í 1950.

Seinnu helvt av 20. øld veksur føroyska vælferðarsamfelagið fram, og fólkatalið

heldur fram at veksa, til 47.770 í 1990. Men stutt eftir hetta hendi stóra

búskaparskrædlið, ið viðførir hópflyting av landinum og stóra fólkaminking.

Vit skulu fleiri ár inn í 21. øld, áðrenn tapið er tikið innaftur, men nú er stígur í

fólkavøkstrinum, í høvuðsheitum av tí, at burðaravlopið frá skerdu ungu

kvinnuættarliðunum bert er lítið størri enn miðal árliga nettofráflytingin.

Page 3: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

3

2. Demografiska umbroytingin frá síðst í 18. øld

Onnur greinin er “Demografiska umbroytingin ella transitiónin í Føroyum – frá síðst í 18.

øld inn í 21. øld”. Aftan fyri stóru broytingarnar í fólkatalinum seinastu 200 árini liggur

ein serstøk demografisk umbroytingargongd (ella transitión), sum eitt úrslit av sera ymisku

gongdini í teim demografisku høvuðstættunum, føðitíttleika og deyðatíttleika.

Í flestu londum á okkara leiðum lá fólkatalið lágt og støðugt upp gjøgnum miðøldina og

heilt fram í 18. øld. Burðaravlop til fólkavøkstur var lítið og onki. Men so frá síðst í 18. øld

henda stórar broytingar, sum kollvelta demografisku gongdina, við stórum fólkavøkstri og

víðfevndum broytingum í fólkasamanseting og búsetingarhátti. Hetta fylgir einum rættiliga

reglubundnum mynstri, sum í demografiini hevur eitt serligt heiti, nevnliga demografiska

umbroytingin ella transitiónin.

Ástøðiligi myndilin av demografisku umbroytingini lýsir gongdina í fimm høvuðsskeiðum,

og kann lutvíst síggjast sum eitt amboð til at lýsa søguligu demografisku menningina í

okkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð

til tænastu- og vitanarsamfelag og altjóðagerð. Men myndilin kann eisini lýsa, hvussu

ymisk lond í ymsum heimspørtum flyta seg upp gjøgnum tey fimm menningarstigini.

Page 4: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

4

Føroyar flyta seg upp gjøgnum hesi fimm demografisku stigini:

1. Frá síðst í 18. øld í eini støðu við umleið javnt lágum føði- og deyðatíttleika

2. Á øðrum stigi frá fyrst í 19. øld veksir føðitíttleikin nógv, meðan deyðatíttleikin minkar

spakuliga. Hetta viðførir stóran fólkavøkstur, og fólkasamansetingin broytist heilt nógv

3. Føroyar flyta seg inn á triðja stigið fyrst í 20. øld, tá føðitíttleikin fer at minka, men av tí

at deyðatíttleikin minkar uppaftur meir, fáa vit nú tíðarsskeiðið við tí størsta

fólkavøkstrinum.

4. Frá 1960-unum fara Føroyar inn á fjórða stigið, tá fallið í deyðatíttleikanum er støðgað

og hann heldur hevur lyndi til at kvinkast uppeftir. Men hóast lækkandi er føðitíttleikin

framvegis høgur, útvið dupult so høgur sum deyðatíttleikin. Og tí er framvegis ein

rættiliga stórur náttúrligur fólkavøkstur.

5. Tí eru Føroyar ikki enn komnar í ta støðu, sum eyðkennir fimta stigið. Tey eyðkenni eru

annars, at deyðatíttleikin fer upp um føðitíttleikan, í høvuðsheitum tí at

aldurssamansetingin í fólkinum er blivin so gomul: ættarliðið av kvinnum í burðarførum

aldri er minkað so nógv, at tær ikki eru førar fyri at seta líka so stór ættarlið í verðina,

sum tey undanfarnu. Samstundis er talið av gomlum lutfalsliga so stórt og framhaldandi

veksandi, at náttúrligi deyðatíttleikin økist upp um føðitíttleikan. Hetta er støðan í flestu

av okkara grannalondum og flestastaðni í Europa annars.

3. Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð

Í triðju greinini er evnið: “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð – livikor av týdningi fyri

demografisku umbroytingina í Føroyum”. Livikorini eru, eins og heilsuviðurskiftini, ein

høvuðstáttur at hava í huga, tá hugt verður aftur um demografisku umbroytingina, sum

hevur verið seinastu 200 árini og enn heldur á.

Tilverugrundarlagið undir føroyska samfelagnum so langt aftur í miðøldina til ber at siga,

var jarðarbrúkið og av hesum serliga djórahaldið, seyður og neyt. Framleiðsla og

lívsuppihald var avmarkað av veður- og gróðrarlíkindum. Avlop var onki at standa ímóti

við, tá misvøkstur og fellisár raktu. Regluligur innflutningur av ávísum neyðsynjarvørum

var tí ein av fyritreytunum fyri lívsgrundarlagnum, men eisini hann kundi vera svikaligur.

Samfelagsliga berievnið var tí avmarkað, tvs. setti mark fyri vøkstri í framleiðslu og

fólkatali.

Hesar fyritreytir sóust aftur í samfelagsliga bygnaðinum, tí gamla patriarkalska

bóndasamfelagnum, har grundeindin heilt frá fyrstu tíð og fram til 19. øld var húsarhaldið á

bóndagørðunum, har fólkið starvaðist, búði og livdi, bóndafólkini, teirra skyldfólk,

húskallar, arbeiðsgentur og onnur tænastufólk. Ongin slapp leysur av hesum og at seta

búgv, uttan at ogna sær nóg mikið av jørð ella onkursvegna prógva grundarlag fyri at

kunna lívbjarga húskinum. Hetta varð ásett í sonevndu “trælalógini”, ið hevði sín uppruna

afturi í Seyðabrævinum frá 1298.

Lønin var býlið, matur, klæði og tað, sum tørvaðist til lívsins uppihald. Lívsgrundarlagið

hjá tí vanliga fólkinum úti um landið var sostatt bindingin til bóndan og tað, sum varð

framleitt og virkað á gørðunum. Undantøkini vóru í Havn, hjá embætismonnunum og

nøkrum fáum krambakallum, soldátum og handverkarum – og í hinum endanum tey, sum

av ymsum orsøkum vóru sett heilt uttanfyri, fátækralimir og armingar, ið bert høvdu

olmussu og biddaragongd til lívsuppihald.

Frá síðst í 18. øld kemur tað gamla stirnaða bóndasamfelagið undir veksandi trýst eftir

broytingum. Útróðurin fær støðugt veksandi týdning, og saman við nýggja traðarbrúkinum

Page 5: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

5

skapast nú grundarlag fyri framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatali og samfelagsligari

menning, og møguligt verður hjá fólki í veksandi tali at kunna lívbjarga sær óheft av

bóndagørðunum.

Frá ráðandi stættini av bóndum, prestum og sýslumonnum – sum eisini manna løgtingið -

verður roynt at byrgja upp fyri hesi gongdini, m.a. við herðingini í 1777 av miðaldargomlu

“trælalógini” og við bátsbandinum frá 1813. Men ikki ber til at steðga broytingunum, sum

fara fram við veksandi megi upp gjøgnum alla 19. øld.

Hvat fólk livdu av, ella hvat føðslugrundarlagið var fyrst í 19. øld, kann síggjast úr

sonevndu Løbners tabellum frá 1814, har innløgan hjá hvørjum húski kann umroknast til

hetta býtið millum ymsu kaloriukeldurnar:

Yvirlitið vísir greitt tann altavgerandi týdningin, sum neytamjólkin hevði fyri føðsluna hjá

føroyingum (í meðal eini tvey fólk uppá kúnna), og hvussu bundin man hevur verið av

innfluttum kornið. Eplaveltingin sæst ikki aftur í yvirlitinum, tí henda nýggja og sera

týdningarmikla burðarkelda verður ikki vanlig fyrr enn í 1820- og 30-unum.

Størsta broytingin í føðslu- og lívsgrundarlagnum upp gjøgnum 19. øld – og sum gevur

rúm fyri tí stóra fólkavøkstrinum – er vøksturin í traðarbrúki, útróðrinum og seinni

skipsfiskiskapinum. Tann avgerandi høvuðsbroytingin hendir, tá vit fara úr 19. og inn í 20

øld, og á toftunum á gamla bóndasamfelagnum hevur eitt nýtt vinnu-, framleiðslu- og

samfelagsmynstur vunnið fram, har skipsfiskiveiða og lønararbeiði á landi í fiski-,

handverks- og handilsvinnu útvegar størri og veksandi grundarlag fyri betri inntøku,

matarhaldi og klæði, bústaðar- og heilsuviðurskiftum og sosialum livikorum annars.

4. Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini

Fjórða og síðsta greinin ber heitið: “Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini, av týdningi fyri

demografisku umbroytingina í Føroyum”.

Sum ein týðandi táttur í livikorunum hevur heilsustøðan hjá fólkinum avgerandi ávirkan á

teir demografisku høvuðstættirnar, deyðatíttleikan tó í størri mun enn føðitíttleikan. Serliga

stóra ávirkan hava tey grundleggjandi heilsuviðurskiftini á smábarnadeyðan, sum var ein

høvuðsatvold til høga deyðatíttleikan fyrr í tíðini.

Page 6: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

6

Hvussu var statt við heilsustøðuni og heilsuvitanini kunnu vit fáa ávisa ábending um í

frágreiðingum frá sonevndu landskirurgunum heilt aftur í 16- og 17-hundrað talinum. Út

frá teimum skilst, at fram um heilsuliga og læknaliga vitan ráddu pátrúgv og gomul

heimaráð av meir og minni ivasamum uppruna og virknaði, um viðurskifti, ið elvdu til

sjúku og veikleikar, og um ráð fyri at fyribyrgja og lekja.

Størsti trupulleikin var manglandi reinføri í samband við matgerð, klæðir og húsarhaldið

annars, eins og húsaumstøður, har fólk matgjørdu, ótu, svóvu, arbeiddu og hagreiddu seyð

og fisk í sama myrka og roykfylta rúmi við opnum eldstaði.

Undir slíkum umstøðum raktu umfarsjúkurnar fólkið meint. Tær herjaðu einstøk ár við

ymiskum tíggju ára millumbilum alla 18. og 19. øld. Summar gjørdu so nógv um seg, at

deyðatalið kundi kundi fara upp í tað fýrfaldaða.

Tó gjørdi tað avmarkaða sambandið við útheimin og búsetingarmynstrið við smáum

spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi, at fólkið var betri vart ímóti

nógvum farsóttum, sum meira regluliga og oyðandi herjaðu í øðrum býargjørdum

samfeløgum.

Samskiftið við útheimin og millum bygdir í Føroyum øktist tó nógv við stóra

fólkavøkstrinum frá fyrst í 19. øld, og enn meira tá skipsfiskiveiða, lønarbeiði á landi og

handil vinda upp á seg síðst í 19. øld. Hetta ger eisini, at smittuvandin økist, og

umfarssjúkurnar verða fleiri og títtari.

Tað er eisini í hesum tíðarskeiði, at verulig almenn heilsulóggáva verður til, um

heilsulagsfrágreiðingar, karantenu, koppseting og ljósmøðravirksemi, sum í 1878 verður

skipað í 25 ljósmøðradømi. Føroyska heilsuverkið tekur líðandi skap. Frá at ein lækni er til

5.000 fólk um ár 1800, eru tað seks læknar til 15.000 fólk um ár 1900. Færø Amts Hospital

kemur í 1829 og avloysir Argja Hospital frá 1547, Klaksvíkar sjúkrahús kemur í 1898 og

Suðuroyar sjúkrahús í 1904.

Page 7: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

7

Seinnu helvt av 19. øld fær so líðandi upplýsing og leiðbeining um fólkaheilsu ein

veksandi týdning fyri almennu heilsutænastuna. Hetta verður m.a. borið fram við

útbreiðsluni av skúlaverkinum, har skúlar verða stovnaðir og undirvísing skipað í so at siga

øllum bygdum í Føroyum. Í framhaldi av hesum verður fólkaupplýsingin eisini stimbrað av

mentunarligu menningini. Realskúlin í Havn kemur í 1861, læraraskúlin í 1870,

almúguskúlin í 1872, fyrsta blaðið, Dimmalætting í 1878 og Føroyingatíðindi í 1890, og í

1899 verður Háskúlin settur á stovn.

Upp gjøgnum 19. øld verður alt størri partur av fólkinum leysur av patriarkalsku, sosialu

skipanini í gamla bóndasamfelagnum og verða óheftir løntakarar, arbeiðsfólk,

handverkarar, útróðrar- og sjómenn. Av hesi gongdini kemur seint fram í øldini tørvurin

fram um at taka seg saman í felagsskapir til tess at tryggja fíggjarliga atkomu til neyðugar

heilsutænastur. Fyrsti sjúkrakassin kom í 1886 við nøkrum fáum limum, í 1913 vóru 4 við

633 limum, og í 1936 vóru 38 sjúkrakassar kring landið við 13.721 limum, svarandi til

92% av fólkinum yvir 19 ár.

Sjúkrakassarnir boða frá eini nýggjari tíð, tá karmar um sosialt samhaldsfesti vinnur fram.

Um somu tíð taka arbeiðsmenn og handverkarar seg saman og stovna fyrsta fakfelagið, og

verkamannarørslan verður ein týðandi táttur í samfelagsmenningini og slóðbrótari fyri

sosialum framstigum.

5. Hvat eru útlitini?

Taka vit afturíaftur, um hvussu Føroyar hava flutt seg upp gjøgnum demografisku

menningarstigini, er støðan tann, at vit enn eru á fjórða stigi, har føðitíttleikin er so mikið

høgur, at hann gevur eitt burðaravlop, ið á leið vigar upp móti miðalárligu

nettofráflytingini, sum hevur verið nógvu seinni árini.

Hvat eru so útlitini? Væntandi er, at føðitíttleikin framvegis fer at falla, í høvuðsheitum tí

at ungu kvinnuættarliðini eru minkandi, m.a. av fráflytingini, og deyðatíttleikin fer

framhaldandi at veksa, rætt og slætt tí tey gomlu verða ein støðugt størri partur av

fólkatalinum. Tí er væntandi at eisini Føroyar fara at koma inn í fimta stigið í

demografisku umbroytingini, har føðitíttleikin og deyðatíttleikin koma at umskarast, so

burðaravlopið verður negativt, tvs at náttúrligi fólkavøksturin verður ein minking.

Tað er í høvuðsheitum bara eitt, sum kann venda gongdini. Tað er spurningurin um, hvussu

tað verður við fráflytingini úr Føroyum, tvs. hvussu tað eydnast at fáa fólk at støðast í

Føroyum. Og hvussu tað eydnast at fáa tilflytingina at viga upp móti fráflytingini, og

týdningarmiklast av hesum: afturflytingin av teim ungu - og har serliga teim ungu

kvinnunum – sum á hvørjum ári fara úr Føroyum í útbúgvingar- ella øðrum ørindum.

Støðumyndir 1901, 1950, 1989 og 2014 Niðanfyri eru fólkapyramidurnar, ið vísa fýra støðumyndir av demografisku

fólkasamansetingini í Føroyum, hvussu fólkið er býtt eftir aldri og kyni:

- 1901: eftir stóra fólkavøksturin í 19. øld, við breiðum botni av teim yngstu ættarliðunum,

men smalkandi skjótt uppeftir;

- 1950: eftir enn størra fólkavøksturin í fyrru helvt í 20. øld, har nú eisini lutfalsliga fleiri

eru í ungum og góðum miðal árum frá tjúgu upp í fjøruti ára aldur;

-1989: hóast fall í føðitíttleikanum (smalari botnur) er tað ein bulmikil fólkapyramida, m.a.

av drúgvum tíðarskeiði við stórari samfelagsligari menning í sjeyti- og áttatiárunum, har

heldur fleiri fluttu til Føroya enn av landinum. Men hetta er eisini beint áðrenn stóra

Page 8: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

8

búskaparliga og vinnuliga skrædlið, ið elvdi til hóparbeiðsloysi og hópflyting av ungum

fólki av landinum.

- 2014: her sæst hvussu barnaættarliðini eru minkað og somuleiðis ungu ættarliðini í 20- og

30-árunum, í høvuðsheitum sum avleiðingar av fráflytingini.

Keldur: allar keldutilvísingar til innihald og grafiskar myndir eru at finna í teim fýra

greinunum, sum henda greinin er ein samandráttur av.

Page 9: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

9

Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð

Ein lýsing av søguligu gongdini í fólkatalinum í Føroyum hevur ikki rættiliga fast undir

fótum fyrr enn seint í 18. øld. Fyrsta almenna fólkateljingin er í 1769, og tvær tær næstu

eru við tríati ára millumbilum. Síðani eru tær regluliga við 5-10 ára millumbilum fram til

okkara dagar, har fólkayvirlit o.a. skráir eru haldgóðar keldur við fjølbroyttum

upplýsingum. Fyri tíðina áðrenn fólkateljingarnar eru nakrar einstakar metingar, men

keldurnar eru fáar og spjaddar og óvissan stór.

Hvussu fólkatalið hevur verið tær fyrstu 5-6 øldirnar frá landnáminum vita vit ikki. Onkrar

ásetingar í Seyðabrævinum frá 1298 eru tó, sum greitt miða eftir at avmarka náttúrligan

fólkavøkstur (m.a. at fólk skuldu eiga trý neyt fyri at sleppa at seta búgv), og kann tað

benda á, at fólkatalið hevur ligið á einum støði, sum landið kundi bera undir tátíðar

samfelagsviðurskiftum (Guttesen 1969, 8)

1327: 270 húski og 3-4.000 fólk

Fyrsta metingin av fólkatalinum sigur, at um ár 1330 búgva eini 4.000 fólk í Føroyum.

Hetta heldur Anton Degn seg kunna siga út frá søguligum skjølum frá ár 1327 um

sonevnda “Rómaskattin” í Føroyum (Degn 1932, 131). Hann kemur fram til, at tað eru um

270 húski í Føroyum tá. Tá hann so roknar 15 fólk til hvørt húski, verður fólkatalið um

4.000. Rolf Guttesen heldur talið 15 vera høgt. Setir man tað til 10, verður fólkatalið um

2.700 fólk (Guttesen 2010). Hvat boð vit so brúka, er greitt, at tað er rættiliga óvist. Í

yvirlitið er sett eitt miðaltal uppá 3.500 fólk.

Hetta er beint undan Svartadeyða, sum herjaði um alt Europa í árunum 1347-50.

Søgufrøðingar halda, at hóast tað var ymiskt, sum hon rakti frá einum stað til annað, so var

tað sum heild um ein triðingur av fólkinum, ið doyði av farsóttini. Hvussu var í Føroyum,

vita vit ikki. Tað eru nógvar søgnir um bygdir, ið vóru avtoftaðar av Svartadeyða, men tað

er ongin søgulig skjalprógvan av nøkrum slag, um at Svartideyði gjørdi um seg í Føroyum.

Page 10: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

10

1600: 3.200 fólk – hálvtriðja øld uttan fólkavøkstur

Tí tá vit aftur hava eina meting av fólkatalinum um ár 1600, liggur tað framvegis heilt niðri

á eini 3.200 fólkum. Tað siga tvær metingar, sum styðja hvørja aðra sera væl. Tann fyrra er

eftir Arnbjørn Mortensen, sum út frá jarðarbókum roknar seg fram til, at fólkatalið tá var

3.180 (Mortensen 1954, 37). Seinna metingin er eftir R. Guttesen (Guttesen 2010, 56), sum

út frá skjølum við sonevndum “Kongstíggjundalistum” sum grundarlag roknar fólkatalið

um sama mundi at vera 3.205 fólk. T.v.s. at Mortensen og Guttesen út frá hvør sínum

metingargrundarlagi koma fram til sama úrslit.

1650: 2.500 fólk – hóttafall fyri land og fólk

Langt inn í øldina tykist tann vánaliga gongdin í fólkatalinum bert at versna. Fólkatalið

minkar so álvarsliga, at í 1650 er tað komið heilt niður á 2.515 fólk, smb. meting hjá

Guttesen (2010, 56). Hetta er ein gongd, har landið og fólkið hevur verið fyri veruligum

hóttafalli, óiva merkt av verri veðurlagi (“lítla ístíðin” nevnist ofta hetta tíðarskeiðið), við

fellisárum og óiva við viknaðum mótstøðuføri í fólkinum móti afturvendandi farsóttum.

1710: 3.600 fólk – vend er komin í

Tann skeiva gongdin vendir tó aftur til framgongd í seinnu helvt av 17. øld (vanliga nevnd

Gablatíðin), tí frá 1650 til 1710 veksur fólkatalið úr umleið 2.500 til 3.600 (Guttesen 2010,

56). Nústani tá er fólkatalið komið upp á sama stig, sum eini 400 ár frammanundan.

Vøksturin í fólkatalinum heldur fram í 18. øld. Við støði í upplýsingum um fødd og deyð í

kirkjubókum o.ø. skjølum hevur Bergur í Garði rekonstruerað fólkatalið frá fólkateljingini

í 1801 aftureftir til 1720 (í Garði 1984, 98 ff). Sjálvsagt er óvissan størst um tey elstu

tølini, men talrøðin bindur væl saman millum 1710 hjá Guttesen og fólkateljingarnar í

1769 og 1801.

1769: 4.773 fólk – umfarssjúkur støðga fólkavøkstrinum

Í 1720 er fólkatalið roknað til um 4.000 fólk eftir hesum háttinum. 25 ár seinni er tað

komið upp á 4.500 fólk, og aftur 25 ár seinni við fólkateljingina í 1769 – er talið um 4.800

fólk. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at alt fólkið í Føroyum er talt við eina almenna

fólkateljing.

Eitt afturstig hevur verið í fólkavøkstrinum frá 1775 til 1785. Í sínum kendu

“Indberetninger” hevur J. Chr. Svabo uppgerð av fólkatalinum út frá kirkjubókum, og

kemur til 4.409 fólk í Føroyum í 1782 - tvs. 364 fólk færri enn við fólkateljingina 13 ár

frammanundan. Fyri sama árið 1782 hevur B. í Garði 4.630 fólk – tvs. ikki so stórt fall,

men tó ein minking upp á 143 fólk.

Afturstigið kemst óiva av, at í 1775 var ein hervilig influenza, sum gjørdi at deyðatíttleikin

tvífaldaðist upp í 35‰ (deyð pr. 1.000 íbúgvar). Og aftur í 1781 herjaðu meslingar, sum

øktu deyðatíttleikan heilt upp í 42‰ - hægsti deyðatíttleiki, sum nakrantíð er máldur í

Føroyum – at samanbera við ein føðitíttleika, sum hesi árini vanliga var niðan fyri 20‰ (í

Garði 1984, 114 og Guttesen 1996, 16).

Page 11: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

11

1813: 5.300 fólk - ferð er komin á fólkavøksturin

Fólkatalið vaks aftur fram til fólkateljingina í 1801, tá 5.255 fólk búðu í Føroyum. Stígur er

í tey næstu 10 árini, men frá 1813 kemur rættilig ferð á fólkavøksturin (tíðarrøðin 1720-

1831 er eftir B. í Garði 1984, 96 ff). Tá veksur fólkatalið frá uml. 5.300 til uml. 6.800 í

1831. Ofta verður víst til, at stóra samfelagsbroytingin og fólkavøksturin tekur seg upp,

eftir at monopolhandilin varð tikin av, og Føroyar fingu frían handil í 1856. Gongdin í

fólkatalinum vísir tó, at henda stóra broytingin tók seg upp longu í fyrru helvt av 19. øld, tá

fólkavøksturin fleirfaldaðist samanborið við gongdina í 18. øld.

Í fyrru helvt av 19. øld veksa fram nýggj framleiðslu- og stættaviðurskifti, sum leggja

grundarlagið undir byrjandi samfelagsbroytingina (Finnsson og Kristiansen 2006, 8 ff, og

Guttesen 2010, 59 ff):

- Ein nýggj samfelagsstætt av traðar- og útróðrarmonnum og harvið eisini nýggj

vinnugrein kemur fram. Hetta sæst m.a. aftur í vinnulýsingini í fólkateljingini í 1840,

har stórur partur av inntøkuni í nógvum bygdum nú kemur av sjónum.

- Eftir at løgtingið er tikið av, kemur nýggj fyrisiting við amtmonnum at skipa fyri, sum

settu tiltøk í verk, ið eggjaðu til broytingar í fastlæstum vinnu- og ognarskipanum.

- Nógv varð velt upp úr nýggjum, traðir vórðu lagdar inn, og útróðrarmenn og húskallar

og tænastukonur, ið fóru av gørðunum, settu seg niður í nógvum nýggjum bygdum víða

um alt landið.

- Tað hevði eisini nógv at týða fyri fólkavøksturin, at ein nýggj føðikelda við

eplaveltingini tekur seg upp fyrst í 19. øld og líðandi trokar kornveltingina burtur.

- Sum fyrstu stig til fríari handil komu útihandlarnir í Klaksvík, Vestmanna og Tvøroyri

(1836-37). Hetta fekk eisini stóran týdning fyri menningina av útróðrinum.

1850 - 1901: frá 8 til 15.000 fólk – ávegis til nýggja samfelagsskipan

Í seinni helvt av 19. øld vísa fleiri avgerandi hendingar, hvussu stóra samfelagsbroytingin

setir seg ígjøgnum:

- Í 1846 varð bannið frá 1777 tikið av, um at ognarleys og onnur, sum ikki kundu prógva

teirra evni til at forsyrgja familjuni, ikki sluppu at giftast og seta búgv.

- Í 1856 verður einahandilin tikin av. Handilsmenn fara undir virksemi í bygdunum út um

alt landið, keypa og selja fisk o.a. vørur, byrja reiðaravirksemi og fiskavirking á landi.

Page 12: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

12

- Í 1863 (fyri Havnina) og í 1894 (á bygd) góvu nýggju jarðarlógirnar ognarleysum rætt at

ogna sær traðir.

- Í 1865 varð sonevnda bátsbandið frá 1813 tikið av, sum hevði givið bóndunum

framíhjárætt til at fáa teirra bátar mannaðar, áðrenn ognarleysir traðar- og útróðrarmenn

sluppu at manna sínar egnu bátar.

- Í 1872 verður fyrsta stigið tikið til skipsfiskiveiðu, sum saman við fiskavirking á landi

longu eftir 20-30 árum vaks til týdningarmestu vinnu í landinum.

Page 13: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

13

1901 - 1950: frá 15 til 32.000 fólk – størsti fólkavøkstur nakrantíð

Nýggja fiskivinnusamfelagið hevði trokað gamla bóndasamfelagið afturum. Nýggir

samfelagsstættir mynda menningina: reiðarar, keypmenn og arbeiðsgevarar øðrumegin, og

hinumegin skjóttveksandi fjøldin av fiskimonnum, arbeiðsmonnum- og kvinnum,

handverkarum og øðrum løntakarum.

Fyrri partur av 20. øld merkist av vinnuligum framburði. Búsetingin broytist, har nakrar

stórbygdir við skipsfiskivinnu, ídnaðarligari fiskaframleiðslu, handli og handverki taka seg

framum við stórum fólkavøkstri, meðan nógvar smábygdir dragna afturúr sum leivdir av

gamla bóndasamfelagnum. Eitt víðgreinað samferðslukervi veksur fram við vegum millum

bygda og sigling millum oyggja eins og uttanlandssigling við fólki og farmi.

Page 14: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

14

Viðm.: Fólkatalið er gjørt upp í sóknum sambæriligt við gomlu fólkateljingarnar. Av tí ógvisliga

støddarmuninum millum Tórshavn og hinar sóknirnar, er myndin sett upp í tveimum, so at í størri myndini

eru tríggjar tær størstu sóknirnar ikki við, meðan í minni myndini eru allar við.

Myndin vísir, hvussu fólkatalið vaks í upprunaligu sóknunum í trimum fylgjandi men sera ymiskum

tíðarskeiðum. Hetta hendi, meðan samlaða fólkatalið í Føroyum vaks úr 5.265 í 1801 til 48.778 í 2015. Í

fyrsta tíðarskeiði setir útróðrar- og traðarmannaskipanin ferð á fólkavøksturin, sum kemur øllum sóknum

Page 15: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

15

kring landið til góðar. Í næsta skeiði, tá nýggja fiskivinnusamfelagið endaliga hevur trokað gamla

bóndasamfelagið afturum, sæst broytingin aftur í sera ójavna vøkstrinum millum ymisku sóknirnar. Í triðja

tíðarskeiði sæst. hvussu fólkatalið nú er farið at minkað í sóknum á útoyggjum og í útjaðara annars, serliga

sunnanfjørðs, meðan tann stóri vøksturin er miðsavnaður í Tórshavn og nøkrum fáum sóknum aftrat, serliga í

mið- og eysturøkinum.

1950 – 2000: frá 32 til 45.000 fólk – føroyska vælferðarsamfelagið verður til

Seinnu helvt av 20 øld veksur fólkatalið framvegis, men við støðugt minkandi ferð. Tað

eru tvær høvuðsorsøkir til hetta:

Onnur er ein líðandi minking í burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og

deyð, roknað pr. 1.000 íbúgvar). Sum sæðst á myndini fer lutfalsliga burðaravlopið

í seinnu helvt av 1990-unum fyri fyrstu ferð niður um støðið frá 1850-unum. Hetta

kemur av, at tann sonevnda demografiska umbroytingin ella transitiónin slær

ígjøgnum. Tað vil siga, at føðitíttleikin er komin inn í eina støðugt fallandi gongd,

samstundis sum deyðatíttleikin ikki longur minkar – m.a. tí eldru ættarliðini vera

ein lutfalsliga veksandi partur av fólkinum.

Hin høvuðsorsøkin er, at samstundis sum vit koma inn í 20. øld, tekur ein nýggjur

táttur seg upp í demografiski gongdini, sum nærum ongan týdning hevur havt

frammanundan. Tað er ein ávís fráflyting av landinum, sum vísir seg undir

kreppuni í 1930-unum, men tað er serliga í seinnu helvt av 20. øld, at fráflytingin

av álvara ger um seg og stórliga ávirkar gongdina í fólkatalinum. Hetta vísir seg

serliga undir kreppuni fyrst í 50-unum, aftur í seinni helvt í 1960-unum, og so fram

um alt undir samfelagsbúskaparliga skrædlinum fyrru helvt í 1990-unum.

Henda broytingin í gongdini í fólkatalinum fylgir stóru samfelagsbroytingunum í seinnu

helvt av 20. øld, tá føroyska vælferðarsamfelagið verður til, og familju-, arbeiðs- og

hugsunarhættir broytast grundleggjandi.

Telesamskiftismøguleikar víðkast innlendis og úteftir.

Við orkuverkum kring landið nútímansger ravmagnsatgongdin

framleiðsluviðurskifti og liviumstøður.

Stóríløgur í samferðslukervið, skipaflota, vinnutól á landi, handils- og

tænastufyritøkur, eins og ein stórur almennur sektorur, m.a. á útbúgvingar-,

almenna- og heilsuøkinum verður uppbygdur.

Umframt sjóvegis verður nú eisini loftvegis dagligt ferðasamband við útheimin.

Page 16: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

16

Stórur partur av ungdóminum søkir sær hægri útbúgvingar í Danmark o.ø.

útlondum.

Fríari atgongd til fyribyrging, broyttir hugburðir m.a. til siðbundnar kynsleiklutir,

øktu arbeiðsmøguleikarnir í privatum og almennum tænastuvinnum, saman við

útbygging av dagstovnum og almennari eldrarøkt, geva betri møguleikar fyri at

samskipa familju- og arbeiðslív, og kvinnurnar gerast virknar á

arbeiðsmarknaðinum í so at siga eins stóran mun sum menn.

Við hesi gongdini er náttúrligi fólkavøksturin (burðaravlopið), sum heilt fram til 1970’ini

lá omanfyri 1,6% árliga, komin niður móti 0,5 % í miðal tey síðstu 10 árini. Tá samstundis

nettoflytingin hesi somu árini er blivin ein miðal árlig nettofráflyting um 0,4%, er

aldargamli vøksturin í fólkatalinum mest sum støðgaður upp. Tað er lítið hugsandi, at

burðaravlopið fer uppaftur, so einans við betri javnvág millum til- og fráflyting verður

grundarlag fyri, at fólkatalið eisini kann vaksa í 21. øld, um enn við nógv minni fer enn í

undanfarnu øld.

Í hesari myndini er øll gongdin í fólkatalinum lýst við logaritmiskum skala, sum ger tað møguligt at lýsa broytingarnar í teim ymisku intervallunum við teim lágu eins og við høgu virðunum í eini víðfevnandi talrøð

Keldur:

Danmarks Statistik/Statistisk Departement: Fólkateljingarnar 1769 til 1977

Danmarks Statistik: Stat. Meddelelser 4, 56, 4, København 1918

Danmarks Statistik: Befolkningens bevægelser 1978

Anton Degn: Hvat kann Rómaskatturin í Føroyum siga okkum, Varðin 12. b., 1932.

Bergmann Finnsson, Sámal M. Kristiansen: Bygdin fyrr, nú og í framtíðini, Námsrit 7/ 2006

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831,

Københavns Universitet 1984.

Rolf Guttesen: Færøernes interne og externe migrationer, Geografisk Institut 1969

Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, Topografisk Atlas Færøerne, 1996

Rolf Guttesen: Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr, í Brot úr Føroya Søgu,

Fróðskapur 2010, og í hesum smb. teldusamskifti við undirritaða 3/5-2010.

Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnurin, Fólkahagtøl, Íbúgvaviðurskifti

Robert Joensen: Hvussu gomul er bygdin, Varðin bind 38, 1968

Emilius Löbner (1815): Fortegnelse over Folkemængden i Færöe den 1. Januar 1814, deres

Ejendomme, Næringsgreene m.m. Editerað til www.history.fo: R. Guttesen

Page 17: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

17

Arnbjørn Mortensen: Fólkatalið og ognarbýtingin um 1600, Fróðskaparrit 3. bók, 1954

Virkisnevndin, Serrit nr. 2: Fólkasamansetingin í Føroyum, A.L. Olsen 1964

Jens Chr. Svabo: Indberetninger fra en Rejse i Færøe 1781-82, 1957

Page 18: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

18

Demografiska umbroytingin í Føroyum

– frá síðst í 18. øld inn í 21. øld

Fram til síðstu helvt av 18. øld var fólkatalið støðugt í flestu londum á okkara leiðum og í

Europa sum heild. Hóast høgan føðitíttleika (fødd pr. 1000 íbúgvar) stóð fólkatalið mest

sum í stað, lutvíst av tí at deyðatíttleikin (deyð pr. 1000 íbúgvar) vanliga var nærum líka

høgur, og lutvíst av, at tað lítla burðaravlopið, sum var, so dánt vigaði upp móti stóru

missunum, sum við millumbilum stóðust av afturvendandi umfarssóttum, misvøkstri við

hungursneyð og kríggjum.

Síðani, frá síðst í 18. øld, henda stórar broytingar bæði í føðitíttleika og deyðatíttleika, sum

kollvelta demografisku gongdina víða um, við stórum fólkavøkstri og víðfevndum

broytingum í fólkasamansetingini og búsetingarháttunum. Tá henda gongdin hæsar av síðst

í 20. øld, er fólkatalið fleirfaldað, 5 til 10 ferðir. So kemur stígur í, fólkatalið verður

støðugt ella enntá spakuliga minkandi summa staðni. Men nú er orsøkin hvørki kríggj,

hungursneyð ella umfarssóttir, men at eins og deyðatíttleikin er fallin, er føðitíttleikin eisini

og nógvastaðni niður um deyðatíttleikan.

At fólkatalið í nøkrum av hesum londum kortini heldur sær ella veksur spakuliga, kann

koma av øðrum orsøkum, nevnliga stórum fólkaflytingum, ið serliga ganga frá meira

fátækum og ófriðarligum londum til tey ríkari londini í vesturheiminum.

Samfelagsskipanarlig og demografisk umbroyting

Av tí at tað er eitt rættiliga reglubundið mynstur í hesi gongdini frá síðst í 18. øld til síðst í

20. øld, hevur hon eitt serligt heiti í demografiini og verður nevnd demografiska

transitiónin ella umbroytingin. Hon er sermerkt fyri gongdina í flestu londum í Europa og

síðani vesturheiminum sum heild.

Aftanfyri liggur framvøksturin av eini nýggjari samfelagsskipan, har feudalir ognar-,

framleiðslu- og siðmenningarhættir dvína fyri ídnaðarligari, tøkniligari, vísindaligari og

frælsari menning, sohvørt tær gomlu samfelagsstættirnar av jarðeigarum og lívbundnum

ognarleysum verða trokaðir til viks av framfýsnum borgarskapi og eini skjóttveksandi fjøld

av fríum verkafólkum.

Page 19: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

19

Hesin ástøðiligi myndil av demografisku umbroytingini varð upprunaliga orðaður av

Warren Thompson í 1929, og var tá bara í 4 stigum. Í 1947 legði C.P. Blacker úrslitini av

síni gransking av demografisku transitiónini fram í greinini “Stages in Population Growth”,

og hevði hann ment myndilin og útbygt hann við einum 5. stigi, fyri at kunna fevna um tær

broytingar, sum vóru at síggja í demografisku gongdini í Mið- og Norðureuropa. Hóast

myndilin síðani er mentur og fjøltáttaður uppaftur meir, stendur Blacker´s-myndilin enn

sum tann klassiska lýsingin av demografisku umbroytingini.

Myndilin frammanfyri lýsir gongdina í demografisku umbroytingini í 5 høvuðsskeiðum:

1. Fyrsta stig er eyðkent við høgum føðitíttleika eins og deyðatíttleika.

Fólkavøksturin er lítil. Feudal samfelagsskipan. Lívsgrundarlagið er tað sum jørðin

gevur av sær. Men úrtøkan er svikalig, og hungursneyð er afturvendandi, eins og

umfarssóttir. Tí eru stór lop í deyðatíttleikanum, sum er størstur hjá smábørnum.

2. Annað stig er eyðkent við, at føðitíttleikin framvegis er høgur, men deyðatíttleikin

er nú fallandi. Gongd kemur á fólkavøksturin. Føðslugrundarlagið verður betri við

meira munagóðum framleiðsluháttum í landbúnaðinum, vøkstri í handverki, handli

og byrjandi ídnaði. Við øktari upplýsing fylgir útbreiðslan av grundleggjandi

kunnleika um reinføri, føðslu og sjúkuelvandi viðurskifti eins og almennar

fyriskipanir um fólkaheilsu og fyribyrging. Hetta viðførir serliga minkandi

smábarnadeyða og økir um lívslongdina.

3. Triðja stig er eyðkent við, at umframt áhaldandi fall í deyðatíttleikanum, er nú

eisini føðitíttleikin fallandi. Við minkandi barnadeyðanum er ikki longur sami

tørvur at føða eins nógv børn sum áður, til tess at tryggja grundarlagið hjá

familjuni. Býargerðin økist við stórari fólkaflyting úr landbúnaðinum til býirnar,

har ein ídnaðarlig kollvelting fer fram. Almennur skúlaskapur verður skipaður.

Barnaarbeiðið verður bannað. Arbeiðsmarknaðurin verður skipaður. Kvinnurnar fáa

størri leiklut í almenna samfelagnum.

4. Fjórða stig: bæði fallið í deyðatíttleika og føðitíttleika steðga á, so bæði leggja seg

nakað javnt á einum lágum støði. Fólkavøksturin minkar niður móti eini støðugari

javnvág. Livikorini eru nógv batnað við góðum heilsu- og almannaviðurskiftum.

Familjumynstrið er broytt til smáar kjarnufamiljur. P-pillarin skapar grundarlag fyri

neyvari familjuplanlegging. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin og

verða fíggjarliga óheftar.

5. Fimta stig: Síðani síðst í 20. øld hava nógv av londunum fingið eina sonevnda

gamla fólkafjøld, har parturin av eldri og gomlum er tann mest skjóttveksandi

parturin av fólkatalinum. Tað ger av sær sjálvum, at deyðatíttleikin fer at veksa, og

tá føðitíttleikin framvegis minkar, hevur deyðatíttleikin lyndi til at fara upp um

føðitíttleikan, so at fólkatalið nú verður minkandi. Samstundis hendir ein vinnulig

og búskaparlig transitión, har londini flyta seg úr ídnaðarsamfelag til tænastu- og

vitanarsamfelag. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri tey mest framkomnu londini í

vesturheiminum.

Tey 5 stigini í demografisku umbroytingini kunnu lutvíst síggjast sum eitt amboð til at lýsa

søguligu demografisku gongdina í okkara parti av heiminum, frá tí feudala

bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð til tænastu- og vitanarsamfelag og

altjóðagerð. Men myndilin kann eisini brúkast at lýsa tað menningarstigið, sum ymisk lond

í ymsum heimspørtum eru á, og hvussu tey flyta seg upp gjøgnum hesi stigini.

Page 20: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

20

Ymiskar fólkapyramidur gjøgnum demografisku umbroytingina

Samstundis sum demografiska gongdin broytist við føði- og deyðatíttleikanum, broytist

eisini aldurssamansetingin í fólkafjøldini. Hetta sæst aftur í sokallaðu fólkapyramidunum,

sum eru eyðkendar fyri ymisku stigini í demografisku umbroytingini.

Grafisku myndirnar niðanfyri vísa, hvussu fólkapyramidan sær út í Føroyum, tvs. hvussu

aldurssamansetingin og kynsbýtið er í fólkinum, á fýra ymiskum stigum í demografisku

umbroytingini.

Page 21: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

21

Føroyar 1801: Hetta er í byrjanini av demografisku umbroytingini. Lítil munur er á

føðitíttleika og deyðatíttleika. Pyramidan er tí rættiliga jøvn uppeftir, sum tekin um heldur

støðuga aldurssamanseting og lítlan fólkavøkstur. Tó sæst í bótninum við teim yngstu

ættarliðunum, at broytingar eru á veg.

Føroyar 1901: Nú eru vit á øðrum stigi í demografisku umbroytingini, har føðitíttleikin er

støðugt hækkandi og deyðatíttleikin fallandi. Tí hevur fólkapyramidan nú eitt heilt annað

skap, við sera breiðum botni og smalkar skjótt uppeftir, sum tekin um unga

aldurssamanseting og stóran fólkavøkstur.

Føroyar 1977: Á triðja stigið í demografisku umbroytingini hevur nú í Føroyum í eini

fimti ár (við undantak av 1940-unum, tvs. undir 2. heimsbardaga og fyrstu árunum aftaná)

verið støðugt fall í føðitíttleikanum, so pyramidan sum heild aftur er smalkað. Av tí at

eisini deyðatíttleikin eisini framvegis er fallandi, er enn munandi fólkavøkstur. Í botninum,

har tann yngsti aldursbólkurin nú ikki er størri enn tann eldri beint omanfyri, eru tó tekin

um, at broytingar eru á veg, har fólkasamansetingin aftur fer at gerast eldri.

Fólkapyramidan fyri 1977 avdúkar, at nú hevur ein triðji táttur, umframt føði- og

deyðatíttleika, stóra ávirkan á fólkasamansetingina, bæði viðv. aldri og kyni. Í

fólkapyramiduni fyri 1977 eru nevnliga sjónsk spor eftir tíðarskeið við stórari fráflyting,

bæði kreppuni fyrru helvt í 50-unum (sæst aftur í minkaða aldursbólkinum 41-50 ár), og í

60-unum, har serliga nógvar ungar kvinnur fluttu av landinum (sæst í kvinnuundirskotinum

í aldursbólkunum 21-40 ár).

Føroyar 2014: Føroyar eru nú á fjórða stigi men enn ikki á veg inn á fimta stigið í

demografisku umbroytingini, har fólkapyramidan nú hevur fingið heilt annað skap, smøl

heilt frá botni av og smalkar onki fyrr enn uppi í seksti-sjeyti ára aldri. Nú er talan um

heldur gamla fólkasamanseting, sum kemur av, at deyðatíttleikin ikki longur fellur men

heldur veksur (av teirri einfaldu grund, at tey gomlu eru lutfalsliga fleiri), og at

føðitíttleikin framvegis er fallandi. So nú er ikki so stórur munur longur á føði- og

deyðatíttleika og burðaravlopið tí lítið.

Heraftrat kemur so ein ógvislig ávirkan frá kreppuni fyrru helvt í 90-unum við stórari

fráflyting. Stóra minkingin av kvinnum í mest burðarføru aldrunum er aftur orsøkin, til at

botnurin í fólkapyramiduni nú er smalari enn nakrantíð. Hetta fer so sjálvsagt eisini

smalkandi avleiðingar upp gjøgnum pyramiduna tey komandi áratíggjuni, so

fólkasamansetingin gerst alsamt eldri.

Ein broyting av hesi gongdini og møguleikin fyri nýggjum fólkavøkstri, er nú meir ein

spurningur um til- og fráflyting, enn um gongdina í føði- og deyðatíttleikanum.

Merkisverd demografisk gongd í Føroyum

Tá vit samanbera demografiska gongdina í Føroyum við gongdina í okkara grannalondum

eini 200-300 ár aftureftir, er tann mest sjónligi og áhugaverdi munurin tann sera ymiska

gongdin í føði- og deyðatíttleikanum.

Á myndini niðanfyri sæst gongdin í Føroyum og øðrum Norðanlondum frá 1720 fram til

1830.

Page 22: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

22

Hóast íslendsku tølini tykist at skilja seg mest burturúr við ógvisligum sveiggjum, so

sveiggja tey tó rundan um ella nakað oman fyri skandinaviska miðaltalið. Tað er hinvegin

ein sera stórur og avgjørdur munur á gongdini í Føroyum og hinum londunum, bæði tá tað

snýr seg um deyðatíttleika og um føðitíttleika í hesum 100-ára tíðarskeiði:

Tað er merkisvert, at føroyski deyðatíttleikin liggur langt niðanfyri deyðatíttleikan í

hinum norðanlondunum, ikki bara eitt sindur niðanfyri, men heili 30-40%

niðanfyri.

Somuleiðis føroyski føðitíttleikin, ið liggur langt niðan fyri føðitíttleikan í hinum

norðanlondunum, heili 30-50% niðanfyri.

Taka vit bæði deyða- og føðitíttleikan inn í somu mynd sum niðanfyri, og samanbera

Føroyar við tey trý skandinavisku londini, sæst enn týðiligari, hvussu nógv ið gongdin í

Føroyum víkir frá. Eitt er, at føroysku tølini liggja langt niðanfyri, men samstundis er so

lítil munur á føroyska føði- og deyðatíttleikanum, at lítil og ongin fólkavøkstur er, fyrr enn

komið er út í 19. øld. Hinvegin hava skandinavisku londini ein javnan fólkavøkstur hetta

tíðarskeiðið, av tí at føðitíttleikin javnt liggur nakað oman fyri deyðatíttleikan.

Page 23: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

23

Lágt føðital við miðaldar familjuplanlegging og avmarkaðum framleiðslugrundarlagi

Munurin í gongdini millum Føroyar og hini Norðanlondini er so stórur og avgjørdur, og

fyri eitt so langt tíðarskeið, at serligar samfelagsbygnaðarligar orsøkir mugu vera fyri tí.

Hví er føroyski føðitíttleikin so langt niðan fyri norðurlendska miðaltalið? Nakað greitt

svar hava vit ikki. Men hóast hetta ikki er viðgjørt sum sjálvstøðugt evni í søguligari

kanning, ber kortini til at gera sær nakrar hugsanir um tað.

Tað kann m.a. gerast við støði í lýsingini av gamla føroyska bóndasamfelagnum í greinini,

sum er knýtt at hesari, nevnliga “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð”. Heilt fram móti 19.

øld var samfelagsliga berievnið avmarkað framleiðsluliga og haraftrat so veikt, at við

skiftandi veðurlags- og gróðrarlíkindum var tilverugrundarlagið svikaligt.

Samfelagsbygnaðurin læsti stættir og einstaklingar fastar í tí gamla bóndasamfelagnum.

Dømi um hetta er sonevnda “trælalógin”, sum gekk heilt aftur til ásetingar í

Seyðabrævinum frá 1298, sum skuldi forða ognarleysum at seta búgv, og sum enntá varð

herd so seint sum í 1777. Endamálið var at tryggja bóndagørðunum bíliga arbeiðsmegi, og

forða teimum at stovna familju og egið húsarhald. Bátsbandið var ein skipan av sama slag,

sum bant tey ognarleysu at gørðunum.

Hesin miðaldarligi familjuplanleggingarpolitikkurin hjá ráðandi bóndastættini, ið hevur sítt

støði í einum avmarkaðum og svikaligum framleiðslugrundarlagi, kann síggjast sum ein

miðvísur barnaavmarkingarpolitikkur og er óivað ein høvuðsorsøk til, at føðitíttleikin í

Føroyum var so merkisvert lágur, heilt fram til byrjanina av 1800-talinum. Tá eru

rembingar komnar í stirnaða bóndasamfelagið, og nýtt vinnugrundarlag og nýggir

samfelagsstættir skapa grundarlag fyri framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatalinum og

samfelagsliga menning.

Page 24: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

24

Lágt deyðatal við patriarkalskari sosialskipan og spjaddari búseting

Eitt er føðitíttleikin. Men hvussu ber tað til, at eisini føroyski deyðatíttleikin hetta langa

tíðarskeiðið hevur ligið so langt niðan fyri deyðatíttleikan í øðrum norðanlondum?

Heldur ikki hetta hevur verið sjálvstøðugt søguligt kanningarevnið, og tí er ongin

frágreiðing at vísa til. Men her ber eisini til at gera sær nakrar hugsanir, m.a. við støði í

somu samfelagslýsing, sum víst varð til, í greinini “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð” og

haraftrat í hini greinini, sum eisini er knýtt at hesari, nevnliga: “Heilsuviðurskifti fyrr í

tíðini - av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum”.

Ein partur av frágreiðingini kann møguliga finnast í sama samfelagsbygnaði, sum

frammanfyri er lýstur sum tað gamla, fastlæsta bóndasamfelagið, ið helt føðitalinum niðri –

men sum hinumegin eisini var ein samfelagsskipan, ið veitti trygd fyri lívsuppihaldinum,

ikki bara hjá bóndastættini men eisini teim ognarleysu, ið vóru bundin at gørðunum. Á

sama hátt sum henda patriarkalska sosiala skipanin forðaði ognarleysum at seta búgv og

skapa sær eitt lív, var hon tó eisini ein trygd fyri teirra lívsuppihaldi á gørðunum.

Bøndurnir høvdu brúk fyri fríu nýtluni av teirra arbeiðsmegi, og tí eisini fyri, at hava tey

búgvandi á gørðunum, og at teirra arbeiðsevni vórðu hildin viðlíka við tí, sum kravdist. At

tey ognarleysu á henda hátt høvdu tak yvir høvdið, mat og klæðir, hevur helst gjørt at

livikorini hava verið so fræg, at tað hevur hildið deyðatíttleikanum niðri.

Harumframt hevur fjarstadda og avbyrgda støða Føroya, eins og serstaka

búsetingarmynstrið við smáum, spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi,

vart fólkið ímóti nógvum farsóttum, sum meira regluliga herjaðu í øðrum býargjørdum

samfeløgum. Hetta høvdu fleiri av landslæknunum víst á (sum nevnt í greinini um

heilsusøguna), og eisini tann seinni so viðgitni Panum. Hann helt, at hetta var ein

høvuðsgrund til, at deyðatíttleikin var munandi lægri og miðallivialdurin munandi hægri

enn í Danmark, vísandi til “Færøernes fuldstændige eller partielle fritagelse for en mængde

især smitsomme sygdomme, som decimere andre landes befolkninger” (cit. í Guttesen

1996, 17). Tað sera avmarkaða sambandið við útheimin verður nevnt sum ein orsøk til, at

smittandi farsóttir vóru sjáldnari her enn aðrastaðni langt inn í 19. øld. Hetta verður sagt,

hóast pokurnar gingu mitt í 17. og tíðliga í 18. øld, krímsjúkur og landfarsótt (tyfus) av

innlendskum uppruna vóru afturvendandi, og meslingar herjaðu serliga í 1781 og 1846.

Men longri var ímillum farsóttirnar og tær fingu ikki somu ávirkan á deyðatalið sum í

grannalondunum.

Demografiska umbroytingin í Føroyum víkir frá

Við upplýsingunum um gongdina í føði- og deyðatíttleika frá 1720 til okkara dagar kunnu

vit síggja, hvussu demografiska umbroytingin er farin fram í Føroyum. Henda

umbroytingin í Føroyum er øðrvísi enn so, sum vit hava lýst tað í tí ástøðiliga myndlinum

við teim fimm stigunum í demografisku transitiónini fremst í hesi grein, og sum lýsir

almennu demografisku gongdina í flestu londum í okkara parti av heiminum.

Avgjørdi høvuðsmunurin er í 1. stigi í demografiski umbroytingini, har Føroyar hvørki

hava tann høga føðitíttleikan ella deyðatíttleikan, sum annars eyðkennir støðuna á hesum

stigi. Í øðrum londum var føðitalið sera høgt, tí undir kørgum samfelagsligum umstøðum

við sera høgum deyðatíttleika, var neyðugt at seta nógv børn í verðina, so at nóg nógv

kundu koma undan, bæði til at tryggja neyðuga tilgongd av arbeiðsmegi og til at tryggja

lívsuppihaldið hjá einstøku familjunum. Í Føroyum var í patriarkalsku sosialu skipanini í

gamla bóndasamfelagnum hvørki møguligt (av barnaavmarkingarpolitikkinum) ella

neyðugt (av lága deyðatíttleikanum) at seta nógv børn í verðina. Við avmarkaða

Page 25: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

25

framleiðslugrundarlagnum var ikki rúm fyri vøkstri, men heldur neyðugt at tryggja eina

støðuga javnvág.

Munurin sæst best, um vit við báðum myndunum niðanfyri samanbera gongdina í Føroyum

við gongdina í Danmark í sama tíðarskeiði, heilt frá fyrst í 18. øld til okkara dagar.

Demografiska umbroytingin í Danmark fylgir tí klassiska mynstrinum, sum er samanfatað í

teim fimm stigunum í ástøðiliga myndlinum.

1. Á 1. stigi fram til 1770´ini liggur deyðatíttleikin javnt upp móti 30 ‰ (pr. 1.000

íbúgvar) og føðitítleikin eitt lítið sindur hægri, um 32-33 ‰.

Page 26: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

26

2. So byrjar 2. stigið í 1770-unum við stórum áhaldandi fallið í deyðatíttleikanum,

meðan føðitíttleikin verður liggjandi javnt um 32‰ eitt langt tíðarskeið, heilt fram

til síðst í 19. øld. Tað er í hesum tíðarskeiði at størsti fólkavøksturin er.

3. Frá byrjanini av 20. øld byrjar 3. stigið, við at nú fer eisini føðitíttleikin at falla í

stórum gjøgnum alla øldina.

4. Mitt í 20. øld fer Danmark inn í 4. stigið, við at nú steðgar fallið í

deyðatíttleikanum, men av tí at føðitíttleikin framvegis er fallandi, steðgar

fólkavøksturin upp.

5. Frá 1980’unum er komið inn í 5. stigið, har deyðatíttleikin nú er ájavnt og stundum

oman fyri føðitíttleikan, so náttúrligi fólkavøksturin nú vendir til fólkaminking.

Fólkatalið veksur nú bert við tilflyting uttanífrá.

Føroyska gongdin er ein onnur:

1. Her gongur 1. stig fram til byrjanina av 19. øld, og bæði føði- og deyðatíttleiki

liggja lágt. At sveiggini eru størri enn í Danmark, kemur av tí sera lítla fólkatalinum

(niðan fyri 5.000 fólk).

2. 2. stig byrjar við 1810-unum, tá rættiligur vøkstur verður í føðitíttleikanum – og

fólkatalinum. Deyðatíttleikin, sum vanliga fer at minka á 2. stigi, minkar ikki í

Føroyum, tí hann longu frammanundan liggur so lágt. Sum sæst á myndunum

liggur føroyski deyðatíttleikin um 15‰ gjøgnum alla 18. og 19. øld, meðan

deyðatíttleikin í Danmark ikki kemur so langt niður fyrr enn í byrjanini av 20. øld.

3. Føroyar fara líðandi inn í 3. stigið í demografiski umbroytingini, tá deyðatíttleikin

fer at falla við aldarskiftið til 20. øld, og føðitíttleikin fer at minka, tó ikki fyrr enn

eini 20 ár seinni. Her í 3. stigi frá 1890-unum til 1960-ini er fólkavøksturin tann

størsti nakrantíð.

4. Føroyar fara inn í 4. stigið mitt í 20. øld, um somu tíð sum Danmark, tá

deyðatíttleikin ikki minkar longur. Sum eitt lítið frávik í vanligu gongdini við

fallandi føðitíttleika gjøgnum 20. øld bæði í Føroyum og í Danmark, sæst ein lítil

“fjallatoppur” í føðitíttleikanum í 1940’unum, tá føðitalið veksur aftur undir

heimskrígnum og nøkur ár eftir tað. Tað er merkisvert, hvussu nógv myndin líkist í

báðum londum frá 1940 til 1960.

5. Men mótvegis Danmark eru Føroyar enn á 4. stigið, tí hóast føðitíttleikin framvegis

er fallandi, so liggur hann tó enn munandi oman fyri deyðatíttleikan, so at vit enn

nú fyrst í 21. øld hava ein náttúrligan fólkavøkstur, um enn hann er minkandi.

Hvat eru útlitini fyri demografisku gongdini?

Spurningurin er, um Føroyar koma at fylgja somu gongd sum í londunum kring okkum, við

at demografiska umbroytingin eisini hjá okkum fer inn í eitt 5. stig, har føðitíttleikin fer at

falla uppaftur meir, til hann liggur ájavnt ella enntá fer niðurum deyðatíttleikan, so støðug

minking verður í fólkatalinum.

Fyri at útgreina spurningin, er neyðugt at skilja millum tann føðitíttleika og deyðatíttleika,

vit hava tosað um í allari greinini higartil. Hetta er sonevndur summariskur títtleiki, tvs.

roknað sum tal av føddum ella tal av deyðum pr. 1.000 íbúgvar.

Føðitíttleiki kann eisini roknast sum tal av føddum pr. kvinnu í burðarførum aldri. Tvs.

hvussu nógv børn føðir ein kvinna í meðal, frá tí hon er 15 ár, til hon verður 45. Tað talið

hevur ligið rættiliga javnt um 2,3 – 2,5 í fleiri ár, og er eitt tað hægsta í øllum Europa.

Orsøkin til, at tann summariski føðitíttleikin, kortini fellur javnt og samt, er at tað

ættarliðið av kvinnum, sum er millum 15 og 45 ár, er ein lutfalsliga minkandi partur av

Page 27: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

27

fólkatalinum. Hetta kemur bæði av, at fólkasamansetingin spakuliga verður eldri, og tí at

ungu ættarliðini, serliga ungu kvinnuættarliðini, eru minkað av fráflyting. So sjálvt um tær

einstøku kvinnurnar eru raskar at eiga børn, so eru tær ein minkandi partur av fólkatalinum.

Av øllum hesum fer tí tann summariski føðitíttleikin framvegis at falla.

Somuleiðis er við deyðatíttleikanum. Vit vita, at deyðiligheitin er støðugt minkandi. Sum

heild verða fólk eldri og eldri, áðrenn tey doyggja, tvs. at livialdurin longist í hvørjum. Um

enn tað er spakuliga, so er tað gongdin, takkað verið betri fólkaheilsu og støðugari

framgongd innan læknavísindina. Men hóast hesa gongdina, so hækkar kortini summariski

deyðatíttleikin, rætt og slætt tí tey gomlu verða ein støðugt størri partur av fólkatalinum.

Tí er væntandi, at summariski føðitíttleikin framhaldandi fer at minka, eins og summariski

deyðatíttleikin fer at hækka. Og tí er væntandi, at eisini Føroyar fara at koma inn í 5. stigið

í demografiski umbroytingini, har føðitíttleikin og deyðatíttleiki koma at liggja ájavnt ella

enntá umskarast, so burðaravlopið verður negativt, tvs. at náttúrligi fólkavøksturin í staðin

verður ein minking.

Tað er í høvuðsheitum bara eitt, sum kann venda gongdini. Tað er spurningurin um, hvussu

tað verður við fráflytingini úr Føroyum, tað vil m.a. siga, hvussu tað eydnast at fáa fólk at

støðast í Føroyum. Og enn týdningarmiklari er spurningurin um tilflytingina til Føroya.

Lutvíst kann hetta snúgva seg um tilflyting av borgarum úr fremmandum londum. Men

størsta týdningin hevur afturflytingin av teim ungu, og kanska serliga kvinnunum, sum á

hvørjum ári fara úr Føroyum í útbúgvingar- ella øðrum ørindum.

Hvat fer at henda við demografisku gongdini komandi árini, er tí í minni mun ein

spurningur um føðitíttleika og deyðatíttleika, men í størstan mun ein spurningurin um,

hvussu tað fer at gangast við fráflyting og tilflyting.

Keldur:

C. P. Blacker: Stages in population growth, í Eugenics Review 1947. PubMed Central, U.S.

National Institutes of Health: http://www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles

U.S. Census Bureau: Global Population Composition, í Global Population Profile 2002, mars 2004.

http://www.census.gov/prod/2004pubs/wp-02.pdf

Danmarks Statistik: Fólkateljingar 1801, 1901, 1977.

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831,

Københavns Universitet 1984.

Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, í Topografisk Atlas Færøerne, Det Kgl. Danske

Geografiske Selskab, 1996.

Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnur, www.hagstova.fo

Warren S. Thompson: Population, í American Journal of Sociology 34(6): 959-975, 1929

Page 28: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

28

Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð

-livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum

Hvussu livikorini hava verið, er eins og heilsuviðurskiftini ein týðandi táttur at hava í huga,

tá ið roynt verður at hyggja afturum demografisku transitiónina ella umbroytingina, sum er

farin fram síðstu 200 árini og enn heldur á.

Tí er endamálið við hesi grein ikki nøkur roynd at gera eina søgulig lýsing av livikorunum,

men í einum stuttum yvirliti at vísa á nakrar høvuðstættir, sum kunnu hugsast at hava

týdning fyri ta serligu gongdina í demografisku umbroytingini í Føroyum.

Neytahaldið týdningarmest fyri lívsuppihaldinum

Tá vit hugsa um, hvat fólk livdu av, og hvussu lívsgrundarlagið var fyri føroyska

samfelagið aftureftir í miðøldina, skilst av Føroyingasøgu og nágreiniligari lýst í

Seyðabrævinum frá 1298, at tað er jarðarbrúkið, og av hesum serliga djórahaldið, seyður

og neyt, sum var umráðandi.

Nógv bendir á, at føroyska samfelagið hevur bygt á hetta sama grundarlagið við neyta- og

seyðahaldi heilt fram til 19. øld, tá velting og fiskivinna fáa størri týdning (Debes 1995,

Guttesen 2010, Young 1982 og Rasmussen 1968). Um veltingina verður tó sagt, at hon

“hevði mest tann týdning, at hon beinleiðis økti um møguleikan fyri djórahaldi” við at

útvega vetrarfóður (Rasmussen 1968, 29)

Av hesum hevur serliga neytahaldið verið týdningarmesta føðikeldan fyri

lívsuppihaldinum í tí lítla, karga og avbyrgda landinum: “Allar hinar kaloriukeldurnar

spældu eina minni rollu, og serliga tann manglandi stabiliteturin gjørdi at tað ikki var

møguligt at byggja eitt samfelag á hesar keldur.” (Guttesen 2010, 60).

Samfelagsliga berievnið avmarkað

Fyri eitt samfelag, sum í so stóran mun varð grundað á djórahald, vóru veður og

gróðrarlíkindi av avgerandi týdningi. Einstøk ár vóru ójøvn til skurð og grøði – men eisini

millum long tíðarskeið kundi vera sera ójavnt. Hoyggið kundi vera svikaligt vetrarfóður,

veltingin av kornið rakk ikki langt, tað var ikki haldgott og dygdin ikki góð. Tí var

regluligur innflutningur av ávísum neyðsynjarvørum, serliga av korni, ein av fyritreytunum

fyri lívsgrundarlagnum.

Hvussu grundarlagið undir framleiðslu og tilveru varð avmarkað av veðri og

gróðarlíkindum, eru nógvar fráboðanir um í tingbókum o.ø. søguligum skjølum heilt frá

16. øld og langt inn í 19. øld. Sum tá skrivað verður um ár við misvøkstri og fellisár:

“Veturin 1629-1630 var neyð. Tá vóru vørurnar í handlinum uppi longu á jólum, og fyrsta

skipið kom ikki fyrr enn um hvítusunnuleitið... Veturin 1632-1633 var óvanliga harður,

helst eins ringur og í 1602. Í 1632 var misvøkstur, men tá bjargaði fiskiskapurin. Veturin

eftir var kuldavetur og fellisár... Meginparturin av seyðinum er deyður og nakrar hundrað

kýr, “så her haver været så ynkelig en tilstand udi landet, som nogen menneske nu kan

mindes, så Gud hjælpe os fattige folk”. Líka ringt var 1638-1639. Í 1644 var vørutrot og í

1648 aftur fellisár. Tað tykist altíð at hava verið so, at tey árini, tá ið serliga fiskiskapurin

sveik, og ikki minni tá ið misvøkstur og kuldavetrar komu afturat, vóru vørurnar í

handlinum uppi longu um jóltíðir.” (Debes 1995, 211ff)

Page 29: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

29

Svikaligt tilverugrundarlag

Mitt í 17. øld var støðan so álvarslig, at vandi var fyri tilverugrundarlagnum fyri føroyska

samfelagnum: “Tvey citat úr Tingbókini lýsa av desperatión. Í 1667 skriva teir, at tað “er at

befrygte, Landet der over kommen udi Ruin og bliver øde.” Skilið tykist ikki at vera

frægari næsta árið. Teir tosa um: “at dette fattige land ikke ganske skal fordærves.” Og

aftur nøkur ár seinni ljóðar sum teir eru um at missa mótið: “...saa at nøden bliver større og

større, saa at paa det sidste at den ene ikke kunde hielpe den anden, hvor over dette fattige

Lands Elendighed forgangen Vinter ikki noksom kan beskrives”.” (Guttesen 2010, 61).

Sum seyðahaldið kundi eisini fiskiskapurin vera svikaligur: “Fiskur hevur verið ein óstabil

kaloriukelda. Serliga tað, at long tíðarskeið hava verið, har næstan einki hevur verið

fiskað” (Guttesen 2010, 53). Árini 1613-24 hevur eftir eldri keldum verið óvanligt

fiskaríkidøm, meðan øvugt var alt tað langa tíðarskeiðið 1625-73: “...mens eftersom for et

halvt hundrede Aar Fiskeriet continuerlig er slagen fejl” (Lucas Debes cit. í Guttesen 2010,

53). Viðvíkjandi hesi skiftandi úrtøkuni av fiskiskapinum var “skilið ikki frægari í 1700-

talinum” (Guttesen 2010, 53).

Fastlæst samfelag men eisini trygd fyri lívsuppihaldi

Samfelagsliga grundeindin í tí gamla bóndasamfelagnum heilt frá fyrstu tíð og fram móti

19. øld, var húsarhaldið á bóndagørðunum. Hesir vóru upprunaliga fáir og stórir, men vóru

við tíðini býttir sundur í fleiri minni garðar, men búsetingarliga og sosiala skipanin var

tann sama. Fólkið starvaðist, búði og livdi á gørðunum, bóndafólkini og teirra skyldfólk,

húskallar, arbeiðsgentur og onnur tænastufólk. Lønin var býlið, matur, klæði og tað sum

tørvaði til lívsins uppihald. Soleiðis livdi tað mesta av fólkinum.

Lívsgrundarlagið hjá tí vanliga fólkinum úti um landið var sostatt bindingin til bóndan og

tað, sum varð framleitt og virkað á bóndagørðunum. Ongin slapp leysur av hesum og at

seta búgv, uttan at ogna sær nóg mikið av jørð ella onkursvegna prógva annað grundarlag

fyri at kunna lívbjarga húskinum. Á sama hátt sum henda sosiala skipanin tí forðaði

ognarleysum at seta búgv og skapa sær eitt lív, var hon tó eisini ein trygd fyri teirra

lívsuppihaldið á gørðunum. Bøndurnir høvdu brúk fyri teirra bíligu arbeiðsmegi, men

eisini fyri, at teirra arbeiðsevnið vórðu hildin viðlíka við góðum kosti og øðrum sum

kravdist.

“Undantøkini vóru í Havn. Tað vóru embætismenninir, krambakallarnir og teir fáu

handverkarar, sum her høvdu nóg nógv fólk at arbeiða hjá, so teir kundu fáa breyð sítt av

tí”. (Rasmussen, 1968, 10). Men onnur undantøk vóru tó eisini, “fátækralimir og

armingar”, serliga í Havn, men eisini aðrastaðni um landið (Nolsøe og Jespersen 2004,

175).

Ymiskar sosialar lívstreytir

Eisini tey, sum ikki megnaðu at lívbjarga sær sjálvum, vóru ymiskt fyri. Frægast var hjá

teimum, ið vórðu knýtt at gørðunum: “Meginreglan var tann sama, sum hon hevði verið í

øldir, at skyldfólk hjálpti teimum, ið ikki megnaðu at klára seg sjálvi” (Hansen 1996, 25).

Víst verður til skipanina í gamla bóndasamfelagnum, har “var hvør garður sjálvhjálpin á

nærum øllum økjum. Hvør garður tók sær av sínum gomlu, sjúku og brekaðu. Hesi høvdu

øll sínar skyldur, t.d. at sita hjá neytum, ansa smábørnum, skera torv og annars taka lut í

øllum tí arbeiði, ið var á garðinum, eftir førimuni” (Hansen 1996, 25).

Verst vóru tey fyri, ið av ymsum orsøkum komu at standa ella vórðu sett uttan fyri hesa

skipan, og onki annað høvdu til lívsins uppihald enn at ganga biddaragongd. Fátækrahjálp

Page 30: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

30

kom ongin fyrr enn við reglugerð frá 1767, ið m.a. segði: “Allir bøndur, sum festa garðar,

sum eru 2 merkur ella meir, lata, tá ið teir festa, eftir egnum tykki” (Hansen 1996, 22). Slík

skipan munaði sjálvsagt lítið og onki og steðgaði ikki biddingini. Nøkur av hesum

“armingum” fingu hjálp frá ella vistarhald á Argja hospitali, sum serliga aftaná

spitalskusjúkuna í 1770-unum virkaði sum fátækrastovnur fyri óhjálpin og avlamin.

Hóast nýggj fátækralóg kom fyrst í 19. øld, og síðani grundlógin í 1849 við áseting um, at

ein og hvør, ið ikki var førur fyri at skaffa tað neyðturviliga til uppihald fyri seg og síni,

hevði rætt til hjálp frá tí almenna, broytti hetta lítið og onki: “Eingin bað um fátækrahjálp,

uttan so at støðan var púra vónleys. Tey royndu av øllum alvi at halda seg frí av

fátækraverkinum...Vanliga mannahugsanin var júst, at tey, ið máttu søkja fátækrahjálp,

vóru staklar. Hjálpin var nevniliga skipað soleiðis, at hon samstundis skuldi vera ræðandi,

so at fólk ikki uttan víðari søktu um hana. Hetta varð gjørt við at seta tey neyðstøddu uttan

fyri samfelagið. Tey, ið fingu fátækrahjálp, mistu síni borgarligu rættindi, t.d. valrættin, og

forboð var fyri at giftast” (Hansen 1996, 23).

Munur á livikorum á bygd og í bý

Nógv bendir á, at stórur munur hevur verið á livikorunum á bygd og í Havn. Fyri ognarleys

og onnur smáfólk í Havn vóru føðslu-, býlis- og heilsuumstøður verri og fátækradømið

størri, samanborið við lívið á bóndagørðunum úti um landið: “Í Føroyum og serliga í

Havnini var fátæksligt hjá teimum flestu. Nógv fólk búðu í smáum húsum, og fleiri svóvu í

somu song. Í slíkum umstøðum vóru fólk skjótari sjúk, serliga av smittusjúkum; men tey

hava fingið hita hvørt frá øðrum.” (Nolsøe og Jespersen 2004, 162).

Fyri vanliga fólkið vóru livikor í Havn meira viðbrekin m.a. av veikari føðslugrundarlagi

og tískil meira bundin at korninnflutninginum. Tá hesin var óregluligur ella als ikki kom

fram (sum t.d. ofta hendi, tá Føroyar vóru avbyrgdar undir Napoleonskríggjunum 2007-

14), rakti hetta Havnina sera meint og kundi elva til trot. Haraftrat var mestsum alt

sambandið við útheimin við Havnina. Fremmandu skipsmanningarnar bóru umfarssjúkur

við sær, og hesar raktu tí serliga fólkið í Havn. Mest ógviliga hendingin man vera hendan:

“Í 1709 gingu kanska ræðuligastu pokurnar nakrantíð í Havnini. Sjúkan...kom til Havnar í

september mánaði við seinasta handilsskipinum hetta árið. Av teimum 333

havnarfólkunum doyðu 250, t.e. 75%” (Nolsøe og Jespersen 2004, 162).

Lægri deyðatíttleiki á bygd

Bygdirnar hava verið vardar í ávísan mun, við betri føðslugrundarlagi og av teirra

avbyrgdu og spjaddu støðu. Og uttan iva hevur samskiftið við Havnina verið so lítið sum

gjørligt, tá umfarssjúkurnar hava gingið: “Heystið 1720 og 1721 herjaði landfarsóttin,

tyfus, við nógvum fepuri, serliga í Havn. Av hesum skýggjaðu avbygdafólk Havnina.”

(Nolsøe og Jespersen 2004, 160).

Hesi viðurskifti benda á, at tað hevur verið størri trygd fyri lívsuppihaldinum úti á bygd

enn í Havn, og spurningurin er hvussu tað sæst aftur í deyðatíttleikanum.

Page 31: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

31

Myndin vísir deyðatíttleikan í Suðurstreym, samanborið við Føroyar uttan Suðurstreym.

Her sæst greitt, at deyðatíttleikin er munandi hægri í Suðurstreymi. Haraftrat eru lopini í

deyðatíttleikanum einstøk ár nógv ógvisligari enn í restini av landinum. T.d. sæst, at undir

meslingafarsóttini í 1781 er deyðatíttleikin í Havn tætt við 100‰, samanborið við minni

enn 30‰ á bygd. Og tá ið neyðin undir Napoleonskríggjunum var uppá tað størsta, rakti

hetta serliga fólkið í Havn, við einum deyðatíttleika oman fyri 40‰, samanborið við uml.

20‰ á bygd.

Rembingar í stirnaða bóndasamfelagnum

Síðst í 1700-talinum og inn í 1800-talið komu spakuliga rembingar í

samfelagsviðurskiftini, og tað gamla statiska ella stirnaða bóndasamfelagið kemur undir

vaksandi trýst eftir broytingum. Fiskiskapurin ella rættari útróðurin fær størri og støðugt

veksandi týdning, og saman við tí nýggja traðarbrúkinum skapast nú grundarlag fyri

framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatalinum og samfelagsliga menning.

Ein nýggj og týðandi føðikelda, eplaveltingin, tekur seg eisini upp hesa tíðina og stuðlar

uppundir møguleikarnar hjá ognarleysum familjum at lívbjarga sær við útróðri og

traðarbrúki. (Guttesen 2005, 153 ff). Frá fyrstu royndunum í 1770- og 80-unum, vindur

eplaveltingin spakuliga uppá seg. Frá 1820-unum gerast eplini vanlig, og í 1839 skrivar

Pløyen, at neyvan var nakað hús í Føroyum, har eplir ikki vóru á borðinum minst eina ferð

um dagin (Jacobsen 2004, 237).

Í 1766 fekk danski stórkeypmaðurin Niels Ryberg loyvi at hava umskipingargoymslu,

og loyvi at reka handil, handverks- og annað virksemi í Havn, m.a. at salta sild og tilvirka

klippfisk til útflutnings. Handilshús og bryggja vórðu bygd í Vágsbotni. Hóast Rybergs

handil gavst longu í 1788, var hetta í einum tíðarskeiðið, har tørvurin á broytingum trokaði

á og hevur ivaleyst skumpað undir gongdina. (Nolsøe og Jespersen 2004, 9ff).

Flyting av bygd í bý tekur seg upp. Ognarleys fóru at leita sær til Havnar at átaka sær

lønandi arbeiði og seta seg niður sum bønarmenn, tænastufólk, útróðrarmenn og

hosubindarar, umframt høvi at læra handverk, sum ikki høvdu verið vanlig í oyggjunum

Page 32: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

32

fyrr. Í hesum sambandið er eisini vert at nevna, at í 1788 varð Nótafelag sett á stovn, og

fólkið í Havn fekk einarætt at kasta nót eftir seiði á báðum vágunum. (Tórshavnar býaratlas

2007, Handverkarin 2004).

Veksandi sosialir mótsetningar

Tær samfelagsligu og vinnuligu broytingarnar, sum taka seg upp síðstu helvt í 1700-

talinum, síggjast aftur í veksandi sosialum mótsetningum. At ognarleys fara at rógva út,

velta og tilvirka ullarvørur til egið húsarhald, ger at bøndurnir hava ikki somu fastatøkur á

teim ognarleysu at arbeiða á gørðunum. Tí kemur sonevnda trælalógin, “Forordningen af

21. maj 1777, hvis sigte var at sikre de større gårde tilstrækkelig billig arbejdskraft

samtidig med at betingelserne for at stifte familie præciseres” (í Garði 1984, 8). Hetta er

ein herðing av gomlu ásetingini frá Seyðabrævinum um at forða ognarleysum at seta búgv.

Tað varð bannað at flyta til Havnar uttan serligt loyvi. Ognarleys fingu ikki loyvi at giftast,

uttan at tey kundu vátta, “...hvorledes de formeene at kunne ernære sig, såsom enten af

egen Ejendom eller Fæstejord besidde ½ á 1 Mark, eller at de have nogen anden og

Næringsvej, eller at de på begge sider have i fire Aar tjent på landet, og i samme deres

Tjeneste efter medbragt Skudsmaal viist Fliid, Troeskab og Duelighed, da de formodes at

være i Stand til skikkelig at ernære sig”. Hendan fyriskipan varð galdandi heilt fram til

1846.

Somuleiðis vórðu eisini stig tikin til at byrgja upp fyri avleiðingunum av at ognarleys í

veksandi tali fóru at rógva út við egnum bátum. Í nógvum bygdum gjørdist trupult hjá

bøndrunum at manna teirra bátar. Í 1813 kom so tað sonevnda bátsbandið, har siðvenjan

hjá bóndum at halda bát og hjá teim ognarleysu at manna teir, varð ásett við lóg. Hon varð

ikki tikin av fyrr enn í 1865.

Mjólkin var álitið fyri føðsluna

Heilt inn í 19. øld kundu trupulleikar vera við tí lívsneyðuga vøruinnflutninginum. Undir

Napoleonskríggjunum 1807-14 var óregluligt samband, tí nógv donsk handilsskip vórðu

tikin, so at árligi vøruflutningurin m.a. við korni oftani sveik. “Tá mest stóð á í februar

1814, fór Løbner um alt landið at fáa yvirlit yvir tørvin, so tað, ið var á goymslu, kundi

býtast rættvíst” (Guttesen 2010, 45).

Út frá hesum sonevndu Løbners tabellum frá 1814 og Kongstíggjundalistum hevur

Guttesen gjørt eitt yvirlit yvir, hvat føroyingar livdu av, ella rættari: hvørjar

kaloriukeldurnar vóru, og hvussu býtið var teirra millum:

Page 33: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

33

Hóast grindin til tíðir hevur havt stóran týdning, er hon ikki roknað við, “tí variatiónin er so

stór, at einki samfelag kann byggja sína tilveru á eina so óvissa keldu” (Guttesen 2010, 46).

Tað kundi vera ójøvn grindaár, og eisini long tíðarskeið, har lítið og onki var av grind, og

onnur, har sera nógvar grindir vóru.

Eplaveltingin telur heldur ikki við í uppgerðini, tí hon fekk ikki nakran serligan týdning

fyrr enn í tíðini aftaná, at Løbner innsavnaði hesar upplýsingar.

Yvirlitið vísir greitt tann altavgerandi týdningin, sum neytamjólkin hevði fyri føðsluna hjá

føroyingum (smb. Guttesen hava tað í miðal verið 2 fólk uppá kúnna). Somuleiðis vísir

yvirlitið, hvussu bundin man hevur verið av innfluttum korni.

Størsta broytingin í føðslu- og lívsgrundarlagnum upp gjøgnum 19. øld, er óivað tann stóri

vøksturin í traðarbrúki, útróðrinum og seinni skipsfiskiskapinum. Í 1820-unum verður sagt

frá landskirurginum: “Gjøgnumgangandi legði Manicus dent á, at maturin var góður og

eingin leið neyð av svongd. Sama segði eftirmaður hansara: “Fødemidlerne ere sunde,

simple, naturlige og i tilstrækkelig mængde.”” (Jacobsen 2004, 237).

Men fólkavøksturin er nú stórur, húsarhaldini gjørdust fleiri, barnaríkari og harvið størri.

Tað hevur sett økt krøv til evnini at útvega nóg mikið av góðum mati til øll, so sum mjólk,

fisk og grind. “Um aldarskiftið vóru nógv, ið livdu sum sjómenn ella høvdu lønarbeiði á

landi, t.e. nógv sum ikki rúmtust í tí gomlu patriarkalsku samfelagskipanini, har húsbóndi

ella familja kundu taka um endan í neyðstøðu.” (Jacobsen 2004, 256).

Útróður og traðarbrúk gevur rúm fyri fólkavøkstri

Gamla samfelagsskipanin kemur undir trýst longu síðst í 18. øld: “Tað samfelag, sum vit

við meira ella minni haldgóðum heimildum uppfata sum tað klassiska og støðuga

bóndasamfelagið, við øllum tí, sum hoyrir tí til alla tí verður kannað, fer at ridla í

tíðarskeiðinum 1770-1810. Hetta kann hava staðist av trýstinum frá eini vaksandi

ognarleysari fjøld og av, at jarðyrkið, sum støðan var, ikki var ment at uppihalda

tilvøkstrinum.” (Dalsgaard 1997, 39).

Bátsbandið frá 1813 kann illa skiljast øðrvísi, enn at bóndastættin roynir at tátta í, tí at

útróðurin hevur vundið so nógv upp á seg millum tey ognarleysu, at truplari gjørdist at

manna áttamannaførini á gørðunum. “Nógv bendir á, at ognarleysir hava verið førir fyri at

útvega sær smærri bátar, eitt nú fýra- og seksmannafør longu í seinnu helvt av 18. øld.”

(Dalsgaard 1997, 43). Útróðurin mennist uppaftur meir upp gjøgnum 19. øld til at verða

meir enn bara beinleiðis føðslugrundarlag fyri húsarhaldinum hjá teim ognarleysu.

Avgerandi frambrotið er, tá kongligi einahandilin við sínum úthandlum fer at taka ímóti

útróðrarfiski frá uml. 1840, og síðani tá einahandilin verður tikin av í 1856 og fríur handil

verður skipaður víða um alt landið.

Hetta vóru kollveltandi ár: “Bara frá 1845 til 1864 fimmfaldaðist útróðurin í Vestmanna.

Frá at hava hildið í árina á bóndabátinum, fóru menn sjálvir at rógva út og avreiða. Við

einum traðarstubba aftrat fingu hesir menn nú starvsheiti sum útróðrarmenn og

jarðarbrúkarar. Allir høvdu A-fiskiloyvi... Í 1864 vóru yvir 200 avreiðingar í Vestmanna.

Summar dagar vóru 150 mans á útróðrum... og avreiddu hesir menn í 1864 122 tons til

handilin á Fitjunum. Miðalprísurin var seks oyri fyri kilo og samlaða avreiðingarvirðið

8.000 kr.” (Jacobsen 2011).

Page 34: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

34

Um somu tíð mennist traðarbrúkið: “Frá 1780 og serstakliga frá 1810 fer veltingin at gerast

eitt alt meira týðandi íkast hjá tí vaksandi ognarleysu fjøldini, eina helst tí partinum, sum

hevði sínar røtur í bóndastættini.” (Dalsgaard 1997, 45). Hetta kemur av eini andsøgn í

fyrrnevndu trælalógini, tí samstundis sum hon hevði til endamáls at binda tey ognarleysu at

gørðunum, lat hon upp fyri, at ungir menn kundu fáa atgeingi til jørð, at velta og leggja inn

traðir. Tað sum gloppaði hesar dyrnar var tó ein møguliga óætlað avleiðing av umhugsni

fyri teim bóndasynum, ið ikki stóðu til garðin, at hesir ikki skuldu líða somu lagnu sum

hini ognarleysu, uttan møguleika at fáa egið húsarhald.

Við nýggjari traðarlóggávu í 1845 og 1857 verða betri møguleikar fyri at leggja jørð inn og

veltað upp út nýggjum. Talandi dømi um broytingartíðina er, at í hesum tíðarskeiðinum

fram til 1880’ini “verða traðarbrúk í hópatali stovnsett eins og 30 niðursetubygdir verða

grundaðar” (Dalsgaard 1997, 46). Frá 1880’unum kemur aftur onnur tíð við skipsfiskiveiði

og fiskatilvirking sum nýggja høvuðsvinnan í Føroyum.

Tað sum útróður og traðarbrúk ikki kundu hvørt sær, tað kundu tey saman: vera vinnu- og

lívsgrundarlag fyri teim nógvu nýggju húsarhaldunum, sum seta ferð á fólkavøksturin og

leggja lunnar undir nýggja samfelagsskipan, sum skjótt veksur fram.

Fleiri munnar at metta

Samstundis sum nýggjar búsetingar og húsarhald í veksandi talið verða skipað óheft av

bóndagørðunum, verða fólk eisini leys av tí føðslugrundarlagi, sum bóndagarðarnir

tryggjaðu, m.a. mjólka- og kjøtframleiðsluni. Hóast øktu atgongdina til fisk og eplir, hevur

traðarbrúkið ikki kunnað ment seg líka skjótt, sum talið øktist av munnum at metta við

føðslugóðum mati. Stutt eftir at fríhandilin var komin, gjørdi landslæknin vart við í

heilsulagslýsingini, at hóast møguleikarnir vóru batnaðir munandi, og útróðurin hevði verið

góður, so “om en stor del kan man desværre sige, at netop dette rige fiskeri er kilden til

fattigdom.” (Jacobsen 2004, 239)

Page 35: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

35

Fiskur er nú blivin týdningarmesta føðikeldan hjá teim ognarleysu, men fyri at fáa pening

til at aðrar neyðsynjarvørur og húsarhaldið annars verður fiskurin avreiddur feskur

beinanvegin, so lítið er eftir til matna. Tá “ser man ofte det særsyn, at når blot et par dages

uvejr hindrer dem i at komme på søen, har de ingen fisk at spise og må formentlig sulte.”

(Jacobsen 2004, 239).

Vinnuliga og samfelagsliga framgongdin var tí ikki einvíst bara til frama fyri heilsugott

matarhald og livikor. Heilsulagslýsingar hjá landslæknum seinni í øldini siga frá vaksandi

tali av sjúkum og veikleikum, sum komu av ringari føðslu, t.d. brendar tenn, skrofulosu

ella lymfykertlatuberklar og rakitis, enska sjúka, av d-vitamintroti, so beinagrindin verður

kálkfátæk og avskeplast: “Skrofulose kom mest fyri í bygdum, har nógv ognarleys vóru,

sum livdu mest av útróðri. Kjøt var dýrt og ikki keypandi, og var ongin grind, høvdu fólk

bert fisk, mjøl og grýn til matna. Hann [Effersøe landslækni 1883-90] nevndi

mjólkarneyðina, sum serliga rakti tey fátækastu, ikki minst børnini kendu sviðan av

hesum.” (Jacobsen 2004, 240).

Um orsøkir til hesu viðurskifti “vístu læknar á ringar avleiðingar av tátíðar samfelags-

broytingum... Teir høvdu lyndi at leggja skylduna á tað, sum fylgdi í kjalarvørrinum av

fríhandlinum, eitt nú at tey fátækaru seldu fisk í býti við føðslufátækar handilsvørur, ull í

býti við bummullsvørur.” (Jacobsen 2004, 255).

Nýtt grundarlag undir lívsins uppihaldi

Úr 19. og inn í 20- øld tykist støðan tó at batna munandi. M.a. koma hvalastøðir á

Gjánoyri (1894), í Norðdepli (1898), í Lopra (1901) umframt í Selvík og á Signabø. “Tað

nógva tvøst og spik, sum haðani kom, sást aftur á fólksins “huld og kræfter”” (Jacobsen

2004, 240).

Nýggjar sosialar lógir komu í 1890-unum, ið staðfestu samfelags- og uppihaldsrættindi hjá

samfelagsins veikastu, gomlum, sjúkum og brekaðum: um aldurdómsstuðul frá 1891, um

sjúkratrygging frá 1893 og um hjálp til fátæk og brekað í 1895 (Hansen 1996, 31).

Sosialpolitikkurin ber tó framvegis brá av olmussuhugsan heilt fram til endan av 1920-

unum, tá sosial rættindi ájavnt við onnur borgarlig rættindi verða sett ovast á flokspolitisku

dagsskránna í Føroyum (Hansen 1996, 25).

Tann avgerandi høvuðsbroytingin er tó, at á toftunum á gamla bóndasamfelagnum hevur

eitt nýtt vinnu-, framleiðslu- og samfelagsmynstur vunnið fram, har skipsfiskiveiða og

lønararbeiði á landi í fiski-, handverks- og handilsvinnu útvegar størri og veksandi

grundarlag fyri betri inntøku, matarhaldi og klæði, bústaðar- og heilsuviðurskiftum og

sosialum livikorum annars.

Page 36: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

36

Keldur:

Jóannes Dalsgaard: Fylking, Forlagið Framhald 1997

Hans Jacob Debes: Føroya søga 2, Skattland og len, Fø. Skúlabókagrunnur 1995.

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen

på Færøerne 1720-1831, Københavns Universitet 1984.

Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, Topografisk Atlas Færøerne, 1996.

Rolf Guttesen: Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr,

í Brot úr Føroya Søgu, Fróðskapur 2010.

Rolf Guttesen: Týskar klumpar og franska sós, om kartoffelens udbredelse på Færøerne,

í “Eyðvinur”, Føroya Fróðskaparfelag 2005.

Handverkarin, nr. 10, Havnar Handverkarafelag 2004.

Doris Hansen: Søgan um hini, Føroya Skúlabókagrunnur 1996.

Elin Súsanna Jacobsen: Slóðir úr heilsuverksøguni, Føroya Fróðskaparfelag 2004.

Helgi Jacobsen: úr røðu 2011, við tilfari til bók um Vestmanna søgu.

Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen: Havnar søga, bind II og III,

Tórshavnar Kommuna 2004 og 2009.

Holger Rasmussen: Føroysk fólkamenning, Studentafelagið í Keypmannahavn, 1968.

Tórshavnar býaratlas, Tórshavnar Býráð 2007.

G.V.C. Young: Færøerne. Fra vikingetiden til reformationen, Rosenkilde og Bagger, 1982.

Page 37: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

37

Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini - av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum

Tá ið roynt verður at hyggja afturum demografisku umbroytingina, sum er farin fram síðstu

200 árini og enn heldur á, er gongdin í heilsuviðurskiftunum ein av teim týðandi tættunum

at hava í huga.

Tí er endamálið við hesi grein ikki nøkur roynd at vera ein søgulig lýsing av

heilsuviðurskiftunum, men í einum stuttum yvirliti at vísa á nakrar høvuðstættir, sum

kunnu hava týdning fyri ta serligu gongdina í demografisku umbroytingini í Føroyum.

Henda grein hevur vísindaligu ritgerðina, “Slóðir úr heilsuverksøguni” eftir Elini Súsannu

Jacobsen, sum høvuðskeldu.

Pátrúgv, ivasom heimaráð og vantandi reinføri

Hvussu ítøkiliga var statt við heilsustøðuni hjá fólkinum nøkur hundrað ár aftureftir, vita

vit lítið um. Frágreiðingar frá sonevndu kirurgunum frá 17. og 18. øld benda tó á, at fram

um læknaliga vitan ráddu pátrúgv og gomul heimaráð av meir og minni ivasamum uppruna

um viðurskifti, ið elvdu til sjúku og veikleikar, og um ráð fyri at lekja og fyribyrgja.

Størsti trupulleikin var manglandi reinføri í samband við matgerð, klæðir og húsarhaldið

annars, eins og húsaumstøður, har fólk matgjørdu, ótu, svóvu, arbeiddu og hagreiddu seyð

og fisk í sama myrka og roykfylta rúmi við opnum eldstaði.

Heilt fram til 19. øld ber ikki til at tosa um nakað heilsuverk í Føroyum. Almenni

leikluturin var stórt sæð at tryggja eitt minstamát av hjálp, tá ið sjúka ella annað hóttafall

var. Fyrsti spírin til læknalíknandi virksemi í Føroyum gongur aftur til 1580-árini, tá

sonevndur bartskeri varð settur í starv. Bartskerar útintu ymiskar persónligar

røktartænastur av heldur handaligum slag. Haraftrat røktu teir ofta onnur størv so sum

sýslumenn. So hvørt læknalíknandi tátturin fekk størri týdning, vórðu teir nevndir kirurgar.

Frá mitt í 17. øld vóru teir alment løntir av matrikkulskatti.

Høvuðstiltøkini vóru avbyrging

Landskirurgurin hevði skyldu til at veita bæði fátækum og ríkum hjálp eftir tørvi og

førimuni. Tó tykist hann ikki at havt nakran serligan leiklut, tá ið farsóttirnar við

millumbilum herjaðu landið. Samfelagsliga vóru farsóttirnar meira handfarnar sum

politimál, har høvuðstiltøkini vóru at avbyrgja tey sjúku og syrgja fyri at tey ikki komu í

matneyð.

Hetta var eisini hugsanin í fyrsta – og longi einasta – almanna- og heilsupolitiska

stovninum í Føroyum, nevnliga Argja hospitali. Tað stavaði heilt afturi frá katólsku tíðini

og er fyrstu ferð nevnt í 1547 (Jacobsen 2004, 25). Argja hospital hevði til uppgávu at taka

sær av neyðstøddum av ymsum slag, og frá 1661 var høvuðsuppgávan at hýsa spitalskum.

Eftir at spitalska sjúkan varð bast um 1774, “helt Argja hospital fram sum vistarheim fyri

fátæk og avlamin (invalidar)” (Hansen 1996, 20).

Hóast tað smb. frásøgnum mangan var lítil dugur í hesum fyrrnevndu landskirurgum, og

teir einsamallir ikki rukku langt út um landið, varð hetta virksemi kortini við til at leggja

eitt støði undir “at síggja læknakynstur sum eitt serligt kunnleikaøki, og læknahjálp sum

Page 38: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

38

ein rætt, sum tað almenna hevði ábyrgd av” (Jacobsen 2004, 58). So smátt veksur fram ein

fatan av, at fólksins heilsa var eitt samfelagsmál, sum tað almenna skal røkja.

Upplýsingartíð og fólkaheilsa

Heilsupolitisku viðurskiftini í Føroyum fylgja eftir gongdini í útheiminum, um nakað

seinkað. Síðst í 18. øld veksur áhugin fyri fólkaheilsu. Hetta er í sonevndu

Upplýsingartíðini, har eisini “heilsupolitikkurin var ein liður í statsbyggingini og styrking

av statsvaldinum... Búskaparfrøðiliga var fólkið roknað sum eitt tilfeingið, ið skuldi

fjølgast og røkjast, tí eitt sterkt fólk var ríkdómskelda. Tað var um hetta mundi, at farið var

undir at skráseta fólkatalið og fylgja hesi skráseting upp við tiltøkum at virðisøkja hetta

ríkidømi bæði til nøgd og góðsku. Upplýsingarrit vórðu skrivað til almúguna um alskyns

evni, harímillum við góðum ráðum um, hvat ein kundi gera fyri at røkja heilsuna”

(Jacobsen 2004, 10).

Í hesum tíðarskeiði verður eisini fyrsta fólkateljingin í Føroyum hildin í 1769. Viðvíkjandi

upplýsingarritum nytta tey lítið, um fólkið ikki dugir at lesa. Tí er tað av alstórum týdningi

fyri fólkaupplýsingina, at frá fyrst í 19. øld verða skúlar settir á stovn um landið, og at um

miðjan 19. øld verður undirvísingarskylda ásett og álagt lokalu myndugleikunum at skipa

fyri undirvísing.

Fyrstu heilsulógirnar og sjúkrahús

Síðst í 18. øld verða í Danmark kirurgar settir í starv út um alt landið. Í 1780-unum kemur

fyrsta farsóttarlógin í ríkinum. Umframt nógvar aðrar heilsulógir verður

um aldarskiftið Det kgl. Sundhedskollegium stovnað sum ráðgevandi heilsupolitiskur

stovnur hjá myndugleikunum.

Í Føroyum verða fleiri av donsku lógunum tinglisnar tíðliga í 19. øld, sum høvdu við

heilsu- og sjúkrarøkt at gera:

1803: Fyriskipan um regluligar heilsulagslýsingar, sum landskirurgurin stóð fyri, við

skrásetingum og fráboðanum til Sundhedskollegiet um heilsustøðuna í landinum.

1805: Karantenulóg, sum hevði til endamáls at skipa fyri eftirliti við fremmandum

skipum, ið komu til landið, og fyribyrgja smittandi sjúkum.

1812: Lóg um koppseting móti pokum.

1813: Ljósmøðralóg í gildi í Føroyum.

1818: Útgreinandi reglugerð um embætisskyldur hjá landskirurginum.

1829: Nýbygda Færø Amts Hospital verður tikið í nýtslu.

Tað var serstakt fyri nýggja sjúkrahúsið í Havn, at umframt at virka sum vanlig sjúkrahús í

Ríkinum av slíkari stødd, skuldi tað eisini vera forsorgarstovnur fyri kronisk sjúk og

óhjálpin (Jacobsen 2004, 146).

Hetta er merkisvert, men kemur av, at fyrrverandi Argja Hospital eisini hevði verið ein

fátækrastovnur, og hesin táttur skuldi ikki detta burtur. Tí varð lógfest í reglugerðina fyri

hospitalið, at hospitalskassin eisini skuldi gjalda læknahjálp og heilivág til fátækrafólkið í

landinum, umframt til tey innløgdu.

Læknar og ljósmøður út um landið

Heilt til mitt í 19. øld var bert ein lækni í Føroyum. Seinnu helvt av øldini komu tríggir

aftrat: í 1852 í Suðuroy, í 1872 í Klaksvík og í 1883 í Vestmanna. Fyrst í 20. øld komu hini

økini við: í 1901 ein aftrat í Havn, í 1903 í Sandoy, í 1912 í Vágum og í 1913 á Eiði.

Page 39: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

39

Sostatt batnar læknastøðan tað tíðarskeiðið, tá fólkavøksturin í Føroyum er uppá tað størsta

frá 1 til hvørji 5.000 fólk til 1 til hvørji 2.300 fólk.

Eisini ljósmøðurnar hava havt ein høvuðsleiklut í fólkaheilsusøguni. Av fyrstan tíð vóru

tað álitiskonur við serligum hegni. Í 1773 kom tann fyrsta við fakligum førleika, og 50 ár

seinni vóru 15 ljósmøður úti um landi. Tó var tað ikki fyrr enn við ljósmøðralógini frá

1878, at ljósmøðurnar vórðu alment løntar og virksemið skipað í 25 ljósmøðradømum.

Føroyska heilsuverkið tekur skap

Sum onnur dømi um útbreiðslu av heilsuverkinum kring landið umframt læknar og

ljósmøður eru m.a. Klaksvíkar sjúkrahús frá 1898, og Suðuroyar sjúkrahús frá 1904.

Henda gongdin við heilsupolitisku átøkunum frá fyrst í 19. øld og frameftir hevði eisini

nøkur heilsupolitisk mál, har miðað varð eftir “at øll fólk, hvar í landinum tey búðu, áttu at

hava rímiliga góða atgongd til læknahjálp og til kønar ljósmøður” (Jacobsen 2004, 251).

Tann tátturin í heilsusøguni, ið fevnir um sjúkrarøkt og heilsufremjan, so sum vit kenna tað

við virkseminum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, kemur seint fram. Síðst í 19. øld varð tosað

um tørvin fyri sjúkrasystrum í Føroyum, lutvíst fyri at betra um sjúkrarøktina úti um

landið, harí eisini at kunna læra frá sær, og lutvíst sum útbúgvin starvsfólk á hospitalinum.

Fyrsta sjúkrasysturin kemur tó ikki fyrr enn í 1897, tá diakonissa verður sett í starv á

sjúkrahúsinum. Av vantandi áhuga fekk hospitalið ikki sín fyrsta sjúkrasystranæming fyrr

enn í 1920. Tó høvdu nakrar fáar fingið sær útbúgving á sjúkrahúsum í Danmark.

Tað er lítil ivi um, at vøksturin í heilsufakliga virkseminum hjá læknum og ljósmøðrum

saman við nýggjari og veksandi vitan um vísindaliga grundað læknaráð, reinføri,

bakteriologi og antiseptik hevur havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av grundleggjandi

læknaligum og fólkaheilsufrøðiligum kunnleika serliga upp gjøgnum seinni helvt av 19.

øld og inn í 20. øld.

Ilt er tó at siga, í hvussu stóran mun hetta hevur ávirkað heilsuliga fatanina og lívsførsluna

hjá føroyingum. Í almennum heilsufrágreiðingum verður lítið hildið um, hvussu farið

verður um reinføri, mat og drekka, klæðir, húsaumstøður, barnarøkt o.a. Ein av hesum

frágreiðingum er frá læknanum P.L. Panum, sum varð sendur til Føroya undir herviligu

meslingafarsóttini í 1846, sum rakti heili 6.000 fólk av teim 7.800, sum fólkatalið var tá.

Page 40: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

40

Spjadd búseting vardi móti farsóttum

Alla 18. og 19. øld rakti umfarssjúkur fólkið einstøk ár við ymiskum tíggjuára millum-

bilum. Summar raktu so meint, at deyðatalið kundi fara upp í tað fýrfaldaða. Omaná tær

meira vanligu umfarssjúkurnar kom so eisini tuberklasjúkan aftrat og kom í hæddina stutt

eftir aldarskiftið. Hetta skundaði undir at Sanatoriið varð bygt í Hoydølum í 1908.

Skiftandi landslæknar høvdu annars víst á, at serstaka búsetingarmynstrið við smáum,

spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi høvdu vart fólkið ímóti nógvum

farsóttum, sum meira regluliga herjaðu í øðrum býargjørdum samfeløgum. Soleiðis helt

fyrrnevndi Panum, at ein høvuðsgrund til at deyðatíttleikin var munandi lægri og

miðallivialdurin munandi hægri enn í Danmark, var “Færøernes fuldstændige eller partielle

fritagelse for en mængde især smitsomme sygdomme, som decimere andre landes

befolkninger” (cit. í R.Guttesen 1996, 17).

Tað sera avmarkaða sambandið við útheimin verður nevnt sum ein orsøk til, at smittandi

farsóttir vóru sjáldnari her enn aðrastaðni langt inn í 19. øld. Hetta verður sagt, hóast

pokurnar gingu mitt í 17. og tíðliga í 18. øld, krímsjúkur og landfarsótt (tyfus) av

innlendskum uppruna vóru afturvendandi, og meslingar herjaðu serliga í 1781 og 1846.

Men longri var ímillum farsóttirnar, og tær fingu ikki somu ávirkan á deyðatalið sum í

grannalondunum.

Myndin omanfyri vísir deyðatíttleikan í Føroyum í tíðarskeiðnum 1720–1865. Sjálvsagt

hava heilsustøða og livikor stóra ávirkan. Men her ber eisini til at síggja hvussu ógvislig

lop í deyðatíttleika einstøk ár kunnu beinleiðis setast í samband við ávísar umfarssjúkur:

1728: Influensa, "ring fepursjúka"

1745: Tyfus ella landfarssótt

1775: Influensa, krímsjúka

1781: Meslingar við fylgisjúkum

1807-14: Krígsár og avbyrging

1808: "Grasserandi smittufarsótt",

1828: Umfarssótt, "epidemisk fepursjúka"

1838: Influensa, krímsjúka

1846: Meslingafarssótt

Page 41: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

41

Økt samskifti økti smittuvandan

Men samskiftið millum bygdir í Føroyum og við útheimin øktist samstundis við stóra

fólkavøkstrinum í 19. øld. Her vísa læknarnir ofta á, at umfarssjúkurnar í stóran mun

høvdu sín uppruna í skipasambandinum við útheimin, sum øktist nógv tá skipsfiskiveiða

og handil vundu uppá seg síðst í 19. øld. Umfarssjúkurnar blivu nú fleiri og títtari, m.a.

skarlaksfepur, meslingar, kikhosti, difteritis og beinkrím.

Frá síðst í 18. øld vórðu ymisk fyribyrgjandi heilsutiltøk sett í gildi, at verja móti

smittuvanda og sjúkuelvandi viðurskiftum annars. Fyrsta karantenulógin kom fyrst í 19.

øld, við karantenunevnd, m.a. mannað við landskirurgi og fúta, at hondhevja lógina. Hóast

reglurnar um eftirlit við fremmandum skipum vóru dagførdar við millumbilum, gjørdist tað

alsamt truplari at forða smittusóttum at koma til landið og breiða seg her, jú meira

skipasambandið øktist.

Síðst í 19. øld fingu føroyingar egnan stóran skipaflota. Sambært amtslæknanum tá (1896)

vóru eisini føroysku skipini sjálvi sonn sjúkureiður av trongligu og ónossligu umstøðunum

umborð. Tá mælt varð til at seta heilsueftirlit við skipunum í verk, forðaðu reiðararnir fyri

tí (Jacobsen 2004, 232). Heilsusamtyktir vórðu settar kommununum at fylgja, men ivasamt

var hvussu tær vóru hildnar. Í 1895 kemur umsíðir ein verulig og umfatandi farsóttalóg, ið

álegði fráboðan og viðgerðarskyldu, men eisini fevndu um almenna fígging av neyðugum

tiltøkum.

Betri grundarlag fyri upplýsing um heilsuviðurskifti

Seinnu helvt av 19. øld fær líðandi upplýsing og leiðbeining um heilsufremjandi lívsførslu

ein veksandi týdning fyri almennu heilsutænastuna. Hetta hevur m.a. samband við

útbreiðsluna av skúlaverkinum. “Millum 1810 og 1845 vórðu skúlar settir á stovn í flestu

bygdum í Føroyum. Summastaðni við føstum lærara og skúlabygningum, men flestu

støðini vóru ferðalærarar, ið gingu millum bygda...Vanliga fatanin...er, at hesir skúlar í

mestan mun vórðu skipaðir í samljóði við fólkið” (Thomsen 2005, 165). Í 1845 kom nýggj

skúlaskipan, sum vakti so stóra andstøðu, at eitt tíðarskeið vóru allir bygdarskúlarnir

niðurlagdir. Men skúlaskapurin varð endurskipaður við áseting av almennari

undirvísingarskyldu í 1854 og sonevndi Almúguskúlin, sum longi hevði verið í Havn, varð

skipaður um alt landið.

Saman við vinnuligu menningini í seinni helvt av 19. øld kemur eisini gongd á eina

mentunarliga menning. Umframt skipanina av skúlum kring landið, kemur realskúlin í

Havn í 1861, læraraskúlin í 1870 og sonevndi Almúguskúlin í 1872. Í 1878 kemur fyrsta

føroyska blaðið “Dimmalætting”, skrivað á donskum. Í 1890 kemur “Føroyingatíðindi”

sum fyrsta blaðið á føroyskum. Og í 1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn.

Við mentunarligu menningini verður betri grundarlag fyri eini fólkaupplýsing, sum stuðlar

undir royndunum hjá læknum og tátíðar heilsuverki at fremja sakliga upplýsing um

heilsuviðurskifti mótvegis siðbundnum fatanum úr vantandi kunnleika, ranghugmyndum

og pátrúgv: “Í talu og skrift royndu læknar at eggja til størri persónliga ábyrgd fyri heilsuni

við at upplýsa um rættan kost, reinføri, smábarnarøkt o.a., og harvið fylgdi altíð ein meira

ella minni strong atfinning ella fordøming av niðurarvaðari fólksligari fatan av orsøkunum

til sjúku og veikleikar og harav fylgjandi atburði” (Jacobsen 2004, 256).

Ilt er at vita, hvussu fólk hava tikið tað upp: “Men tilvitið um heilsuna varð skerpt við

støðugum áminningum um rættan heilsuatburð, og ikki minni av einum vaksandi útboði av

apoteksvørum o.ø., ið skuldi vera gott fyri heilsuna, sum bæði føroyskir og útlendskir

Page 42: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

42

handlar lýstu við í bløðunum, eins og bløðini høvdu tíðindastubbar um umfarssjúkur,

stundum við ráðum um fyribyrging” (Jacobsen 2004, 256).

Felagsskapir fyri sjúkratrygging

Langt inn í 20. øld var meginreglan, at tey, sum høvdu tørv á læknahjálp og øðrum

heilsutænastum, skuldu gjalda sjálvi. Undantikið var vesalafólkið, sum fátækrakassin kundi

gjalda fyri.

Upp gjøgnum 19. øld verður størri partur av fólkinum leysur av tí patriarkalsku sosialu

skipanini í gamla bóndasamfelagnum, og verða óheftir løntakarar, arbeiðsfólk, útróðrar- og

sjómenn. Av hesi gongdini kemur seint í øldini tørvurin fram, um at taka seg saman í

felagsskapir til tess at tryggja fíggjarliga atkomu til neyðugar heilsutænastur.

Fyrsti sjúkrakassin varð stovnaður í Havn í 1886. Nøkur ár seinni kom sjúkrakassalóg, sum

gav ríkisgóðkendum sjúkrakøssum rætt til statsstuðul. Hetta hevði við sær, at hjálpin kom

at vera tann sama fyri ymisku økini.

1906: Tann fyrsti ríkisgóðkendi sjúkrakassin var Klaksvíkar sjúkrakassi frá

1913: 4 lokalir sjúkrakassar við 633 limum undir einum meginfelag.

1915: 15 sjúkrakassar við 3.565 limum, og

1936: 38 sjúkrakassar kring landið við 13.721 limum – svarandi til 92% av øllum

fólkinum yvir 19 ár.

Meginfelag sjúkrakassanna gjørdi sáttmálar við læknarnar um gjald fyri heilsutænastur, og

veittu limunum endurgjald fyri stóran part av kostnaðinum.

Sjúkrakassarnir byrjaðu við, at fólkið tók seg saman um felags áhugamál: “Teir boða frá

eini nýggjari tíð, tá ið nýggir karmar um sosialt samhaldsfesti vinna fram.” (Jacobsen 2004,

246).

Hetta er um somu tíð, sum arbeiðsmenn og handverkarar taka seg saman og stovna

fakfeløg, har Enigheden á Tvøroyri, seinni Fylking, í 1915 var tað fyrsta, og

verkamannarørslan verður ein týðandi táttur í samfelagsmenningini og slóbrótari fyri

sosialum framstigum (Dalsgaard 1997, 75 ff).

Skipan av almennu heilsutænastuni

Upp gjøgnum 19. øld tekur skipanin av almennu heilsutænastuni skap. Fyrst í øldini verða

ymiskar heilsulógir og fyriskipanir settar í verk, m.a. um heilsulagslýsingar,

landslæknavirksemi, fyribyrgjandi karantenu, koppsetingar og ljósmøðravirksemi.

Tá komið er inn í 20. øld eru læknar og jarðamøður kring alt landið, og umframt

meginsjúkrahúsið í Havn eru tey smærri sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy komin aftrat.

Sjúkrahúsverkið verður útbygt við serlæknatænastum, eins og fyribyrgjandi

heilsutænasturnar verða mentar við heimasjúkrasystrum og barnaheilsutænastum við

heilsusystrum og skipanum við fyribyrgjandi koppsetingum og heilsukanningum.

Page 43: Demografiska menningin í Føroyum síðstu 300 á · PDF fileokkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð ... av okkara grannalondum

DEMOGRAFISKA MENNINGIN Í FØROYUM SÍÐSTU 300 ÁRINI HAGSTOVA FØROYA

43

Keldur:

Jóannes Dalsgaard: Fylking, Forlagið Framhald 1997.

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne

1720-1831, Københavns Universitet 1984.

Rolf Guttesen: Topografisk Atlas Færøerne, Det Kgl. Danske Geografiske Selskab, 1996.

Doris Hansen: Søgan um hini, Føroya Skúlabókagrunnur 1996.

Elin Súsanna Jacobsen: Slóðir úr heilsuverksøguni, Føroya Fróðskaparfelag 2004.

Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen: Havnar søga, bind II og III,

Tórshavnar Kommuna, 2004 og 2009.

Ríkisumboðið, Årsberetning 1962 og 1972, Rigsombudsmanden på Færøerne

Rógvi Thomsen: Millumleikur í fortíðini, í Eyðvinur, Føroya Fróðskaparfelag 2005.