kirkjuligt missiónsblað 13-03.pdf · 2013. 5. 13. · mín vegur til guðs er í roynd og veru...

16
Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið MEN HONUM ER TAÐ AT TAKKA , AT TIT ERU Í KRISTI J ESUSI Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi. 1. Kor. 1,30. Vit menniskju kunnu ikki veita okkum sjálvum trúnna. Eingin er mentur við egnum vilja, at flyta yvir í ríki elskuliga sonar Guðs. Hetta er altíð Guðs gerningur. Guð kallar síni glataðu á mangan hátt. Hann ger tað gjøgnum sjúku, einsemi, sorg, mótgongd og trupulleikar av ymsum slagi. Altíð er Harrin hin uppsøkjandi hirðin, sum leitar eftir sínum burturvilstu seyðum. Mín vegur til Guðs er í roynd og veru Guðs vegur til mín. Eg hevði aldrin leitað til hansara, um hann ikki fyrst hevði leitað meg upp. Eg hevði heldur ikki funnið Jesus, um hann ikki fann meg fyrst. Eg kundi ikki svarað Jesusi ja, um hann ikki fyrst hevði givið mær sítt ja. Tí er langtanin eftir frelsu eitt tekin um, at Guð ikki hevur slept tær ella er farin frá tær. Tvørturímóti. Tað er Guðs andi, sum kallar teg. Tú ert í tínari vitjunartíð. Tað er tann tíðin, har Guð vitjar og dregur eitt menniskja. Hana skalt tú geva tær far um. Tú skalt eftirlíka Guði og lata hann frelsa teg. Fyri mong tykist frelsan at vera nakað, tey gera. Tey yvirgeva seg. Tey geva Guði sítt ja.

Upload: others

Post on 15-Feb-2021

2 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • KirkjuligtMissiónsblað

    Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    MEN HONUM ER TAÐ ATTAKKA, AT TIT ERU Í

    KRISTI JESUSI

    Men honum er tað at takka, at tit eru íKristi Jesusi. 1. Kor. 1,30.

    Vit menniskju kunnu ikki veita okkum sjálvumtrúnna. Eingin er mentur við egnum vilja, at flytayvir í ríki elskuliga sonar Guðs. Hetta er altíðGuðs gerningur.

    Guð kallar síni glataðu á mangan hátt. Hannger tað gjøgnum sjúku, einsemi, sorg,mótgongd og trupulleikar av ymsum slagi. Altíðer Harrin hin uppsøkjandi hirðin, sum leitar eftirsínum burturvilstu seyðum.

    Mín vegur til Guðs er í roynd og veru Guðs

    vegur til mín. Eg hevði aldrin leitað til hansara,um hann ikki fyrst hevði leitað meg upp. Eghevði heldur ikki funnið Jesus, um hann ikkifann meg fyrst. Eg kundi ikki svarað Jesusi ja,um hann ikki fyrst hevði givið mær sítt ja.

    Tí er langtanin eftir frelsu eitt tekin um, at Guðikki hevur slept tær ella er farin frá tær.Tvørturímóti. Tað er Guðs andi, sum kallar teg.Tú ert í tínari vitjunartíð. Tað er tann tíðin, harGuð vitjar og dregur eitt menniskja. Hana skalttú geva tær far um. Tú skalt eftirlíka Guði oglata hann frelsa teg.

    Fyri mong tykist frelsan at vera nakað, teygera. Tey yvirgeva seg. Tey geva Guði sítt ja.

  • 2 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Tey trúgva á Jesus. Og tað er satt, at tey havareist seg og fylgt Jesusi. Kortini er frelsan ikkiteimum sjálvum at takka, men Guði. Tað erbert vegna tess, at Jesus heldur teimum, at teynáa trygt heim.

    Tað er ein veldigur máttur í hesumgleðiboðskapi. Hesin máttur kemur okkum tilhjálpar, tá ivi og roynsla stríðast fyri at vinna áokkum. Tá spyrji eg meg: Nái eg málið? Verðieg ikki ein av teimum, sum byrjaði væl, menikki fullførdi?

    Hygg í Guðs orð. Tað er hann, sum hevurflutt teg yvir í ríki elskuliga sonar síns. Tað erikki hent, fyri at tú seinni skuldi verða latin yvirtil tín sjálvs. Heldur tú teg at tínum himmalskafaðiri, vil hann lata teg verða verandi í Jesusi.Guð ynskir fram um alt at síggja teg í honum.Ert tú har, so eigur tú lut í allari andligari signingá himnagrundum.

    Tú skyldar Guði alt. Honum er tað at takka,at tú ert í Kristi Jesusi.

    Hans Erik NissenMarna Ellingsgaard týddi

    Várið er komiðBræv nr. 6

    Vit hava havt fleiri góðar dagar nú við meirenn 20 hitastigum. Hetta er deiligt aftaná einkaldan vetur.Vit lesa framvegis staðbundna málið á

    universitetinum, men at verða trúboðari er ikkinakað, sum vit fyrst byrja uppá, támállesnaðurin er av. Nei, at verða eitt vitni umJesus er eitt gerandisarbeiði - ein lívsstílur.Nógvir mátar eru at vitna uppá. Vit gera taðfyrst og fremst við at skapa vinabond viðstaðbundnum og har í gjøgnum vitna um Jesus.Og faktisk er tað, at vera vitni her í landinumikki so øgiliga ymiskt frá tí, at vera vitni íFøroyum. Gjøgnum felags áhugamál og vinaløgkoma vit at kenna onnur menniskju og fáaharvið høvið at vitna. Vit mugu bert gevaokkum far um tað og biðja Heilaga Andan gevaokkum vísdóm til at tala, sum Hann vil.Vit eru góðir vinir við ein mann. Hann var

    sera íðin muslim. Ja, hann beinleiðis hataði teykristnu og gjørdi ein dag av at bumba einakirkju. Hann breyt inn í kirkjuna og fjaldi einabumbu. Sunnumorgun vildi hann kanna, um altvar til reiðar. Tá kemur ein trúgvandi yvir tilhann og spyr um hann kann biðja fyri honum.Hann játtar hetta og tað hevur stóra ávirkan áhann. Hann ger av ikki at bumba kirkjunaálíkavæl og fer har frá við eini Bíbliu í hondini.Hann byrjar at lesa og kemur til trúgv á Jesus.Síðan hevur hann gingið á eitt slag av

    undirgrundsbíbliuskúla her í landinum. Menhann ynskir at læra meir. Tí eru vit byrjaðir atlesa í Bíbliuni saman - og av tí at endatíðin hevurstóran áhuga hjá honum eru vit farnir í holt viðOpinberingina. Hann dugir bert staðbundnamálið, so tað er nokk so torført at undirvísa/lesa, tá evnini við hvørt gerast heldur fløkjaslig.

  • 3

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Men vit njóta at vera saman og granskaSkriftina - og við tolni og orðabók kunnu vitkoma langt. Hann býr meir enn 1000 km fráokkum, so tá tað ikki ber til at hittast so ofta,so skriva vit saman á internetinum. Hetta erbæði gevandi og krevjandi.Flestu evangelisku kristnu í landinum eru fyrsta

    ættarlið av kristnum. Tí er tað sera umráðandi,at staðbundin kristin vera rótfest í Bíbliuni ogvaksa í trúnni á Jesus. Hesum vilja vit feginhjálpa til við gjøgnum okkara arbeiði.Sum familja hava vit tað gott. Sum vit skrivaðu

    í síðasta brævið, so vænta vit barn. Hon ogbarnið hava tað gott, nú helvtin av tíðini er farin.Vit gleða okkum øll til tað nýggja barnið - sumsambært jarðarmóðrini verður ein beiggi. Ogso gleða vit okkum sjálvandi eisini til at komaheim til Føroyar at vera saman við tykkumøllum í heyst!Við ynski um Guds friðJ og S

    Útsýni yvir einum fátækum parti av býnum

    Bið um, at Gud má opna hjartadyrnarhjá staðbundna fólkinum

  • 4 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    “Tí at kærleiki Kristsvaldar okkum; við tað atvit hava hildið hetta: Einer deyður fyri allar, tá eruteir allir deyðir; og hanner deyður fyri allar, fyri atteir, sum liva, ikki longurskulu liva fyri særsjálvum, men fyri honum,sum fyri teir er deyður og

    upprisin.”(2. Kor.5,14-15)

    Støðið fyri missiónsarbeiði er lagt! Frelsaner vunnin – fyri øll! Við tað at Jesus býtti umpláss við okkum og leið og doyði, er allurheimurin vorðin sátt við Guð (Jf. 1.Joh. 2,2;Jóh 1,29; 2. Kor. 5,19).Her verður latið upp fyri einum stórum høpi

    fyri missiónsarbeiðinum. Tað er galdandi fyriøll vantrúgvandi menniskjur á hesi jørð – bæðiteimum, vit møta dagliga, og teimum, sum erulangt burturi – at tey longu hava frið við Guðgjøgnum Jesus. Tað stendur bara eitt eftir: attey hoyra tað! Hetta er tann høvuðs uppgávaní missiónini, at bera tann fríandi boðskapin útum eina frelsu, sum er fullgjørd, og sum ergaldandi øll.Hetta er veruliga ein ́ gleðiboðskapur´ - ein

    góður og gleðiligur boðskapur: Kristus er tínfrelsari! Gjøgnum hann hevur tú frið við Guðog ævigt lív – óuppiborið og uttan at hava gjørtnakað fyri tað, júst sum tú ert og hevur tað!Tað er hetta, vit eru kallað til at boða. Við

    fullum rætti skrivar Paulus ummissiónsarbeiðið: »Hvussu yndisligir eruføtur teirra, sum boða gleðiboðskapin umhitt góða!« (Rom. 10,15).Tað er avgerandi, at vit halda fast í

    veruleikanum av glataninni. Men tað er líka soavgerandi, at vit síggja, at vit ímissiónsarbeiðinum rætt sæð ikki koma við

    einum glatanarboðskapi, men við einumfrelsuboðskapi! Vit koma við tí orðinum, sumkann ríva menniskjur út úr teirra djúpastu ogstørstu neyð – Guðs vreiði og dómi – við atleiða tey til og geva teimum trúgv á Jesus!Tá ið vit dríva missión, mugu vit prædika bæði

    lógina og evangeliið. Eingin kemur til frelsanditrúgv á Jesus uttan at hava sæð sína synd íljósinum av lógini. Eingin gleðir seg yvirKristusar sáttargerð uttan at hava møtt Guðsvreiði. Men tað er avgerandi at halda fast í, atveruleikin av syndini og dóminum ikki ernakað, sum vit koma við! Vit koma ikki ogskapa ein trupulleika fyri fólk, sum tey ikkihava frammanundan. Vit koma við frelsuni! Vitkoma við náðiljósinum inn í glataninnar ogdómsins myrkur! Vit koma við frælsi til fangar,náði til fordømd og frelsu til glatað – við Jesusi.Tí er tað heilt eintýðugt, at vit koma við einumgleðiboðskapi!Hvussu gerast vit til til at bera hendan

    boðskapin út? Tað gera vit fyrst og síðst viðat taka gleðiboðskapin til okkum sum eitt orð– til okkara! Kristin missión er blivin lýst sum´biddarar, sum siga øðrum biddarum, hvarbreyð er at fáa´. Tað er ein góð mynd. Honminnir okkum um, at man bara kann vitna umnáðina, um ein sjálvur verður hildin á biddaransplássi og tekur ímóti náðinnar orði – til sínsjálvs!Vøkstur í kristnilívinum er ikki vøkstur burtur

    frá tørvinum av náðinnar orði. Tvørturímóti!Guðs mál er at útdýpa okkara ásannan avsyndini og okkara tørvi av náðini. Tí at táknýtast vit sterkari til Jesus, og tá blívur trúgvinlivandi og vitnisburðurin sterkur! Hetta gongurbeint ímóti okkara egna tanka og okkara egnuynskjum. Vit ynskja at eydnast sum kristin ogsíggja fram til, at vit tó skjótt fáa einavælvirkandi trúgv og eitt kristnilív, sum hongursaman. So vildu vit kunna verið álítani og góðvitnir – hugsa vit! Men Guð hugsar øðrvísi ogleiðir okkum eftir einum øðrum vegi.“Jeg ville gerne eje en tro så stærk og stor,

    en tro som kunne vises i gerning og i ord. Mennår min tro så vakler og alt mit eget værk, dahar jeg bare Jesus – og da er troen stærk!

    Ein stór frelsa

  • 5

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Hetta er Guðs vegur! Tað er soleiðis hannendurnýggjar okkum í trúnni og formar okkumtil sonn og livandi vitnir – um Jesus! Tað stendurikki í mótsetningi til, at Guð bæði ynskir og vilvirka halgan í okkum. Tvørturímóti! Tað er jústígjøgnum gleðiboðskapin um Jesus, at vit verafylt við Guðs Anda, sum virkar halgan ogandaligan ávøkst í lívi okkara innanífrá(Gal.5,22). Tá ið Guð heldur ásannanina avsyndini og tostanum eftir náðini livandi íokkum, so er tað fyri at draga okkum til Jesus,so at vit verða endurnýggjað og vaksa í gleðiniyvir hann. Tað er her – hjá Jesusi – at lívið ogtann andaligi ávøksturin veksur fram:“Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum...

    tann, sum verður í mær og eg í honum, hannber miklan ávøkst” (Joh. 15,4-5).Her gongur vegurin til andaligan ávøkst,

    vøkstur og fyllu av andanum – og til ein livandivitnisburð um Jesus! Ynskja vit at blíva gjørdút til at vitna um Jesus, og ynskja vit meinigheitirmerktar av vitnisburðarins anda, so er tað altavgerandi, at Guðs orð verður boðað hjáokkum til trúgv á Jesus og til gleði um hann.Tað kann bara henda, har bæði lógin ogevangeliið verður boðað klárt og í kraft.Tær størstu missiónstíðirnar í kirkjusøguni

    hava verið vekingartíðir merktar av einiógvuliga sterkari boðan av Guðs heilagleika,hansara vilja við okkara lívi og álvaranum avsyndini. Tað er ein boðannartóni, sum er heiltcentralur í skriftini, bæði í gamla testamenti ognýggja testamenti. Av náttúru bera vit okkumat sum menniskjur til eina og hvørja tíð ímótihesi boðan. Men vit hava ikki møtt Guði, sumhann er, um vit ikki hava møtt honum í hansaraheilagleika og kravi til okkara og í hansaravreiði yvir syndina – okkara synd! Bara her íGuðs nærleika verður gleðiboðskapurin umkrossin og um, at Jesus býtti um pláss viðokkum. Bara her verður hesin boðskapurinstórur og dýrabarur fyri okkum. Bara her inniverða vit gjørd til at vitna satt og ekta – umJesus!Jesajasar møti við Guð í halgidóminum í Jes.

    6 er í hesum samanhangi sigandi. Jesajas hevurframmanundan prædika dóm yvir Ísraels fólk,

    men nú fær hann eina sjón, har Guðs ljós lýsirinn yvir – hann sjálvan! Hann sær sína egnusynd, í sínum egna lívi og má bróta út: “veimær, tað er úti við mær” (v.5 )Tá kemur Guð til hann við orðinum um

    sáttargerðina og frelsuna, sum eitt orð tilJesajas: “nú er misgerð tín burtur og syndtín fyrigivin.”(v.7)Nú er profeturin sjálvur vorðin ein syndari,

    sum má takka fyri og gleða seg yvir náðinnarevangelii – sum eitt orð til hann. Hann er vorðinein biddari, sum sjálvur hevur fingið náðibreyðat liva av. Og tað skapar nýggja trongd oghug til at vitna fyri øðrum um breyðið, náðinaog gevaran.»Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera

    ørindreki okkara?« - Spyr Guð. Og svariðkemur beinanveg: »Her eri eg – send meg!«(v.8)Tann mest avgerandi treytin fyri, at vit kunnu

    vera vitnir um Jesus, er, at vit sjálvi liva av ogí gleði yvir hansara frelsu. Tað er einginsjálvfylgja, at vit varðveita ta livandi trúnna áJesus. Av náttúruni føla vit ongan tørv á einumfrelsara. Og jú longur vit koma frásamfelagnum við Hin Heilaga Guð í lýdniyvirfyri hansara orðið og vilja, jú meira líkasælvera vit yvir fyri evangeliinum. Tað verður ívaksandi mun ein lærusetningur, sum vit duga,fram um at vera tað andaliga breyðið, sum vitliva av. Vit kunnu framvegis siga teir somutrúarsannleikar við munninum, men hjartaðhevur mist ta frísku og glaðu trúnna ágleðiboðskapin. Náðin verður upplivað meirasum ein sjálvfylgja og teoretisk. Við tíðini byrjavit betri og betri at skilja tey, sum fyrihaldaseg køld yvir fyri gleðiboðskapinum umsyndanna fyrigeving og halda hann veralívsfjaran og óviðkomandi. Vit skilja tey, tí atvit sjálvi uppliva tað upp á sama máta. Uttan samfelag við hin livandi Guði glíður

    krossurin út úr centrum , fyrst í okkara hjørtumog síðani í okkara vitnisburði. Tá ið tað hendir,hava vit mist kraftina í saltinum og ljósið íokkara vitnitænastu. Í hvønn mun er hettalongu hent?Tað er vandin fyri Guðs fólki til eina og hvørja

  • 6 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    tíð. Í okkara náttúru hava vit djúpan og innetnamótstøðu at møta hinum livandi Guði. SumÁdam flýggjaði frá Guði eftir syndafallið,ynskja vit at gera tað. Innanífrá reagera vit ímótití kláru og sterku boðaninni av Guðs lóg ogGuðs vreiði. Vit vilja burtur frá henni. Frá tíinnasta av okkara hjørtum ljóðar gjøgnum altlívið tað rópið, sum eisini ljóðaði til profetarnará Jesajasar døgum:“talið til okkara við fagurlátum, tølandi

    orðum... latið okkum hava frið fyri Ísraelsheilaga” (Jes.30,10f.). Eydnast tað okkumat koma burtur frá hinum Heilaga Guði, támissir orðið um krossin sína kraft í okkara lívi.Sum luthersk missiónsfólk í norðanlondum

    hava vit søguliga røtur í vekingum, sum vórumerktar av djúpari syndaneyð og stórari gleðiyvir evangeliið. Men tann livandi trúgvin gongurikki í arv. Hon má skapast av nýggjum íhvørjum ættarliði í tí persónliga møtinum viðGuð og í móttøku av Guðs orði. Livir trúgvin íokkum? Livir gleðin yvir Jesus og hansarafrelsuverk í okkum?Andreas Lavik var ein av undan-

    gongumonnunum í ́ Vestlandske Indremission´í Norra. Stutt áðrenn hann doyði, droymdi hannein dreym, sum gjørdi eitt djúpt órógvandiinntrykk á hann. Hann droymdi, at hann varonkuntíð í framtíðini og kom til húsini hjáIndremissiónini. Men tey vóru heilt tóm ogmyrk. Tann einasta, hann møtti, var ein gomulvaskikona. Hann spurdi hana, hvar øll fólkinivóru? Hon svaraði við at peika út á ein hvítansólljósan slætta. Hann fór út á slættan og sá,at har var stórur fólkaskari komin saman, sumgjørdi bylgjur aftur og fram. Mitt á slættanumstóð ein pallur, sum talað var frá. Talararnirvóru religiøsir. Teir vóru vakrir í orðum ogformi, og alt var ógvuliga festligt. Lavik gekkyvir til pallin og bað um loyvi til at tala. Tá iðhann fekk atgongd til pallin, fór hann at prædikagleðiboðskapin um Jesus. Hann talaði um Jesukross og deyða og um hvussu hann sónaði allaheimsins synd. At byrja við lurtaði fólkið forvitiog undrandi eftir, sum um tað var nakað heiltnýtt, tey hoyrdu. Men skjótt blivu tey troyttav tí og fóru at flenna og ganga aftur og fram.

    Lavik steðgaði við síni boðan og vendi særfyri at fara niður av pallinum. Í tí sama legðihann merki til eitt stórt og vakurt blómutyssi.Hann sá eisini, at øll fólkini á slættanum høvdueina blómu í knappholinum. Hann hugsaði, ateina slíka blómu vildi hann eisini hava, ogboygdi seg niður fyri at taka eina úr tyssinum.Men júst tá ið hann rætti hondina út eftirblómuni, sá hann eina slangu millum blómurnarklára til at høgga hann í hondina. Lavik hugdiinn í tey glinsandi eyguni á slanguni – ogvaknaði av ræðslu.Tann kristindómur, sum vísir vanvirðing og

    líkasælu yvirfyri gleðiboðskapinum um Jesufrelsaragerning, hansara kross og hansara blóð,tað er ein kristindómur, sum hevur mistsambandið við Guð, sum hann veruliga er. Taðer ein kristindómur, sum hevur mist sínaandaligu kraft og sítt andaliga lív.Hvussu verða vit frelst frá hesi tølan?Tað gera vit bara við at koma inn undir Guðs

    Orð. Við at møta Guði, sum hann veruliga er,og sum hann hevur opinberað seg fyri okkum– í sínum Orðið.Skulu okkara samkomur vera andaliga

    kraftfull amboð til at breiða gleðiboðskapin útí okkara tíð, er tað altavgerandi, at tað ljóðarein klár boðan hjá okkum, av øllum Guðs orðibæði lóg og evangelii. Tað andaliga kraftfeltiðer samsvarandi spenningsfeltinum millum lógog evangelii. Her verða vit hildin fast undirGuðs kravi um at elska Guð og næstan. Herverður syndi ávís og persónlig: Eg verði einsyndari, glataður og dømdur í botn og grund.Her doyggi eg frá mær sjálvum og øllum mínumegna og verði knýttur til Jesus sum mínheilagleika, mína frelsugrund og sum mína æru.Her verður gleðiboðskapurin um Jesus stórurfyri mínum hjarta og greiður í mínum munni.Gævi Guð, at vit mugu liva her! Bert tá eru vitbrúkilig sum ljós og salt í heiminum!

    Mikkel VigiliusTýtt: Dan Jógvan Eliassen

  • 7

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Hendan frásøgnin er úr Japan.“Fyri mongum árum síðani fór ein ungur

    japanari at lurta eftir kristiligumútvarpssendingum. Hann skilti skjótt so mikiðav gleðiboðskapinum, at hann boygdi knø fyriGuði og tók ímóti boðskapinum um frelsuna.Foreldur hansara vildu, sum siður er í Japan,

    finna soninum eina góða konu. Tey høvdu ígóðari tíð valt eina gentu, sum sonur teirraongantíð hevði sæð. Hann fór til pápa sín ogsegði: Eg kann ikki gifta meg við hesi gentuni,tí hon er ikki kristin. Men svarið, sum pápingav, var klárt og greitt: Tú mást! Ungi maðurinvar lýðin pápa sínum og mótmælti ikki hesiavgerð. – Tá pápin sá at sonurin var honumlýðin, broytti hann hugsan og avlýstikontraktina kortini. Í áravís bað hesindrongurin Guð um, at hann ikki mátti giftastvantrúgvandi konu. Tað, sum drongurin ikkivisti, var, at í hinum endanum á oyggjalandinumsat ein ung kvinna sum hevði hoyrtgleðiboðskapin á sama hátt sum hann. Ungakvinnan bað: Kæri Guð, lat ikki foreldur mínigifta meg manni, sum ikki trýr á teg.Ein dagin vóru pápar teirra sendir í

    handilsørindum til Tokyo, fyri virkir teirra. Teirhittust og fóru at práta saman.

    Eg eigi eina dóttur, segði annar.

    Eg eigi ein son, segði hin. Hon fyrri legði tilmerkis at hin maðurin ikki hevði nakað rósandiat siga um sonin, og spurdi tí, um hann hevðinakrar serstakar trupulleikar.

    Jú, svaraði maðurin: Hann er kristin.

    Tað var undarligt, segði pápi gentuna; dóttirmín er eisini kristin.

    Teir hildu áfram at práta; so fekk annar eitthugskot: – Veitst tú hvat vit skulu gera við børnokkara? Jú, vit lata tey giftast við hvørjumøðrum.Stutt eftir var hjúnarlagskontraktin

    undirskrivað á handilsstevnuni í Tokyo.Nakrar vikur seinri vóru tey ungu leidd saman.

    Tey vistu einki um trúnna hjá hvørjum øðrum.Hin ungi maðurin kærdi seg um at foreldrinihøvdu gjørt hetta, og tað sama gjørdi gentan.Drongurin var bilsin og spurdi hví? – Jú, skilirtú, eg havi biðið í mánaðir og ár um, at pápimátti finna ein kristnan mann til mín. Drongurinvarð hjartans fegin, hevði bestan hug athálsfevna gentuna við tað sama, meðan hanngreiddi henni frá, at pápi hennara veruliga hevðifunnið henni ein kristnan mann.Tann Guð, sum hevði leitt tey til trúgv gjøgnum

    útvarpssendingarnar, hevði eisini bundið teysaman í eitt hjúnaband, har tey kundu stovnaeitt kristið heim í Japan, sum kann koma atvera ein umráðandi kristniboðsstøð íarbeiðinum.Úr bókini: På bølgelængde med ordetEmma Jacobsen týddi

    Kristiligar útvarpssendingar havaómetaliga stóran týdning

  • 8 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

  • 9

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Indtil nu har vi ikke skrevet om deuroligheder, der har fundet sted i Tanzania,mellem kristne og muslimer, men her er en kortorientering og opsummering af den senere tidsbegivenheder, hvis nogen er interesseret i atlæse lidt mere om den side af livet i Tanzania,og dermed en del af den hverdag, vi er en delaf.Til vækkelsesmøde med CCMPræster i Brødrekirken må ikke tage del i

    partipolitik og opstille for et bestemt politiskparti. LM-missionærer forpligter sig også tilat stå udenfor partipolitik i landet, hvor dearbejder. Men politik kan ikke undgås. Jegfik et brev, hvor jeg blev indkaldt til et mødemellem repræsentanter for regeringen ogpræster i Brødrekirken d. 13/4-2013 påBrødrekirkens konferencecenter.

    Repræsentanterne for regeringen viste sig dogat være repræsenter for regeringspartiet, detlokale CCM (Chama cha Mapinduzi,Revolutionspartiet). Formanden for partiet iRukwa, formanden for Sumbawanga distriktog sekretæren i partiorganisationen deltog imødet. D. 28/2-2013 havde der været etmøde mellem ledelsen for de forskelligekirkesamfund og de officielle myndigheder iRukwa, og nu fulgte regeringspartiet CCM opmed møder for ledere i de forskelligekirkesamfund ét ad gangen. Turen var nu nåettil Brødrekirken selvom en præst fraSyvendedags Adventisterne også dukkede op,men pænt blev sendt af sted igen, da der skullevære et særligt møde med repræsentanter forSyvendedags Adventisterne.Baggrunden for mødet

    Fællesbrev nr. 98 d. 14.09.2012

    Anne-Lene og Peter skriva

  • 10 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Just hjemkommen fra Tyrkiet i januar måned,hvorfra vi gang på gang hører om forfølgelseaf kristne, var det en overraskelse at læse, atTanzania nu var kommet ind på en 24. plads iÅbne Døres liste over de 50 lande med mestforfølgelse af kristne, mens Tyrkiet, der sidsteår lå på en 30. plads, nu var ude af statistikken.Tidligere har Zanzibar været med på listen,mens Åbne Døre nu ser på situationen inationen som sådan, ikke kun dele af landet.Statistikken bygger på, hvad der er sket, menforårets begivenheder i Tanzania har bekræftet,at forfølgelse af kristne er en del af hverdagen.I årsrapporten for 2012 skriver Åbne Døre:“Når man ser på det gennemgående mønsteri volden mod kirkerne og kirkens ejendom,samt den generelle, truende atmosfære, dervar på øerne Zanzibar og Pemba, er detforbavsende at ingen kristne er rapporteretdræbt. Der er kun rapporteret om fysiskoverlast” (http://www.forfulgt.dk/forfoelgelse/lande/Tanzania/ ).Ingen dræbte - det er ikke længere

    tilfældet. I februar opstod der uroligheder iforbindelse med spørgsmålet om, hvem derhar ret til at slagte, hvis kødet siden skal sælgesvidere. Nogle muslimer hævder, at det kun erdem, der må slagte, men ingen lov i Tanzaniasiger, at det forholder sig sådan. At der harværet en udbredt tradition for det, da kristnetraditionelt ikke har haft problemer med atspise kød, selvom det er halal slagtet, er énside af sagen, noget andet er, hvis slagtningmonopoliseres. Men det er også blevetfremført, at da muslimer opfatter slagtning somen “gudstjeneste”, skal kristne have frihed tilikke at deltage i denne “gudstjeneste”, dvs.have frihed til at købe ikke halal slagtet kød.Uenighed om dette førte d. 11/2 til urolighederi Buseresere , Geita Region og pastorMathayo Machila blev dræbt og adskilligekvæstet (Guardian 9/4-2013). Siden – ogsåsom led i en radikalisering fra nogle muslimersside - blev pater Evarist Mushi dræbt påZanzibar d. 17/2 (Citizens 20/2-2013) og derer blevet sat ild til forskellige kirkebygninger

    (Guardian 20/2-2013). I Tunduma (226 kmfra Sumbawanga) kom det for nylig tiluroligheder, da kristne havde slagtet og villesælge kødet, og det samme skete i Matai (ikkeså langt fra Sumbawanga), da en kristen havdeslagtet en ko og ville sælge kødet på markedet.Og da politiet greb ind mod den kristne, blevdet set som et klart tegn på, at der var sket enislamisering af myndighederne.BiskopperneD. 8/3-2013 var 177 biskopper fra Christian

    Council of Tanzania (protestantiske kirker),den katolske kirke, fællesskabet af pinsekirkersamt Syvendedags Adventisterne samlet tilmøde i Dar es Salaam om situationen i landet.I erklæringen fra mødet understreger de, atmange muslimer lever fredeligt sammen medkristne, men at der er en lille gruppe, derønsker at ødelægge forholdet og skabe ufredi Tanzania. I erklæringen tager de klart afstandfra muslimers monopolisering af slagtning, dalandets love alene handler omsundhedsmæssige forhold, der skal sikres iforbindelse med kød, der skal sælges, og hvisregeringen ikke kan sikre borgernes liv ogejendom (kirkernes ejendom), så er der ingengrund for regeringen til at fortsætte somregering. Hele erklæringen kan læses på http://cct-tz.org/?p=234. Desværre har jeg ikkefundet den oversat til engelsk, så den foreliggerkun på swahili.CCM mødetMødet i Sumbawanga d. 13/4 fandt sted på

    foranledning af det politiske parti CCM, mennaturligvis begynder og slutter man sådan etmøde med bøn. Og da vi skulle præsentereos, så var det kendetegnende, at de tre CCMrepræsentanter præsenterede sig selv ved atindlede enten med et ’Bwana Yesu asifiwe’(Herren Jesus være priset), hvor vi skulle svaremed et: Amen, eller Brødrekirkens eget motto:’Mwana Kondoo Ameshinda’ (Vort lam harsejret), hvor svaret fra forsamlingen var:’Tumfuate’ (Lad os følge ham). Efter enlængere indledning fra formanden for CCM iRukwa var hensigten, at deltagerne skulle give

  • 11

    Kirkjuligt Missiónsblað

    input til den lokale CCM ledelse, der så villeblive samlet i en skriftlig rapport og en video,og denne rapport ville så blive givet videre opad i hierarkiet. Formanden indledte med enbekendelse og en bøn om tilgivelse. Vi har sompolitisk parti fejlet, da vi ikke i tilstrækkeliggrad har søgt vore åndelige lederes råd ogvejledning. Det vil vi rette op på i fremtiden.Anledningen var de ovenfor beskrevnebegivenheder – forholdet mellem muslimer ogkristne. Men mon ikke der var to dagsordenerbag mødet, dels et reelt ønske om fred ogfortsat fred i Tanzania og dels et ønske omfortsat politisk opbakning ved stemmeurnernetil CCM, da flere – i de senere år – har spurgt,om CCM under ledelse af den nuværendepræsident, Jakaya Kikwete, der selv ermuslim, er blevet et muslimsk parti, mensCHADEMA (Chama cha Demokrasia naMaendeleo, Partiet for demokrati ogudvikling, fra 1992, hvor et-parti systemet blevopgivet) skulle være /blive til det parti, dekristne kan støtte, selvom der også ermuslimske medlemmer. I 2010 fikCHADEMA’s præsidentkandidat 27,1 %,mens CCM’s kandidat fik 62,8% ogCHADEMA fik 44 sæder i parlamentet modCCM’s 258 af 343 mulige. Det er ikke alenefreden, der står på spil, men også dendominerende politiske rolle som CCM harspillet indtil i dag. Spørgsmålet om CCM sommuslimsk parti, blev da også rejst på mødet,ligesom der blev sat kraftigt spørgsmålstegnved regeringens ansættelses- og

    “Biðið fyri arbeiðinum!”

    forfremmelsespolitik, hvor der if. fleredeltagere i mødet er sket en kraftig islamiseringaf de højere stillinger indenfor militæret, politietog embedsværket som sådant under dennuværende præsident, ligesom reaktionen frapræsidentens side på drab og overgreb påkristne og deres ejendom er kommet medforsinkelse og meget uld i munden. Klar taleog reel handling blev efterlyst. Netopislamiseringen af de højere stillinger indenforpolitiet blev set som en af årsagerne til denmanglende beskyttelse af kristne, ligesommangelfuld opfølgning, hvor der var sketovergreb. Er der brændt én eneste moské nedlød det retorisk fra deltagere. Hvis blot éneneste moské var blevet brændt ned, havdeder lydt et ramaskrig med efterfølgendeoptøjer, mens vi kristne alt for længe har bidtalt for meget i os. Vi må kræve klar handlingfra myndighedernes side, dvs. også fra denCCM baserede regering. Og så må vi forlange,at både politikere og dem, der ansættes i detoffentlige, vælges og ansættes på baggrund afderes kunnen og karakteregenskaber, og ikkefordi muslimer skal favoriseres af den CCMbaserede regering.FremtidenVil uroen fortsætte? Vil uroen tage til? Ingen

    tvivl om, at mange synes, at nok er nok. Lados bede for Tanzanias fremtid og evangelietsfrie løb.

    Peter O.K. Olofson

  • 12 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Viggo gekk úti í urtagarðinum oghugsaði. Hann hevði júst givið kanininikál og royndi nú at minnast, hvat hannhevði hoyrt í sunnudagsskúlanum í dag.Men hann mintist ikki og gjørdist óðurinn á seg sjálvan, tí at hann altíð gloymdiso lætt. Nógv ímillum systirin Britta, honmintist alt og dugdi so væl at siga frá tí,sum hon hevði hoyrt. Men hon var eisinitvey ár eldri enn hann.

    Meðan Viggo soleiðis gekk runt um ígarðinum og hugsaði, sá hann at Brittavar á veg oman í urtagarðin við sangbók íhondini. So skjótt, sum hon nærkaðistViggo, rópti hon, um tey bæði ikki skuldufara at spæla sunnudagsskúla. Men taðtímdi Viggo, ið hvussu so er ikki, tí hannvisti, at Britta fór at siga, at hon skuldivera sunnudagsskúlalærari, og hannsunnudagsskúlabørn. Tað segði hon altíð.

    Viggo svaraði bara, at hann ikki hevðitíð, tí at hann gav kaninini at eta. Brittasegði so, at hon var vís í, at hann ikkimintist, hvat tey hoyrt um ísunnudagsskúlanum í dag.

    Viggo royndi at muta ímóti, men tá iðBritta spurdi hann, hvussu tað varfyristøðumaðurin í sýnagoguni æt, máttihann hugsa seg leingi um. Jú, men so helthann seg minnast og segði Janus. Tá fórBritta at flenna og segði, at hann æt

    Tað týdningarmesta

    Jairus.

    Viggo segði seg minnast, atfyristøðumaðurin í sýnagoguni átti einagentu, sum var sjúk, men hesum lurtaðiBritta als ikki eftir og helt fram at argaViggo, at hann átti at vitað, at maðurin ætJairus, tí tað vistu øll, sum gingu ísunnudagsskúla.

    Viggo var nú vorðin so óður og segðivið Brittu, at hann tímdi als ikki at spælavið hana. Hann tók kaninina og setti segat kína henni í einum av sínumloynistøðum, so at Britta ikki skuldi finnatey. Hann segði við kaninina, at hannongantíð aftur ætlaði sær ísunnudagsskúla, tí tað nyttaði einki, hannmintist kortini einki.

    Løtu seinni rópti mamman á Viggo ogbað hann koma inn at eta. Tá ið hann kominn í køkin, sótu mamman og Britta viðborðið, men pápin var ikki har. Mammansegði, at hann mundi fara at koma skjótt,men Viggo helt tað vera løgið, at pápinikki var komin til tíðina, tí tey plagduongantíð at bíða eftir honum.

    Tá ið tey vóru liðug at eta, spurdi Viggo,um hann kundi fara oman á vegin at bíðaeftir pápanum. Hann stóð har í eina góðaløtu og skilti als ikki, at pápin ikki kom.Hvørja ferð hann hoyrdi ein bil, trúði

  • 13

    Kirkjuligt Missiónsblað

    hann, at tað var pápin, men so var ikki.So kom ein politibilur undan horninum,og hann steðgaði uttan fyri úthurðina hjáteimum. Viggo gjørdist kløkkur og rannyvir ímóti húsunum. Í somu løtu komumamman og Britta út. Politistarnirtosaðu við mammuna, men Viggo hoyrdiikki alt, sum varð sagt. Kortini hoyrdihann mammuna spyrja, hvat var hent, ogum tað var pápin, sum hevði skuldina.

    Viggo hugsaði, at hetta mátti snúgva segum eina ferðsluvanlukku, og at pápinhevði fingið skaða, tí hann hoyrdipolitistarnar siga, at pápin var farin ásjúkrahúsið. Tað lætnaði kortini, tí somundi pápin ikki vera deyður.

    Tá ið politistarnir vóru farnir, lætmamman seg í frakkan, tí hon ætlaði særá sjúkrahúsið. Hon sá bleik og álvarsomút, og Britta græt. Viggo visti ikki, hvathann skuldi gera, men so kom honum íhuga nøkur orð, sum vóru søgd ísunnudagsskúlanum í dag. Hann vendisær móti mammuni og segði, at hon ikkiskuldi vera bangin, at hon bert skulditrúgva, tí tað hevði Jesus sagt við Jairus,tá dóttir hansara lá deyðasjúk.

    Hann kendi tað eisini soleiðis, at hesiorðini vóru til ugga, tí Britta turkaði særum eyguni, og mamman tók um hann ogmussaði hann.

    Meðan mamman bíðaði eftirhýruvogninum, vóru tað eisini onnur orðúr sunnudagsskúlanum, sum komu framfyri Viggo, og so segði hann viðmammuna, at við Harrans hjálp fór alt at

    gangast væl. Mamman hugdi upp á hannvið einum veikum smíli, og so fór honavstað við hýruvogninum.Ímóti kvøldi kom mamman heim aftur.

    Hon hevði góð tíðindi at bera. Pápin hevðifingið skaða í ferðsluvanlukkuni, menskaðin var ikki so álvarsligur, og lækninlovaði, at hann bæði skjótt og væl skuldikoma fyri seg aftur. Tað vóru Britta ogViggo fegin um at hoyra.Britta fór yvir til Viggo og bað um

    umbering fyri, at hon hevði argað hannso illa, tí sum hon segði, so var tað Viggo,sum tá ið ástóð, mintist til teytýdningarmestu orðini, sum vóru søgd ísunnudagsskúlanum, og bæði hevði uggaðhana og mammuna við teimum.

    Leysliga umsettPetra Gregersen

  • 14 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Petra Gregersen

    BARNASÍÐAN

    Hálvtrýss dagar eftir páskir verður hvítusunnan hátíðarhildin til minnis um, atlærusveinar Jesu vórðu fyltir av Heilaga Andanum. Meðan teir vóru saman, hoyrduteir dun av himni, tungur av eldi settust á teir, og teir talaðu á fremmandum tungumáli.Eins og á páskum komu nógvir jødar úr øðrum londum til Jerúsalems at halda

    hvítusunnu, og tá ið teir hoyrdu dunið, komu teir saman og gjørdust bilsnir, tá ið teirhoyrdu lærusveinarnar tala teirra mál.Síðani talaði Pætur til fólkið og vísti á, at Jóel profetur fyri mongum árum síðani

    hevði sagt, at á hinum evstu døgum vildi Guð hella út av anda sínum yvir alt hold.Hann talaði til fólkið um Jesu deyða og uppreisn, og um at Guð hevði gjørt Jesus tilharra og Krist.Mong av teimum, sum lurtaðu, spurdu Pætur, hvat tey skuldu gera, og hann svaraði

    teimum, at tey skuldu venda um, lata seg doypa, og at tey síðani skuldu fáa HeilagaAndan. Henda dagin vórðu umleið trý túsund doypt.Heilagi Andin er talsmaður Guðs. Tað merkir, at hann opinberar orðið fyri

    menniskjum. Uttan Heilaga Andans hjálp, kunnu menniskju ikki koma til trúgv áJesus. Tá ið Jesus var á jørðini, sóu fólk hann og hoyrdu hann tala, men HeilagiAndin sæst ikki. Kortini er hann virksamur. Hann virkar í menniskjum, sum eigahann. Hetta sæst á hesum menniskjum, hvussu tey eru, hvat tey siga og gera.Á páskum vildi Pætur ikki kennast við Jesus, men á hvítusunnu bert hálvtrýss dagar

    seinni, eftir at hann var fyltur av Heilagum Anda, var hann nógv broyttur. Hannprædikaði uttan ótta og frímóðiga fyri meiri enn trý túsund menniskjum um Jesusog Heilaga Andan, tí Heilagi Andin gevur menniskjum kraft til at vera Guðs børn ogat gera hansara gerning.

    Í Bíbliuni verður Heilagi Andin eisini samanborin við dúgvu. T.d. stendur skrivaðsoleiðis í Matt. 3,16:Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí,

    himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs Anda fara niður sum eina dúgvu ogkoma yvir hann.

    Hvítusunna

  • 15

    Kirkjuligt Missiónsblað

    BARNASÍÐAN

  • 16 Nr. 3 | mai. 2013 | 66. árið

    Kirkjuligt Missiónsblað

    Umbróting:Brandur Petersen

    Prent:Estra

    Ábyrgd:Dan J. Eliassen

    Útgevari:Kirkjuliga MissiónsfelagiðKongsgil 23 kj.FO-100 TórshavnTlf.: 282006T-postur: [email protected]íða: www.kmf.foKonta: 9181-495.337.3

    Kirkjuligt Missiónsblaðkemur út 8 ferðir um árið( feb, mar, mai, jun,aug, sep, nov, og des)

    Haldaragjald: kr. 150,-

    /ColorImageDict > /JPEG2000ColorACSImageDict > /JPEG2000ColorImageDict > /AntiAliasGrayImages false /DownsampleGrayImages true /GrayImageDownsampleType /Bicubic /GrayImageResolution 300 /GrayImageDepth -1 /GrayImageDownsampleThreshold 1.50000 /EncodeGrayImages true /GrayImageFilter /DCTEncode /AutoFilterGrayImages true /GrayImageAutoFilterStrategy /JPEG /GrayACSImageDict > /GrayImageDict > /JPEG2000GrayACSImageDict > /JPEG2000GrayImageDict > /AntiAliasMonoImages false /DownsampleMonoImages true /MonoImageDownsampleType /Bicubic /MonoImageResolution 1200 /MonoImageDepth -1 /MonoImageDownsampleThreshold 1.50000 /EncodeMonoImages true /MonoImageFilter /CCITTFaxEncode /MonoImageDict > /AllowPSXObjects false /PDFX1aCheck false /PDFX3Check false /PDFXCompliantPDFOnly false /PDFXNoTrimBoxError true /PDFXTrimBoxToMediaBoxOffset [ 0.00000 0.00000 0.00000 0.00000 ] /PDFXSetBleedBoxToMediaBox true /PDFXBleedBoxToTrimBoxOffset [ 0.00000 0.00000 0.00000 0.00000 ] /PDFXOutputIntentProfile () /PDFXOutputCondition () /PDFXRegistryName (http://www.color.org) /PDFXTrapped /Unknown

    /Description >>> setdistillerparams> setpagedevice