mmkun í rmttará - wordpress.com€¦ · jacob lutzen var sonur a.c.lútzen og evu margethu úr...

3
Poul Andreasen skrivar MMkUn í Rmttará Hvør kennir ikki reglumar í yrking- ini “Her nógv er at gera ...” hjá Jóan Peturi uppi í Trøð í Kvívík: “Á kaiini hjá Oestrøm har síggja vit tá øll skipini, sum duffa á Vestam vág...” Men um ta tíðina, tá ið Jóan Petur uppi í Trøð sendir sína kendu yrking til Føringatíðindi ( í 1894), er Oestrømstíðin longu av. Henda tíðin, sum bleiv so nógv umtalað, vardi stutt, bert árini frá 1886 til 1894. Tað var eitt felag “The Normal Company, Limited” við høvuðssæti í Parliament Street nr. 53 í London, sum á vári 1886 søkir amtið um loyvi at byggja og reka eina verk- smiðju í Rættará í Havn við ætlan at tilvirka olju, lím, guano og føði- vamr av ymiskum slag úr fiski og fiskaavfalli. Ætlanin var at byggja verksmiðjuna í Rættará “... Beliggenheden af denne Fabrik skulde være i det syd- vestlige Hjøme af Østervaag fra den Plads, som nu optages af Bade- huset og vestlig derfor, om jeg kan komme til en Overenskomst at faa disse Pladser til en rimelig Pris ....Støddin á bygninginum verður um 120 og 100 føtur. Saman við um- sóknini er ein “Situationsplan af projekteret Fabrik” Bygningurin skal laðast av gróti við antin jam- ella trætaki. Tær ymisku maskinur- nar, sum nýtast skulu í framleiðsl- uni, skulu dnvast við eini 30 til 50 hesta dampmaskinu. Tá gekk gøtan (í dag Sigmundargøta) framvið teimum trimum sethúsunum, sum tá vóm har omanfyri - hjá Jákupi Lindenskov, Magdalenu á Høvd- anum og Madam Midjord - og oman móti strondini, har sethúsini hjá Liasi í Rættará stóðu, og so niðan aftur fram við húsunum hjá Jákup Andriasi Arge. Hesa gøtu høvdu teir ætlan um at broyta so- leiðis, at hon gekk meira bein frá teimum trimum sethúsunum og beina leið oman fyri húsini hjá J.A. Arge. Niðan fyri bygningin skuldi bryggja gerast, um 40-50 føtur long antin úr træi ella jami. I umsóknini biður felagið eisini um loyvi til at víðka um bygningin, um tað skuldi gjørst neyðugt. Felagið vildi gera alt fyri ikki at vera til ampa fyri sjúkrahúsið, sum tá lá har sunnan fyri, ella býin Tórshavn sum heild. Bæði amtið og Tórshavnar komm- una góvu loyvi til at fara undir byggingina. Tað hevur gingið skjótt við byggingini, tí longu árið eftir er verksmiðjan í gongd. Arbeiðið var Áý .s' // ----'/'^//// ' ''f' r ; ^O ' t' í ^ 'r/ y . Umsóknin um at byggja fabrikkina kom úr London 20

Upload: others

Post on 24-Oct-2020

0 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

  • Poul Andreasen skrivar

    M M kUn í Rm ttará

    Hvør kennir ikki reglumar í yrking- ini “Her nógv er at gera ...” hjá Jóan Peturi uppi í Trøð í Kvívík:“Á kaiini hjá Oestrøm har síggja vit tá øll skipini, sum duffa á Vestam vág...” Men um ta tíðina, tá ið Jóan Petur uppi í Trøð sendir sína kendu yrking til Føringatíðindi ( í 1894), er Oestrømstíðin longu av. Henda tíðin, sum bleiv so nógv umtalað, vardi stutt, bert árini frá 1886 til 1894.

    Tað var eitt felag “The Normal Company, Limited” við høvuðssæti í Parliament Street nr. 53 í London, sum á vári 1886 søkir amtið um loyvi at byggja og reka eina verk- smiðju í Rættará í Havn við ætlan at tilvirka olju, lím, guano og føði- vamr av ymiskum slag úr fiski og fiskaavfalli.Ætlanin var at byggja verksmiðjuna í Rættará “... Beliggenheden af denne Fabrik skulde være i det syd- vestlige Hjøme af Østervaag fra den Plads, som nu optages af Bade- huset og vestlig derfor, om jeg kan komme til en Overenskomst at faa disse Pladser til en rimelig Pris ....” Støddin á bygninginum verður um 120 og 100 føtur. Saman við um- sóknini er ein “Situationsplan af projekteret Fabrik” Bygningurin skal laðast av gróti við antin jam- ella trætaki. Tær ymisku maskinur-

    nar, sum nýtast skulu í framleiðsl- uni, skulu dnvast við eini 30 til 50 hesta dampmaskinu. Tá gekk gøtan (í dag Sigmundargøta) framvið teimum trimum sethúsunum, sum tá vóm har omanfyri - hjá Jákupi Lindenskov, Magdalenu á Høvd- anum og Madam Midjord - og oman móti strondini, har sethúsini hjá Liasi í Rættará stóðu, og so niðan aftur fram við húsunum hjá Jákup Andriasi Arge. Hesa gøtu høvdu teir ætlan um at broyta so- leiðis, at hon gekk meira bein frá teimum trimum sethúsunum og

    beina leið oman fyri húsini hjá J.A. Arge. Niðan fyri bygningin skuldi bryggja gerast, um 40-50 føtur long antin úr træi ella jami. I umsóknini biður felagið eisini um loyvi til at víðka um bygningin, um tað skuldi gjørst neyðugt. Felagið vildi gera alt fyri ikki at vera til ampa fyri sjúkrahúsið, sum tá lá har sunnan fyri, ella býin Tórshavn sum heild. Bæði amtið og Tórshavnar komm- una góvu loyvi til at fara undir byggingina. Tað hevur gingið skjótt við byggingini, tí longu árið eftir er verksmiðjan í gongd. Arbeiðið var

    ■ Áý . s' //----' / '^ / / / / ' ' ' f ' r ; ^ O ' t' í ^

    ' r / y .

    Umsóknin um at byggja fabrikkina kom úr London

    20

  • uppá akkord ella fastan prís. Grótið varð fingið úr Rætt- ará. Tað skuldi kílast og borast og laðast. Teir sum bygdu fabrikkina, fingu 20 oyru fyri kvadratalinin, tá lá grótið liðugt í vegginum. Nógvir havnarmenn vóru við í hesum arbeiðnum. Kai verður gjørd framvið móti sjón- um við einum pieri lit frá til skip at leggja at.

    Sethúsini hjá bátasmiðinum Liasi í Rættará stóðu har, sum fabrikkin kom at standa. Tey blivu tí flutt longur niðan, har tey standa oman fyri húsini hjá Øster.

    Stjórin á fabrikkini var Karl Reinhold Oestrøm, svensk- ur verkfrøðingur, sum flutti til Havnar við familjuni. Konan var úr New Zealandi. Sethús til útlendsku starvs- fólkini vóru bygd í Rættará; tey standa enn, tað eru tey húsini, sum seinni Øster átti. Men høvuðsmaðurin aftan fyri fabrikkina var ein svenskur ríkmaðurTh. Norden- feldt, kamarharri, sum búði í London. Umframt fabrikkina í Rættará hevði hann eina líknandi í Aberdeen og eina í Hebridunum.Tá ið fabrikkin stóð liðug á sumri 1887, varð veitsla hildin jóansøkudag, og nógv fólk var komið saman.M.a. talaði amtmaðurin, sum tá var Buchwald. Havnarfólk frøddust um hetta tá í tíðini stóra tiltak, sum kom at geva arbeiði til nógvar hendur. Fabrikkin tók ímóti fiski og fiskaslógvi v.m. Har varð framleitt guano, lím og medisinlýsi. Men tað vísti seg ikki at bera til fíggjarliga, helst kom ov lítið av rávøru, og longu í 1894 fór fabrikkin á húsagang. Jacob Lutzen, keypmaður í Havn, keypti bygningin. Keypssáttmálin er undirskrivaður 28. mai 1894.

    Jacob Lutzen var sonur A.C.Lútzen og Evu Margethu úr Baiansstovu. Pápin A.C.Lútzen, sum búði í skúlahús- unum úti á Reyni, hevði handil beint yvir av skúlahús-

    unum, í einum húsum, sum Elduvíks-Jóannes átti.Seinni handlaði hann í Fútastovu fyri Jørgen Bech & sønner. Jacob Lútzen tók yvir handilin í Fútastovu.Hann handlaði fyri Jørgen Bech & Sønner, til hann sjálvur fór at handla. Jacob Lútzen bygdi við Tinghús- vegin í 1876.

    Jacob Lutzen fór undir konservesvirksemi. Sonurin Valdemar var í Bergen fyri at seta seg inn í konserves- framleiðslu, og tað var hann, sum kom at standa fyri hesum. Men aftan á fyrra veraldarbardaga var ein støðgur. Tá legði Danmark toll á konserves til Føroya. Seinni kom gongd á aftur og arbeitt varð við bæði lundabringum og lomvigabringum í dósum. A fabrikkini vóru maskinur til at gera blikkini. Tá ið teir fyri einum ári síðani gjørdu ymsar broytingar, funnu teir ein kassa av plátum til blikk. Fabrikkin gekk til 1939. Undir kríg- num varð einki gjørt við konservesframleiðslu, tí einki tilfar fekst. Maskinurnar stóðu til aftaná kríggið, tá tær vóru seldar burtur.

    í fjør fylti firmaið Valdemar Lútzen 90 ár. Valdemar byrjaði egið virki 24. desember 1904.

    Undir øllum krígnum var ísvirki í bygninginum, tað var tað einasta, sum var í Havnini tá. Teir lótu ís til ísfiska- bátamar. Tað bleiv arbeitt alt samdøgrið. Hetta var eitt sjálvstøðugt felag. Fiskacentralurin kom síðst í 1940- unum. Teir kundu koyra ísin beinleiðis umborð á skip- ini, meðan tað her skuldi koyrast við bili til skipini. So tað bleiv ov dýrt, tí varð givist við at framleiða ís á fabrikkini, eftir at Fiskacentralurin kom. Tá í tíðini vóru ongar frystiboksir sum í dag, so frystiboksirnar á fabrikkini vórðu nógv nýttar av havnarfólki at goyrna kjøt í.

    21

  • I

    Eitt av uppskotunum til fabrikkina

    Valdemar Liitzen handlaði við byggitilfari og timburi. Timbrinum gavst hann við síðst í 1920-unum. Men øðrum byggitilfari, jami, cementi og øðmm helt hann fram við, og eisini við kolinum.

    I Vágsbotni móti Bryggjubakka, har sum betongbygn- ingarnir standa, stóðu neyst og lág trægoymsluhús hjá Vágsbotnshandlinum. 1 fyrm helvt av 1920-unum vórðu hesi hús tikin niður, og betongbygningarnir stoyptir upp. Valdemar Lutzen átti tann norðasta av teimum. Hann hevði verið í Bergen, og hann mælti til, at bygningarnir fingu sarna snið, sum Hansabygningarnir á Tysker- bryggen í Bergen. Hetta byggisniðið fingu bygningarnir til har, sum Telefonverkið var, har sum Utvarpið var og Toll- og skattstovan er nú. Skrivstovan hjá Valdemar Lutzen var øll árini úti í Fabrikkini í Rættará, men tá ið bygningurin í Vágsbotni var liðugur, í 1923-24, varð flutt í Vágsbotn. Men so flutti hann útaftur í mars 1940 í fabrikkina í Rættará, har skrivstovur vórðu gjørdar. Konsul Mason hevði eisini skrivstovu í Rættará undir krígnum. Har komu tí nógvar skipsmanningar at stempla passini hjá konsul Mason.

    Tað hevur helst verið fyrst í 1930-unum at Valdemar Lútzen yvirtók DTPA-agenturið. Men tá ið kríggið brast á, var eingin leverandømr úr Danmark. Tá sendi Valde- mar eitt telegram yvir til Rockerfeller í New York.Hann svaraði aftur, og spurdi hvør ið handlaði við olju. Hann fekk at vita, at tað var Shell og DTPA. Ja, um vit kundu vera samdir, var einki í vegin. Eingin trygging var, so Valdemar Lútzen tók ábyrgdina bæði fyri Shell og DTPA. Ein oljubátur Taxhavn sigldi undir øllum krígnum við petroleum, benzini og olju, bæði til Shell og DTPA. Hann sigldi úr Onglandi.

    Fabrikkin í Rættará var stórur bygningur eftir tátíðar meturn. Har hevur gjøgnum árini verið virksemi av ymiskum slag.

    I 1895 var ein stór ólavsøkuframsýning á fabrikkini, tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Ikki færri enn

    hálvt triðja túsund fólk vóru og hugdu at teimum tilvirk- aðu lutunum.

    Eina tíð var bakarí í fabrikkini; Andrias í Horni, sum hevði lært til bakara hjá Restorff á Áarvegnum, bakaði har eina tíð, áðrenn hann sjálvur bygdi sethús og bakarí í Bø.Eina tíð hevði Johan Evensen ullvøruverksmiðju (spinn- arí) í fabrikkini.Eina tíð var neytahald í bygninginum.

    Jens Simonsen, slektaður úr Norðragøtu, fór í holt við at gera bomm. Helst saman við Knút Lútzen. Teir hildu til á fabrikkini. Tað man hava verið í 1920-unum. Knút fekk helvtina av fabrikkini í sín part, meðan Valdemar fekk hina helvtina eftir pápan Jacob Lútzen. Knút Lútzen sigldi sum ungur; eina tíð hevði hann DTPA olju-agenturið. Harald Haraldsen hevði havt tað framm- anundan.

    I fyrru helvt av 1950-unum komu deksbátar við tvøsti frá hvalastøðini við Áir, sum varð skorið í bakkar og fryst á fabrikkini, helst til minkafóður. Aftaná tað varð alt tikið niður. Motorin, sum dreiv tað heila. fekk Mask- inskúlin, hann stendur haruppi, vestan fyri Sjómansskúl- an.

    Eina tíð aftaná kríggið gjørdu teir rabarbusúltutoy á fabrikkini; har stóðu nógv konufólk og skóru. Ein stórur pottur var og sukur varð nógv brúkt. Hetta arbeiði vardi í nøkur fá ár.

    I dag hevur p/f Valdemar Lútzen jarnvøru-og timbur- handil í bygninginum.

    Keldur:Føroya landsskjalasavn,Kim Liitzen og Eva Thomsen

    I22