nordlysid nr 21 2014

16
Hann er klárt besti KÍ leikarin higartil - lokala røddin síðani 1915 NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 FIMM FØROYSKAR GENTUR ÁLITIÐ Á DONSKUM FLOGBÓLTSLIÐIÐ 9 772245 065007 Útisetin hesaferð: - Tað hendir seg at fríðtíðin fer til uppvask Sundalagsstevnan 14. og 15. juni 2014 TIPPARAR: TÝSKLAND ELLA SPANIA VINNUR

Upload: nordlysid

Post on 02-Apr-2016

274 views

Category:

Documents


5 download

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 21 Fríggjadagin 13. juni 2014.

TRANSCRIPT

Page 1: Nordlysid nr 21 2014

Hann er klárt besti KÍ leikarin higartil

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

FIMM FØ ROYSK A R GENTUR Á LITIÐÁ DONSKUM FLOGBÓLT SLIÐIÐ

9772245065007

Útisetin hesaferð: - Tað hendir seg at fríðtíðin fer til uppvask

Sundalagsstevnan 14. og 15. juni 2014

TIPPA R A R: T ÝSK L A ND ELL A SPA NI A V INNUR

Page 2: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 20142

Leygardagin 7. juni varð runnið Tórshavn maraton fyri 12. ferð. Líkindiniat renna vóru góð, toka og næstan stilli. 50 maraton-og 111 hálv-maratonrenna-rar komu á mál.

Cecil Weihe vann sann-førandi hjá monnum. Hann kom á mál við tíðini 2:50:19. Rigmor N. Arge var klárt fremst av kvinnu-num. Hon hevði 3:22:35 um teir góðar 42 km. Ótrúligt, sum hesar maratonkempur framvegis kunnu renna – tær hava enn eina ferð próg-vað, at tær eru Føroya bestu rennarar á hesum krevjandi maratonteini.

Næstur á mál hjá mon-num kom Eirikur Han-sen við 02:54:00 og triður Hallur Holm við 03:07:00. Sum skilst, spardi Hallur

seg eitt sindur, tí hann skal skjótt uttanlands at renna upp aftur longri tein. Næsta kvinnan var Beinta Hoydal Joensen 03:37:23 og triða Ann Thomsen 03:39:04. Hálv- og heilmaratonarar løgdu til brots kl. 09.00 á morgni, meðan heilsuren-narar fóru at renna 5 km tveir tímar seinni, kl. 11.00.

Á hálva maratonteininum var Niels Poulsen fremstur. Hann nýtti 01:24:28 um teir stívliga 21 km. Honum á baki komu Henry Olsen 01:26:57 og Jóhan M. Ja-cobsen 01:28:01. Hjá kvin-

num var Borgarhjørt Holm fremst við tíðini 01: 37:50. Í hølunum á henni komu Eydna Olsen 01:42:33 og Tina Grønbech Tausen 01:44:37.

Miðvís marknaðarføring Allir høvuðsstaðir við virðing fyri sær sjálvum skipa fyri árligari maraton-renning. Hetta ásannaðu vit longu í 2003, tá ið skipað varð fyri Tórshavn maraton á fyrsta sinni. Nú er Brag-dið saman við Tórshavnar kommunu og øðrum góðum

kreftum farið at skipa fyri stóru renningini dagin ef-tir mentanarnáttina. Hetta er gott hugskot, serliga tá ið hugsað verður um at fáa luttakarar uttanífrá. Um summarið er vanliga ov heitt at renna maraton á fastlandinum, meðan líkin-dini í Føroyum eru frálík hesa ársins tíð.

Sum tað skilst á tíðinda-fundi fyri stuttum, verður nú miðvíst farið at mar-knaðarføra Tórshavn mara-ton uttanlands. Spennandi, og hvør veit, um vit – eins

og í Reykjavík – í komandi árum ikki fara at fáa fleiri hundrað maratonrennarar at koma hendavegin tíðliga um summarið.

Í góðveðrinum – og í frálíka hýrinum – maraton-dagin á Vaglinum prátaði tú við fleiri føroyskar og útlendskar rennarar, sum komu á mál. Annette Fred-skov úr Danmark var ein teirra, og Stefan Schlett úr Týsklandi annar.

Á veg til Reykjavíkar at renna maraton fyri nøkrum árum síðani frætti Stefan

Schlett um tiltak okkara í Havn, og síðani hevur hann runnið Tórshavn maraton tríggjar ferðir. Føroyar eru eksotiskar og føroyingar blíðir og fyrikomandi, si-gur hann. Eins og flest aðrir fremmandir luttaka-rar er hann ovfarin av, so væl tiltakið er fyriskipað – eitt nú at vegirnir stong-dir fyri koyrandi ferðslu – og Stefan, sum skrivar í fjølmiðlar um ferðir sínar, sigur seg heilt víst koma aftur, kanska longu næsta summar.

Júst nú, tú situr og skri-

var hesar reglur, fært tú at vita, at Stefan Schlett hvítusunnudag (8. juni 2014) var á Lítlu Dímun. Svam í land og klatraði upp á toppin. Hann hevur nú verið á øllum 18 oyggjum í landi okkara.

Rigmor N. ArgeHvussu var nýggja rutan at renna?- Góð, men ótrúliga hørð, munandi harðari enn tann gamla. Gott nokk fáa vit tungu brekkurnar við Sandvíkahjalla skjótari af-

turum, nú tú vendir í Kald-baksbotni, men tá er fram-vegis nógv eftir at renna við fleiri góðum brekkum, so tað var virkuliga tungt. Royndi annars at renna við somu ferð alla tíðina – hevði 01:38 á hálvmaraton – men misti í endanum, brekkurnar tóku so nógv. Men líkindini vóru góð, og áskoðararnir fantastiskir. Fólk heppaði allastaðni. Og so var renningin ótrúliga væl fyriskipað við hjálpa-rum – reyðakrossfólki og mongum øðrum – á allari rutuni. Eitt einastandandi

tiltak.

Cecil Weihe- Líkindini at renna í dag vóru góð. Vit vóru nakrir, sum fylgdust fyrsta strek-kið. Niels Poulsen, Henry Olsen og ein útlendingur, ið runnu hálvt, og Eirikur og eg, sum runnu heilt. Eg og Eirikur fylgdust út á einar 30 km – til vit komu inn aftur í býin og runnu ef-tir Vegnum Langa. Tá tók hann at dragna í onkrari lít-lari brekku, og eg fekk mei-ra vind í seglini. Fyri tíggju

árum síðani rann eg Tórs-havn maraton upp á 02:49, og hesa ferð gjørdist tíðini bara ein minutt seinni, so eg eri heilt væl nøgdur.

Jens Weihe - Mær dámdi bara væl nýg-gju rutuna. Tað er lættari at koma upp gjøgnum tær stóru brekkurnar, tá ið tú kemur úr Kaldbaksbotni í mun til at koma heilt úr Kaldbak, og brekkurnar í Havn vóru ikki so lan-gar. Men okkurt var har uppi við Mylnuna uppi við Sundsvegnum. Har komu

nokk so nógvir bilar, helt eg, og tað órógvaði eitt sin-dur. Eg haldi, at tíðin var 01:37 á hálvmaraton, so eg havi brúkt nakað meir á seinna teininum í dag. Het-ta er mítt maraton nr. 8 – havi runnið fýra í Danmark og fýra her í Føroyum.

Annette Fredskov Hvordan var det så at løbe maraton på Færøerne ?- Det var fantastiskt, men lidt hårdt. Mange bakker op og ned, men jeg nød hele turen, og jeg vil varmt

anbefale andre at komme herop at løbe. Jeg synes, at maratonløbet er meget ve-larrangeret, og der er gjort rigtigt meget ud af det. Vejene er spærret af, rigtig mange hjælpere langs veje-ne, det er meget velarrange-ret. Jeg havde ikke regnet med at komme under fire timer i dag, så jeg er rigtigt godt tilfreds med resultatet. Jeg kunne godt mærke bak-kerne, syntes de blev læn-gere og hårdere, men ikki rigtig krise.

Óli Olsen

TÓRSHAVN MARATON 2014

Page 3: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 20144

L E I Ð A R I N

80 ára føðingardagur13. Juni fyllir Hans Jacob Østerø 80 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 14. Juni,í Betesda frá kl. 14:00 til kl. 19:00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Leygardagin 14. juni giftast Oddvør Frederiksberg, Saltangará og

Justinus Jóhan Jacobsen, Hvannasund.

Vígslan verður kl.12 í Kelduni í Skálafirði,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18,fyri innbodnum.

Brúdleyp

TøkkHjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,

tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma

Maria Hansen(Mia hjá Jutt)

Klaksvík

andaðist og varð jarðað.

Takk til tykkum á Norðoya Ellis- og Vistarheimið fyri tíðina, hon var hjá tykkum.

Takk til talarar bæði í Kapellinum, Betesdaog við grøvina.

Somuleiðis takk fyri blómur, kransarog peningagávur til Betesda.

Takk tit sum á einhvønn hátt hjálptu til í samband jarðarferðina og ervið.

Takk til tykkum øll, sum fylgdu hennitil hennara seinasta hvíldarstað her á fold.

Familjunnar vegnaHannemalla, Juleanna, Olina og Noomi

Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways vát-tar at nýggj kós (stra-tegi) fyri felagið verður kunngjørd í næstu viku og hann váttar at felagið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við danska flogfelagið JET-TIME sum skal flúgva leigutúrar fyri Atlantic Airways.

-Eg kann vátta at nýggj strategi fyri felagið verður

kunngjørt sum ætlað hálvan juni og at hetta verður í komandi viku. Meira fái eg ikki sagt í løtuni, sigur stjórin í Atlantic Airways í stuttari viðmerking.

Sum Norðlýsið skilir verður ætlanin kunngjørd mikudagin og tað eru fleiri sum vanta at felagið ferð at lækka prísin á ferðaseðlum, men tað hevði stjórin onga

viðmerking til.Sum skilst verður nýggja

kósin kunngjørd mikudag-in.

N ÝGGJ STR ATEGI F Y RIATL A NTIC A IRWAYS KUNNGJ Ø RD Í N ÆSTU V IKU

Tað er neyvan nakað annað land í heiminum ið uttan nakað loyva ófriðarkroppum frá víðgongdum felagsskapum sum Sea Shephard at koma til landið við eittans endamáli, sum er at skapa illstøður við føroyingar, sum sambært galdandi lóg hava fullan rætt til at gagnnýta tilfeingið sum vit hava fingið sum gávu frá ska-paranum.

Hesi fólk, sum hava ábyrgd av størri og smærri kriminaliteti í øðrum londum, sleppa ótarnað av politimyndugleikanum at flyta útgerð og bilar til landið, sum skal brúkast til eina herferð sum uttan iva ferð at provokera til illstøður, sum hesi fremmandu síðani skulu brúka til at skaða umdømi hjá Føroyum uttanlands.

Hesir felagsskapir sum umboða eina frem-manda mentan eiga eisini sínar fylgisneyt í Føroyum hvørs endamál er at náttúrutilfeingi skal gerast til ein sýnisgluggi og harvið gera lond sum Føroyar til træla-innflytarar av mæt vørum.

At hesi kriminellu velja Føroyar er júst tí at her tora myndugleikarnir einki at gera og tí er frítt slag at skapa ófrið og dálka firðir og sund við skjótt gangandi bátum og spæla klovn við pe-ningi og moralskum stuðli frá kendum filmsle-ikarum úr Hollywood sum í ørandi rúsi senda børn síni til Føroya at spæla trúboði fyri eina oyðileggjandi býarmentan.

Tað er umráðandi at myndugleikarnir vakna og vísa ábyrgd og syrgja fyri at fólk sum ætla inn í landið at skapa ófrið ikki fáa fótin fastan.

JWJ

Innrás av ófriðar-kroppum við væl-signilsi frá lands-stýrið og politi

Mynd: Sea Shepherd

Page 5: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 5

Týsdagin 5. August giftastRó Kajsdóttir, Saltangará og

Dánial Bertholdsen, Klaksvík.

Vígslan verður kl. 11 í Betesda í Klaksvík,har øll eru hjartaliga vælkomin.

Borðhaldið byrjar kl. 14 í Skálanum í Klaksvík,fyri innbodnum.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Leygardagin 19. Juli giftastGurið Joensen, Porkeri og

Jákup E. Petersen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.Veitslan verður hildin í K.F.U.M. & K. í Klaksvík

kl 17.00.Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum,

verða biðin um at siga frá á telduposti [email protected] ella

á tlf. nr. +45 61733810 innan 1. Juli.

Brúdleyp

Hósdagin tann 26. juni giftastMathilda Kristoffursdóttur Svøðstein, Klaksvík

og Bent Hansen, Leirvík.

Vígslan verður Klokkan 14.00 í býráðshúsinum.Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við

okkum, eru hjartaliga vælkomin til opið húsí Heiðriksmørk 17, Leirvik frá 18.00.

Tey hevði glett okkum um tit komu at halda dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 5. juli kl. 10 giftastHeidi Isaksen, Klaksvík og Theodor Thomassen,

Miðvágur, á býráðsskrivstovuni í Tórshavn.

Frá kl. 16 er opið hús í Dungagøtu 7, Tórshavn,har øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda

dagin saman við okkum.

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli 2014 giftastOlivia Rasmussen og Bogi Tróndheim,

bæði úr Klaksvík, í Betesda í Klaksvík.Vígslan verður í Betesda kl. 12.00. Kl 19 verður vælkomst í Betesda, og hevði tað glett okkum

at sæð so mong sum møguligt.

Brúdleyp

Leygardagin 28. juni giftast Borghild Simonsen og

Robin Ivan Einestrand Kjeld.

Vígslan verður kl 11 í Götu kirkju.Dögurði verður fyri innbodnum kl 14.

Frá kl 19 er opið hús heima hjá hjúnunum á Brattagötu 10 við Götugjógv, har öll eru hjartaliga vælkomin.

Brúdleyp

Brúðarlýsingareru ókeypis

Leygardagin 28.juni giftastJónvár Frederiksberg, Strendur og

Jasmin Jovanovic, Glyvrar.

Vígslan verður í Kelduni kl.12.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið eru hjartaliga vælkomin til vælkomst frá

kl 16.00 í Skótahúsinum við Løkin.

Brúdleyp

Page 6: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 20146

Page 7: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 7

Danial ViðoyKeypmannahavn juni 2014

Móðurmálsorðabókin si-gur, at eitt rættarsamfelag er eitt samfelag við støði í lóg og rætti, samfelag skipað við lógum og fyri-skipanum. Tað vil so siga, at tað er eitt samfelag, har karmarnir eru lógir og re-glar, ja og so slepst ikki un-dan, at nevna Grundlógina, ið er grundarlagið í tí poli-tiska lógarsmíðnum.

Er tað rætt?Er tað, tann stýriformur, ið egnast best til menniskja, ið egnast best til eitt føroyskt demokratiskt samfelag? Sleppur borgarin at reika nóg frítt innan teir lógar-karmar, sum eru. Tað er

eitt kjak og ein menning, ið hevur verið í meira enn tveytúsund ár, tá ið grik-karnir á fyrsta sinni nevn-du demokrati. Síðani er tað ment til tað samfelagið, ið kenna til í dag. Allar lógir eru komnar í kjalarvørri-num av demokrati’inum. Men spurningurin stingur seg enn upp, er hetta ella er hatta demokratiskt rætt? Fær hasin ov nógv nú, ella fái eg ov lítið nú? – Eitt de-mokratiskt samfelag rúmar menniskjum og menniskja er forviti og spyr, og spyr. Tað er eisini tað, sum he-vur hildið lív demokratiska samfelagnum í gjøgnum hesi góðu tveytúsund árini.

Tað ”kiksaði” undir øðrum veraldarbardaga, tá ið Hitler og Mussolini funnu ein demokratiskan sniðveg til einaræði. – Í dag verður roynt at upplýst á bestan hátt um demokra-tiska samfelagið, ið flestir evropearar eru fevndir av. Fólkaræðið, ið er føroyska heitið fyri demokrati, hevur eisini elvt til vælferðarsam-felagið, vit hava í dag. Tað er har, mín tanki um ’ræt-tar’samfelag, liggur.

Eitt demokratisk

vælferðarsamfelag gevur nógvNú hevur undirritaði verið í útlegd í knappliga eitt ár. Tískil hevur hesin fingið møguleika, at uppliva dan-ska samfelagið, hvussu tað virkar. – Tað er nógv ting í danska samfelagnum, sum rigga avbera væl. Men eg haldi, eins og í Føroyum, at nøkur ting eru ov blíð. Tey, eru sum við bommposa-num hjá smádreinginum, grát eitt sindur, so fært tú tað nokk. Eitt nei, er ikki eitt nei longur.

Eg skal ikki fordøma teir útlendingar, sum koma til Danmarkar, tí eg eri fyri so vítt eisini útlendingur, hóast eg eri fevndur av Ríkisfelagsskapinum. – Eg skilji væl, at nógvir útlen-dingar koma til Danmarkar, tí tað er lutfalsliga smidligt at sleppa inn í donsku ski-panina, donsku heilsuski-panina og í donsku ”kon-tant-hjálpina” (í Føroyum kenna vit ALS-skipanina).

Mín hugsan er, at tað ikki samsvarar nokk millum ar-beiði og løn ella samfelags-hjálp og gávur. Tað er ov lætt at fáa, uttan at stríðast fyri tað. – Demokratiska menningin er nú komin so

langt, at summi hugsa: eg havi líka rætt sum hann, tí eg eri eisini eitt men-niskja. Sjálvt um grannin við síðunar av, hvønn mor-gun klokkan seks fer til ar-beiðis. Pengar eru í dag fyri summi, nakað ið tú fært, ikki nakað, sum tú arbeiðir fyri. Pengar eru nakað, ið tú kanst fáa frá samfelag-num, um tú dugir at vísa tína táravátu eygu. – Nøkur duga sera væl hesa snild. Rós til tey!

Føroyar er einki undantakVælferðarsamfelagið í Før-oyum gevur eisini nógv. Tað allarmesta er neyðugt. Sjúkraviðgerð er neyðug, fyritíðarpensión er neyðug, pengar til fólk, ið ikki eru før fyri at arbeiða, er eisi-ni neyðug og tað eru yvir-høvur nógv góð ting í Før-oyum, ið eru neyðug, tey allarflestu.

Men at ein drongur, maður, genta ella kvin-na, fara grátandi til t.d. til ALS, tí tey ikki hava hug at arbeiða, er ikki neyðugt. Tað eru nøkur, ið ikki havi fyri neyðini, at vera í ALS. Tað eru nógv í ALS-skipa-nini, ið eru før fyri at ar-

beiða. Men sjálvandi fara tey ikki í eitt arbeiði, ið gevur teimum minni um mánaðin enn ALS megnar. – Vónandi følir onkur seg raktan her. Tí ALS er ikki ein mamma við einum bommposa. ALS innihel-dur skattakrónur til tey, ið koma illa fyri, og veruliga hava tí fyri neyðini.

Rætt hondina út og tú færtÍ summum førum vil orðabókin í mínum høvdi umseta rættarsamfelag til: ein, sum fær, uttan tað er neyðugt, ein, ið rættir hon-dina út, og fær, tað hann biður um. – So vil onkur hugsa: hvar í ólukkan vil hann við hesum, hvat vil hasin lorta útisetin úr Dan-mark, sum fær alt frá dan-ska ríkiskassanum í SU!

Ja, eg vil ikki beinleiðis nakrastaðni við hesum. Men eg vil áminna og heita fólk í demokratiska samfelagnum á, eisini tí føroyska; at eitt demokra-tiskt samfelag allatíðina er í menning. Tað verður tað, so leingi menniskja býr í tí. – Men lat tað ikki mennast so vítt, at borgarar í sam-felagnum ikki vita, hví og

hvussu eitt vælferðarsam-felag er til. Tað er ikki tí, at politikarin fekk pengar onkrastaðni at byggja eitt sjúkrahús. Tað byrjaði við sera harttjendum krónum á havi, síðani vaks virkse-mi á landi, orsakað av før-oyskum sjómonnum. Fólk fóru at rinda skatt til tað vælferðarsamfelagið, sum vit kenna til í dag.

Í stuttum eru pengar og vælferðartænastur ikki bert nakað, sum tú fært um tú dugur væl at gráta. Pengar eru nakað, sum fólk arbeiða fyri og rinda skatt av. – Eg hopi ikki at omanfyri nevnda umseting av ’ræt-tar’samfelagnum vinnur frama. Hóast tað byrjar at ganga gott, og at pengar af-tur byrja at stroyma í lands-kassan, er landskassin ikki ein bommhandil, ið summi til tíðir hava lyndið at gera hann til.

Til seinast vil eg royna at umseta rættarsamfelag enn einaferð, har Danial setur dagsskránna: rættarsam-felag: rætt hond frá síðu og ger eitt íkast, ikki bara vænta tær, takk!

FØ ROYA R SUM ’R Æ T TA R’SA MFEL AG- EIN DEMOK R ATISK MENNINGOrðini: ’Føroyar sum rættarsamfelag, hvat er tað?’ var ein setningur, sum kom til mín nú ein dagin. Setningurin kom til mín, tá ið eg sá ein smádrong við tárum í eygunum rætta hond sína móti mammu síni, og fekk bommposan at enda, tí eyguni vóru táravát. Hann rætti seg eftir bomm-posanum frá mammuni og fekk hann fyri einki, uttan at tað kostaði honum nakað.

Kann tykjast, sum yvir-læknin á Klaksvíkar Sjúk-húsi ikki hevur kunnleika til, ella letur sum um ,hann ikki er kunnugur við, hvus-su politiska skipanin virkar. Hann úttalar seg, javnan, í bløðunum um, hvussu vánalig løgtingsumboði-ni úr Norðoyggjum eru, at útvega neyðuga peningin til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Vit hava ein landsstýris-mann, ið umsitur heilsuver-kið, Karsten Hansen, hesin landsstýrismaður eigur, saman við samgonguni, ið hann er partur av, at seta út í kortið, hvat ið skal byggjast og umvælast á hansara øki.

Tá ið hann hevur funnið útav tí, so vendir hann sær til Føroya Løgting og biður um at fáa útvega neyðuga peningin. Tað hevur lands-stýrismaðurin gjørt, og he-vur hann fingið tað, ið hann hevur biðið um. Hetta kann undirritaða, sum fíggjar-nevndarlimur váttað. Eg kann eisini váttað, at fíg-gjarnevndin er ikki overva, av umbønum um játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Enn minni eru vit, ið sita í løgtinginum, undirdíkt við upplýsingum um hvat fyri ætlanir, ið henda sam-gongan hevur við okkara heilsuverkið, hóast vit hava

tráspurt landsstýrismannin, við munnligum og skrivli-gum spurningum, hava vit onki svar fingið. Haldi ikki tað er rætt, at skjóta í flok-kin og leggja allar tinglimir úr Norðoyggjum undir onki gott at vilja fyri okkara heilsuverk.

Hinvegin skal ongin ivast í, at undirritaða skilur óme-taliga væl, at tey, ið dagliga starvast á sjúkhúsinum eru ørkymlaði. Tað er strævið og møtimikið, at arbeiða undir korðum, har ein ikki veit, hvat ið endamálið er, og hvat ætlanin er í framtíðini. Haldi gott eg kann siga, at starvsfólkini

eru ikki einsamøll um at vera ørkymlaði, tí eftirlýsir undirritaða framvegis, hvat framtíðarætlanin er við okkara heilsuverkið. Tað skilst at landsstýrismaðurin sigur, at tá ið henda um-vælingin er liðug, skal se-tast víðari út í kortið. Alt gott um tað, tó má eg ásan-nað at tað verður arbeitt við sniglaferð, tá ið nærum, eitt heilt valskeið skal ganga við at umvæla eina deild á sjúkhúsinum.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

K L A KSV ÍK A R S JÚK R A HÚS ONG A N GÓÐA N ?

Page 8: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 20148

Danial Viðoy

Nógv er hent síðani mik-udagin í seinastu viku, tá ið vit seks møttust. Allar hesar fimm hava verið í Íslandi og umboða før-oyska landsliðið í flogból-ti. Um onkur hevur fylgt gongdini á www.nordlysid.fo, so frættist at væl gekst landsliðnum. – Men nú fara vit at snakka um gerandis-dagin í Keypmannahavn, har flogbóltur er stórur par-tur av gerandisdegnum hjá hesum fimm. Liðið, tær eru

partur av, hevur høgar sett sær høg mál fyri kappingi-na. Ætlanin er at flyta upp í Elitu-deildina, sum er besta flogbóltsdeildin í Danmark. Tað eru m.a. hesar fimm, ið hava fingið litið upp í hendi, at loysa ta uppgávuna. Tað sigur eitt sindur um dygdi-na á hesum fimm føroysku leikarunum.

Hví venja tær flogbólt?Tað er ójavnt, hvat og hví menniskja dámar onkra ítrótt. Men hví fella fyri flogbólti?

- Eg byrjaði tá ið var átta

ár, haldi eg tað var. Eg veit ikki reiðiliga hví, men eg veit ið hvussu er at flogból-tur altíð innast inni hevur verið partur av mær. Eisini er orsøkin tann, at famil-jan hevur givið flogbólti nógvan ans. Og tað ávir-kar sjálvsagt, byrjar Sofía Purkhús at greiða frá.

- Tað sosiala telur nógv. Ja, so slepst ikki undan, at fortelja, at Eina er dóttur Marjuna Kalsø, ið er ”Mrs. flogbóltskvinna” í Klaks-vík, fortelur Eina Kalsø.

- Eg spældi fótbólt, svim-jing, fimleik, flogbólt og

alt í senn. Men so líðandi tiltalaði flogbólturin seg meira og eg fall fyri flog-bóltinum. Tað var av sosial-um ávum. Tað sosiala er á einum heilt serligum støði í hesi ítróttini. Har vóru eisini tær flestu vinkonur-nar, umframt at familjan altíð hevur verið serstakli-ga áhuga í flogbólti, sigur Elisabeth Purkhús, sum er stórasystir Sofíu.

Birgit Guttesen er úr Bø og ítrótturin gekk fyri seg í Sørvági, sum er flogbólts-bygd burturav, so har var ikki nógv hjá henni at vel-

ja í: - Eg vildi gjarna gera fimleik sum yngri, men tað hevði eg ikki møguleikan til tað har vesturi. Eg hevði tískil ikki nógv annað, at velja í, sigur Birgit við ei-num smíli.

- Tann sosiali parturin gjørdi, at eg valdi flogbóltin og er eisini orsøkin til at eg enn í dag spæli flogbólt, si-gur Elsa Sandberg Nielsen, ið er tann einasta av hesum fimm, ið ikki hevur spælt við Mjølni.

Hvat er tað besta við flogbóltinum?

- Tað allarbesta við flogból-tinum eru øll tey ’adrenalin-kikkini’, sum eg fái ígjøg-num ein heilan dyst. Tey fái tá ið eg t.d. slái ein góðan bólt í gólvið, sigur Sofía.

Tær allar eru samdar við henni í tí, men Birgit leggur afturat: - Tað allarbesta við flogbóltinum er sjálvsagt at vinna.

Umframt at vinna, metir Elsa úr Tórshavn, at tað be-sta við flogbóltinum er, at vit eru eitt lið, ein eind, sum kann standa sera sterkt, um samanspælið (tað sosiala) er gott.

FIMM FØ ROYSK A R GENTUR Á LITIÐÁ DONSKUM FLOGBÓLT SLIÐIÐEina Kalsø, Elisabeth Purkhús, Sofía Purkhús, Birgit Guttesen og Elsa Sandberg Nielsen venja allar við Amager Volleyball Klub, sum heldur til í Keypmannahavn, har sera nógvir føroyskir útisetar eru. Norðlýsið setti hesum fimm stevnu á Christanshavn í siðstu viku, fyri at vita, hvussu flogbóltslíviðer í Danmark.

Page 9: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 9

FIMM FØ ROYSK A R GENTUR Á LITIÐÁ DONSKUM FLOGBÓLT SLIÐIÐ

Mann nertirongan í flogbóltiEin garvaður hondbóltslei-kari ella ein fótbóltsleikari, hevði neyvan megnað at spælt flogbólt. Tí í flogbólti er einki kropsligt samband. Tú hevur tískil ikki møgu-leikan, at hevna teg bein-leiðis mótvegis nøkrum. Kann tað ikki til tíðir vera sera torført?

Tað eru tær ikki samdar í. Tí tann sinnisrørsla og hevnd, ið stingur seg upp í flogbólti, fer í staðin í ból-tin. Tað meta tær, er sera gott.

- Tað ger onki, at eg ikki sleppi at nerta nakran lei-kara. Øðina, tú hevur hug at sleppa av við, fer í ból-tin til ein ’smash’ ella eina góða bjarging, fortelur Eina Kalsø.

- Eg leggi einki í, at eg ikki sleppi at sláa nakran niður. Mítt sjálvsálit veksur tá ið eg kann vísa styrki í gjøgnum ein flogbólt. Het-ta ger eisini, at eg tori nógv betri at vísa mínar dygdir. Eg hevði ikki kunnað víst líka nógv dirvi í fótbólti t.d, sigur Elisabeth Purkhús.

Hinar tríggjar eru sam-dar. Sofía og Birgit eru an-nars kendar fyri, at sláa sera væl og hart. Og er tað tí, at tær eru so illsintar, loyv-di eg mær at spyrja. – Tað kann gott vera, siga tær og flenna, men tað er so altíð nakað, at okkara illsinni ei-nans gongur útyvir ein bólt! hugsa tær til, um tað gekk útyvir onkran annan.., leg-gja tær fnisandi afturat.

Tær venja nógvUm summarið venja tær tvær ferðir um vikuna. Men í heyst, tá ið kappingin fer at byrja, verður allarhelst farið at venja fýra ferðir um vikuna.

Fer hetta ikki at verða sera nógv venjing og at fara við nógvari tíð, hugsar og spyr undirritaði. Men tær eru allar á einum málið um, at alt gongur tá ið man vil og tá ið man tímur. Tað er viljin og hugurin, sum dríva verkið.

- Men jú tað er eitt sin-dur strævið til tíðir, men aloftast er tað bara stutt-ligt. Tað er fantastiskt at fáa eitt luftrúm eina løtu frá gerandisdegnum við

skúlatingum og arbeiði og so sleppa í høllina at sláa alt burtur eina løtu, sigur Sofía, sum umframt flog-bóltin lesur sálarfrøði.

- Eg eri uppvaksin við altíð at venja, og hetta er nú ein góður vani, sum eg ikki vil av við, sigur Elsa Sand-berg Nielsen.

Eina Kalsø býr eins og fleiri aðrar á liðnum á Oy-rasundskollegiinum, har sera nógvir føroyingar búg-va: - serliga tá ið mann býr á Oyrasundi, er tað so sera lætt, bara ikki at fara út, tí allir føroyingarnir eru har. Tað eru nøkur, sum næstan als ikki koma saman við øðrum danskarum. Har hjálpir flogbólturin aftur, tí vit verða noyddar at fara til venjing og noyddar at møta danskarum. Tað er bara sunt, metir Eina.

Støðið á donskumflogbólti er hægrienn tann føroyski- Ja, vit spæla nógv skjótari í Danmark, sigur Eina

- Teknikkurin er eisini nakað øðrvísi, fortelur Elsa víðari.

- Tað er í roynd og veru

mátin, danskarar hugsa flogbólt uppá, ið er øðrvísi. Flogbólturin skal mennast allatíðina og smálutir skulu broytast í heilum, sjálvandi til tað betra. Í mun til í Før-oyum, har skulu vit spæla høgt og hart, ímeðan vit í Danmark spæla skjótari og á tekniskum høgum støði, leggur Sofía afturat.

- Tann einasta orsøkin til, at støðið er hægri í Dan-mark, er tann, at flogbóltu-rin í Danmark hevur nógv meira fólk at taka av, forte-lur Eina eisini.

Støðið er yvirhøvur hægri í Danmark. Besta kvinnuliðið hjá Mjølni hevði klárað seg væl, sera væl í fyrstu deild. Men í bestu deildini neyvan. – Og kappingini niðri í Danmark er eisini meira jøvn. Eingin dystur er ”walkover”, um eg so má siga.

- Hetta ger eisini tað, at eg ert spent til hvønn dyst, í staðin fyri nakrar heilt fáar í Føroyum, sigur Birgit Guttesen, sum seinastu ári-ni í Føroyum bara var von við at vinna við Mjølni.

Í Føroyum er steypakap-

pingin tað størsta, hvat er størst niðri?Tað er eisini stórt at vinna steypakappingini í Dan-mørk. Men finalan í Eli-tu-kappingini er nakað heilt serligt. Í Føroyum spæla nummar eitt og tvey finalu, har vinnarin er tann besti av trimum dystum. Í Dan-mark skulu tvey tey ovastu liðini spæla fimm dystir. Tað liðið, ið hevur vunnið flestar av fimm verður mei-stari. Soleiðis gongur tað, ið hvussu fer fyri seg í Eli-tu-deildini.

SáttmálaviðurskiftiTær allar fimm eru sum kunnugt føroyskar og hava føroyska familju, har hel-mingurin býr heima. On-kur hevur eisini sjeik heima á klettunum. So longsulin heim er har til tíðir. – Men tíansbetur er samstarvsav-talan/kontraktin við felagið nokkso lagalig.

Men treytin fyri at sleppa heim, er tann, at tað verður sagt frá í góðari tíð. Tað ber ikki til at siga við venjarin, at ’eg fari heim í vikuskift-inum, vit síggjast!’

Eftir summarfrítíðina, vil

venjarin hava tær so tíðliga niður aftur sum møguligt, so at fyrireikingarnar til kappingina kunnu vera á einum so góðum støði sum møguligt. Tað eru átta lið í donsku 1. deild, og tað verða spældir tveir dystir ímóti hvørøðrum.

Vit eru betrienn tær donskuTað er ein kapping millum tær føroysku og tær donsku á liðnum. Venjarin dámar væl at býta føroyingar og danskarar upp í tvey lið. Í gjár (mikudagin 4. juni) spældu tær tvær ferðir ímóti teimum donsku í venjingi-ni og tær vunnu báðar ferð. Tað dámdu teimum donsku einki, eru tær fimm á einum máli um.

Tað er einki at ivast í, at hesar fimm eru ein ordans styrkur til Amager VK. Liðið hevur fingið ein mu-nagóðan styrk, tí hetta eru millum fremstu flogbólts-leikararnar, sum Føroyar eigur. – Vit ynskja teimum alt tað besta framyvir.

Page 10: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 201410

Mánakvøldið spæla AB og KÍ landskapp-ingardyst á Argjum.

Jákup Ósá

Undan 13. umfarinum lig-gur KÍ á 6.plássi við 16 stigum, meðan AB liggur á 9. plássi við 8 stigum. AB hevur vunnið tveir dystir í ár, sum báðir eru komnir á útivølli, meðan KÍ ikki he-vur vunnið á útivølli síðani 1.umfar móti ÍF. Innanhý-sis hevur KÍ gott tak á AB. Fyrr í ár vann KÍ tryggan sigur á AB í Klaksvík, og

í fjør fekk KÍ 7 av 9 stigum móti AB, hóast AB endaði frammanfyri á stigatalvuni.

Jonas manglarHjá AB hevur toppskjúttin

og kanska týdningarmikla-sti leikarin, Sorin Anghel, leikbann. Morten Over-gaard er langtíðarskaddur og tað sama er Karsten Høj-gaard. Harafturat er iva-

samt, um klaksvíkingurin Jógvan Isaksen verður við. Hinvegin er Jógvan Andri-as Nolsøe tøkur aftur eftir skaða. Hjá KÍ situr Jonas Flindt Rasmussen framve-

gis uttanfyri vegna skaða. Hinvegin er Hjalgrím Elttør tøkur aftur eftir leikbann. Annars vóru allir mans tøkir, tá blaðið fór til pren-tingar.

UPP TAK T: AB-KÍ

Page 11: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 11

Teir tríggir tippararnir, sum komandi mánaðin koma at tippa allar teir 64 HM dy-stirnar á nordly-sid.fo vænta, at antin Týskland ella Spania koma at vinna.

Jákup Ósá

Komandi mánaðin stendur HM kappingin á skránni, sum hesaferð verður spæld

í Brasil. 32 lond kappast og vera tilsamans 64 dystir le-iktir í ár.

Týskland, Messi og RonaldoÁ heimasíðuni hjá Norðlý-sinum koma tríggir royndir tipparar at tippa allar 64 dystirnar. Talan er um Kri-stian Joensen, Ragnar Joen-sen og Regin Sivertsen, sum

allir hava nógvar royndir í, hvussu krossarnir skulu se-tast í HM endakappingum. Teir vóru mikudagin uppi á Norðlýsinum og tosaðu um kappingina. Hvønn dag fer ein av teimum at grundge-va fyri, hví hann tippar sum hann ger til dystirnar, ið eru tann dagin. Sama dag vísir hann okkum, hvussu hansara odds seðil sær út

og hann kemur eisini við einum boði uppá, hvussu satsast skal tann dagin, um vit leita eftir einum oddsi sum er meir enn 3,0.

Teir vóru bidnir um at koma við sínum boðum uppá, hvønn teir tippa uppá sum HM vinnara, HM top-pskjútta og besta leikaran undir HM kappingini. Ei-sini spurdu vit, hvat verður

yvirraskilsi og vónbrot un-dir HM kappingini.

Kristian JoensenHM vinnari: Týskland, HM toppskjútti: Karim Benzema, besti leikari: Li-onel Messi, yvirraskilsi: Fílabeinsstrondin, vónbrot: Spania

Ragnar Joensen

HM vinnari: Týskland, HM toppskjútti: Cristiano Ro-naldo, besti leikari: Cristi-ano Ronaldo, yvirraskilsi: Kroatia, vónbrot: Ongland.

Regin SivertsenHM vinnari: Spania, HM toppskjútti: Lionel Messi, besti leikari: Lionel Mes-si, Yvirraskilsi: Fílabeins-strondin, vónbrot: Italia

VinningurTeir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Ki-osk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

So fylg við HM kappinginiá nordlysid.fo

TIPPARAR: T ÝSKL AND ELL A SPANIA VINNUR

Page 12: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 201412

Navn, parlagsstøða og bústaður?Maria Brim Joensen, støk og búðsitan-di í Odense.

Hvat fekk teg av landinum?Eg vildi gjarna lesa til lækna og tískil var eg noydd at fara undir útbúgving uttanlanda. Eg helt eisini tað virkaði spennandi at royna at búgva í einum øðrum landi og at læra onnur fólk og eina aðra mentan at kenna. So eg byrjaði mín lesna í Szczecin í Póllandi, men eg eri nú flutt til Odense at gera seinnu helvt av útbúgvingini lidna.

Hvat fært tú dagin at ganga við?Fyri tað mesta er tað skúlagongd og skúlating sum fara við tíðini, men sjálvandi er eisini pláss fyri vinfólkum, frítíð og hugna.

Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?Í løtuni er tað tað deiliga summar-veðrið, at eg eri liðug við allar royndir-nar hetta skúlaárið og eri nú í starvs-venjing á einum góðum og spennandi arbeiðsplássi. Ikki minst gleðist eg um, at eg fái summarfrí og sleppi heim til Føroyar um tvær vikur.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Í 5 ár. Eg flutti til Szczecin í 2009 og síðan til Odense í fjør.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Ja eg trívist væl í Odense, og eg treivst eisini væl í Póllandi. Tað kemst nokk av fleiri orsøkum m.a. at eg eri farin undir

eina útbúgving, ið mær dámar væl og haldi vera ótrúliga áhugaverda, at eg havi góðar vinir rundan um meg og so haldi eg eisini, at Odense er ein deili-gur og hugnaligur býur.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Í frítíðini plagi eg at vera saman við vinum, hyggja eftir onkrum filmi ella seriu, fari út at eta, fái mær ein góðan blund, fari í fitness ella ein súkklutúr, dovnist og geri onki, fái mær eitt gott prát á skype við familju og vinir nær og fjar, ella nú summarið er komið plagi eg/vit at leggja okkum í onkra park at njóta sólina. Tað kann eisini henda seg, at frítíðin fer til uppvask og at gjalda rokningar, men tað royni eg sum best at lata vera við.

Fylgir tú við, hvat gongur fyri seg í heima í Føroyum?Eg plagi at hyggja inná føroysku tíðindaportalarnar av og á, men eg má viðganga, at eg ikki fylgi so væl við sum eg burdi.

Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum modernaðum og ferðmik-lum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvussu ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?Um tað er okkurt, ið ørkymlar meg ella eg føli meg stressaða, so plagi eg at tosa við foreldrini hjá mær, tey duga uppá ein ella annan máta at fáa alt at síggja ljósari út. Við so góðum forel-

drum og einum fittum beiggja, so elski eg at vera heima hjá okkum í Føroyum, har hvíli eg meg rættiliga. Annars slappi eg av tá eg ferðist, tá eg eri saman við góðum vinum og on-kuntíð einsamøll við hurðini aftur, alt eftir hvat man hevur tørv á.

Hvør er besta máltíðin, tú fært?Mín yndisrættur er føroysk riv og eplir. Fiskafatið hjá mammu er eisini hámet.

Leingist tú heimaftur?um ja, hví? um nei, hví?Ja og nei. Nei, tí eg trívist væl her og eri í gongd við nakað mær dámar. Ja, tí eg sakni fólkini heima og føroysku nát-túruna. Føroyar er mítt heim.

Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Tá eg verði virðismett sum menniskja, líka sum eg sjálv eigi at virðismeta on-nur.

Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert he-ima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Nú havi eg bert tosað danskt í eitt ár og dugi ikki so væl, so eg føli sum tað

er heldur hinvegin t.d. ”må jeg få lov til at kanne dig”. Í Póllandi fyrigekk alt á enskum, so eg blandi heldur enskt uppí føroyskt enn danskt.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Sum pápi mín plagar at siga ”um Gud vil og jørðin enn stendur” so vænti eg, at eg enn búgvi uttanlanda og eri í gongd við eina spennandi serútbúgv-ning. Tað er ikki tí, eg ikki vil heimaftur, men grunda mína útbúgving, so eru ikki so nógvir møguleikar í Føroyum tey fyrstu árini. Akkurát hvat fyri land tað verður og um/nær eg flyti heimaft-ur dugi eg ikki at siga enn.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er mø-guleikin her:Eg vil gjarna heilsa míni fittu ommu og annars familju, vinum og kenningum, eg gleði meg at síggja tykkum øll í summar.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Eg haldi, at John Petersen læknalesan-di í Szczecin skal sleppa at svara spur-ningunum næstu ferð.

Útiset in hesaferð:”Tað hendir seg at

f r ít íðin fer t il uppvask ”

Page 13: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 13

Tað er eingin ivi um, hvør er ársins KÍ leikari eftir 12 umfør í Effodeildini.

Jákup Ósá

Ndende Adama Guéye er leikarin hjá KÍ, sum fyrstu 12 umførini hevur skarað framúr og nærum altíð he-vur verið millum bestu lei-

kararnar á vøllinum. Tað ví-sir eisini atkvøðugreiðslan hjá Bláu Bylgjuni, sum hvønn dyst velur tríggjar teir bestu leikararnar. Har liggur Ndende klárt á odda í samlaðu støðuni yvir ár-sins KÍ leikara.

Ndende hevur nærum allar dystirnar leikt á sen-trala miðvøllinum. Undan-tikið HB dystin og fyrra hálvleik móti Víkingi, tá hann spældi í miðverjuni. Á miðvøllinum hevur hann havt ein týðandi leiklut, har hann hevur verið tann rei-kandi miðvallarin millum ein beinleiðis verjuken-

dan miðvallaleikara og ein framrættaðan miðval-laleikara. Í hesum leik-luti hevur hann fylt nógv. Í nærdystum kemur hann nærum altíð sigrandi bur-turúr og tá liðið hevur ból-tin, so er hann bólt tryggur og spælir skjótt. Hinvegin er hann ikki beinleiðis ein leikari, sum er við í nóg-vum málum. Men eisini har hevur hann gjørt tað gott við at hava skorað 3 mál og lagt upp til 2. Í fjør skoraði hann 5 mál og legði upp til 6 mál fyri TB, meðan hann í 2012 legði upp til 1 mál og skoraði 3 mál fyri B68,

har hann tó í størri mun enn nú leikti í miðverju-ni. Sum oftast er tað eftir deyðbóltsstøður, at hann er við í málum.

Var væntandiAt Ndende fór at spæla sannførandi kemur kan-ska ikki so óvæntað. Tá KÍ keypti leikaran, hevði heimasíðan hjá Norðlýsi-num samrøðu við Bill M. Jacobsen, sum í fleiri ár var venjari hjá Ndende í B68. Har segði hann, at KÍ hevði fingið kanska besta leikaran í Føroyum, sum tó kanska ongantíð hevði

fingið sítt rós uppiborið, tí hann ikki hevði spælt við nøkrum toppliði. Higartil í ár kunnu vit staðfesta, at Ndende hevur verið millum bestu leikararnar í Effode-ildini.

Dagsins leikari móti ÍFSeinasta dyst var Ndende eisini valdur til dagsins leikara móti ÍF. Í hesum dystinum skoraði hann 1-0 málið hjá KÍ og spældi an-nars ein fínan dyst á miðv-øllinum. Hann ger færri feilir enn flestu av hinum leikarunum og tekur ábyr-gd, tá hetta krevst. Tað var

eisini ein fyrimunur, at KÍ hesaferð í størri mun brúkti miðvøllin at spæla ígjøgnum enn áðrenn, tá vit ofta hava sæð liðið spælt við nógvum longum ból-tum. KÍ hevur sáttmála við Ndende fyri 2014 og 2015.

HANN ER KL ÁRT BESTI KÍ LEIK ARIN HIGARTIL

Page 14: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 201414

Atlantic Airways er eitt felag, sum er í støðugari menning; hetta er neyðug menning, tí ferðafólkatalið bara veksur. Saman við Vága Floghavn er nógv hent seinastu árini og nógvar útbygg-ingar framdar. Skjótt verður nýggi terminal-urin eisini tikin í brúk.

Danial Viðoy

Tað er ikki langt síðani at útbyggingin av flogbreytini var liðug. Hetta hevur elvt til alt fleiri møguleikar, og hetta hevur eisini havt við sær, at tað eru enn fle-iri ferðafólk, ið ferðast um Vága Floghavn.

Hví longja flogbreytina?Atlantic Airways og Vága Lufthavn liggur tætt før-oyinginum. Øll hava eitt tilknýti til júst hesi feløg. Tað eru fáir føroyingar, ið ikki viðhvørt ferðast um føroyska flogvøllin og til tíðir verða noyddir at brúka hann í sjúkraørindum.

Men hví skal so nógv

broytast í føroyska flog-felagnum. Riggaði tað ikki væl áðrenn og nøktaði tað ikki føroyska tørvin. Tað stutta svarið er ”jú”, men broytingar mugu til fyri at felagið ikki skal doyggja og

vevjast í tí sama. Tað er tað, sum er gjørt, fortelur Vága Floghavn í einum lýsingar-blaðið, ið føroysku miðlar-nir hava fingið.

Fyrr var flogbreytin ei-nans 1400 metrar og skul-

du størri flogfør lenda, varð neyðugt við longdari flog-breyt. Og skuldi føroyska felagið fylgja herdu tryg-darkrøvunum, var eisini neyðugt við longri breyt. Nú er flogbreytin 1799 me-

trar til longdar.Við longri flogbreyt

er møguleikin størri fyri bíligari ferðaseðlum, tí størri flogfør taka fleiri fólk og færri túrar skulu har við til, fyri at nøkta sama tørv

sum fyrr, stendur at lesa í faldaranum um Vága Flog-havn og virksemi teirra.

Eisini eru innflúg-vingartólini ment samsva-randi longdini á flogvølli-num. Hetta hevur við sær, at færri avlýsingar eru orsa-kað av veðrið. – Í Føroyum slepst ongantíð undan avlý-singum vegna veður, men betru innflúgvingartóli-ni eru, ið hvussu er við at menna føroyska flogfelagið tann neyðuga vegin.

Kostnaður fyri at lon-gja vøllin var 221 mió. kr. og burturbeiningin av spreingievnum kostaði felagnum 28 mió. kr.

Nýggjur terminalurØkta ferðafólkatalið hevur brúk fyri einum nýggjum og meira smidligum ter-minali. Skjótt verður nýg-gi terminalurin veruleiki. Núverandi terminalur er egnaður til 100.000 fólk og ferðafólkatalið í fjør var knapt 240.000 ferðafólk. Føroyingar ferðast mei-ra og alt fleiri útlendingar vitja okkara vakra land.

Væntandi verður prísurin fyri nýggja terminalin 144 mió. kr. Hesin prísurin er fyri sjálvan bygningin, in-ventar og anlegsarbeiði. – Harumframt koma um-leið 20 mió. kr., sum eru brúktar til at innrætta til leigumál. Tvs. ein stórur partur av leigumálunum eru lánfíggjaði.

Tað næsta nýggja verður nýggja strategiin, ið verður avdúka í allarnærmastu framtíð. – Karmarnir fyri einum góðum, sunnum og størri flogfelagi eru nú til staðar, Nú snýr tað seg um at ”makka” rætt og seta rætt út í kortið.

ATL ANTIC AIRWAYS- eitt felag í støðugari og neyðugari menning

Eftir útbygging

Nýggja farstøðin og tænastubygningar

Áðrenn útbygging

Núverandi farstøð og umsitingarbygningar

Skrivstovuhølir við høvuðsdyrnar

Page 15: Nordlysid nr 21 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 21 FRÍGGJADAGIN 13. JUNI 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 21 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Skráin fyri Sundalagsstevnuna 2014 í Hósvík

Sundalagsstevnan verður hildin á hvørjum sumri sum tann næsta í røðini av summarstevnum, um miðjan juni mánað. Tær tríggjar bygdirnar Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík skiftast um at hava stevnuna.

Á Sundalagsstevnu er eitt fjølbroytt innihald, ið líkist

tí, sum aðrar summarstevnur hava at bjóða, bæði innan ítrótt, mentan og ymiskt undirhald.

Sundalagsstevnan verður í ár hildiní Hósvík tann 14. og 15. juni

Sundalagsstevnan 14. og 15. juni 2014