summartónar 2005 skrá

24
16. juni–10. juli SUMMARTÓNAR 2005 Faroe Islands Festival of Classical and Contemporary Music

Upload: others

Post on 01-Feb-2022

1 views

Category:

Documents


0 download

TRANSCRIPT

Page 1: Summartónar 2005 skrá

16. juni –10. juli

SUMMARTÓNAR 2005Faroe Islands Festival of Classical and Contemporary MusicNie

ls A

rge

Ga

lán

Summartónar 2005 skrá.indd 1 10-05-2005 01.23.05

Page 2: Summartónar 2005 skrá

2 SUMM ARTÓNAR 20 05

»Stílur er at gloyma øll stílsløg« – J. Renard

Hetta kann hóskandi vera yvirskriftin fyri Summartónar 2005, nú tónleikastevnan er løgd

saman við Jazzfestivalinum, soleiðis at vit nú hava eina tónleikastevnu undir navninum

Summartónar í staðin fyri tvær. Hóast stílgrundarlagið er víðkað, er endamálið við stevnuni,

tað sama sum undanfarin ár, at framføra tónleik – bæði eldri og nýggjan – á einum høgum

støði við serligum denti á nútíðar føroyskum tónleiki.

Nú stevnan umfatar bæði jazztónleik og tónleik úr klassisku traditiónini, fara vit eisini at

uppliva nýggjan tónleik – sokallaðan cross-over tónleik – sum hevur støði í báðum stílsløgum.

Á Summartónum 2005 verður høvi hjá áhoyrarum, tónleikarum og tónaskøldum at

»… gloyma øll stílsløg« og uppliva tað besta av tónleiki her heima og úr okkara grannalondum.

Føroyska ensemblið Aldubáran, sum hevur spælt á Summartónum á hvørjum ári og umbiðið

og frumframført nógv føroysk verk, hevur 10 ár á bakið í ár. Við vón um at tit tónleikarar í

Aldubáruni eisini framyvir fara at vera drívmegin í føroyska tónleikalívinum, ynski eg tykkum

tillukku við teimum 10 árunum.

Vælkomin til Summartónar 2005.

Kári Bæk, formaður, Felagið Føroysk Tónaskøld

Summartónar 2005 skrá.indd 2 10-05-2005 01.23.06

Page 3: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 3

H Ó S DAG U R 16 . J U N ITÓRSHAVN REX KL . 21.00

TrisfoSigurður Flosason (saxofon), Kjartan Valdemarsson (klaver), Edvard Nyholm Debess (bass)

Verk eftir FLOSASON, VALDEMARSSON & DEBESS

F R Í G G JA DAG U R 17. J U N I KLÆMINTSGJÓGV NORÐLÝSIÐ KL . 17.00 -23.00

TrisfoSigurður Flosason (saxofon), Kjartan Valdemarsson (klaver), Edvard Nyholm Debess (bass)

Verk eftir FLOSASON, VALDEMARSSON & DEBESS

L E YGA R DAG U R 18 . J U N ITÓRSHAVN HAVNAR KIRKJA KL . 11.30

TrisfoSigurður Flosason (saxofon), Kjartan Valdemarsson (klaver), Edvard Nyholm Debess (bass)

Verk eftir FLOSASON, VALDEMARSSON & DEBESS

Summartónar 2005 skrá.indd 3 10-05-2005 01.23.06

Page 4: Summartónar 2005 skrá

4 SUMM ARTÓNAR 20 05

S U N N U DAG U R 19. J U N I GJÓGV Í GJÓNNI KL . 15.00

AldubáranAndrea Heindriksdóttir (floytu), Henrik Skotte-Larsen (obo), Anna E. Klett (klarinett),

Jógvan Zachariassen (fagot), Páll Sólstein (horn), Ólavur Olsen (trompet), Andras Olsen (trombon)

Andras OLSEN (f. 1978) GJÁARTRIO frumframførsla

Tróndur BOGASON (f. 1976) KUGELLAMPEN fyri Solo klarinett og Fløgu

Pauli í SANDAGERÐI (f. 1955) DIALOGORR fyri obo og floytu

Atli PETERSEN (f. 1963) TRIO FYRI MESSINGBLÁSARAR

Sunleif RASMUSSEN (f. 1961) ANDALAG (1996) fyri floytu og klarinett

S U N N U DAG U R 19. J U N IGJÓGV GJÁARGARÐUR KL . 17.00

AldubáranAndrea Heindriksdóttir (floytu), Henrik Skotte-Larsen (obo), Anna E. Klett (klarinett),

Jógvan Zachariassen (fagot), Páll Sólstein (horn), Ólavur Olsen (trompet), Andras Olsen (trombon)

Francis POULENC (1899-1963) MESSINGBLÁSARA TRIO

I Allegro

II Andante

III Rondeau

Kári BÆK (f. 1950) HUGLEIÐINGAR (Fantasia)

fyri blásarakvintett (1994)

I Andante espressivo

II Allegro energico

Raymond PREMRU (1934-1998) CONCERTINO FOR TROMBONE

AND WOODWINDS (1954)

I Soliloquy

II Pastoral

III Toccata

Gioacchino ROSSINI (1792-1868) TRÆBLÁSARAKVARTETT NR. 1 Í F-DUR

Atli PETERSEN (f. 1963) BLÁSARAKVINTETT (1991)

Jacques IBERT (1890-1962) TROIS PIÈCES BRÈVES

I Allegro

II Andante

III Vel assez lent – allegro scherzando

Summartónar 2005 skrá.indd 4 10-05-2005 01.23.06

Page 5: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 5

M Á N A DAG U R 2 0 . J U N I BARNAKONSERT

SKÚVOY SKÚLIN KL . 15.00

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

M Á N A DAG U R 2 0 . J U N ISKÚVOY KIRKJAN KL . 20.00

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

Birgitte ALSTED (f. 1942) BEGYNDELSE - SOMMERFUGLEN

(Halfdan Rasmussen) úr ”Skrivelser” (2004)

Hans-Henrik NORDSTRØM (f. 1947) SJÚRÐUR (føroyskt kvæði)

(2004) frumframførsla

Ralph VAUGHAN WILLIAMS (1872-1958) INFANT JOY - ETERNITY

(William Blake) úr ”Ten Blake Songs”

Hans ABRAHAMSEN ( f. 1952) GUSH for saxofon solo (1974)

Kari BÆK (f. 1950) MJØLDAL (2005)

(William Heinesen) frumframførsla

C.E.F. WEYSE (1774-1842) LYSETS ENGEL GÅR MED GLANS

(B.S. Ingemann)

Walther ZIMMERMANN (f. 1949) THE PARADOXES OF LOVE

(Flamsk yrking úr 13. øld) (2. part) (1987)

Summartónar 2005 skrá.indd 5 10-05-2005 01.23.06

Page 6: Summartónar 2005 skrá

6 SUMM ARTÓNAR 20 05

T ÝS DAG U R 21. J U N I KLÆMINTSGJÓGV NORÐLÝSIÐ KL . 13.00 -18.00

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

M I K U DAG U R 2 2 . J U N I TÓRSHAVN LISTASKÁLIN KL . 19.30

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

Eva NOER KONDRUP (f. 1964) YRKINGAR EFTIR SØREN ULRIK

THOMSEN (2005) frumframførsla

Hans-Henrik NORDSTRØM (f. 1947) SJÚRÐUR (føroyskt kvæði) (2004)

Kari BÆK (f. 1950) MJØLDAL (William Heinesen) (2005)

Edvard NYHOLM DEBESS (f. 1960) HUGO (2004)

Mazur/Jormin/Jørgensen TrioMarilyn Mazur (trummur, percussion), Per Jørgensen (trompet, vokal), Anders Jormin (bass)

Verk eftir MAZUR og JORMIN

M I K U DAG U R 2 2 . J U N I TÓRSHAVN CAFÉ NATÚR KL . 21.00

Harmonica Lang (munnharpa) & Baba Blue (sang, gittar)

Summartónar 2005 skrá.indd 6 10-05-2005 01.23.07

Page 7: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 7

M I K U DAG U R 2 2 . J U N I TÓRSHAVN KLUBBIN KL . 22.30

GoGo Blues

H Ó S DAG U R 23 . J U N I BARNAKONSERT

TÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ KL . 10.30

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

Birgitte ALSTED (f. 1942) SOMMERFUGLEN (Halfdan Rasmussen)

úr ”Skrivelser” (2004)

C.E.F. WEYSE (1774-1842) LYSETS ENGEL GÅR MED GLANS

(B.S. Ingemann)

Modest MUSSORGSKIJ (1839-1881) úr MYNDIR Á EINI FRAMSÝNING

Det gamle slot

Hans-Henrik NORDSTRØM (f. 1947) SJÚRÐUR (føroyskt kvæði) (2004)

Edvard NYHOLM DEBESS (f. 1960) HUGO (2004)

Danskt fólkalag ROSELIL OG HENDES MODER

Summartónar 2005 skrá.indd 7 10-05-2005 01.23.07

Page 8: Summartónar 2005 skrá

8 SUMM ARTÓNAR 20 05

H Ó S DAG U R 23 . J U N ITÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ KL . 19.30

A Wizard’s JourneyBrandur Jacobsen (trummur), Ólavur Olsen (trompet), Búi E. Dam (gittar), Mikael Blak (bass)

Verk eftir JACOBSEN

TariraSunleif Rasmussen stjórnar

Joanna Johansen, Berghild Poulsen, Arina Bischoff, Unn Paturson, Urd Johannesen (sopran)

Píl Reinert, Gunnvør Poulsen, Durita Eliasen, Elspa Samuelsen, Kinna Poulsen (alt)

Peter H. Niclasen, Hans Debes, Pauli Hansen, Allan Dalsgarð, Herluf Lützen (tenor)

Høgni Debes, Eyðun Eliasen, Andrias Petersen, Niels Winther, Fróði Sandoy (bass)

Unn PATURSON (f. 1974) GLITRA (Rói Patursson) frumframførsla

James MacMILLAN (f. 1959) A CHILD´S PRAYER (trad.)

Pauli HANSEN (f. 1956) MÖRKRET TALAR TIL

DEN BLOMMANDE BUSKEN

(William Heinesen)

Vagn HOLMBOE (1908-1996) DIMMIÐ (Christian Matras)

Vagn HOLMBOE HOYRDU TIT HAVSINS ANDALAG

(William Heinesen)

Kári BÆK (f. 1950) VATNIÐ OG LJÓSIÐ

(Karsten Hoydal) frumframførsla

Sunleif RASMUSSEN (f. 1961) DØGG (Karsten Hoydal)

Sunleif RASMUSSEN SKÆRUR VINDUR (Rói Patursson)

Sven-David SANDSTRÖM (f. 1942) EN NY HIMMEL OCH EN NY JORD

(Jóhannesar opinbering)

Duo Arctica & Vinir Arnannguaq Janna Gerstrøm (floytu), Kirsten Beyer-Karlshøj (klaver) (DUO ARCTICA)

& Lee James Morgan (klarinett), John Olof Löfgren (cello)

Olivier MESSIAN (1908-1992) LE MERLE NOIR fyri floytu og klaver

Olivier MESSIAN 2 satsir úr

QUATUOR POUR LA FIN DU TEMPS

(Kvartett til enda tíðarinnar) cello og klaver

Kristian BLAK (f. 1947) UMIAQ fyri floytu, klarinett, cello og klaver

Summartónar 2005 skrá.indd 8 10-05-2005 01.23.08

Page 9: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 9

Guðs SirkusSummartónaorkestrið Anna E. Klett (klarinett), Per Jørgensen (trompet), Páll Sólstein (horn), Samuel Jon Samuelson

(trombon), David Tor Jonsson (klaver), Anders Jormin (bass), Marilyn Mazur (trummur, percussion),

Helgi Svavar (perc)

Heðin ZISKA DAVIDSEN (f. 1977)

& Búi E. DAM (f. 1979) GUÐS SIRKUS frumframførsla

H Ó S DAG U R 23 . J U N IBØUR PAKKHÚSIÐ Í BØ KL . 21.00

Harmonica Lang (munnharpa) & Baba Blue (sang, gittar)

Sámal Ravnsfjall (sang, gittar)

H Ó S DAG U R 23 . J U N ITÓRSHAVN KLUBBIN KL . 22.30

Paul Zauner Ensemble Clemens Salesny (bassklarinett, saxofon), Paul Zauner (trombon, sang), Wolfram Derschmidt (bass),

Dusan Novakov (trummur)

Verk eftir ZAUNER

F R Í G G JA DAG U R 2 4 . J U N I BARNAKONSERT

VÁGARNAR SKÚLIN Á GILJANESI KL . 11.00

Duo SaxopranRebecca Persson (sopran), Jeanette Balland (saxofon)

Summartónar 2005 skrá.indd 9 10-05-2005 01.23.08

Page 10: Summartónar 2005 skrá

10 SUMM ARTÓNAR 20 05

F R Í G G JA DAG U R 2 4 . J U N IKLÆMINTSGJÓGV NORÐLÝSIÐ KL . 13.00 -18.00

Paul Zauner (trombone), Clemens Salesny (klarinett, saxofon)

F R Í G G JA DAG U R 2 4 . J U N ITÓRSHAVN REX KL . 21.00 - 02.00

Duo Arctica & VinirArnannguaq Janna Gerstrøm (floytu), Kirsten Beyer-Karlshøj (klaver) (DUO ARCTICA)

& Lee James Morgan (klarinett), John Olof Löfgren (cello)

Harmonica Lang (munnharpa) & Baba Blue (sang, gittar)

Sámal Ravnsfjall (sang, gittar)

Spælimenninir & Svabo Spælimenn Jákup Lützen, Daniel Nielsen, Rebekka Blak, Angelika Nielsen (violin), Ívar Bærentsen (mandolin),

Sharon Weiss (blokkfloytu), Raymund Nielsen (viola da gambe), Kristian Blak (klaver), Heini Gilstón

Andersen (gittar), Finnur Carlsen (bass)

Paul Zauner Ensemble Clemens Salesny (bassklarinett, saxofon), Paul Zauner (trombon, sang), Wolfram Derschmidt (bass),

Dusan Novakov (trummur)

F R Í G G JA DAG U R 2 4 . J U N IRUNAVÍK HØGANES KL . 20.00

EnekkKári Sverrisson (sang, gittar), Óli Olsen (klaver) og Agnar Lamhauge (bass)

Verk eftir SVERRISSON, OLSEN, LAMHAUGE

Andy Irvine (sang, gittar)

Verk eftir IRVINE

Summartónar 2005 skrá.indd 10 10-05-2005 01.23.08

Page 11: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 11

L E YGA R DAG U R 2 5 . J U N ITÓRSHAVN HAVNAR KIRKJA KL . 11.30

Duo Arctica & Vinir Arnannguaq Janna Gerstrøm (floytu), Kirsten Beyer-Karlshøj (klaver) (DUO ARCTICA)

& Lee James Morgan (klarinett), John Olof Löfgren (cello)

Bohuslav MARTINÙ (1890-1959) TRIO fyri floytu, cello og klaver

Kári BÆK (f. 1950) SNJÓLÝSI fyri floytu

Claude DEBUSSY (1862-1918) SONATA fyri cello og klaverClaude DEBUSSY RAPSODI fyri klarinett og klaver

Kristian BLAK (f. 1947) UMIAQ fyri floytu, klarinett, cello og klaver

L E YGA R DAG U R 2 5 . J U N ITÓRSHAVN LISTASKÁLIN KL . 15.00

EnekkKári Sverrisson (sang, gittar), Óli Olsen (klaver) og Agnar Lamhauge (bass)

Verk eftir SVERRISSON, OLSEN, LAMHAUGE

Andy Irvine (sang, gittar)

Verk eftir IRVINE

Summartónar 2005 skrá.indd 11 10-05-2005 01.23.08

Page 12: Summartónar 2005 skrá

12 SUMM ARTÓNAR 20 05

L E YGA R DAG U R 2 5 . J U N ITÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ KL . 19.30

Kl. 18.30 í Dansistovuni hava Sunleif Rasmussen, Kristian Blak og Bernharður Wilkinson formæli í sambandi við konsertina.

AldubáranBernharður Wilkinson stjórnar

Andrea Heindriksdóttir (floytu), Henrik Skotte-Larsen (obo), Anna E. Klett (klarinett), Jógvan

Zachariassen (fagot), Páll Sólstein (horn), Ólavur Olsen (trompet), Andras Olsen (trombon), Sámal

Petersen (violin), Øssur Bæk (violin), Mina Fred (bratsj), Frederik Waage (cello), Thomas Holmsgaard

(kontrabass), Ólavur Jakobsen (gittar), Jóhannes Andreasen (klaver), Frank Aarnink (slagverk)

Verk eftir SCHNITTKE, BLAK, RASMUSSEN, VIVALDI, SCHUBERT

Sunleif RASMUSSEN (f. 1961) DANCING RAINDROPS

fyri klarinett, violin og klaver

Johan KVANDAL (f. 1919-1999) LEGENDE OPUS 61 fyri fagott og strúkarar

Alfred SCHNITTKE (1934-1998) DIALOGUE fyri trombon og 7 ljóðføri

(1964,1988)

– Steðgur –

Gioacchino ROSSINI (1792-1868) TRÆBLÁSARAKVARTETT NR. 1 Í F-DUR

William HEINESEN (1900-1991) NORSKA LØVA arr. Anthony Rickard

Kristian BLAK (f. 1947) SHAMAN

I Drumming

II Clouds

III Eagle

Eight Legged Horse

Goose

L E YGA R DAG U R 2 5 . J U N ITÓRSHAVN KLUBBIN KL . 22.30Spælimenninir

L E YGA R DAG U R 2 5 . J U N IGJÓGV GJÁARGARÐUR KL . 20.00Harmonica Lang (munnharpa) & Baba Blue (sang, gittar)

Sámal Ravnsfjall (sang, gittar)

Summartónar 2005 skrá.indd 12 10-05-2005 01.23.09

Page 13: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 13

S U N N U DAG U R 26 . J U N IKLÆMINTSGJÓGV NORÐLÝSIÐ KL . 13.00 -18.00

Heðin Ziska Davidsen (gittar)

Heðin ZISKA DAVIDSEN (f. 1977) RUINS

S U N N U DAG U R 26 . J U N ITÓRSHAVN NORÐURLANDAHÚSIÐ KL . 16.00

Tórshavnar Stór BandKonsert við nýggum verkum fyri stór band eftir føroyskum tónaskøldum

S U N N U DAG U R 26 . J U N INÓLSOY SKÚLIN KL . 20.00

AldubáranAndrea Heindriksdóttir (floytu), Anna Klett (klarinett), Jógvan Zachariassen (fagot), Páll Sólstein

(horn), Andras Olsen (trombon), Sámal Petersen (violin), Øssur Bæk (violin), Ólavur Jakobsen

(gittar), Jóhannes Andreasen (klaver)

Atli PETERSEN (f. 1963) : TRIO fyri floytu, klarinett og horn

Astor PIAZZOLLA (1917-1992) NIGHT CLUB 1930

fyri violin, floytu, klarinett og gitttar

Atli PETERSEN KVÆÐI FYRI PINNABRENNI

fyri fagott og klaver

Sunleif RASMUSSEN (f. 1961) FANTASI YVIR LAGIÐ »TÍVILSDØTUR«

eftir William Heinesen fyri klarinett og horn

Giacchino ROSSINI (1792-1868) TRÆBLÁSARAKVARTETT NR 1 Í F-DUR

Andras OLSEN (f. 1978) 10-ÁRA JUBILEUMS FANFARA fyri stór-

trummu og euphonium, ukulele og brummikór

Summartónar 2005 skrá.indd 13 10-05-2005 01.23.09

Page 14: Summartónar 2005 skrá

14 SUMM ARTÓNAR 20 05

S U N N U DAG U R 26 . J U N IHÚSAVÍK BYGDARHÚSIÐ KL . 18.30

Paul Zauner EnsembleClemens Salesny (bassklarinett, saxofon), Paul Zauner (trombon, sang), Wolfram Derschmidt (bass),

Dusan Novakov (trummur)

Verk eftir ZAUNER

S U N N U DAG U R 26 . J U N ITVØROYRI SUÐUR BIO KL . 14.30

Kári Sverrisson (sang, gittar)

Verk eftir SVERRISSON

Andy Irvine (sang, gittar)

Verk eftir IRVINE

S U N N U DAG U R 26 . J U N IKLAKSVÍK MENTANARHÚSIÐ ATLANTIS KL . 20.00

Duo Arctica & Vinir Arnannguaq Janna Gerstrøm (floytu), Kirsten Beyer-Karlshøj (klaver) (DUO ARCTICA)

& Lee James Morgan (klarinett), John Olof Löfgren (cello)

Bohuslav MARTINÙ (1890-1959) TRIO fyri floytu, cello og klaver

Claude DEBUSSY (1862-1918) SONATA FYRI CELLO OG KLAVER

Claude DEBUSSY SYRINX fyri floytu

Claude DEBUSSY RAPSODI fyri klarinett og klaver

Heitor VILLA-LOBOS (1887-1959) DUETTIR fyri klarinett og floytu

– Steðgur –

Olivier MESSIAN (1908-1992) LE MERLE NOIR fyri floytu og klaver

Olivier MESSIAN 2 satsir úr QUATUOR POUR LA FIN DU

TEMPS (Kvartett til enda tíðarinnar) klarinett

cello og klaver Solo klarinet Cello og klaver

Kári BÆK (f. 1950) SNJÓLÝSI fyri floytu

Kristian BLAK (f. 1947) UMIAQ fyri floytu, klarinett, cello og klaver

Summartónar 2005 skrá.indd 14 10-05-2005 01.23.09

Page 15: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 15

M Á N A DAG U R 27. J U N IMYKINES KIRKJAN KL . 21.00

Duo Arctica & Vinir Arnannguaq Janna Gerstrøm (floytu), Lee James Morgan (klarinett), John Olof Löfgren (cello)

Verk eftir FERNEYHOUGH, TAKEMITSU, BÆK, VILLA LOBOS, DEBUSSY, BACH

Andy Irvine (sang, gittar)

Verk eftir IRVINE

S U N N U DAG U R 10 . J U L I GJÓGV KIRKJAN KL . 15.00

Joost Schelling (hørpu)

Antonio de CABEZÓN (1510 - 1566) PAVANE CON SU GLOSA

Francisco PALERO (uml. 1520-1597) ROMANCE

Diego FERNÁNDEZ de HUETE (uml. 1650-uml. 1705) CANZION FRANZESA

Lucas de RIBAYAZ (uml. 1626-uml.1677) HACHAS

Mateo ALBENIZ (1755 – 1831) SONATA IN RE

Pauli í SANDAGERÐI (f. 1955) HARPIX frumframførsla

Paul HINDEMITH (1895-1963) SONATE FÜR HARFE (1939)

Mässig schnell - Lebhaft - Lied

Kristian BLAK (f. 1947) HARPAN frumframførsla

Arvo PÄRT (f. 1935) SPIEGEL IM SPIEGEL

Summartónar 2005 skrá.indd 15 10-05-2005 01.23.09

Page 16: Summartónar 2005 skrá

16 SUMM ARTÓNAR 20 05

TRISFO TRISFO hevur verið til í eini trý ár. Trioin hevur

lagt seg eftir at skriva egið tilfar, sum teir allir

tríggir skriva. Tónleikararnir hava verið víða í tón-

leikahøpi, og tískil er tónleikurin eisini fjøltáttaður

– m.a. Íslendskur tango, norðurlendskt klingandi

tónar og vakrar jazzballadur.

Menninir leggja eisini doyðin á, at tónleikur

verður skaptur á staðnum, og tískil er hvør fram-

førsla ein nýggj uppliving.

TRISFO hevur spælt kring um í Norðurlondum,

og teir hava fingið sera góð ummæli allastaðni.

Ein spennandi bólkur við egnum stíli.

A Wizard’s Journey Í desember 2004 gav Brandur Jacobsen út fløgu,

sum nevndist A Wizard’s Journey. Tónleikurin á

fløguni kann kallast norðurlendskur jazzur, og var

tað Brandur, sum skrivaði hann. Teir, ið manna

bólkin hjá Brandi eru umframt Brand á trum-

mum, Búi E. Dam (gittar) og Mikael Blak (bass).

Teir tríggir hava drúgvar royndir saman frá m.ø.

bólkinum Ivory. Aftrat sær hava teir Ólav Olsen

(trumpet), ið umframt at vera klassiskt útbúgvin er

ein royndur tónleikari í jazz, rock og popp verðini.

Brandur Jacobsen (f. 1974) fór longu sum 12

ára gamal at spæla trummur, og hann var ikki

meiri enn 16 ár, tá ið hann í heilum var at hoyra í

teimum ymsu spælistøðunum í Føroyum. Brandur

hevur spælt bæði við orkestrum – Ivory, Yggdrasil,

Tjant og Enekk – og øðrum tónleikarum – Tore

Brunborg, Anders Hagberg, Anders Jormin, Eero

Koivistoinen, Villu Veski, Teitur Lassen, John

Tchicai, Eivør Pálsdóttir, Kári Sverrisson, Valentin

Cora og Deborah Herbert.

Brandur Jacobsen

Summartónar 2005 skrá.indd 16 10-05-2005 01.23.10

Page 17: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 17

AldubáranTónleikabólkurin Aldubáran varð stovnaður í

1995 av sjey ungum konservatoriuútbúnum

tónleikarum. Endamál Aldubárunnar er at vekja

ans fyri klassiskum tónleiki og at framføra hann á

listarliga høgum stiði. Serstakliga hevur bólkurin

bílagt og framført nógvan nýskrivaðan føroyskan

tónleik, og er tað eitt av hjartamálum Aldubárun-

nar, at vera við til at menna tónlistarumhvørvið í

Føroyum sum heild. Aldubáran hevur, síðani hon

varð stovnað, verið í støðugari menning og hevur

hon fingið avbera góð ummæli tær ferðirnar hon

hevur verið á palli uttanlands.

Økt er um manningina í Aldubáruni og eru tey nú:

Andrea Heindriksdóttir, floyta

Anna E. Klett, klarinett

Jógvan Zachariassen, fagott

Páll Sólstein, horn

Andras Olsen, trombon

Øssur Bæk, fiól

Sámal Petersen, fiól

Rúni Bæk, fiól

Ólavur Jakobsen, gittara

Jóhannes Andreasen, klaver

Albubáran hevur, umframt at luttaka á Summar-

tónum og at hildið Várkonsert saman við Felag-

num Føroysk Tónaskøld, skipað fyri tiltøkum við

framførslum av stórverkum í tónleikabókmentu-

num sum t.d. Oktett eftir Schubert, Pierrot Lunaire

eftir Schoenberg og Septet eftir Stravinsky.

Men eisini hava vanligu klassisku verkini verið

framførd á konsertum kring oyggjarnar.

Fyri at royna nýggjar leiðir, skipaði Aldubáran

fyri konsertum saman við sangaranum Hanusi G.

Johansen á heysti 1999. Tiltakið gjørdist ógvuliga

væleydnað og vórðu konsertirnar endurtiknar og

festar á band. Fløga varð útgivin í samband við

50-ára føðingardagin hjá Hanusi 18. juni 2000.

Í 2003 gav Aldubáran út fløgu við alheimstón-

leiki skrivað til bólkin. Fløgan kallast »Dedicated«

og nýggjasta útgáva teirra var útgivin í vár og var

tað fløga við tónleiki eftir Kára Bæk. Fløgan nevnist

»Afturundirgerð«.

Aldubáran hevur eftir móttøku og ummælum

at døma, verið eitt virðiligt umboð fyri føroyska

tónleik og list úteftir.

Tá ið Aldubáran varð stovnað, vóru tónleikarar-

nir spjaddir um alt Evropu. Fleiri teirra hava síðani

valt at flyta heimaftur til Føroya at virka, og er

Aldubáran enn ein roynd at halda listarliga støðið

og at skapa eitt samanhald millum føroysku tón-

leikaútisetar og heimligu tónleikararnar.

Nýggjasti limur teirra, Andras Olsen, verður

á trombon at hoyra sum solistur í verkinum hjá

Schnittke »Dialogue« fyri trombon og sjey ljóðføri.

Aldubáran Andras Olsen

Summartónar 2005 skrá.indd 17 10-05-2005 01.23.10

Page 18: Summartónar 2005 skrá

18 SUMM ARTÓNAR 20 05

Duo SaxopranKraftamikið og vakurt, skroypiligt og øðrvísi. So

vítt spennir ljóðið í heiminum hjá Duo Saxopran.

Litríkir ljómar og nuanseraðar teksttulkingar

hjá tølandi sopraninum verða vavdar saman við

talandi tónalagnum hjá saxofonunum.

Duo Saxopran varð stovnað í 2003 við tí fyri

eyga at granska møguleikarnar í sjáldsomu saman-

setinigini av sangi og saxofon.

Bæði Birgitte Alsted (DK) og Edvard N. Debess

hava komponerað tónleik til Duo Saxopran. Hesi

verk vóru í 2004 frumframførd í Íslandi.

Á ársins Summartónum fer Duo Saxopran at

frumframføra verk eftir donsku tónaskøldini Eva

Noer Kondrup og Hans-Henrik Nordstrøm og eitt

verk eftir Kára Bæk.

Men tað er ikki einans á konsertum, at greipan

hevur gjørt um seg, tí tær framførslur og work-

shops tær hava havt fyri barnagarðs- og skúlabørn-

um, hava fingið sera nógva umtalu í Danmark.

Rebecca Persson er ein tann mest gávuríki ungi

sopranurin í Danmark. Hon lesur á Kongliga Dan-

ska Musikkkonservatoriuminum og hevur longu

upptraðkað á meiri enn 250 konsertum við eini

ørgrynnu av ymsum ensemblum.

Jeanette Balland er ein av fremstu saxofonistu-

num í landinum, bæði sum solistur, í kamartón-

leiki og sum orkesturtónleikari. Hon leggur serliga

dent á nýggjan tónleik og hevur m.a. frumframført

tvær saxofonkonsertir, ið Sunleif Rasmussen og

Niels Rosing-Schow skrivaðu. Í 2004 fekk hon

bæði Musikanmelderringens Kulturpris og Dansk

Komponistforenings Musikerpris, og í apríl 2005

fær hon Gladsaxe Musikpris.

Duo Saxopran

Summartónar 2005 skrá.indd 18 10-05-2005 01.23.11

Page 19: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 19

Mazur/Jormin/ Jørgensen Trio Tónleikarnir í hesi trio hava hvør í sínum lagi gjørt

seg fortjentan til heitið ‘millum heimsins bestu’, og

hava tey øll spælt saman við heimsstjørnum. – Í ár

hava tey valt at kasta saman í ein bólk, og ætla tey

sær víða á konsertferð í 2005.

Danska Marilyn Mazur er kanska kendast teirra

millum. Hon var eitt tíðarskeið við í Miles Davis

Orchestra, og vit hava upplivað hana á palli her

á landi, tá ið hon spældi trummur í New Jungle

Orchestra á Jazzfestivalinum á sinni. Mazur kann

eisini hoyrast saman við føroyskum tónleikarum og

øðrum limum úr NJO á verkinum Antifonale hjá

Kristian Blak, á Tutl (1989).

Norski trompetleikarin Per Jørgensen hevur

eisini verið á skránni á festivalinum hjá Brandi

Øssurson. At hansara fyrra vitjan eisini kastaði av

sær her í Føroyum, kundi hoyrast á verkinum The

Invisible Trumpet á Jazzfestivalinum.

Kendasta andlit teirra millum á føroysku jazz-

scenuni man tó vera tann kontrabass-spælandi

svenskarin Anders Jormin. Longu í 70’unum vitjaði

hann higar á fyrsta sinni. Ta ferðina var hann her

saman við bólkinum Mwendo Dawa, og síðani

1981 hevur hann verið fastur limur í bólkinum

Yggdrasil. Anders Jormin er við á heili 9 føroyskum

fløguútgávum – seinast í 2003 saman við Unn

Paturson í bólkinum Run.

Alt í alt kann sigast, at talan er um tríggjar

gamlar kenningar, ið vitja aftur. – Vælkomin.

Per Jørgensen

Anders Jormin

Marilyn Mazur

Summartónar 2005 skrá.indd 19 10-05-2005 01.23.11

Page 20: Summartónar 2005 skrá

20 SUMM ARTÓNAR 20 05

Harmonica Lang & Baba Blue Lang var trettan, tá ið hann hoyrdi munnharpus-

pælið hjá Brian Jones á lagnum »Not fade away«

hjá Rolling Stones – og ferdigt var – drongurin

gjørdist blues’ari. Síðani tá hevur Lang altíð havt

besta vin sín við sær, hvar hann so fór, og tað

førdi hann fram á pall at spæla. Hann hevur í

síni tíð spælt saman við nøkrum av allarfremstu

blues’arunum í heiminum, so sum Champion Jack

Dupree, Louisiana Red, Bo Diddley, Ken Lending og

Luther Alison, umframt eini ørgrynnu av teimum

bestu dønunum.

Lang hevur eisini verið studio-tónleikari á fleiri

hundrað upptøkum. – Ja, hann er ein tónleikari til

eitthvørt høvi.

Fyri tíðina rockar hann saman við Baba Blue, ið

er ein sangari og gittarleikari, sum spælir blues av

hjartanslyst. Baba varð føddur í einum gittarkassa

og vaks upp til magisku tónarnar frá teimum

gomlu blues legendunum. Nú er hann maður og

hevur sín egna blues, sum hann grælar framúr sær,

tá ið ein kjansur er. Sum hann hevur rikist í lívsins

brotum, er hann komin fram á Harmonica Lang,

og fann greipan saman at spæla blues. Magiskan

blues, sum tú mást hoyra.

GoGo Blues »GoGo Blues eru ein einastandandi saman-

seting! Tað er langt í millum teir tónleikarar, ið

megna at spæla blues reint, erligt og kraftamikið,

men hendan trio’in – Uni Debess (sang/gittar),

Arnold Ludvig (bass) og Rógvi á Rógvi (trummur)

– megnar tað.« Ove Olsen, Útvarp Føroya.

Og vit fingu øll sjón fyri søgn á Prix Føroyar

Finaluni, tá ið GoGo Blues fingu høllina at kóka

og væluppiborið vunnu ársins tónleikatiltak. – Eitt

spennandi boð uppá eitt gott tónleikaupplivilsi í

summar.

Harmonica Lang & Baba Blue Uni Debess, GoGo Blues

Summartónar 2005 skrá.indd 20 10-05-2005 01.23.12

Page 21: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 21

Tarira Hóast Tarira er lutfalsliga nýtt, hevur kórið longu

gjørt vart við seg við fleiri framførslum á sera

høgum støði, m.a. í sambandi við Listastevnuna.

Kórið hevur valt at miðsavna seg um ávikavíst

tónleik úr endurburðartíðini (renesansuni) og

samtíðartónleik.

Millum tær størru avbjóðingarnar hjá kórinum

kann nevnast renesansuverkið »Lamentations of

Jeremiah« hjá Robert White, sum varð framført á

Føroyaferð í fjør.

Sunleif Rasmussen er sum kunnugt tónaskald.

Hann vann tónleikaprísin hjá norðurlandaráðnum

fyri ta fyrstu føroysku symfoniina: Symfoni nr. 1

»Oceanic Days«, ið júst er útgivin á fløgu. Hóast

hann kanska er mest kendur sum tónaskald, er

hann als ikki óroyndur kórleiðari. Líka síðani

80´ini hevur hann bæði sungið við í og stjórnað

ymsum kórum, m.a. var hann við í Cantus Borea-

lis, eins og hann stjórnaði útisetakórunum Mpiri

og Húsakórinum eitt tíðarskeið.

Duo Arctica & Vinir Arnannguaq Janna Gerstrøm er uppvaksin í Ilulisat

og Nuuk í Grønlandi. Áhugi hennara fyri tónleiki

kyknaði, tá ið hon átta ára gomul fór at spæla

klaver og blokkfloytu. 10 ára gomul fór hon í holt

við tvørfloytuna. Eftir lokna studenstútbúgving fór

Arnannguaq til Danmarkar at nema sær útbúgving

innan floytuspæl. Í 1999 byrjaði hon konserva-

toriu-útbúgving sína í Malmø í Svøríki, og tók

prógv haðani í 2004. Nú býr hon í Nuuk og er

virkin í tónleikalívinum har, bæði sum orkestur-

leiðari, lærari og sum tónleikari. Arnannguaq

hevur saman við danska klaverleikaranum Kirsten

Beyer-Karlshøj spælt í Duo Artica. Aftrat sær á

Summartónum hava tær svenska cellistin John

Olof Löfgren og amerikanska klarinettleikaran Lee

James Morgan, sum er búsitandi í Danmark.

Summartónaorkestrið & Guðs SirkusSummartónar 2005 fara at ganga nýggjar leiðir

við fyrst og fremst at umbiðja eitt sonevnt ’Cross-

over’-verk frá teimum báðum ungu føroysku

tónaskøldunum Heðini Ziska Davidsen og Búa

Egasyni Dam. Verkið er til ein tónleikabólk, ið er

samansettur av trimum norðurlendskum solistum

– Marilyn Mazur, Per Jørgensen og Anders Jormin

– klassiskum tónleikarum og fólka- og jazztón-

leikarum.

Tarira Duo Arctica

Summartónar 2005 skrá.indd 21 10-05-2005 01.23.12

Page 22: Summartónar 2005 skrá

22 SUMM ARTÓNAR 20 05

Sámal RavnsfjallSámal hevur seinasti treitivu árini ella meiri, verið

ein fastur fúsur á føroyska tónleikapallinum,

bæði sum solistur og saman við øðrum. Fyri eini

15 árum síðani ella so forsvann hann knapp-

liga – Hvar var Sámal? spurdu fólk, men so við

og við frættist, at vágamaðurin ernerdi seg sum

gøtutónleikara í suðurevropu. Tá hann trý ár seinni

hevði livað dreymin hjá sær út og kom afturíaftur,

tosaði hann flótandi italienskt, og var nú klárur

at ríka føroyska sangskattin við sínum satirisku

og speisku, spotsku og stuttligu vísum, sum mong

hava tikið til sín, eru tær nevndar, eru tær kendar.

Paul Zauner Ensemble Trombonspælarin Paul Zauner hevur ein savnandi

leiklut í Eysturríska jazzheiminum. Umframt at

vera leiðari á fleiri egnum bólkum o.a.m., hevur

hann eisini egið plátufelag – PAO Records – og

stílar fyri einum altjóða jazzfestivali á garði sínum:

Jazz am Bauernhof.

Seinastu árini hevur hann eisini starvað saman

við føroyskum tónleikarum, serstakliga umvegis

plátufelagið TUTL. Zauner hevur áður vitjað Før-

oyar sum solistur, og hann stílaði fyri konsertferð-

unum til Eysturríkis hjá Ivory, Yggdrasil & Kára

Sverrison, og Yggdrasil & Eivør Pálsdóttir.

Spælimenninir Spælimenninir spæla egin spælimansløg og trad-

isjónell løg úr norðanlondum umframt okkurt

lag úr Hetlandi og Amerika. Spælimennirnir eru

uttan iva ein av bólkunum í Føroyum, sum hevur

spælt flestar konsertir uttanlands. Bólkurin byrjaði

í 1974.

Svabo SpælimennLimir úr Spælimonnunum og nakrir ungir tón-

leikarar spæla saman løg úr nótabókini hjá Jens

Chr. Svabo (1746-1824), sum umframt at vera

vísindamaður eisini var spælimaður. Svabo spældi

í síni tíð á fiól.

EnekkEnekk, við Kára Sverrisson á odda, komponerar og

spælir egnar tónleik, sum hevur inspirerað fleiri

aðrar bólkar seinastu árini – og ikki bert teir, ið

royna seg við heimstónleiki. Enekk hava eitt serligt

føroyskt eyðkenni, sum tó ofta dregur tónleik úr

øðrum londum inn í sítt kosmos.

Kári SverrissonKára kenna vit m.a. úr bólkinum Enekk, men

hann hevur eisini givið út fløgur í egnum navni,

m.a. eina saman við bulgarskum tónleikarum.

Aftrat hesum virksemi, hevur Kári eisini lagt fleiri

fløguútgávur við tradisjónellum tilfari til rættis.

Kári framførir regluliga sum einstaklingur.

Sámal Ravnsfjall Enekk

Summartónar 2005 skrá.indd 22 10-05-2005 01.23.13

Page 23: Summartónar 2005 skrá

SUMM ARTÓNAR 20 05 • 23

Andy IrvineTilfarið hjá Andy Irvine fevnir víða, frá fyrnargom-

lum írskum fólkatónleiki til Woody Guthrie, frá

eysturevropiskum tónum til modernaðar kompo-

sisjónir. Andy er umframt at vera sangari og sang-

skrivari eisini ein gávuríkur tónleikari, ið hevur

funnið sær ein áhoyraraskara kring allan knøttin,

sum fegnast um sjáldsomu dygdir hansara.

Í 1972 stovnaði Irvine saman við Christy Moore,

Donal Lunny og Liam O’Flynn bólkin Planxty,

ið verður roknaður sum ein tann bólkurin við

írskum fólkatónleiki á skránni, sum hevur havt

størst ávirkan á aðrar bólkar. Í trý ár gjørdu frálíku

konsertframførslur teirra og tríggjar plátur, sum

allar fingu tignarmerkið ‘Folk album of the year’

fest á seg í høgt metta tíðarritinum Melody Maker,

at Planxty fekk ein stóran fjepparaskara úti um

heimin. Bólkurin upploystist tó í 1975, men longu

í ’79 funnu teir saman aftur, og hava síðani spælt

saman við jøvnum millumbilum.

Andy Irvine hevur hesa tíðina mest roynt seg

sum einstakling, men í 2004 rann tó aftur saman

millum limirnar í Planxty, og úrslitið var ein røð

av konsertum í Írlandi, sum kunnu hoyrast á

nýggjari live-fløgu og upplivast á eini DVD. Hóast

hetta væleydnaða tiltak, so er tað einstaklingurin

Andy Irvine, sum kemur higar, tí hesi seinni árini

hevur hann skift ímillum at vera saman við gamla

bólkinum og at spæla solo.

Joost Schelling Joost Schelling er føddur í Hollandi, men uppvak-

sin í Danmark. Hann tók útbúgving í harpuspæli

á Vestjyst Musikkonservatorium og hevur studerað

hjá m.ø. David Watkins, Suzanna Mildonian,

Susann McDonald og Phia Berghout.

Joost Schelling spælir freelance sum harpuleikari

bæði á solokonsertum, sum kamartónleikari og í

orkestri, við kóri osfr. Hann er limur í Den Jyske

Harpetrio.

Tórshavnar Stór BandÍ Tórshavnar Stór Bandi eru einir 20 tónleikarar.

Orkestrið er rættiliga ungt. Tað varð stovnað í

2004, og hevur síðani tá ríkað Havnina við ken-

dum stórbanda tónleiki. Millum annað framførdi

TSB tvær ferðir á Tórshavnar Jazz Festivali í fjør. Á

Summartónum 2005 verður tónleikurin, allur sum

hann er, frumframførslur av stórbanda tónleiki,

ið er skrivaður til Tórshavnar Stór Band. Ólavur

Olsen stjørnar orkestrinum.

Andy Irvine Joost Schelling

Summartónar 2005 skrá.indd 23 10-05-2005 01.23.13

Page 24: Summartónar 2005 skrá

Prísir:Konsertir í Norðurlandahúsinum kr. 125,-Aðrar konsertir kr. 80,-Skúlanæmingar og børn ókeypis.Barnakonsertir og konsertir í kirkjum ókeypis.

Summartónar 2005 hava fingið stuðul frá hesum stovnum:

Summartónar 2005 was made possible by grants from

Mentanargrunnur LandsinsLandspeningur frá KODADansk-Færøsk KulturfondAtlantic AirwaysFøroya BankiFøroya SparikassiDansk KomponistforeningFITURNOMUSKlaksvíkar Kommuna Runavíkar KommunaHúsavíkar KommunaSands KommunaTvøroyrar KommunaTórshavnar KommunaKatuaq

Summartónar is organized by Felagið Føroysk Tónaskøld (Faroese Composers). Concerts in Gjógv in collaboration with Norðurlandahúsið í Føroyum (The Nordic House in Faroe Islands). Nie

ls A

rge

Ga

lán

Summartónar 2005 skrá.indd 16 10-05-2005 01.23.04